Kappingarreglur fyri steypakappingar

Løgmanssteypið

grein 1.

Í kappingini luttaka lið úr Meistaradeildini, 1. deild, 2. deild og 3. deild. Tó kann felag, ið hevur fleiri av nevndu deildum, bert luttaka við sínum 1. liði.

 

grein 2.

Teir leikandi mugu lúka somu treytir, sum galdandi eru fyri luttøku í landskappingini.

 

grein 3.

Leikt verður soleiðis:
1.     innleiðandi umfør (um neyðugt)
2.     1. umfar
3.     2. umfar
4.     Fjórðingsfinala
5.     1. hálvfinala
6.     2. hálvfinala
7.     Finala

F.S.F. avgerð við lutakasti, eftir styrkimetan, hvørji feløg skulu leika móti hvørjum øðrum. Lið ið tapir dyst í innleiðandi-, 1., 2. og fjórðingsfinaluumfari, fer úr kappingini.

 

grein 4.

Stendur dystur á jøvnum eftir vanliga leiktíð, verður leiktur umdystur 2 x 15 min. Er framvegis javnleikur, verður sektarsparkskapping til vinnarin er funnin.
Stendur finaludystur á jøvnum eftir vanliga leiktíð, verður leiktur umdystur 2 x 15 min. Er framvegir javnleikur, verður sektarsparkskapping til vinnarin er funnin.

 

grein 5.

Hvar onki annað er tilskilað, eru tað tær til einhvørja tíð galdandi kappingarreglur F.S.F.’s ið eru galdandi.

 

grein 6.

Steypakappingin verður á fyrsta sinni leikað í 1999 og heldur fram komandi 10 árini, t.e. til og við árinum 2008.
Steypið ognast tí felag, ið hevur vunnið tað flestu ferðirnar hesi árini. Standa feløg á jøvnum eftir hesum tíðarskeiði, verður kappingin hildin fram so nógv ár, til felag hevur vunnið steypið fleiri ferðir enn nakað annað felag.
Er aftaná ávíst áramál støðan tann, at einki uttan ávíst felag hevur møguleika fyri at ognast gripin, verður givist.

 

grein 7.

Fótbóltssamband Føroya skipar fyri kappingini, og býta feløgini javnt millum sín inntøkur og útreiðslur, tó undantikið finaluna.

 

grein 8.

Møgulig kærumál kappingini viðvíkjandi verða skrivliga at senda Aganevndini sambært teimum reglum, sum ásettar eru í Agareglugerðini.

Stórsteypadysturin

grein 1.

Dysturin, sum er millum føroya­meist­ararnar og steypavinnararnar und­anfarna kappingarár, verður leikt­ur áðrenn kappingin byrjar.

 

grein 2.

Leikararnir skulu lúka somu treytir, sum eru galdandi fyri luttøku í lands­kapp­ingini.

 

grein 4.

Stendur dystur á jøvnum eftir vanliga leiktíð, verður sektarsparks-kapping til vinnarin er funnin.

 

grein 5.

Har onki annað er tilskilað, eru tað tær til einhvørja tíð galdandi kapp­ing­arreglur fyri fótbólt hjá F.S.F., ið eru galdandi.

Givnar ávaringar í stórsteypadyst­in­um fella burtur eftir at dysturin er leikt­ur, meðan reyð kort verða galdandi fyrstkomandi dyst.

 

grein 6.

Stórsteypadysturin verður á fyrsta sinni leiktur í 2007 og heldur fram kom­andi 10 árini, t.e. til  2016.
Steyp­ið ognast tí felag, ið hevur vunn­ið tað flestu ferðirnar hesi árini. Stendur á jøvnum millum fleiri feløg, verður hildið fram við kappingini, til eitt felag hevur vunnið fleiri ferðir enn nakað annað felag.

 

grein 7.

Fótbóltssamband Føroya skipar fyri tiltakinum saman við Lions Club, sum fær avlopið at lata til vælgerandi endamál.

 

grein 8.
Møgulig kærumál dystinum við­víkj­an­di verða skrivliga at senda Aga­nevnd­ini sambært teimum reglum, ið ásett­ar eru í Agareglugerðini.

Th. Dam & Co. Intersport Steypið

grein 1.

Bert unglingalið F.S.F.’s kunnu luttaka.

 

grein 2.

Teir leikandi mugu lúka somu treytir, sum galdandi eru fyri luttøku í lands­kappingini.

 

grein 3.

