Avtalað spæl (Match-fixing)

§ 1. Lýsing av hugtakinum
Hugtakið avtalað spæl verður nýtt um viðurskifti, tá úrslitið av einum fótbóltsdysti ella umstøðurnar í einum fótbóltsdysti (t.d. tal av hornaspark, brotsspark, fríspark ella tal av gulum ella reyðum kortum) eru avtalað frammanundan ella eru ávirkaði av øðrum áhugamálum enn ítróttarligum.

§ 2. Bann
Tað er bannað fótbóltsleikarum, leiðarum, venjarum, dómarum ella leikaraumboðsmonnum at luttaka í avtalaðum spæli.

§ 3. Fráboðanarskyldu
Teir undir § 2 nevndu persónar hava skyldu til beinanvegin at boða FSF frá, um teir fáa kunnleika til viðurskifti, ið hevur ella hevur havt sum endamál, at avtala ella ávirka úrslitið av einum fótbóltsdysti ella umstøðurnar í einum fótbóltsdysti, samsvarandi § 1.

§ 4. Revsing
Brot á § 2 ella § 3 verða revsað sambært § 53 í lógum FSF´s.

§ 5. Gildiskoma
Hetta rundskriv er samtykt tann 9. desember 2013 av Starvsnevnd FSF´s, og fær gildi beinanvegin.

Tórshavn, 10. januar 2014.

Virgar Hvidbro
aðalskrivari