Kappingarreglurnar fyri yngri deildir loyva tveimum møguleikum fyri undantak til aldursmørkini, ið annars eru galdandi.
Spælari, ið hevur brek ella onnur serlig viðurskifti Undantak kann gevast fyri U17 og yngri, um spælarin hevur brek ella onnur serlig viðurskifti, sum eru váttað av serkønum persóni. Umsókn um hetta skal vera latin skrivstovu FSF’s saman við váttanini frá serkøna persóninum.
Spælari, ið er føddur eftir 1. august Undantak kann gevast til í mesta lagi ein (1) spælara, sum er føddur eftir 1. august í árinum frammanundan aldursmarkið.
DØMIFyri U11 deildina er hetta galdandi fyri spælarar, sum eru føddir eftir 1. august 2011, ið annars bara hevði havt loyvi at spælt við U13.
Hvar søkir man um undantaksloyvi? Umsókn um undantaksloyvi skal latast skrivstovuna hjá FSF. Fyri aldursbólkarnar U15 og yngri skal umsóknin vera latin inn áðrenn 31. august 2023. Fyri aldursbólkarnar U16 gentur og U17 dreingir skal umsóknin latast inn, meðan flytingarvindeygað er opið.
Kann ein spæla við báðum aldursbólkum, tá man hevur fingið undantak? Nei. Spælari, ið hevur fingið untaksloyvi til yngri deild, kann bara spæla við yngra aldursbólkinum.
Hvussu leingi er eitt undantak galdandi? Undantak kann gevast fyri fyrru hálvu (áðrenn summarsteðgin), seinnu hálvu (eftir summarsteðgin) ella fyri alt kappingarárið.
Hava gentur loyvið at spæla við í dreingjakappingum? Ja, tað er loyvt gentum at luttaka í øllum dreingjakappingunum. Tað er ikki neyðugt at søkja um undantaksloyvi til hetta.
TAL AV DYSTUM HVØRT UMFAR
Hvussu nógvar dystir kann ein spælari spæla hvørt umfar? Útgangsstøðið er, at ein spælari bara kann spæla ein dyst hvørt leikumfar. Men fleiri undantøk eru til hetta. Ongin kann spæla meira enn tveir dystir hvørt leikumfar.
VAR SPÆLARIN FYLTUR 21 ÁR TANN 1. JANUAR Í KAPPINGARÁRINUM? Um svarið er JA: Spælarin kann bara spæla ein dyst hvørt umfar. Tó kann spælari, sum hevur spælt ein dyst, vera eyka í hægri deild sama leikdag.
Um svarið er NEI: Spælarin kann spæla tveir dystir sama leikdag. Aldurin á spælaranum er avgerandi fyri, hvørjum deildum, hesir báðir dystir kunnu spælast. Tó kann spælari, sum byrjaði inni í Betri Deildini, ikki spæla við U21 sama leikdag.
Aldurin er avgerandi fyri, um ein spælari kann spæla fleiri dystir hvørt leikumfar.
Dreingir / menn
Vaksin
Um leikarin byrjar á bonkinum í hægru deildini, er loyvt at spæla dyst við lægri liði sama leikdag
Sí serligar reglur viðvíkjandi trimum teimum seinastu umførinum
U21
Leikarin kann spæla tveir dystir sama leikdag
Tó kann ein leikari, sum byrjar inni í Betri deildini ikki spæla við U21 sama leikdag
U17
Leikarin kann spæla tveir dystir sama leikdag
Tó skal leikarin vera fyltur 16 ár fyri at spæla í vaksnamannadeildum og U21 deildini
U15
Leikarin kann spæla tveir dystir sama leikdag, annan í U17 og hin í U15
U13
Leikarin kann spæla tveir dystir sama leikdag, annan í U15 og hin í U13
U11
Leikarin kann spæla tveir dystir sama leikdag, annan í U13 og hin í U11
U9
Leikarin kann spæla tveir dystir sama leikdag, annan í U11 og hin í U9
U8
Leikarin kann spæla tveir dystir sama leikdag, annan í U9 og hin í U8
U7
Leikarin kann spæla tveir dystir sama leikdag, annan í U9 / U8 og hin í U7
Gentur / kvinnur
Eldri enn U21
Um leikarin byrjar á bonkinum í hægru deildini, er loyvt at spæla dyst við lægri liði sama leikdag
Sí serligar reglur viðvíkjandi trimum teimum seinastu umførinum
U16
Leikarin kann spæla tveir dystir sama leikdag
Tó skal leikari vera fyltur 15 ár fyri at spæla í Betri deildini og 1. deild
U13
Leikarin kann spæla tveir dystir sama leikdag, annan í U16 og hin í U13
U11
Leikarin kann spæla tveir dystir sama leikdag, annan í U13 og hin í U11
U9
Leikarin kann spæla tveir dystir sama leikdag, annan í U11 og hin í U9
U7
Leikarin kann spæla tveir dystir sama leikdag, annan í U9 og hin í U7
UPP- OG NIÐURFLYTING MILLUM DEILDIR
Hvat merkir tað, at hægsta deildin roknast fyri at hava spælt fyrst?
