KAPPINGARREGLUR fyri Old Boys, Old Girls og yngru deildirnar
Við heimild í § 1, stk. 3 í Kappingarreglum fyri Fótbólt, hevur Kappingarnevndin gjørt niðanfyri standandi reglur.
§ 1. Allir dystir í lands- og steypakappingini í fótbólti í Old Boys, Old Girls og yngru deildunum upp til og við Dreingir U21, Gentur U18 og kvinnur á 2/3 ella ½ vølli, verða leiktir eftir hesum reglum.
Stk. 2. Um einki er tilskilað í hesi reglugerð, eru tær til einhvørja tíð galdandi kappingarreglur fyri fótbólt hjá Fótbóltssambandi Føroya galdandi.
2. Skipan av kappingum og aldursmark
§ 2. Landskappingin verður skipað soleiðis:
A. Old Boys: Fyri at kunna luttaka í Old Boys 1, skal viðkomandi leikari vera fyltur 35 ár 1. januar í kappingarárinum og ikki hava leikt fleiri enn 3 dystir í hægri deild í kappingarárinum.
Fyri at kunna luttaka í Old Boys 2, skal viðkomandi leikari vera fyltur 45 ár 1. januar í kappingarárinum og ikki hava leikt fleiri enn 3 dystir í hægri deild í kappingarárinum
B. U21 menn: Fyri at kunna luttaka í kappingini, skal viðkomandi leikari ikki vera fyltur 21 ár, 01. januar í kappingarárinum, men vera fyltur 16 ár.
C. U18 gentur: Fyri at kunna luttaka í kappingini, skal viðkomandi leikari ikki vera fyltur 18 ár 1. januar í kappingarárinum, men fylla 15 ár í kappingarárinum. Sí tó stk. 5.
D. U17 dreingir: Fyri at kunna luttaka í kappingini, skal viðkomandi leikari ikki vera fyltur 17 ár 1. januar í kappingarárinum.
E. U15: Fyri at kunna luttaka í kappingini, skal viðkomandi leikari ikki vera fyltur 15 ár 1. januar í kappingarárinum.
F. U13: Fyri at kunna luttaka í kappingini, skal viðkomandi leikari ikki vera fyltur 13 ár 1. januar í kappingarárinum.
G. U11: Fyri at kunna luttaka í kappingini, skal leikari ikki vera fyltur 11 ár 1. januar í kappingarárinum.
H. U9: Fyri at kunna luttaka í kappingini, skal leikari ikki vera fyltur 9 ár 1. januar í kappingarárinum. I. U8: Fyri at kunna luttaka í kappingini, skal leikari ikki verða fyltur 8 ár 1. januar í kappingarárinum.
J. U7: Fyri at kunna luttaka í kappingini, skal leikari ikki vera fyltur 7 ár 1. januar í kappingarárinum.
K. Old Girls: Fyri at kunna luttaka í kappingini, skal viðkomandi leikari vera fyltur 35 ár 1. januar í kappingarárinum.
L. Kvinnur á ½ og ¾ vølli: Fyri at kunna luttaka í kappingini, skal viðkomandi leikari vera fyltur 15 ár. Kappingarnevndin kann tó gera undantak frá hesi reglu í heilt serligum føri.
Stk. 2. Kappingarnevndin kann fyri yngru deildirnar U18 og niðureftir, geva undantak frá setta aldursmarkinum í stk. 1, um leikarin hevur serligt brek, sum er váttað av serkønum persóni. Umsókn um hetta, skal verða latin skrivstovu FSF´s saman við váttanini frá tí serkøna persóninum, ið hevur mett um brekið hjá leikarunum.
Stk. 3. Kappingarnevndin kann geva loyvi til, at í mesta lagi 1 leikari, sum er føddur eftir 1. august fyri aldursmarkið í stk. 1, í hvørji deild sær, kann leika í lægri deild, enn í sínum aldursbólki. Hetta er galdandi fyri deildirnar upp til og við U15 gentur og U17 dreingir.
