Aga- og etiskareglugerðin
Meginreglur
Grein 1
Henda reglugerð verður ásett av Starvsnevnd FSF´s við heimild í grein 51, stk. 6, grein 52, stk. 2 og stk. 3, og grein 53, stk. 2 og stk. 3 í lógum FSF’s.
Grein 2
Henda reglugerð er galdandi fyri øll mál í sambandi við møgulig brot á lógir og reglur FSF’s, og lógir og reglugerðir hjá UEFA og FIFA.
Stk. 2. Reglugerðin er galdandi fyri allar limir FSF´s, og allar einstaklingar, sum beinleiðis ella óbeinleiðis útinna uppgávur innan fótbólt sum ítróttargrein, tað verið seg leiðarar, venjarar, leikarar, fótbóltsagentar, skrásettir dystarfyriskiparar og aðrar ábyrgdarpersónar, sum hava við hesa ítróttargrein at gera.
Grein 3
Í tann mun henda reglugerð onga áseting hevur, er tann til ein hvørja tíð galdandi agareglugerð fyri fótbólt hjá FIFA galdandi, umframt etiskareglugerðin FIFA Code of Ethics.
Stk. 2. Lógir FSF´s hava altíð forrætt. Í tann mun henda reglugerð skuldi komið í andsøgn við lógir FSF´s eru lógir FSF´s galdandi.
Stk. 3. Kærunevndirnar skulu í virksemi sínum og við sínum avgerðum altíð taka støði í lógum og reglugerðum FSF´s, hesari reglugerð og teimum til eina og hvørja tíð galdandi agareglum hjá FIFA, umframt etiskureglugerðini FIFA Code of Ethics.
Aðalskrivstovan
Grein 4
Aðalskrivstova FSF´s tekur endaliga avgerð í øllum málum, sum viðvíkja tilrættalegging av kappingunum og møguligum ósemjum, sum stinga seg upp í hesum sambandi.
Stk. 2. Hesi mál, sum Aðalskrivstovan tekur avgerð um eru endaligar og kunnu ikki kærast:
avgerðir um ásetan av dysti, útsetan ella flyting av dysti;
avgerð um nýggjan dyst;
avgerðir um hvør skal hava heimavøll ella útivøll, ella avgerð um uttanveltaðan vøll;
avgerðir um ávaringar og leikbann; Avgerðir sum dómarin tekur á vøllinum eru endaligar, tó kunnu rættingar gerast tá tað t.d. er eyðsæð at skeivur leikari er revsaður. Í slíkum førum kunnu bert tær agarevsiligu avleiðingarnar av feilinum rættast, og ein revsing kann bert beinast móti tí leikaranum, sum í veruleikanum var sekur;
avgerðir um útskriving av leikaraloyvum og gildi teirra. Tó kunnu spurningar um hvør eigur rættin til leikara kærast; og
avgerðir um búnar, lýsingar og onnur líknandi mál, sum hava við kappingina í verki at gera.
avgerðir um rættingar í sambandi við skráseting av málum, sjálvmálum og líknandi í samband við ein dyst, tá tað er eyðsæð at skeivur leikari er eyðmerktur fyri eitt mál, sjálvmál ella líknandi.
Stk. 3. Hesi mál, sum Aðalskrivstovan tekur avgerð um, kunnu kærast til Aga- og etiskunevndina samsvarandi hesi reglugerð:
avgerð um leikbann í meira enn 2 dystir;
avgerð fevnd av grein 4, stk. 2, litra b, tá avgerðin hevur samband við brot á kappingarreglurnar fyri fótbólt at gera;
avgerð fevnd av grein 4, stk. 2, litra c, tá avgerðin hevur samband við brot á kappingarreglurnar fyri fótbólt at gera;
átalu, ávaring, ella bót í samband við at dómaraseðilin er skeivt útfyltur;
átalu, ávaring, ella bót í samband við innkomnar dómara- og eygleiðarafrágreiðingar, ella viðurskifti, sum koma aðalskrivstovuni til kunnleika á annan hátt, viðvíkjandi brot á kappingarreglur og brot á fyrisitingarlig viðurskifti;
átalu, ávaring, ella bót í samband við innkomnar dómara- og eygleiðarafrágreiðingar, ella viðurskifti, sum koma Aðalskrivstovuni til kunnleika á annan hátt, eitt nú um ov vánaliga trygd kring leikvøllin, nýtsla av fýrverki og kastan av lutum inn á vøllin ella aðrar serligar hendingar; og
átalu, ávaring, ella bót í samband við innkomnar dómara- og eygleiðarafrágreiðingar, ella viðurskifti, sum koma Aðalskrivstovuni til kunnleika á annan hátt, undir hesum um óhøviskan atburð frá teimum persónum nevndir í grein 2, stk. 2.
