Rundskriv nr. 1 (2016) frá Starvsnevnd FSF´s (Um góðkenning av yrkisleikaraavtalum)
Starvsnevndin hevur við heimild í grein 18, stk. 4 í Kappingarreglunum fyri fótbólt ásett:
§ 1. Nýggj yrkisleikaraavtala Stk. 1. FSF hevur kunngjørt feløgunum, at frá 17. mars 2016 at rokna, ber einans til at gera leikaraavtalur við yrkisleikarar, og at møguleikin at gera leikaraavtalu við áhugaleikarar fellur burtur.
Stk. 2. Verandi leikaraavtalur, sum feløgini frammanundan hesum degi hava gjørt við leikarar, verða verandi í gildi til tær ganga út ella verða uppsagdar.
Stk. 3. Allar nýggjar yrkisleikaraavtalur skulu gerast við at nýta nýggju FSF standard yrkisleikaraavtaluna, ið er at finna á føroyskum og enskum máli á heimasíðu FSF´s.
§ 2. Innlating Stk. 1. Nýggjar yrkisleikaraavtalur kunnu einans latast inn teldutøkar til skrivstovu FSF´s, sum innskannað skjal sendar til teldupost: [email protected]. FSF skrivstovan váttar í telduposti fyri móttøku.
Stk. 2. Umbøn um góðkenning av yrkisleikaraavtalu skal umbiðjast í seinasta lagi 3 vanligar yrkadagar, áðrenn felagið ætlar at brúka yrkisleikaran í kapping, og FSF skrivstovan avgreiðir í útgangsstøðinum einans góðkenning av yrkisleikaraavtalum í tíðarskeiðnum frá kl. 09.00 til kl. 16.00 vanligar yrkadagar.
Stk. 3. Tó ber til at umbiðja góðkenning av yrkisleikaraavtalu uttanfyri nevndu tíðarskeið í stk. 2, og verður avgreiðslugjald áljóðandi kr. 2.000,00 tá at rinda til FSF.
§ 3. Góðkenning Stk. 1. FSF skrivstovan metir um innsenda yrkisleikaraavtalan er innlatin fullfíggjað, og eftirkannar um allir teigar eru rætt útfyltir og um yrkisleikaraavtalan er undirskrivað av viðkomandi pørtum. Um mett verður, at yrkisleikaraavtalan lýkur treytirnar fyri innlating, so verður hon góðkend og fylgjandi upplýsingar verða lagdar út á heimasíðu FSF´s:
1) navn á felag og yrkisleikara, og
2) avtalutíðarskeið.
Stk. 2. Um FSF skrivstovan metir, at innsenda yrkisleikaraavtalan er innlatin ófullfíggjað, so fær felagið fráboðan um hetta umvegis teldupost, og fær samstundis upplýst hvørjar upplýsingar, ið tørva fyri at FSF skrivstovan skal kunna góðkenna yrkisleikaraavtaluna.
Stk. 3. Viðurskifti sum koma undir ásetingina í stk. 2 um ófullfíggjaða innlating eru:
1) um broytingar eru gjørdar í standardtekstinum í yrkisleikaraavtaluni;
2) um ásetingar í yrkisleikaraavtaluni eru strikaðar;
3) um fylgiskjøl eru løgd við yrkisleikaraavtaluni (fylgiskjøl eru ikki loyvd);
4) um viðkomandi teigar í standard yrkisleikaraavtaluni ikki eru útfyltir ella eru skeivt útfyltir;
5) um síðurnar í standard yrkisleikaraavtaluni ikki eru undirskrivaðar og váttaðar av viðkomandi pørtum, herundir leikaranum, felagnum, foreldur/verja (har hetta er viðkomandi), og av millummanni (Intermediary) um partarnir hava nýtt ein millummann í samband við avtaluna; og
6) onnur viðurskifti, ið sambært ítøkjuligari meting í hvørjum einstøkum føri kunnu hava við sær at innsenda yrkisleikaraavtalan kann metast at verða ógreið ella ófullfíggjað.
Stk. 4. Yrkisleikaraavtala sum er innlatin ófullfíggjað kann ikki góðkennast fyrr enn felagið hevur latið inn nýggja yrkisleikaraavtalu sum lýkur treytirnar fyri innlating.
§ 4. Gildiskoma og kærur Stk. 1. Hetta rundskriv er samtykt av Starvsnevndini í Fótbóltssambandi Føroya tann 31. mai 2016, og kemur í gildi beinanvegin.
Stk. 2. Felag og/ella leikari kunnu kæra avgerðina hjá FSF skrivstovuni um at nokta at góðkenna yrkisleikaraavtalu, og verða allar kærur hesum viðvíkjandi viðgjørdar samsvarandi reglunum hjá Aganevndini í FSF.
Vit nýta cookies á heimasíðuni til tess at minnast tínar stillingar og veita tær eina betri heimasíðu. Cookies eru lítlir tekstfílar, ið verða goymdir á tínari teldu, sum hava til endamáls at minnast teg aftur. Cookies eru ikki skaðiligar, men kunnu innihalda upplýsingar um teg.
Tú kanst velja at frásiga tær cookies, men hetta kann hava við sær, at heimasíðan ikki virkar, sum ætlað.
Neyðugar cookies
Neyðugar cookies skulu játtast, til tess at heimasíðan skal virka sum ætlað.
Sløkkir tú fyri hesum cookies, kunnu vit ikki goyma upplýsingar um tína vitjan. Hetta kann hetta ávirka hentleikarnar á heimasíðuni.
Triðjaparts cookies
Heimasíðan nýtir Google Analytics til tess at samla hagtøl yvir vitjandi á heimasíðuni. Talan er einans um tekniskar dátur, sum ikki eyðmerkja teg sum persón.
Hesar cookies hjálpa okkum at betra síðuna við tíðini.
Vinaliga játta neyðugar cookies fyrst, áðrenn tú kanst goyma tínar stillingar!