Umsókn um hetta, skal verða latin skrivstovu FSF´s í seinasta lagi 31. august í kappingarárinum. Leikarar sum hava fingið játtað tílíkt loyvi, kunnu bert leika í tí lægru deildini í gildistíðini, ið loyvið er givið fyri, sum kann verða fyri ella eftir summarsteðgin, ella fyri alt kappingarárið.
Stk. 4. Í deildini hjá U18 gentum er loyvt feløgunum at nýta upp til tríggjar leikarar í dysti, sum eru føddir árið fyri aldursmarkið. Hetta er tó treyta av, at leikarin ikki er í byrjunar uppstillingini í Meistaradeildini hjá kvinnum, sama leikdag.
3. Leiktíðin
§ 3. Í lands- og steypakappingum er leiktíðin henda:
U21 menn 2 x 45 min. U18 gentur & U17 dreingir 2 x 40 min.
U15 dreingir 2 x 35 min. U15 gentur, 2 x 35 min.
2. deild kvinnur 2 x 45 min.
Old Boys 2 x 15 min. Old Girls 2 x 15 min. U11 og U13, 2 x 20 min., tá tað bara er ein dystur
Allar kappingar á ½ vølli:
a) 2 x 15 min. (upp til 3 dystir) b) 2 x 10 min. (fleiri enn 3 dystir).
U11, U9, U8, U7 og U6, 2 x 10 min.
Galdandi fyri allar kappingar hjá U11, U9, U8 og U7:
a) 2 x 10 min. (upp til 3 dystir) b) Um leiktir verða fleiri enn 3 dystir, so verður leiktíðin stytt samsvarandi økta talinum av dystum.
Kvinnudeildin: ½ ella 2/3 vøllur, 2 x 45 min. (ein dystur).
Leiktíð í mesta lagið til kappingar:
Old Boys, Old Girls, U13 U11: max. 100 minuttir pr. dag.
U9: max. 80 minuttir pr. dag.
U7: max. 60 minuttir pr. dag
Stk. 2. Um ivamál eru í leiktíðunum, er tað heimafelagið, sum tekur endaligu avgerðina, tó í samráð við Kappingarnevndina.
Stk. 3. Stendur eftir vanliga leiktíð á jøvnum í finaludysti í lands- ella steypakappingini, verður umdystur leiktur, og er leiktíðin tá henda:
Old Boys 2 x 5 min. Old Girls 2 x 5 min. Kvinnur 2/3 ella ½ vøll 2 x 10 min. U21 dreingir 2 x 15 min. U18 gentur 2 x 10 min. U17 dreingir 2 x 10 min. U15 dreingir 2 x 10 min. U15 gentur 2 x 10 min.
U13 dreingir 2 x 5 min. U13 gentur 2 x 5 min.
§ 4. Vinnarin í teimum ymisku deildunum fær hetta heitið:
Old Boys – Føroyameistari Old Girls – Føroyameistari Kvinnur ½ ella 2/3 vøll – Vinnari U21 menn – Føroyameistari U18 gentur – Føroyameistari U17 dreingir – Føroyameistari U15 dreingir – Føroyameistari U15 gentur – Føroyameistari
§ 5. Leikarar í U17 dreingjum, ið lúka treytirnar fyri at luttaka í kappingini hjá U21 monnum og í vaksnamannadeildini, kunnu leika tveir dystir sama leikdag. Tó er ikki loyvt hesum leikarum at leika tveir dystir í U18 monnum, ella í vaksnamannadeildini sama leikdag. Sí tó aldursmarkið í § 2 B.
Stk. 2. Leikarar í U15 dreingjum, kunnu leika tveir dystir sama leikdag, annan í U15 dreingjum og hin í U17 dreingjum.