Aga- og etiskanevndin
Grein 5
Øll kærumál, sum eru fevnd av grein 2, verða viðgjørd av Aga- og etiskunevndini. Øll tey, sum vera nevnd í grein 2 og sum verða beinleiðis ella óbeinleiðis rakt av eini avgerð ella broti, kunnu kæra mál fyri Aga- og etiskunevndini alt samsvarandi ásetingunum í hesi reglugerð.
Stk. 2. Starvsnevnd FSF’s kann nær sum helst viðgera eitthvørt mál, sum kemur til hennara kunnleika og sum er fevnt av grein 2, og biðja Aga- og etiskunevndina um at viðgera málið sum kærumál samsvarandi hesi reglugerð.
Grein 6
Aga- og etiskanevndin kann geva tær agarevsingar sum ásettar eru í grein 55 í lógum FSF´s, ið eru soljóðandi:
Fyri persónar og løgfrøðiligar persónar:
ávaring;
átala;
bót;
frátøka av heiðursmerkjum;
strikan av heitum.
Fyri persónar:
ávaring;
burturvísing;
leikbann;
bann fyri at vera í umklæðingarrúmum og/ella at vera á útskiftingarbeinkinum;
bann fyri at vera á leikvølli;
bann fyri at taka lut í virksemi, ið hevur við fótbólt at gera;
samfelagstænasta;
lýdnisvenjing (compliance training).
Fyri løgfrøðiligar persónar:
bann fyri at flyta leikarar;
áseta dyst/ir at skula leikast uttan áskoðarar;
áseta dyst/ir at skula leikast á uttanveltaðum vølli;
bann fyri at leika á ávísum leikvølli;
ógilding av dystarúrsliti;
koyra felag úr kapping;
døma felag at tapa dyst;
taka stig frá felagi;
døma lið at flyta í lægri deild;
dømdur at spæla dyst umaftur.
Grein 7
Allir úrskurðir hjá Aga- og etiskunevndini eru endaligir og kunnu ikki kærast, uttan so at annað er ásett í grein 10.
Grein 8
Kæra um brot á tær í grein 2 nevndu lógir og reglur skal sendast Aga- og etiskunevndina innan 5 dagar eftir at brotið er framt, ella 5 dagar eftir at úrskurðurin er komin til kunnleika hjá viðkomandi persóni ella felag.
Við kæruni skulu fylgja kr. 1.000, sum verða afturgoldnar, um kæran vinnur sømdir.
Yvirkærunevndin
Grein 9
Yvirkærunevndin tekur avgerðir í kærumálum viðvíkjandi avgerðum hjá Aga- og etiskunevndini, ið ikki eru endaligar.
Grein 10
Hesar avgerðir hjá Aga- og etiskunevndini kunnu kærast til Yvirkærunevndina innan 5 dagar aftaná móttøku av úrskurðinum:
Fyri feløg:
bót størri enn kr. 10.000;
at missa heimavøll i meira enn 1 dyst;
bann fyri at flyta leikarar;
at dystir skulu leikast uttan áskoðarar;
at dystir skulu leikast á uttanveltaðum vølli;
um felag verður dømt at tapa dyst;
frátøka ella tillutan av stigum og málum;
at felag verður frátikið heiðursmerki;
at felag missur meistaraheiti;
um lið verður dømt at flyta í lægri deild; og
um felag verður koyrt úr kapping.
Fyri persónar:
bót størri enn kr. 10.000;
leikbann í meira enn 5 dagar; og
forboð fyri at taka lut í virksemi, ið hevur við fótbólt at gera í eitt ávíst tíðarskeið.
Stk. 2 Við kæruni skulu fylgja kr. 5.000, og sum verða afturgoldnar um kæran vinnur sømdir.
