Fótbóltslógin 2024 (§1 – §17) sum PDF
Fótbóltur er størsta ítróttin í heiminum. Fótbóltur verður spældur í øllum londum og á nógvum ymiskum stigum. Fótbóltslógin er galdandi fyri allan fótbólt í heiminum; heilt frá HM finaluni til ein dyst millum børn í einari lítlari bygd.
Tað, at sama lóg er galdandi í øllum dystum í øllum sersambondum, londum, býum og bygdum í øllum heiminum, er sera styrkjandi, og eigur hetta at varðveitast. Hetta er eisini ein møguleiki, ið eigur at gagnnýtast – fótbóltinum at frama allastaðni.
Fótbóltur má hava reglur, sum tryggja, at spælið er „rættvíst“, tí at eitt avgerandi grundarlag í „tí vakra spælinum“ er rættvísi – hetta hevur alstóran týdning fyri „andan“ í spælinum. Teir bestu dystirnir eru teir, har tað sjáldan er tørvur á dómaranum, tí leikararnir spæla við virðing fyri hvørjum øðrum, dystarleiðarunum og Fótbóltslógini.
Reglurnar í fótbólti eru lutfalsliga einfaldar samanborið við aðrar liðítróttir. Tó eru nógvar støður sum eru tengdar at uppfatanini hjá einstaklingum, og havandi í huga at dómarar eru menniskju (tað hevur so við sær, at teir gera feilir), umgongst ikki, at summar avgerðir fara at elva til kjak og orðadrátt.
Fyri summi er hetta kjak ein partur av njótilsinum í fótbólti, men minnast skal til, at „andin“ í lógini krevur, at avgerðir dómarans altíð verða virdar. Øll, sum hava myndugleika í spælinum, serliga venjarar og liðskiparar, hava eina greiða ábyrgd yvir fyri spælinum at virða dystarleiðarar og avgerðir teirra.
Fótbóltslógin kann ikki taka atlit til allar hugsandi og óhugsandi støður, og har sum ongin áseting er í Fótbóltslógini, væntar IFAB at dómarin tekur eina avgerð samsvarandi „andanum“ í Fótbóltslógini. Hetta verður ofta gjørt við at spyrja: “Hvat væntar/vil fótbólturin?”.
Fótbóltslógin kann ikki taka hædd fyri øllum hugsandi støðum, og tá ongin beinleiðis áseting er í Fótbóltslógini, væntar IFAB, at dómarin tekur eina avgerð sambært lógarinnar „anda“ – Fyri at gera hetta, er ofta neyðugt at spyrja: „Hvat hevði fótbólturin væntað/viljað havt?“
Fótbóltslógin skal veita trygd og umsorgan til leikarar. Seinastu árini eru fleiri broytingar framdar, sum hava júst hetta sum mál; t.d. møguleikin fyri eini eyka útskifting í longdari leiktíð, drekkisteðgur og „coolingbreak“. Aftur at hesum er – orsakað av Covid-19 – ein fyribils broyting gjørd í grein 3, sum loyvir bestu kappingunum at hækka talið av útskiftingum úr trý upp í fimm. Hendan fyribils broytingin er nú vorðin partur av Fótbóltslógini 2023. Eisini er farið undir royndir við „heilaskjálvtaútskiftingum“, soleiðis at liðini kunnu raðfesta heilsuna hjá einum leikara, sum hevur fingið ella kanska hevur fingið ein heilaskjálvta, uttan at „missa“ ein leikara.
Hóast óhapp koma fyri, eigur Fótbóltslógin at tryggja, at spælið er so trygt sum gjørligt. Tað krevst, at leikarar virða mótleikarar, og at dómarar skapa eitt trygt umhvørvi við at sláa hart niður á tey, sum spæla á ein ov ógvisligan og ov vandamiklan hátt. Í Fótbóltslógini stendur greitt, at leikháttur, sum ikki er tryggur, verður ikki góðtikin; hetta stendur undir agarevsingum undir orðingum so sum „hasarderað takkling“ (ávaring= gult kort/GK), „at seta trygdina hjá mótleikara í vanda“ ella „at nýta ógvisliga megi“ (útvísing= reytt kort/RK).
Fótbóltur skal vera dragandi og stuttligur fyri leikarar, dómarar, venjarar og áskoðarar, fjepparar, umsiting o.s.fr. Fótbóltslógin skal hjálpa at gera fótbóltin dragandi og stuttligan, soleiðis at fólk vilja luttaka og njóta sín leiklut í fótbólti – uttan mun til aldur, ættarslag, átrúnað, mentan, tjóðarbólk, kyn, kynsligan hug, avlami o.s.fr.
Til tess at fremja lógarbroytingar má IFAB vera av teirri fatan, at hetta fer at gera spælið betri. Hetta merkir viðhvørt, at uppskotið má roynast, áðrenn tað verður viðtikið.