Stk. 3. Leikarar í U15 gentum, kunnu leika tveir dystir sama leikdag, annan í U15 gentum og hin í U18 gentum ella kvinnum. Sí tó aldursmarkið í § 2 C og § 2 L.
Stk. 4. Leikarar í U13, kunnu leika tveir dystir sama leikdag, annan í U15 og hin í U13.
Stk. 5. Leikarar í U11, kunnu leika tveir dystir sama leikdag, annan í U13 og hin í U11.
Stk. 6. Leikarar í U9, kunnu leika tveir dystir sama leikdag, annan í U11 og hin í U9.
Stk. 7. Leikarar í U8, kunnu leika tveir dystir sama leikdag, annan í U10 ella U9 og hin í U8.
Stk. 8. Leikarar í U7, kunnu leika tveir dystir sama leikdag, annan í U9 ella U8 og hin í U7.
Stk. 9. Luttekur felag við meira enn einum liði innan somu deild, verður flyting at fara fram á sama hátt sum millum hægri og lægri deild, eins og ásett í § 8 í Kappingarreglum fyri fótbólt. Liðini skulu tá nevnast í bókstavarøð, soleiðis at A-liðið verður at rokna sum tann hægra deildin og B-liðið sum tann lægra deildin, og verður hildið soleiðis fram alt eftir, hvussu nógv lið luttaka í somu deild.
Stk. 11.Eykamaður, sum kemur inn í dysti, verður, hvat ið niðurflyting viðvíkur, at rokna sum annar leikari á viðkomandi liði.
Stk. 12. Tað er bert loyvt leikara at leika ein dyst hvønn leikdag, sí tó undantøkini í § 5. Viðvíkjandi leikdøgum verður víst til Kappingarreglur fyri Fótbólt.
4. Vøllurin
§ 6. Kappingarnar í U21 og niðureftir verða skipaðar við fylgjandi vallarstøddum:
U21 Dreingir leika á heilum vølli.
U18 Gentur leika á heilum vølli.
U17 Dreingir leika á heilum ella 2/3 vølli.
U15 Dreingir og gentur leika á heilum ella á ½ vølli.
(um felag sum meldar lið til heilan vøll, ikki hevur nóg mikið av leikarum, so kann leikast á 2/3 vølli)
U13 Dreingir og gentur leika á ½ vølli. U11 leika á ¼ vølli. U9, U8 og U7 leika á vølli sum er áleið 21 x 30m.
5. Dómarar
§ 7. Fyri at døma í U17 dreingir og U18 gentur, skal viðkomandi dómari í minsta lagi, hava lokið “byrjunar-dómaraprógv”.
Stk. 2. Hjálpardómarar eru ikki eitt krav í deildini U15.
6. Dómarakort og leikaraváttan
§ 8. Í yngru deildunum skal dómarakort og leikaraváttan verða brúkt.
Stk. 2. Dómarakort og leikaraváttan skulu verða fylt út undir ábyrgd av venjara/leiðara og dómara. Venjarin/leiðarin skrivar undir við ábyrgd, meðan dómarin er hjá.
Stk. 3. Dómarakort og leikaraváttan skulu sendast til skrivstovu FSF’s í seinasta lagi 2 dagar eftir lokna kapping.
7. Bóltar og vestar
§ 9. Bólturin skal hava hesar støddir:
Old Boys, Old Girls, U21 menn, U18 gentur, U17 dreingir og U15 dreingir og gentur á heilum ella 2/3 vølli: bóltstødd nr. 5.
U15 dreingir og gentur á ½ vølli, U13 og U11: bóltstødd nr. 4.
U9, U8 og U7: bóltstødd nr. 3.
Stk. 2. Tað liðið, sum leikar á heimavølli, skal útvega dystarbólt, tiltaksbóltar og vestar.
8. Dysturin
§ 10. Tað er í mesta lagi loyvt at hava fylgjandi tal av leikarum á hvørjum liði, íroknað ein málverja:
U21 monnum, U18 gentur, U17 dreingir og U15 dreingir og gentur á heilum vølli: 11 leikarar.