Leikað verður soleiðis, at tá ið lið tap­ir dyst, fer tað úr kappingini.
Kapp­ingarnevndin avgerð (við luta­kasti), hvørji lið skulu leika móti hvørj­um øðrum, og fyrst drigna liðið fær heimavøll.
Leiktur verður ein hálvfinaludystur. Finalan verður leikt á uttanveltaðum vølli.

 

grein 4.

Um dystur stendur á jøvnum aftan á vanliga leiktíð, verður leikur aftan á lutakast hildin fram 2 x 15 min. Er dyst­ur støðugt ikki gjørdur av, verður kapping í sektarspørkum til dysturin er avgjørdur á henda hátt, við øðrum partinum sum vinnari.

 

grein 5.

Hvar onki annað er tilskilað, eru tær til einhvørja tíð galdandi kapp­ing­ar­reglur F.S.F.’s ið eru galdandi.

 

grein 6.

Steypakappingin verður á fyrsta sinni leikt í 2007 og heldur fram tey kom­andi 10 árini, t.e. til og við árinum 2016. Steypið ognast tí felag, ið vunn­ið hevur flestu ferðirnar hesi árini.
Standa feløg á jøvnum, tá ið hetta tíð­arskeið er farið, verður hildið fram við kappingini so nógv ár, til felag hev­ur vunnið steypið fleiri ferðir enn nakað annað felag.
Er aftaná ávíst áramál støðan tann, at einki uttan ávíst felag hevur møgu­leika fyri at ognast steypið, verður givist við kappingini, og fær tá við­komandi felag gripin til ognar.

 

grein 7.

Kappingarnevndin skipar fyri kapp­ingini. Feløgini bera javnt millum sín inntøkur og útreiðslur.

 

grein 8.

Møgulig kærumál kappingini við­víkj­andi verða skrivliga at senda Aga­nevndini sambært teimum regl­um, sum ásettar eru í Aga­reglu­gerð­ini.

Blaðberasteypið

grein 1.

Bert dreingjalið F.S.F.’s kunnu lut­taka.

 

grein 2.

Teir leikandi mugu lúka somu treytir, sum galdandi eru fyri luttøku í lands­kappingini.

 

grein 3.

Leikað verður soleiðis, at tá ið lið tapir dyst, fer tað úr kappingini.
Kapp­ingarnevndin avgerð (við luta­kasti), hvørji lið skulu leika móti hvørj­um øðrum. og fyrst drigna liðið fær heimavøll.
Leiktur verður ein hálvfinaludystur. Finalan verður leikt á uttanveltaðum vølli.

 

grein 4.

Um dystur stendur á jøvnum aftan á vanliga leiktíð, verður leikur aftan á lutakast hildin fram í 2 x 10 min. Aft­urat. Er dystur støðugt ikki gjørdur av, verður kapping í sektarspørkum til dysturin er avgjørdur á henda hátt, við øðrum partinum sum vinnara.

 

grein 5.

Hvar onki annað er tilskilað, eru tað tær til einhvørja tíð galdandi kapp­ing­arreglur F.S.F.’s, ið eru galdandi.

 

grein 6.

Steypakappingin verður á fyrsta sinni leikt í 2004 og heldur fram tey kom­andi 10 árini, t.e. til og við 2013.
Steyp­ið ognast tí felag, ið vunnið hevur flestu ferðirnar hesi árini. Standa feløg á jøvnum, tá ið hetta tíðarskeiðið er farið, verður hildið fram við kappingini so nógv ár, til felag hevur vunnið steypið fleiri ferð­ir enn nakað annað felag. Er aftaná ávíst áramál støðan tann, at einki utt­an ávíst felag hevur møguleika at ogn­ast steypið, verður givist við kapp­ingini, og fær tá viðkomandi felag gripin til ognar.

 

grein 7.

Kappingarnevndin skipar fyri kapp­ingini. Feløgini býta javnt millum sín inntøkur og útreiðslur.

 

grein 8.

Møgulig kærumál kappingini við­víkj­andi verða skrivliga at senda Aga­nevndini sambært teimum regl­um, sum ásettar eru í Aga­reglu­gerðini.

Cadbury Steypið

grein 1.

Bert smádreingjalið F.S.F.’s kunnu luttaka.

 

grein 2.

Tey leikandi mugu lúka somu treytir, sum galdandi eru fyri luttøku í lands­kappingini.

 

grein 3.