Fyri øll broytingaruppskot verður høvuðsdenturin lagdur á rættvísi, virðing, trygd, reinlyndi og njótilsi hjá teimum luttakandi og áskoðarum. Har tað er hóskandi, verður tøkni nýtt fyri at gera spælið betri.
IFAB fer áhaldandi at samstarva við fótbóltsfamiljuna kring allan heimin, soleiðis at broytingar í Fótbóltslógini gagna fótbólti í øllum hornum í heiminum, og so at reinleikin í spælinum, Fótbóltslógin og dómararnir verða vird, høgt mett og vard.
IFAB fer áhaldandi at arbeiða við ráðgevandi nevndum og øðrum ráðgevandi pørtum. Dentur verður enn sum áður lagdur á umsorgan fyri leikarum og aftursvari frá royndini við „heilaskjálvta útskiftingum“. Aðalmálið er at gera spælið meira dragandi at spæla og at hyggja at.
The IFAB hevur notið at verið í samband við fólk kring allan heimin og er altíð sinnað at fáa uppskot og spurningar viðvíkjandi Fótbóltslógini. Í grundini eru fleiri av broytingunum í „Play Fair“-ætlanini eitt beinleiðis úrslit av uppskotum frá fólki úr nógvum pørtum í heiminum.
Vónandi kunnu vit lættari samskifta í framtíðini. Kannið heimasíðuna fyri at fáa nærri kunning: www.theifab.com
Vinarliga send uppskot ella spurningar til: [email protected]
Almenn mál
IFAB gevur út Fótbóltslógina á enskum, týskum, fronskum og sponskum. Er nakar ójavni í orðingini, er enski teksturin galdandi.
Onnur mál
Tjóðarfótbóltssambond, sum týða Fótbóltslógina, kunnu fáa uppsetingina til 2022/23-útgávuna frá The IFAB við at seta seg í samband við: [email protected]
Tjóðarfótbóltssambond, sum framleiða ein týdda útgávu av Fótbóltslógini, eru vælkomin at senda hana til IFAB (Tað skal týðiliga standa á permuni, hvat tjóðarfótbóltssamband hevur staðið á odda fyri týðingini), soleiðis at hon kann leggjast út á heimsíðu IFAB‘s til onnur at nýta.
Mát
Um nakað frávik er millum tey metrisku og tey ensku mátini, eru tey metrisku galdandi.
At handfara Fótbóltslógina
Somu reglur eru galdandi í øllum dystum í øllum sersambondum, londum, býum og bygdum. Burtursæð frá teimum tillagingum, sum IFAB loyvir (sí tillagingar til Fótbóltslógina), skal Fótbóltslógin ikki tillagast ella broytast, undantikið við loyvi frá IFAB.
Tey, sum útbúgva dómarar ella onnur luttakandi, skulu leggja dent á, at:
Leikararnir hava eina sera stóra ábyrgd, tá tað snýr seg um ta mynd, sum verður víst av fótbóltinum, og liðskiparin hevur ein týdningarmiklan leiklut, sum skal tryggja, at Fótbóltslógin og avgerðir dómarans verða vird.
Lykil
Høvuðslógarbroytingarnar eru undirstrikaðar og eru við gulum í úti í breddanum.
GK= gult kort (ávaring); RK= reytt kort (útvísing).
Útbreiðslan av Fótbóltslógini ger, at spælið er at kalla eins allastaðni í heiminum og á øllum stigum. Eisini skal Fótbóltslógin skapa eitt rættvíst og trygt umhvørvi at spæla fótbólt í, samstundis sum hon skal eggja til luttøku og njótilsi.
Søguliga sæð hevur IFAB loyvt tjóðarfótbóltssambondunum eitt sindur av rásarúmi til at gera tillagingar til tær „umsitingarligu“ greinarnar í Fótbóltslógini. Tó er IFAB nú av teirri greiðu fatan, at tjóðarfótbóltssambondini eiga at fáa fleiri møguleikar at tillaga, hvussu fótbólturin skal skipast, um tað er fótbóltinum í teirra landi at frama.
Hátturin, fótbóltur verður spældur og dømdur uppá, eigur at vera tann sami á øllum fótbóltsvøllum í øllum heiminum, líka frá HM-finaluni til ta minstu bygdina. Tó eigur tørvurin í einum landi at gera av, hvussu leingi ein dystur varir, hvussu nógv fólk kunnu luttaka, og hvussu ávísur rangur atburður eigur at sektast.
Øll tjóðarsambond (og Sersambond og FIFA) hava møguleika at tillaga øll ella nøkur av fylgjandi økjum í Fótbóltslógini, soleiðis at hetta tænir fótbóltinum, sum tey hava ábyrgd av.