Í kappingarreglunum er fríggjadagur, leygardagur, sunnudagur og mánadagur at rokna sum ein leikdagur, meðan týsdagur, mikudagur og hósdagur verður roknaður sum ein leikdagur.
Hetta merkir, at um tvey ella fleiri lið hjá sama felag spæla í tíðarskeiðinum fríggjadag til mánadag, so verður hægsta deildin roknað sum at hava spælt fyrst, og síðani lægra deildin. Hetta, uttan mun til, hvussu liðini hava spælt.
GG! Hetta er tó ikki galdandi, tá teljast skal, hvussu nógvar dystir spælarin hevur spælt sama leikdag. Tá verður hugt eftir raðfylgjuni av dystunum.
Eru serligar reglur galdandi fyri U21 deildina? Ja, ein serlig avmarking er í reglunum fyri flyting millum Betri deildina hjá monnum og U21 deildina. Ein spælari, sum byrjar inni í Betri deildini, kann ikki sama umfar spæla við U21. Hetta er ikki galdandi, um leikarin byrjar á bonkinum í Betri deildini.
DØMI(spælarin fyltur 21 ár tann 1. januar í kappingarárinum):
DØMI(spælarin ikki fyltur 21 ár tann 1. januar í kappingarárinum):
Spælarin byrjar á vøllinum leygardag í dysti í Betri deildini hjá monnum. Hesin spælarin hevur loyvi at spæla við 1. deild hjá felagnum, uttan at tað er neyðugt, at hann situr ein dyst yvir.
Av tí, at spælarin byrjaði inni í Betri deildini, kann hann ikki spæla fyri U21 sama leikdag.
Eru serligar avmarkingar í niðurflyting av spælarum í endanum av kappingini? Ja, tað eru serligar avmarkingar viðvíkjandi niðurflyting av spælarum eftir at fjórðseinasti dysturin er spældur í lægru deildini. Tá ber ikki til at flyta spælarar niður frá hægri til lægri deild, tó eru fylgjandi spælarar undantiknir:
– Spælari, sum ikki var fyltur 21 ár tann 1. januar í kappingarárinum – Spælari, sum hevur spælt tríggjar (3) ella færri dystir í hægru deildini
Er talan um spælara, sum spældi sín seinasta dysti í hægru deildini sama leikdag, ella áðrenn lægra deildin spældi sín fjórðseinasta dyst, verður hesin ikki fevndur av reglunum.
Nær verður ein spælari roknaður fyri at hava spælt? Ein spælari verður mettur at hava spælt, tá hann kemur á vøllin. Tað vil siga, um hann verður innskiftur ella byrjar inni. Ein spælari, sum situr á bonkinum allan dystin, verður ikki mettur at hava spælt dystin.
Í teimum deildum, har loyvt er at brúka flúgvandi útskifting, vera allir spælararnir mettir at hava spælt (eisini teir, sum byrja dystin á bonkinum).
SÁTTMÁLAR
Hvørji krøv eru til sáttmálar, ið verða latnir inn til FSF?
Fyrst og fremst er krav, at standard yrkisleikaraavtalan hjá FSF verður brúkt.
Tað er ikki loyvt at knýta onnur skjøl at sáttmálanum, og ei heldur er loyvt at gera broytingar í tekstinum í standardsáttmálanum (t.d. at strika tekst út og/ella leggja tekst afturat).
Allir teigar í sáttmálanum skulu vera útfyltir, og sáttmálin skal vera undirskrivaður av báðum pørtum. Hvør síða í sáttmálanum skal eisini vera undirskrivað.
Sáttmálin skal í minsta lagi vera galdandi til endan av einum kappingári, og sáttmálin kann í mesta lagi vera galdandi í 5 ár.
Spælarin skal hava í minsta lagi eina mánaðarliga bruttoløn upp á kr. 300,00 pr. íroknað pensjónsgjøld.
Eru serlig krøv til sáttmálan, um spælarin er yngri enn 18 ár? Ja, um spælarin er yngri enn 18 ár, eru fylgjandi krøv galdandi:
– Sáttmálin skal undirskrivast av foreldur / verja – Sáttmálatíðarskeiðið kann ikki vera longur enn 3 ár
Hvat er avleiðingin, um broytingar eru gjørdar í standard yrkisleikarasáttmálanum? Um broytingar eru gjørdar, verður sáttmálin ikki góðkendur av FSF. Spælarin kann tá ikki lógliga umboða felagið. Hetta er uttan mun til, hvør broytingin er.