Málsviðgerð
Grein 11
Tað er frí próvførsla í føroyskum fótbólti. Allar kærur til Aga- og etiskunevndina og Yvirkærunevndina skulu vera skrivligar og kærarin skal nágreiniliga grundgeva fyri kæruni og hann skal viðleggja alt tilfar, hann vil styðja seg við, undir hesum skrivligt tilfar, vitnisfrágreiðingar, møguligar sjónvarps/video-upptøkur o.s.fr. Aðrir partar í málinum hava somuleiðs rætt til at svara kæruni og leggja øll viðkomandi prógv fram sum kunnu lýsa málið. Avgerðarmyndugleikin í einum máli tekur avgerð um vekt og týdning av prógvunum í ítøkiliga málinum.
Viðvíkjandi sjónvarps/video-upptøkum vil tað m.a. vera avgerandi hvussu góð myndagóðskan er og hvussu klárt ítøkiliga hendingin sæst.
Avgerðarmyndugleikin kann av sínum eintingum, tá tað verður mett neyðugt, innheinta gjøllari frágreiðingar áðrenn eitt mál verður viðgjørt endaliga, undir hesum at fáa lagt fram møguligar tøkar sjónvarps/video-upptøkur.
Stk. 2. Kærurætt hava feløg og einstaklingar, sum verða beinleiðis raktir av eini avgerð og onnur sum hava ein serstakan og ítøkiligan rættarligan áhuga í málinum.
Stk. 3. Kærunevndirnar kunnu krevja, at FSF og partarnir í málinum skulu útflýggja øll skjøl í málinum, burtursæð frá innanhýsis arbeiðsskjølum.
Stk. 4. Kærunevndirnar skulu geva øllum pørtum og FSF innlit í kæruna og øll skjøl sum eru útvegaði.
Stk. 5. Eingin avgerð kann verða tikin áðrenn hin parturin er hoyrdur í málinum innan eina rímuliga freist, sum viðkomandi kærunevnd ásetur. Starvsnevnd FSF´s skal eisini hava høvi at geva sítt ummæli innan eina rímuliga freist, sum kærunevndin ásetur.
Stk. 6. Allir partar í málinum og Starvsnevnd FSF´s kunnu biðja um munnliga viðgerð av málinum. Um eingin biðjur um munnliga viðgerð kunnu kærunevndirnar taka avgerð í málinum á tí grundarlagi, sum fyriliggur, eftir at allir partar eru hoyrdir.
Stk. 7. Kærunevndirnar skulu viðgera øll mál so skjótt sum tilber og skulu í størst møguligan mun taka fyrilit fyri, at kappingin ikki verður seinkað orsakað av einum kærumáli. Viðgerðartíðin kann ikki vera longri enn 14 dagar, uttan so at heilt serligar umstøður gera seg galdandi.
Stk. 8. Úrskurðir hjá kærunevndunum skulu vera skrivligir og skulu innan 2 dagar eftir avgerð sendast øllum pørtum í málinum og til FSF.
Grein 12
Kæra hevur ikki uppsetandi virknað og kann annars ikki vera orsøk til drál.
Stk. 2. Kærunevndirnar kunnu tó við støði í sjálvari kæruni taka avgerð um, at kæran skal hava uppsetandi virknað heilt ella partvíst.
Grein 13
Tá kærunevndirnar viðgera mál er tað skylda hjá viðkomandi parti at leggja fram allar upplýsingar sum kærunevndin metur neyðugar fyri at fáa málið lýst til fulnar og avgreitt.
Stk. 2. Sýtan av at leggja fram upplýsingar ella at geva skeivar ella ófullfíggjaðar upplýsingar kann hava við sær agarevsing sambært grein 6 ella burturvísing av kæruni.
Gildiskoma
Grein 14
Hesar reglur koma í gildi beinanvegin tær eru samtyktar av Starvsnevnd FSF’s.
Soleiðis samtykt á aðalfundi í Fótbóltssambandi Føroya, 3. mars 2007 og við broytingum á aðalfundi FSF’s 1. mars 2008, 21. februar 2009, av Starvsnevnd FSF’s 22. februar 2022, 27. februar 2023 og 24. februar 2025.