Reglugerð fyri Føroya Fótbóltsskúla

Fótbóltssamband Føroya
a) Fótbóltssamband Føroya, Útbúgvingarnevndin, skipar fyri Føroya Fótbóltsskúla og er hægsti myndugleiki skúlans og umsitir fylgjandi
b) umsitingin hjá Fótbóltssambandinum hevur umsitingarligu ábyrgduna av skúlanum.
c) góðkenning av fótbóltsskúlum, umstøður – tal av luttakarum og tal av venjarum/hjálparfólkum
d) kunngerð av skúlanum
e) áseting av luttøkugjaldi í løtuni kr. 450,00
f) tilmeldingar til skúlarnar og býti av luttakarum millum skúlarnar
g) at seta høvuðsvenjarar til skúlarnar
h) bólkabýti og áseting av venjarum og hjálparfólkum
i) innihaldstilfar – frálærutilfar v.m.
j) at luttakararnir fáa t.d. vatn, bólt, T-troyggju, prógv o.l.
k) at gera avtalu, um mat til luttakararnar í samráð við feløgini

Feløgini
a) at fráboða FSF hvør í felagnum hevur ábyrgd av skúlanum
b) at fráboða FSF hvørjir venjarar og hjálparfólk verða tøk, og sum skulu hava neyðugan førleika.
c) at ábyrgdarfólk frá felagnum altíð er tøkt á staðnum
d) at ásetta talið av venjarum eru tøkir
e) at ásetta talið av hjálparfólkum er tókt
f) at venjarar og hjálparfólk fáa morgunmat, og til eftirmeting kaffi v.m.
g) at skiftirúm og onnur hølir eru tøk
h) at vallir eru tøkir, og hallir eisini
i) at neyðug útgerð er tøk, herundir: mál, vestar, keylir
j) at hátalaraanlegg við leysari mikrofon er tøkt
k) at døgurði er til børn, venjarar og hjálparfólk

———

Dagført: 27. juni 2023