Eru somu reglur galdandi fyri sáttmálar til menn og kvinnur? Ja, somu reglur eru galdandi, tá felag skrivar sáttmála við menn og kvinnur.
Hvat gera vit, um vit ynskja at uppsiga sáttmálan? Um felag og spælari eru samd um at uppsiga sáttmálan, skal hetta gerast við at brúka serligt oyðublað, har treytirnar fyri uppsóknina skulu framganga. Oyðiblaðið er at finna á heimasíðuni hjá FSF.
Hvat hendir við einum sáttmála, um liðið flytur niður í lægri deild? Útgangsstøðið er, at sáttmálin fer úr gildi, um liðið flytur niður í lægri deild. Tað er tó møguleiki fyri í standard sáttmálanum at avtala, at sáttmálin heldur fram, um liðið flytur niður. Hetta er ásett í § 2 í standard sáttmálanum, har felagið skal seta “flugubein”, um sáttmálin ikki skal fara úr gildi, um felagið flytur niður.
LEIKBANN
Nær fær ein spælari leikbann fyri nøgd av gulum kortum? Tað er ymiskt frá deild til deild, hvussu nógv gul kort geva leikbann: Í Betri deildini hjá monnum og 1. deild hjá monnum fær spælarin fyrsta leikbann, tá hann hevur fingið 4 gul kort.
Leikbann verður givið eftir fylgjandi tal av kortum: – 4 gul kort – 3 gul kort (samanlagt 7) – 2 gul kort (samanlag 9) – 2 gul kort (samanlagt 11) – 1 gult kort (samanlagt 12)
Eftir hetta fær spælarin leikbann fyri hvørt gula korti.
Í hinum deildinum verður leikbann givið eftir fylgjandi tal av kortum: – 3 gul kort – 2 gul kort (samanlagt 5) – 2 gul kort (samanlagt 7) – 1 gult kort (samanlagt 8)
Eftir hetta fær spælarin leikbann fyri hvørt gula korti.
Telja tey gulu kortini framvegis við, um ein spælari fær tvey gul kort í sama dyst, og harvið reytt kort? Um spælari fær tvey gul kort í sama dysti, og harvið reytt kort, verða gulu kortini ikki tald við í samlaða talinum av gulum kortum, men telja ístaðin sum eitt reytt kort.
Er tað sama galdandi fyri venjarar? Nei, fyri venjarar er galdandi, at hesin fær leikbann eftir: – 3 gul kort – 2 gul kort (samanlagt 5 gul kort) – 1 gult kort (samanlagt 6 gul kort)
Eftir hetta fær venjarin leikbann fyri hvørt gula korti.
Verður eitt leikbann yvirført til næsta kappingarár? Leikbann, orsaka av gulum kortum, verður ikki yvirført, men leikbann, orsaka av reyðum korti (eisini um talan er um tvey gul kort í sama dysti) verður yvirført til komandi kappingarár.
Fylgir eitt leikbann við, um ein spælari flytur felag? Ja, um ein spælari hevur leikbann, tá hann flytur felag, so flytir leikbanni við til nýggja felagið. Sí annars brot frammanundan, hvørji leikbann verða yvirførd millum kappingarár.
Fær man eisini leikbann fyri tal av gulum kortum í steypakappingini? Ja, um spælari, venjari ella leiðari hava fingið tvey (2) gul kort í steypakappingini, gevur hetta ein (1) dyst leikbann. Sí fleiri reglur um leikbann í samband við steypakappingini undir brotið “Steypakapping”.
Hvussu nógvar dystir leikbann gevur eitt reytt kort? Útgangsstøðið er altíð, at eitt reytt kort gevur ein (1) dyst leikbann. Við støði í “Vegleiðing um leikbann” verður avgjørt, um brotið skal geva meira enn ein (1) dyst.
Er man bara leikbannaður í tí deildini, ið man fekk reyða kortið? Leikbann fyri reytt kort er galdandi í øllum deildum, ið spælarin kann spæla við. Leikbannið skal eisini sitast yvir í øllum deildunum, ið spælarin kann spæla við. Sí nærri undir “nær ein hevur sitið yvir leikbann”.
Nær hevur spælarin sitið leikbann yvir? Tá ein spælari fær leikbann, er hetta galdandi í fyrst komandi dysti (dystum), sum spælarin annars lógliga kundi spælt við.
Um dysturin verður útsettur, hevur ein so framvegis sitið yvir leikbann? Nei, leikbann verður bara yvirsitið, tá dysturin verður spældur. Tað vil siga, at um dysturin til dømis verður útsettur fyri veður, so hevur spælarin ikki sitið leikbannið yvir.
Tað er tó eitt undantak, um eitt lið vinnur uttan dyst, tí mótstøðuliðið hevur givið avboð. So verður tað roknað sum, at ein spælari hjá liðnum, ið ikki gav avboð, hevur yvirsitið leikbannið. Spælarar hjá liðnum, ið gav avboð, vera ikki roknaðir sum at hava sitið yvir leikbann.
