Kappingarreglur fyri steypakappingar

Menn, kvinnur, U21, U18 Gentur, U17 Dreingir, U15 Gentur, U15 Dreingir, U13 Gentur og U13 Dreingir

Grein 1.
Í kappingini um Løgmanssteypið luttaka lið úr Meistaradeildini, 1. deild, 2. deild og 3. deild hjá monnum. Tó kann felag, ið hevur lið í fleiri av nevndu deildum, bert luttaka við einum liði.

Í steypakappingini hjá kvinnum luttaka lið úr Meistaradeildini og 1. deild hjá kvinnum. Tó kann felag, ið hevur lið í fleiri av nevndu deildum, bert luttaka við einum liði.

Í steypakappingini hjá U21 dreingjum luttaka lið úr landskappingini hjá U21 dreingjum. Tó kann felag, ið hevur fleiri lið í deildini, bert luttaka við einum liði.

Í steypakappingini hjá U18 gentum luttaka lið úr landskappingini hjá U18 gentum. Tó kann felag, ið hevur fleiri lið í deildini, bert luttaka við einum liði.

Í steypakappingini hjá U17 dreingjum luttaka lið úr landskappingini hjá U17 dreingjum. Tó kann felag, ið hevur fleiri lið í deildini, bert luttaka við einum liði.

Í steypakappingini hjá U15 dreingjum luttaka lið úr landskappingini hjá U15 dreingjum. Tó kann felag, ið hevur fleiri lið í deildini, bert luttaka við einum liði.

Í steypakappingini hjá U15 gentum luttaka lið úr landskappingini hjá U15 gentum. Tó kann felag, ið hevur fleiri lið í deildini, bert luttaka við einum liði.

Í steypakappingini hjá U13 dreingjum luttaka lið úr landskappingini hjá U13 dreingjum. Tó kann felag, ið hevur fleiri lið í deildini, bert luttaka við einum liði.

Í steypakappingini hjá U13 gentum luttaka lið úr landskappingini hjá U13 gentum. Tó kann felag, ið hevur fleiri lið í deildini, bert luttaka við einum liði.

Grein 2.
Tey leikandi mugu lúka somu treytir, sum galdandi eru fyri luttøku í landskappingini.

Grein 3.
Leikt verður soleiðis í steypakappingini hjá monnum og kvinnum:

1. innleiðandi umfør (um neyðugt)
2. 1. umfar (um neyðugt)
3. 2. umfar (um neyðugt)
4. Fjórðingsfinala
5. 1. hálvfinala
6. 2. hálvfinala
7. Finala

FSF avgerð við lutakasti og møguligari styrkimetan í innleiðandi- ella 1. umfari, hvørji feløg skulu leika móti hvørjum øðrum. Lið ið tapir dyst í innleiðandi-, 1., 2. og fjórðingsfinaluumfari og samanlagt í hálvfinaludystum, fer úr kappingini.

Leikt verður soleiðis í hinum steypakappingunum:

1. innleiðandi umfør (um neyðugt)
2. 1. umfar (um neyðugt)
3. 2. umfar (um neyðugt)
4. Fjórðingsfinala
5. Hálvfinala
6. Finala

FSF avgerð við lutakasti, hvørji feløg skulu leika móti hvørjum øðrum. Lið ið tapir dyst í innleiðandi-, 1., 2. og fjórðingsfinaluumfari og í hálvfinaluni, fer úr kappingini.

Grein 4.
Menn, kvinnur og U21 dreingir leika 2×45 min.
U17 Dreingir leika 2×40 min.
U16 Gentur 2 x 40 min.
U15 Dreingir og Gentur leika 2×35 min.
U13 Dreingir og Gentur leika 2×20 min.

Grein 5.
Stendur á jøvnum í dysti, sum skal avgerast, verður longd leiktíð.
Menn, kvinnur og U21 dreingir leika 2×15 min. í longdari leiktíð.
U17 Dreingir, U16 Gentur og U15 Dreingir spæla 2×10 min. í longdari leiktíð.
U13 Dreingir og Gentur leika 2×5 min. í longdari leiktíð.
Stendur framvegis á jøvnum eftir longda leiktíð, verður brotssparkskapping til ein vinnari er funnin.

Grein 6.
Hvar onki annað er tilskilað, eru tað tær til einhvørja tíð galdandi kappingarreglur FSF’s, ið eru galdandi.

Grein 7.
Leikt verður um steypið í 10 ár.
Steypið ognast tí felag, ið hevur vunnið tað flestu ferðirnar hesi árini.
Standa feløg á jøvnum eftir hesum tíðarskeiði, verður kappingin hildin fram so nógv ár, til felag hevur vunnið steypið fleiri ferðir enn nakað annað felag.

Grein 8.
Fótbóltssamband Føroya skipar fyri kappingini, og býta feløgini javnt millum sín inntøkur og útreiðslur, tó undantikið finaluna. Sí skjal á heimasíðu FSF’s.

Grein 9.
Møgulig kærumál kappingini viðvíkjandi verða skrivliga at senda Aganevndini sambært teimum reglum, sum ásettar eru í Agareglugerðini.

Samtykt av Starvsnevndini tann 10.02.2021

———

Stórsteypadystir (kvinnur og menn)

Grein 1.
Tveir stórsteypadystir verða leiktir, sum eru millum ávikavist føroya¬meist¬aran í Meistaradeildini hjá monnum og steypavinnaran hjá monnum, og millum føroyameistaran í Meistaradeildini hjá kvinnum og steypavinnaran hjá kvinnum, und¬anfarna kappingarár. Báðir dystirnir skulu verða leiktir, áðrenn lands- og steypakappingin byrjar hjá monnum og kvinnum.

Um sama felag hevur vunnið lands- og steypakappingina undanfarna kappingarár, so verður dysturin leiktur millum ávikavist føroyameistaran í Meistaradeildini hjá monnum og nr. 2 í Meistaradeildini hjá monnum, og millum føroyameistaran í Meistaradeildini hjá kvinnum og nr. 2 í Meistaradeildini hjá kvinnum, undanfarna kappingarár.

Grein 2.
Leikararnir skulu lúka somu treytir, sum eru galdandi fyri luttøku í landskappingini.

Grein 3.
Stendur dystur á jøvnum eftir vanliga leiktíð, verður brotssparkskapping til vinnarin er funnin.

Grein 4.
Har onki annað er tilskilað, eru tað tær til einhvørja tíð galdandi kappingarreglur fyri fótbólt hjá FSF, ið eru galdandi.
Givnar ávaringar í stórsteypadystinum fella burtur eftir at dysturin er leiktur, meðan reyð kort, sum eru givin beinleiðis í stórsteypadysti, verða galdandi fyrstkomandi lands- ella steypakappingardyst.

Grein 5.
Leikt verður um steypið í 10 ár.

Steypið ognast tí felag, ið hevur vunnið tað flestu ferðirnar hesi árini.

Stendur á jøvnum millum fleiri feløg, verður hildið fram við kappingini, til eitt felag hevur vunnið fleiri ferðir enn nakað annað felag.

Grein 6.
Fótbóltssamband Føroya skipar fyri tiltakinum saman við Lions Club, sum fær avlopið at lata til vælgerandi endamál.

Grein 7.
Møgulig kærumál dystinum viðvíkjandi verða skrivliga at senda Aganevndini sambært teimum reglum, ið ásettar eru í Agareglugerðini.

Samtykt av Starvsnevndini tann 10.02.2021