Allir dystir á 2/3 vølli: 9 leikarar.
U15 á ½ vølli: 7 leikarar.
U13 á ½ vølli: 8 leikarar. U11á ¼ vølli: 7 leikarar. U9, U8 og U6: 4 leikarar.
Í hinum deildunum á ½ vølli: 7 leikarar. Stk. 2. Tað er í mesta lagi loyvt at hava fylgjandi tal av skiftisleikarum á hvørjum liði:
Í deildunum á heilum vølli: 5 skiftisleikarar, ella tilsamans 16 leikarar í hópinum.
Í dystum á 2/3 vølli: 4 skiftisleikarar
Í U15 á ½ vølli: 3 skiftisleikarar, ella tilsamans 10 leikarar í hópinum. Í U13 á ½ vølli: 3 skiftisleikarar, ella tilsamans 11 leikarar í hópinum.
Í U11: 3 skiftisleikarar, ella tilsamans 10 leikarar í hópinum.
Í U9, U8 og U7: 2 skiftisleikarar, ella tilsamans 6 leikarar í hópinum.
Í hinum deildunum á hálvum vølli er loyvt at hava fimm skiftisleikarar, ella tilsamans tólv leikarar í hópinum.
Eykaleikararnir hava allir loyvi at koma inn í sama dysti, tvs. leikarar kunnu skiftast út allan dystin, sonevnd flúgvandi útskifting. Dómaranum skal boðast frá, tá ið nýggjur leikari kemur inn á vøllin.
Stk. 3. Útskifting av leikarum fer fram á miðjum vølli úti við girðingina.
Stk. 4. Fríspark verður dømt fyri brot, gjørt eins og í vanligum dysti. Øll fríspørk kunnu skjótast beint í mál.
Stk. 5. Á 2/3 vølli, verður hornað skotið heilt úti frá hornablettinum, mótstøðuleikarar skulu vera minst 9,15 metrar frá bóltinum.
Stk. 6. Um leikt verður á heilum vølli er loyvt at hava fimm skiftisleikarar, ella tilsamans sekstan leikarar á sama dómaraseðilin, og hava allir loyvi at koma inn í sama dysti, t.v.s. leikarar kunnu skiftast út allan dystin, sonevnd flúgvandi útskifting. Dómaranum skal boðast frá, tá ið nýggjur leikari kemur inn á vøllin.
Stk. 7. Málspark verður skotið inni í málteiginum. Í U7, U8, U9 og U11 kann málmaður velja at kasta bóltin í staðin fyri at taka málspark, eins og viðleikari kann spæla málmannin. Tá málspark verður tikið, skulu mótstøðuleikarar verða minst 8 metur frá.
Stk. 8. Um leikt verður á ½ vølli ella minni, verður brotsspark dømt fyri brot, gjørt inni í málteiginum eins og í vanligum dysti, Á 2/3 vølli, á ½ og ¼ vølli verður brotsspark skotið 8 metur út frá miðjuni á málinum. Um leikt verður á minni vølli, verður brotsspark skotið 5 metur út frá miðjuni av málinum. Allir leikarar, uttan hann, ið skal skjóta brotssparkið og málverjin, skulu vera uttan fyri málteigin, tá ið skotið verður.
Stk. 9. Um leikt verður á ½ vølli ella minni, verður hornaspark, skotið av mállinjuni í mesta lagið 10 metur frá næstu málstong. Um frástøðan frá málstongini er minni enn 10 metur, verður hornaspark tikið, har síðulinja og baklinja møtast. Fyri U7, U8, og U9 skulu mótstøðuleikarar vera minst 5 metur frá bóltinum. Har leikt verður á 2/3 vølli, ½ ella ¼ vølli, skulu mótstøðu leikarar vera minst 8 metur frá bóltinum. Stk. 10. Reglurnar um rangstøðu og málmansreglurnar verða ikki nýttar í dysti á ½ vølli ella minni, tó er ikki loyvt at skjóta málspark beinleiðis til málmannin. Í U11 og eldri, er ikki loyvt málmanni at taka bóltin upp í sambandi við afturlegging.