Hvat um reyða kortið er givið í steypakappingini og fyrst komandi dystur er í landskappingini? Leikbann er altíð galdandi í fyrst komandi dysti hjá liðnum. Um ein spælari fær reytt kort í landskappingini, og fyrst komandi dystur er í steypakappingini, er leikbannið galdandi í steypakappingini. Hetta er eisini galdandi hinvegin. Tað vil siga, at um spælarin fær reytt kort í steypakappingini, og fyrst komandi dystur er í landskappingini.
Er tað sama galdandi, tá leikbann er fyri nøgd av gulum kortum? Nei, tá talan er um leikbann fyri nøgd av gulum kortum, tá er leikbannið bara galdandi í tí deildini, ið spælarin hevur fingið kortini. Viðkomandi kann tó ikki spæla við lægri deild, meðan hann situr leikbannið yvir.
Loyvt er tó spælara at spæla við hægri deild, meðan hann situr leikbannið yvir. Hetta merkir, at um viðkomandi hevur leikbann, tí hann hevur fingið fýra (4) gul kort í 1. deild hjá monnum, so hevur hann ikki loyvið at flyta niður og spæla við 2. ella 3. deild hjá felagnum, men loyvt er at spæla við í Betri deildini.
Er leikbann frá ungdómsdystum eisini galdandi í vaksnamannadeildum? Útgangsstøðið er, at leikbann í ungdómsdeildini bara er galdandi í tí aldursbólki, har spælarin fær reytt kort. Sí tó reglur niðanfyri, um spælarin fær leikbann í tríggjar (3) dagar ella fleiri.
Hetta merkir, at um ein spælari kann spæla í bæði U17 og U21 hevur viðkomandi bara leikbann í tí aldursbólkinum, ið hann fekk reyða kortið. Hetta sama er galdandi, um spælarin hevur aldur til eisini at spæla í vaksnamannadeildini. Tað vil siga, at leikbann ávirkar ikki luttøkuna í vaksnamannadeildini.
Um spælarin fær leikbann í tríggjar (3) dagar ella fleiri, er leikbannið galdandi í øllum deildum og aldursbólkum, sum spælarin kann spæla við.
LEIKARALOYVI
Nær kann ein spæla / luttaka lógliga? Tá spælarin er skrásettur og váttaður í Comet, kann hann lógliga spæla fyri felagið (sjálvandi við tí fyrivarni, at spælarin kann hava leikbann, tí leikbann fylgir við, tá hann skiftir felag).
Eru serlig krøv til, nær ein yrkisleikari kann spæla? Ja, hesin kann í fyrsta lagi spæla lógliga, tá leikarasáttmálin er góðkendur av FSF.
Fyri at spæla í Betri deildini hjá monnum skal spælarin hava sáttmála.
Eru serlig krøv, tá talan er um útlendingar? Ja, krøvini eru tó ymisk, um talan er um spælarar úr norðurlondum í mun til onnur lond.
Er viðkomandi úr norðurlondum, er krav, at sáttmálin er góðkendur av FSF (sama krav til føroyskar spælarar), og harafturat er krav um avrit av bústaðarváttan, um sáttmálin er longur enn 6 mánaðar.
Er talan um útlending frá øðrum londum, er krav, at sáttmálin er góðkendur og avrit verður sent av bæði bústaðarváttan og arbeiðs- og uppihaldsloyvi.
Hvørjir spælarar eru fevndir av flytingarglugganum? Spælari, sum tann 1. januar í kappingarárinum er fyltur 15 ár, kann bara flyta felag, meðan flytingargluggin er opin.
Spælarar, sum ikki eru fyltir 15 ár tann 1. januar í kappingarárinum, kunnu flyta felag í tíðarskeiðinum frá 1. januar til og við 31. august.
Tó skal ein spælari hava havt leikaraloyvi í sama felag í í minsta lagi 30 dagar, áðrenn nýggj flyting kann fara fram.
Er mark fyri, hvussu nógv feløg ein spælari kann umboða hvørt kappingarár? Spælarar kunnu í mesta lagi spæla dyst fyri tvey feløg í einum kappingarári. Spælari kann tó vera skrásettur í trimum feløgum í einum kappingarárið, men kann bara spælt dyst fyri tvey av teimum.
Nær skal eitt loyvið flytast umvegis TMS skipanina hjá FIFA? Allar flytingar av loyvum (hetta er galdandi fyri børn, ung og vaksin), ið verða flutt frá útlendskum felag til eitt føroyskt felag, skulu umvegis TMS.
Flytingar millum føroysk feløg verða gjørdar í Comet.
Les meira í vegleiðing um leikaraflyting hjá FSF.
———
DYSTURIN
ÁSETINGAR
Nær skal dystartíðspunktið vera ásett? Í seinasta lagi týskvøld skal heimaliðið hava ásett tíðspunkt fyri dystir um vikuskiftið.
