Við heimild í § 12. stk. 1 og 2, § 27. stk. 2 og 3 og í § 28. stk. 4 í Kappingarreglunum fyri Fótbólt, verður av Kappingarnevndini ásett:
Kappingarnevndin hevur samtykt niðanfyristandandi revsing, tá lið ikki møta til dyst v.m., men nevndin kann tó gera av, at áseta linari revsing enn tær nevndu, um nevndin metir, at serligar umstøður gera seg galdandi:
Galdandi fyri 1. deild menn:
Lið, sum ikki møtir upp til ein dyst, verður koyrt úr kappingini og niður í 3. deild at leika komandi kappingarár.
Um sama felag hevur lið í 2. deild monnum, so verður tað liðið eisini koyrt úr kappingini, og flutt í 3. deild at leika komandi kappingarár.
Umframt hetta fær felagið eina bót á kr. 20.000,-.
Mótstøðuliðið fær helvtina av bótini.
Galdandi fyri 1. deild kvinnur:
Lið, sum ikki møtir upp til ein dyst, verður koyrt úr kappingini og niður í 2. deild at leika komandi kappingarár.
Umframt hetta fær felagið eina bót á kr. 20.000,-.
Mótstøðuliðið fær helvtina av bótini.
Galdandi fyri 2. deild menn:
Lið, sum ikki møtir upp til dyst, fær í fyrsta umfarið – 3 stig, umframt eina bót á kr. 10.000,-.
Mótstøðuliðið fær helvtina av bótini.
Lið, ikki møtur tvær ferðir upp til dyst, verður koyrt úr kappingini og niður í 3. deild at leika komandi kappingarár.
Umframt hetta fær felagið eina bót á kr. 20.000,-.
Mótstøðuliðið fær helvtina av bótini.
Galdandi fyri 3. deild menn og 2. deild kvinnur:
Lið, sum ikki møtir upp til dyst, fær í fyrsta lagi – 3 stig, umframt eina bót á kr. 1.000,-.
Lið, ikki møtir tvær ferðir upp til dyst, verður koyrt úr kappingini, umframt eina bót á kr. 5.000,-.
Um dysturin, sum liðið ikki møtti til, var á útivølli, fær heimalið helvtina av bótini.
Galdandi fyri aðrar deildir:
Lið, sum ikki møtir til dyst ella kapping í yngru deildunum, fær bót á kr. 500,00 hvørja ferð ikki verður møtt.
Rættur til heimavøll, tá lið ikki møtir til dyst
Umframt møguligan stigamiss og sekt, so er galdandi fyri allar vaksnamannadeildirnar og fyri deildirnar U18, U17, U16 og U14, at liðið missur rætt til heimavøll í móti sama liðið, har ikki var møtt til dyst, um hesin ikki longu er leiktur. (Bert galdandi í inniverandi kappingarári.)
Dómari ikki møttur:
Um ásettur dómari ikki møtir til dyst, so er bótin kr. 1.000,00.
Ikki hildin tilmeldingarfreist:
Fyri feløg, sum ikki at halda tilmeldingarfreistina, er bótin kr. 1.000,00 fyri hvørt liðið.
Hetta er galdandi bæði fyri til- og frámelding av liðum.
Í vaksnamannadeildunum er sektin fyri at taka lið úr kappingini tann sama, sum fyri lið, sum verða koyrd úr kappingini vegna væntandi uppmøting.
Dómaraseðil ikki innlatin:
Fyri ikki at lata dómaraseðil inn, er bótin kr. 300,00.
Vit nýta cookies á heimasíðuni til tess at minnast tínar stillingar og veita tær eina betri heimasíðu. Cookies eru lítlir tekstfílar, ið verða goymdir á tínari teldu, sum hava til endamáls at minnast teg aftur. Cookies eru ikki skaðiligar, men kunnu innihalda upplýsingar um teg.
Tú kanst velja at frásiga tær cookies, men hetta kann hava við sær, at heimasíðan ikki virkar, sum ætlað.
Neyðugar cookies
Neyðugar cookies skulu játtast, til tess at heimasíðan skal virka sum ætlað.
Sløkkir tú fyri hesum cookies, kunnu vit ikki goyma upplýsingar um tína vitjan. Hetta kann hetta ávirka hentleikarnar á heimasíðuni.
Triðjaparts cookies
Heimasíðan nýtir Google Analytics til tess at samla hagtøl yvir vitjandi á heimasíðuni. Talan er einans um tekniskar dátur, sum ikki eyðmerkja teg sum persón.
Hesar cookies hjálpa okkum at betra síðuna við tíðini.
Vinaliga játta neyðugar cookies fyrst, áðrenn tú kanst goyma tínar stillingar!