Galdandi fyri allan fótbólt:
* Sí eisini §3 fyri at síggja, hvørjar treytir eru galdandi fyri dystir, har eyka tíð verður spæld og fyri at síggja, hvørjar avmarkingar eru galdandi fyri útskiftingar.
Til ungdóm, veteranar, rørslutarnað og barnafótbólt:
Fyri at geva tjóðarsambondunum meira rásarúm og betri møguleika at menna fótbólt í egnum landi, eru fylgjandi broytingar eisini loyvdar (Hesar snúgva seg um aldursflokkingar):
Loyvi til aðrar tillagingar
Tjóðarfótbóltssambondini hava møguleika at loyva ymiskum tillagingum til ymiskar deildir – tað er onki krav um at nýta allar ella at nýta tær allastaðni.
Tó eru aðrar tillagingar ikki loyvdar, undantikið við loyvi frá IFAB.
Tjóðarfótbóltssambond verða biðin um at siga IFAB frá, hvørjar tillagingar tey nýta, og á hvørjum stigi hesar tillagingar verða nýttar. Hendan kunning og serliga orsøkirnar til tillagingarnar kunnu vísa á øki at menna, sum IFAB kann deila, fyri at menna fótbólt í øðrum tjóðarfótbóltssambondum.
The IFAB er eisini sera áhugað í at frætta um aðrar møguliga tillagingar til Fótbóltslógina, sum kunnu økja um luttøku og gera fótbólt meira dragandi og elva til menning um allan heimin.
* Sí eisini § 3 fyri at síggja, hvørjar treytir eru galdandi fyri dystir, har eyka tíð verður spæld og fyri at síggja, hvørjar avmarkingar eru galdandi fyri útskiftingar.
131. árligi aðalfundurin hjá IFAB góðkendi nýtlsu av fyribils útvísingum fyri allar ella onkrar ávaringar/gul kort (GK) í kappingum hjá ungdómi, veteranum, rørslutarnaðum og hjá børnum, treytað av at hetta verður góðkent av tjóðarfótbóltssambandinum, sersambandinum ella FIFA.
Tilvísing til fyribils útvísing er at finna í:
§5 – Dómarin (ábyrgd og skyldur):
Agarevsing
Dómarin hevur heimild at nýta agarevsing, og har kappingarreglurnar loyva tí, nýta fyribils útvísing, frá tí hann fer á vøllin fyri at kanna hann fyri dystarbyrjan, og inntil hann fer av vølli eftir dystarlok (íroknað brotssparkskapping).
Ein fyribils útvísing er, tá ein leikari fremur eitt brot, sum skal sektast við ávaring (GK), og hann verður sektaður við útvísing, sum er galdandi ein part av dystinum. Hugsanin er, at ein revsing, sum verður framd í verki beinanvegin, kann hava eina jaliga ávirkan á leikaran, sum fremur brotið og møguliga eisini á lið hansara.
Tjóðarfótbóltssambandið, sersambandið ella FIFA eiga at góðkenna (og seta í kappingarreglurnar) fyribils útvísing eftir fylgjandi vegleiðing:
Bert leikarar
Dómarans tekn
Longdin á fyribils útvísingini
Øki til fyribils útvísing
Brot, sum verða framd fyri/undir/eftir eina fyribils útvísing
Víðari agarevsing
Skipanir til fyribils útvísingar
Ein kapping kann nýta eina av fylgjandi skipanum, tá ið talan er um fyribils útvísingar:
Skipan A – fyribils útvísing fyri allar ávaringar (GK)
Skipan B – Fyribils útvísing fyri onkrar, men ikki allar ávaringar (GK)[1]*
* Í summum kappingum kann tað vera gagnligt bert at nýta fyribils ávaringar, sum verða givnar fyri rangan atburð, t.d.:
Eftir góðkenning frá 131. aðafundi IFAB“s, sum var hildin í London 3. mars 2017, loyvir Fótbóltslógin nú flúgvandi útskiftingum í fótbólti hjá ungdómi, veteranum, rørslutarnaðum og børnum. Hetta er treytað av góðkenning frá tjóðarfótbóltssambandinum, sersambandinum ella FIFA.
Tilvísing til flúgvandi útskiftingar er at finna undir:
§3 – Leikararnir (Tal av útskiftingum):
Flúgvandi útskiftingar
Ein „flúgvandi útskifting“ er framd, tá ið ein leikari, sum longu hevur spælt í dystinum og er vorðin útskiftur, verður skiftur inn aftur fyri annan leikara fyri at spæla víðari í dystinum.
Burtursæð frá eykaloyvinum, sum loyvir útskiftum leikara at koma inn aftur í dystin, eru allar aðrar ásetingar í § 3 og í Fótbóltslógini galdandi, tá ið talan er um flúgvandi útskiftingar. Serliga skal mannagongdin viðv. útskifting, sum er nevnd í § 3, fylgjast.
———
Dagført 9. mars 2024