Er talan um miðvikudystir skal tíðspunktið vera ásett í seinasta lagi tríggjar dagar frammanundan. Í Betri deildini skal tíðspunkt vera ásett fýra vikur frammanundan.
Hvussu kann man biðja um at fáa dyst fluttan? Alt eftir um talan er um dyst, har FSF ásetir dómarar ella aðrar dystir, so er ymiskt, hvussu hetta skal handfarast.
Dystir, har FSF setir dómarar Til teir dystir, har FSF ásetir dómarar, skal flytingarskjalið nýtast. Flytingarskjalið skal vera útfylt av báðum feløgunum og av dómaranum, um hesin er ásettur, áðrenn skjalið verður sent til FSF.
Flytingarskjalið skal vera FSF í hendi í seinasta lagi sjey (7) dagar áðrenn ásetta leikdagin. Tá talan er um framskundan av dysti, skal FSF hava fráboðanina í seinasta lagi sjey (7) dagar áðrenn nýggja leikdagin.
Nýggjur leikdagur – við klokkutíð – skal vera skrivaður á flytingarumbønina, so eingin ivi er um, nær nýggjur leikdagur er.
Dystir í Betri Deildini hjá monnum og í Betri Deildini hjá kvinnum verða framyvir ikki fluttir, uttan heilt serligar orsøkir (t.d. tá talan er um deyðsfall ella jarðarferðir).
Aðrar deildir Til hinar deildirnar skal tað vera avtalað millum feløgini, um dystur verður fluttur/útsettur. Flytingarskjalið skal verða útfylt av báðum feløgunum, áðrenn skjalið verður sent til FSF.
Hetta skal verða skrivliga váttað av báðum pørtum, áðrenn upprunaliga ásetta leikdagin, eins og tann nýggi leikdagurin skal framganga á flytingarumbønini.
Dystir frá fyrru hálvu eiga ikki at flytast yvirum summarsteðgin, og allir dystir skulu vera spældir, áðrenn seinasta leikdag í eini lagdari kapping, bæði í innleiðandi og í endaumførum.
STEYPAKAPPINGAR
Kann spælari umboða fleiri feløg í steypakappingini? Nei, ein spælari kann bara umboða eitt felag í steypakappingini sama ár.
Fær man leikbann fyri tal av gulum kortum í steypakappingini? Ja, tá ein spælari hevur fingið tvey (2) gul kort í steypakappingini, fær viðkomandi ein dyst leikbann.
Um lið ikki vinnur seg víðari í steypakappingini, hvat hendir tá við gulu kortunum? Gulu kortini eru bara galdandi í steypakappingini, tí verða hvørki leikbann ella kort flutt yvir í landskappingina. Leikbann fyri reytt kort (eisini um talan er um tvey gul kort í sama dysti) er galdandi í fyrst komandi dysti hjá liðnum, uttan mun til, um hesin er í lands- ella steypakappingini.
Verða øll gul kort strikaði áðrenn hálvfinalurnar? Ja, áðrenn fyrru hálvfinluna (eisini um bara ein hálvfinaludystur verður spældur) verða øll gul kort strikað.
Verða øll gul kort strikað áðrenn steypafinalurnar? Nei, gul kort verða ikki strikaði áðrenn steypfinalurnar.
Fær vinnandi liðið steypið til ognar? Nei, øll steypini, ið spælt verður um, eru ferðasteyp. Felagið fær steypið í varðveitslu í eitt ár, og síðani skal tað latast aftur til FSF. Í reglunum fyri ymsu steypakappingarnar er nærri ásett, nær eitt felag vinnur steypið til ognar.
KRØV FRÁ STEVNUNI
Hvussu nógv bóltabørn skulu vera til ein dyst? Heimafelagið hevur skyldu at útvega í minsta lagi seks (6) bóltabørn til dystir í Betri Deildini hjá monnum og í dystum um Løgmanssteypið, og í minsta lagi fýra (4) bóltabørn í 1. deild hjá monnum og í Betri Deildini og steypakappingini hjá kvinnum.
Er aldursmark fyri, hvørji kunnu vera bóltabørn? Bóltadreingir/-gentur eiga ikki at vera yngri enn 11 ár
Skal heimaliðið útvega bóltar til upphiting, og um ja, hvussu nógvar? Til tær deildirnar, har FSF setir dómarar, hevur heimaliðið skyldu at útvega útiliðnum bóltar til upphiting. Hesir bóltar skulu vera sama slag sum dystarbólturin. Útiliðið skal hava í minsta lagi átta (8) bóltar til upphiting.
DÓMARASEÐILIN
Hvussu nógvir spælarar og leiðarar kunnu vera á dómaraseðlinum, og hvussu nógvar útskiftingar eru loyvdar í einum dysti? Tað er ymiskt frá deild til deild, hvussu nógvir spælarar kunna vera á dómaraseðlinum.
