Vegleiðing um útskifting

Útskifting av leikara uttan at boða dómara frá

Fyrr var galdandi, at um leikari kom inn á vøllin í dysti, uttan at útskiftingin var fráboðað dómaranum, so var leikarin sektaður við gulum kortið.

Nú Fótbóltslógin er broytt, so kann dómari ikki longur geva leikara gult kort, um leikari kemur á vøllin, uttan at geva dómaranum boð.

Fótbóltslógin ásetur nú, at slík brot skulu fráboðast Kappingarnevndini, sum tekur avgerð í málinum.

Í hesum sambandi hevur Kappingarnevndin samtykt, at um leikari kemur á vøllin uttan at boða dómaranum frá, so verður avvarðandi felag revsa við sekt á kr. 3.000,-.

Hetta er galdandi fyri allar dystir í Betri deildini hjá monnum og kvinnum, 1. og 2. deild monnum, og í steypakappingum, har hesar deildir luttaka.

Samtykt av Kappingarnevndini hjá Fótbóltssambandi Føroya tann 19. apríl 2018 og kemur í gildi 7. mai 2018.