Revsing tá lið ikki møta til dyst
Við heimild í § 12. stk. 1 og 2, § 27. stk. 2 og 3 og í § 28. stk. 4 í Kappingarreglunum fyri Fótbólt, verður av Kappingarnevndini ásett:
Kappingarnevndin hevur samtykt niðanfyristandandi revsing, tá lið ikki møta til dyst v.m., men nevndin kann tó gera av, at áseta linari revsing enn tær nevndu, um nevndin metir, at serligar umstøður gera seg galdandi:
———
Galdandi fyri Betri menn:
Lið, sum ikki møtir upp til ein dyst, verður koyrt úr kappingini og niður í 3. deild at leika komandi kappingarár.
Um sama felag hevur lið í 2. deild monnum, so verður tað liðið eisini koyrt úr kappingini, og flutt í 3. deild at leika komandi kappingarár.
Umframt hetta fær felagið eina bót á kr. 20.000 kr.
Um dysturin, sum liðið ikki møtti til, var á útivølli, fær heimaliðið helvtina av bótini.
———
Galdandi fyri Betri kvinnur:
Lið, sum ikki møtir upp til ein dyst, verður koyrt úr kappingini og niður í 1. deild at leika komandi kappingarár.
Umframt hetta fær felagið eina bót á kr. 20.000 kr.
Um dysturin, sum liðið ikki møtti til, var á útivølli, fær heimaliðið helvtina av bótini.
———
Galdandi fyri 1. deild menn:
Lið, sum ikki møtir upp til dyst, fær í fyrsta umfarið -3 stig, umframt eina bót á kr. 10.000 kr.
Um dysturin, sum liðið ikki møtti til, var á útivølli, fær heimaliðið helvtina av bótini.
Lið, ikki møtur tvær ferðir upp til dyst, verður koyrt úr kappingini og niður í 3. deild at leika komandi kappingarár.
Umframt hetta fær felagið eina bót á kr. 20.000 kr..
Um dysturin, sum liðið ikki møtti til, var á útivølli, fær heimaliðið helvtina av bótini.
———
Galdandi fyri 2. deild menn
Lið, sum ikki møtir upp til dyst, fær í fyrsta umfarið -3 stig, umframt eina bót upp á 5.000 kr.
Um dysturin, sum liðið ikki møtti til, var á útivølli, fær heimaliðið helvtina av bótini.
Lið, ið ikki møtir tvær ferðir upp til dyst, verður koyrt úr kappingini og niður í 3. deild at leika komandi kappingarár.
Umframt hetta fær felagið eina bót upp á 20.000 kr.
Um dysturin, sum liðið ikki møtti til, var á útivølli, fær heimaliðið helvtina av bótini.
———
Galdandi fyri 3. deild menn og 1. deild kvinnur:
Lið, sum ikki møtir upp til dyst, fær í fyrsta lagi – 3 stig, umframt eina bót á kr. 1.000,-.
Lið, ikki møtir tvær ferðir upp til dyst, verður koyrt úr kappingini, umframt eina bót á kr. 5.000,-.
Um dysturin, sum liðið ikki møtti til, var á útivølli, fær heimalið helvtina av bótini.
———
Galdandi fyri aðrar deildir:
Lið, sum ikki møtir til dyst ella kapping í yngru deildunum, fær bót á kr. 500,00 hvørja ferð ikki verður møtt.
Rættur til heimavøll, tá lið ikki møtir til dyst
Umframt møguligan stigamiss og sekt, so er galdandi fyri allar vaksnamannadeildirnar og fyri deildirnar U18, U17, U16 og U14, at liðið missur rætt til heimavøll í móti sama liðið, har ikki var møtt til dyst, um hesin ikki longu er leiktur. (Bert galdandi í inniverandi kappingarári.)
———
Dómari ikki møttur:
Um ásettur dómari ikki møtir til dyst, so er bótin kr. 1.000,00.
———
Ikki hildin tilmeldingarfreist:
Fyri feløg, sum ikki at halda tilmeldingarfreistina, er bótin kr. 1.000,00 fyri hvørt liðið.
Hetta er galdandi bæði fyri til- og frámelding av liðum.
Í vaksnamannadeildunum er sektin fyri at taka lið úr kappingini tann sama, sum fyri lið, sum verða koyrd úr kappingini vegna væntandi uppmøting.
———
Dómaraseðil ikki innlatin:
Fyri ikki at lata dómaraseðil inn, er bótin kr. 300,00.
Samtykt av Kappingarnevndini tann 3. februar 2012, og broytt 26. juni 2023.