Betri Deildin 1. deild menn
2. deild menn 3. deild menn 1. deild kvinnur
Old Boys Old Girls
Tal av spælarum á dómaraseðilinum
18
18
12
Tal av leiðarum á dómaraseðilinum
7
7
5
Tal av útskiftingum
5+1
5+1
Flúgvandi útskifting
Fyri barna- og ungdómskappingar (U21 og yngri) sæst yvirlit á síðu 17.
Hvussu nógvar steðgir kann man hava, fyri at gera útskiftingar í einum dysti? Í Betri deildini, 1. deild, 2. deild og í 3. deild hjá bæði kvinnum og monnum er loyvt at gera upp til fimm (5) útskiftingar. Tó er bara loyvt hvørjum liðið at hava tríggjar (3) steðgir til útskifting.
Telur hálvleikurin sum ein steðgur? Nei, hálvleikurin verður ikki roknaður sum ein steðgur, tá roknast skal, hvussu nógvar steðgir, ið liðið hevur brúkt.
Um bæði liðini skifta út samstundis, hvussu telur hesin steðgurin tá? Um liðini skifta út samstundis, verður hetta roknað sum ein steðgur fyri hvørt liði.
Kann man gera fleiri skiftingar, um dysturin fer í longda leiktíð? Ja, um talan er um ein steypakappingardyst, sum fer í longda leiktíð, so fær hvørt liði:
– Eina eyka útskifting (líka mikið um allar fimm eru framdar ella ikki) – Ein eyka steðg til skiftið – Harafturat kunnu liðini gera skiftið, áðrenn umdysturin byrjar og/ella í hálvleikinum í umdystinum (uttan at hetta telur sum ein steðgur)
Um eitt lið ikki hevur nýtt allar fimm útskiftingarnar í “vanliga” dystinum, kunnu tær nýtast í umdystinum. Sama er galdandi fyri teir tríggjar steðgirnar. Tað vil siga, um teir ikki eru nýttir í “vanliga” dystinum, kunnu teir nýtast í umdystinum.
Nær kann man brúka flúgvandi útskifting? Í fótbóltslógini er ásett, at loyvt er at brúka flúgvandi útskifting í barna-, ungdóms- og old boys/old girls kappingum. Hetta merkir, at í øllum øðrum deildum eru vanligu reglurnar fyri útskifting galdandi.
Ber til at gera broytingar á dómaraseðlinum, aftaná at hann er latin inn? Ja, um ein spælari, ið stendur til at byrja, men av onkrari orsøk ikki er førur fyri at byrja dystin, kann ein av eykaleikarunum, ið longu er skrásettur á dómaraseðlinum, byrja ístaðin.
Útskifti spælarin hevur ikki loyvi at sita á bonkinum ella verða á tekniska økinum undir dystinum.
Hetta verður ikki roknað sum ein útskifting. Ein nýggjur spælari kann verða settur á dómaraseðilin sum eykaleikari. Broytingar á dómaraseðlinum, aftaná at hann er innlatin, kunna bara avgreiðast av dómarabólkinum. Lið, sum ynskja at gera broytingar, mugu tí seta seg í samband við dómarabólkin.
Kann ein og hvør standa á dómaraseðilinum sum lækni? Nei, fyri at ein persónur skal kunna standa á dómaraseðilinum lækni, skal hesin vera skrásettur sum lækni í Comet. Fyri at fáa skrásett ein lækna í Comet, skal skrásetingin góðkennast av FSF. Hetta er fyri at tryggja, at skrásettir læknar í Comet veruliga hava læknaútbúgving.
———
KAPPINGIN
VALLARSTØDDIR OG LEIKTÍÐ
U7
U9
U11
U13
U15
U16 U17
U21
Vøllur
Frá stongini til síðulinjuna x 18,5 m.
Frá stongini til síðulinjuna x 18,5 m.
1/4 vøllur
1/2 vøllur
Heilan vøll ella 1/2 vøll
Heilan vøll ella 1/2 vøll
Heilan vøll
Tal av spælarum
4+3
4+3
7+3
8+3
11+5 7+3
11+5 7+3
11+5
Flúgvandi útskifting loyvd
Ja
Ja
Ja
Ja
Ja
Ja
Ja
Málstødd
3 x 1,5 m.
3 x 1,5 m.
5 x 2 m.
5 x 2 m.
7,32 x 2,44 m. 5 x 2 m.
7,32 x 2,44 m. 5 x 2 m.
7,32 x 2,44 m.
Málfelt
13 x 5 m.
13 x 5 m.
25 x 8 m.
25 x 8 m.
40 x 16,5 m. 25 x 8 m.
40 x 16,5 m. 25 x 8 m.
40 x 16,5 m.
Leiktíð
2 x 10 min.
