Í næstum verður farið undir UEFA GK-B útbúgvingina fyri málverjuvenjarar. Undirvísarar vera Jákup Mikkelsen og Jens Martin Knudsen
Fótbóltsdeildin hjá FSF fer í næstum undir eina nýggja venjaraútbúgving, ið serliga er ætlað málverjuvenjarum, nevnd UEFA GK-B.
Útbúgvingin tekur 60 tímar, og verður skipað yvir í alt fýra dagar. Fyrra samlingin verður 6. og 7. juni, og síðani aftur 31. oktobur og 1. novembur. Harafturat fáa luttakararnir eisini heimauppgávur, umframt vitjan av einum vegleiðara.
Í útbúgvingini verður serligur dentur lagdur á periodisering og menningarætlanir fyri málverjar, fótbóltsfysiologi, málverjuspæl í stórum spæli/dysti/liðvenjing, leggja til rættis og skipa fyri venjing, mental fyrireiking hjá málverjum og leiðsla.
Høvuðsundirvísarar á útbúgvingini verða fyrrverandi landsliðsmálverjarnir, Jákup Mikkelsen og Jens Martin Knudsen.
Tilmelding til útbúgvingina fer fram í nethandilinum á FSF.fo. Freistin at boða frá lutøku er mánadagin 19. mai.