Stk. 11. Tá leikt verður á 2/3, á ½ og á ¼ vølli skulu málini verða 5m long og 2m høg. Tá leikt verður á minni vølli, skulu málini verða 3m long og 1,5m høg.
§ 12. 31. august í kappingarárinum er seinasti dagur at loyvt er at skifta millum feløg. Tó er loyvt leikara í dreingjum U21 og U17 og í gentum U18 og U15 og at skifta felag samsvarandi Kappingarreglunum fyri Fótbólt og Leikarareglugerðini. Um so er at leikari í dreingjum U21 og U17 og í gentum U18 og U15 skiftir felag aftaná 31. august, kann viðkomandi leikari, eftir at skifti er fari fram, bara spæla í vaksnamannadeildunum, tað sum eftir er av kappingarárinum. Javnfør við § 9 í Kappingarreglum fyri Fótbólt.
§ 13. Um lið standa á jøvnum í landskappingini, verður raðfylgjan hendan:
a) Stendur á jøvnum í stigum, er uppmøtingin til dystir avgerandi b) Stendur á jøvnum eftir a), eru stig í innanhýsis dystum avgerandi; c) Stendur á jøvnum eftir a ) og b) er samlaði málmunurin avgerandi; d) Stendur á jøvnum eftir a), b) og c), er tað liðið fremst, sum hevur skotið flest mál.
§ 14. Fyri liðini í leika vikuskiftiskappingar hjá U13 og lægri deildum er galdandi, at um lið kemur afturút við 3 málum, kann mótstøðuliðið seta inn ein eykaleikara, sum verður tikin útaftur, tá munurin minkar. Er munurin 6 mál, kann mótstøðuliðið seta inn ein eykaleikari afturat, sum verður tikin útaftur, tá munurin minkar.
Hesar reglur umfata ikki dystir, sum telja við í møguligari FM- ella steypakapping. Dómaranum skal boðast frá, tá ið nýggjur leikari kemur inn á vøllin.
§ 15. Venjarar, eykaleikarar og áskoðarar skulu ikki halda til aftanfyri málini, meðan dystur verður leiktur. Mælt verður til, at áskoðarar ikki eru innanfyri girðingina, tá dystur verður leiktur.
9. Gildiskoma
§ 16. Henda reglugerðin er samtykt av Kappingarnevnd FSF´s og kemur í gildi í mars 2018.
Vit nýta cookies á heimasíðuni til tess at minnast tínar stillingar og veita tær eina betri heimasíðu. Cookies eru lítlir tekstfílar, ið verða goymdir á tínari teldu, sum hava til endamáls at minnast teg aftur. Cookies eru ikki skaðiligar, men kunnu innihalda upplýsingar um teg.
Tú kanst velja at frásiga tær cookies, men hetta kann hava við sær, at heimasíðan ikki virkar, sum ætlað.
Neyðugar cookies
Neyðugar cookies skulu játtast, til tess at heimasíðan skal virka sum ætlað.
Sløkkir tú fyri hesum cookies, kunnu vit ikki goyma upplýsingar um tína vitjan. Hetta kann hetta ávirka hentleikarnar á heimasíðuni.
Triðjaparts cookies
Heimasíðan nýtir Google Analytics til tess at samla hagtøl yvir vitjandi á heimasíðuni. Talan er einans um tekniskar dátur, sum ikki eyðmerkja teg sum persón.
Hesar cookies hjálpa okkum at betra síðuna við tíðini.
Vinaliga játta neyðugar cookies fyrst, áðrenn tú kanst goyma tínar stillingar!