2 x 10 min.
2 x 15 min.
1 dyst: 2 x 20 min.
Kapping: 2 x 15 min.
2 x 35 min.
2 x 40 min.
2 x 45 min.
Mesta leiktíð sama leikdag
60 min.
80 min.
90 min.
90 min.
Bóltastødd
3
3
4
4
5
5
5
Frástøða deyðbóltar
5 m.
5 m.
7 m.
7 m.
9,15 m. 7 m.
9,15 m. 7 m.
9,15 m.
Brotsspark
5 m.
5 m.
8 m.
8 m.
9,15 m. 8 m.
9,15 m. 8 m.
9,15 m.
Rangstøða
Nei
Nei
Nei
Nei
Ja, tá talan er um heilan vøll
Ja, tá talan er um heilan vøll
Ja
Afturlegging til málverja loyvd
Ja
Ja
Nei
Nei
Nei
Nei
Nei
Loyvi at seta eyka spælara inn, um lið kemur afturút við trimum (3) málum
Ja
Ja
Ja
Ja, tó ikki í FM- bólkinum, og í steypakappingini
Nei
Nei
Nei
ALDURSBÓLKAR
U7 Gentur Leikarar fødddir 1. januar 2016 ella seinni
U9 Gentur Leikarar føddir millum 1. januar 2014 og 31. desember 2015
U11 Gentur Leikarar føddir millum 1. januar 2012 og 31. desember 2013
U13 Gentur Leikarar føddir millum 1. januar 2010 og 31. desember 2011
U16 Gentur Leikarar føddir millum 1. januar 2007 og 31. desember 2009
U7 Dreingir Leikarar fødddir 1. januar 2016 ella seinni
U9 Dreingir Leikarar føddir millum 1. januar 2014 og 31. desember 2015
U11 Dreingir Leikarar føddir millum 1. januar 2012 og 31. desember 2013
U13 Dreingir Leikarar føddir millum 1. januar 2010 og 31. desember 2011
U15 Dreingir Leikarar føddir millum 1. januar 2008 og 31. desember 2009
U17 Dreingir Leikarar føddir millum 1. januar 2006 og 31. desember 2007
U21 Dreingir Leikarar føddir millum 1. januar 2002 og 31. desember 2005
TAKA LIÐ ÚR KAPPINGINI / IKKI MØTT TIL DYST
Hvat hendir, um lið ikki møtir til dyst?
Niðanfyri sæst yvirlit yvir, hvør avleiðingin er, um lið ikki møta til dyst.
Deild
Fíggjarlig avleiðing
Ítróttarlig avleiðing
Fíggjarlig avleiðing
Ítróttarlig avleiðing
1. ferð
2. ferð
1. deild menn
Bót upp á 20.000 kr.
Liðið verður koyrt úr kappingini og flutt niður í 3. deild at spæla komandi kappingarár.
Um felagið hevur lið í 2. deild, so verða hesi liðini eisini koyrd úr kappingini og flutt niður í 3. deild at spæla komandi kappingarár
2. deild menn
Bót upp á 10.000 kr.
-3 stig
Liðið missir rættin til heimavøll ímóti sama liðið, um hesin ikki er spældur (bert galdandi fyri inniverandi kappingarár)
Bót upp á 20.000 kr.
Liðið verður koyrt úr kappingini og flutt niður í 3. deild at spæla komandi kappingarár.
3. deild menn
Bót upp á 1.000 kr.
-3 stig
Liðið missir rættin til heimavøll ímóti sama liðið, um hesin ikki er spældur (bert galdandi fyri inniverandi kappingarár)
Bót upp á 5.000 kr.
Liðið verður koyrt úr kappingini
Betri Deildin kvinnur
Bót upp á 20.000 kr.
Liðið verður koyrt úr kappingini og flutt niður í 1. deild at spæla komandi kappingarár.
1. deild kv.
Bót upp á 1.000 kr.
-3 stig
Liðið missir rættin til heimavøll ímóti sama liðið, um hesin ikki er spældur (bert galdandi fyri inniverandi kappingarár)
Bót upp á 5.000 kr.
Liðið verður koyrt úr kappingini
Aðrar deildir
Bót upp á 500 kr.
Liðið missir rættin til heimavøll ímóti sama liðið, um heisn ikki er spældur (bert galdandi fyri inniverandi kappingarár)
Er talan um Betri deildina hjá monnum er tað loyvisnevndin, ið tekur avgerð um, hvør avleiðingin skal vera, um liðið verður tikið úr kappingini.
Kann man taka lið úr kappingini, og hvør er avleiðingin av hesum? Ja, tað ber til at taka lið úr kappingini, men hevur hetta við sær fíggjarligar og ítróttarligar avleiðingar.
Hvørjar avleiðingar fær tað, um man tekur liðið úr kappingini? Avleiðingin er tann sama, um liðið verður tikið úr kappingini, sum tá lið verða koyrd úr kappingini. Omanfyri sæst eitt yvirlit yvir, hvør revsingin er, tá liðið verður koyrt úr kappingini.
Í barna- og ungdómskappingum fær felagið bót upp á 1.000 krónur, um liðið verður tikið úr kappingini.
Hvat hendir við stigunum, um eitt lið fer úr kappingini? Um meira enn helvtin av dystunum í kappingini eru spældir, verða stigini standandi. Um helvitin ella minni av kappingin er spæld, verða stigini strikað.
Hvat hendir við restini av dystunum hjá liðnum, ið fer úr kappingini? Um meira enn helvtin av dystunum í kappingini eru spældir, verður liði dømt at tapa írestandi dystirnar 3-0. Er helvtin ella minni av kappingini spæld, verða dystirnir strikaðir.
Ber til at melda lið til aftaná at tilmeldingarfrestin er farin? Um leikskráin loyvir tí, og pláss er í deildini, er møguleiki at melda lið til aftaná at tilmeldingarfreistin er farin. Møguleiki kann eisini vera fyri, at eitt lið kann avloysa annað lið, ið ynskir at taka seg úr kappingini.
Kostnaðurin at melda lið til aftaná at tilmeldingarfreistin er farin er 1.000 krónur.
COMET
Í hvørjum deildum er krav, at dómaraseðil skal nýtast? Frá U13 og eldri er krav, at bæði liðini hava útfylt dómaraseðilin á Comet, áðrenn dysturin byrjar.
Nær skal man hava útfylt dómaraseðilin í Comet? Tað er ymistk frá deild til deild, nær dómaraseðilin skal vera útfyltur í Comet.
– Betri deildin: 75 min. áðrenn dystarbyrjan – 1. deild, 2. deild og U21: 60 min. áðrenn dystarbyrjan – Aðrar deildir: 30 min. áðrenn dystarbyrjan
Hvør kann útfylla dómaraseðilin í Comet? Hvørt felag hevur ein “høvuðsbrúkara” av Comet og hesin gevur venjarum og øðrum atgongd til Comet, sum síðani kunna útfylla dómaraseðlar í Comet.
Um ein spælari er tøkur í Comet, merkir hetta so, at viðkomandi lógliga kann spæla? Nei, útgangstøðið er, at teir spælarar, sum eru tøkir í Comet, lógliga kunna spæla, men av tí, at kappingarreglurnar loyva fleiri undantøkum, er ikki altíð, at Comet kann taka hædd fyri undantøkunum.
Tað er tí altíð ábyrgdin hjá feløgnum at tryggja sær, hvørjir spælarar lógliga kunna spæla.
Hví skulu úrslitini skrásetast í Comet, tá hesi ikki síggjast aftur á heimasíðuni hjá FSF? Hóast úrslitini ikki eru sjónlig á fsf.fo/Comet, so verður hetta brúkt, tá liðini skulu styrkismetast. Endamálið við hesum er at tryggja, at øll lið fáa javna mótstøðu.
Hvat hendir um man ikki skrásetir úrslit í Comet? Um úrslitið ikki verður skrásett í Comet, verður dysturin roknaður sum ikki spældur. Avleiðingin av hesum er, at heimaliðið fær eina bót upp á 300 krónur fyri hvønn dyst/kapping.
Kann man senda úrslitini inn til FSF umvegis teldupost ella á annan hátt? Nei, frá 1. januar 2023 skulu øll úrslit skrásetast í Comet.
Um tú hevur avbjóðingar við at skráseta úrslitini er møguleiki at seta seg í samband við móttøkuna ella vakttelefonina hjá Fótbóltssambandi Føroya.
Vit nýta cookies á heimasíðuni til tess at minnast tínar stillingar og veita tær eina betri heimasíðu. Cookies eru lítlir tekstfílar, ið verða goymdir á tínari teldu, sum hava til endamáls at minnast teg aftur. Cookies eru ikki skaðiligar, men kunnu innihalda upplýsingar um teg.
Tú kanst velja at frásiga tær cookies, men hetta kann hava við sær, at heimasíðan ikki virkar, sum ætlað.
Neyðugar cookies
Neyðugar cookies skulu játtast, til tess at heimasíðan skal virka sum ætlað.
Sløkkir tú fyri hesum cookies, kunnu vit ikki goyma upplýsingar um tína vitjan. Hetta kann hetta ávirka hentleikarnar á heimasíðuni.
Triðjaparts cookies
Heimasíðan nýtir Google Analytics til tess at samla hagtøl yvir vitjandi á heimasíðuni. Talan er einans um tekniskar dátur, sum ikki eyðmerkja teg sum persón.
Hesar cookies hjálpa okkum at betra síðuna við tíðini.
Vinaliga játta neyðugar cookies fyrst, áðrenn tú kanst goyma tínar stillingar!