Leikað verður soleiðis, at tá ið lið tap­ir dyst, fer tað úr kappingini. Kapp­ingarnevndin, avgerð við lutakasti, um neyðugt eftir styrki­met­an, hvørji feløg skulu leika móti hvørj­um øðrum, og fyrst drigna liðið fær heimavøll. Leiktur verður ein hálv­finaludystur. Finalan verður leikt á uttanveltaðum vølli.

 

grein 4.

Stendur dystur á jøvnum eftir vanliga leiktíð, verður leikur aftan á lutakast hildin fram í 2 x 10 min. Er dystur støð­ugt ikki gjørdur av, verður kapp­ing í sektarspørkum til dysturin er av­gjørdur á henda hátt, við øðrum part­inum sum vinnara.

 

grein 5.

Hvar onki annað er tilskilað, eru tær til einhvørja tíð galdandi kapp­ing­ar­regl­ur F.S.F.’s ið eru galdandi.

 

grein 6.

Steypakappingin verður á fyrsta sinni leikt í 2001, og heldur fram komandi 10 árini, t.e. til og við árinum 2010. Steypið ognast tí felag, ið hevur vunn­ið tað flestu ferðirnar hesi árini. Standa feløg á jøvnum eftir hesum tíð­arskeiði, verður kappingin hildin fram so nógv ár, til felag hevur vunn­ið steypið fleiri ferðir enn nakað ann­að felag. Er aftaná ávíst áramál støð­an tann, at einki uttan ávíst felag hev­ur møguleika fyri at ognast steypið, verður givist, og fær tá viðkomandi felag gripin til ognar.

 

grein 7.

Kappingarnevndin skipar fyri kapp­ingini, og býta feløgini javnt millum sín inntøkur og útreiðslur.

 

grein 8.

Møgulig kærumál kappingini við­víkj­andi verða skrivliga at senda Aga­nevndini sambært teimum regl­um, sum ásettar eru í Agareglu­gerðini.

Steypakappingin kvinnur

grein 1.

Í kappingini luttaka lið úr 1. og 2. deild. Tó kann felag, ið hevur fleiri av nevndu deildum, bert luttaka við sínum 1. liði.

 

grein 2.

Tey leikandi mugu lúka somu treytir, sum galdandi er fyri luttøku í lands­kappingini.

 

grein 3.

Leikt verður í fimm umførum:
1.          1. umfar
2.          fjórðingsfinala
3.          1. hálvfinala
4.          2. hálvfinala
5.          finala, í Tórshavn
F.S.F. avgerð við lutakasti, og um mett verður neyðugt, eftir styrki­met­an, hvørji feløg skulu leika móti hvørj­um øðrum. Lið ið tapir dyst í 1. og 1/4 finaluumfari, fer úr kapp­ing­ini.

 

grein 4.

Stendur dystur á jøvnum eftir vanliga leiktíð, verður leiktur umdystur 2 x 10 min. Er framvegis javnleiktur, verð­ur sektarsparkskapping til vinn­ar­in er funnin.
Stendur finaludystur á jøvnum eftir vanliga leiktíð, verður leiktur um­dyst­ur 2 x 10 min. Er framvegis javn­leikur, verður sektarsparkskapping til vinnarin er funnin.

 

grein 5.

Hvar onki annað er tilskilað, eru tær til einhvørja tíð galdandi kapp­ing­ar­regl­ur F.S.F.’s galdandi.

 

grein 6.

Steypakappingin verður á fyrsta sinni leikað í 1998, og heldur fram kom­an­di 10 árini, t.e. til og við árinum 2007.
Steypið ognast tí felag, ið hevur vunn­ið tað flestu ferðirnar hesi árini. Standa feløg á jøvnum eftir hesum tíð­arskeiði, verður kappingin hildin fram so nógv ár, til felag hevur vunn­ið steypið fleiri ferðir enn nakað ann­að felag. Er aftan á ávíst áramál støð­an tann, at einki uttan ávíst felag hev­ur møguleika fyri at ognast gripin, verður givist.

 

grein 7.

Fótbóltssamband Føroya skipar fyri kappingini, og býta feløgini javnt mill­um sín inntøkur og útreiðslur, tó undantikin finalan.

 

grein 8.

Møgulig kærumál kappingini við­víkj­andi verða skrivliga at senda Aga­nevndini sambært teimum regl­um, sum ásettar eru í Agareglu­gerð­ini.

Mótasteypið

grein 1.

Bert lið úr gentudeildini (14-17 ár) kunnu luttaka.

 

grein 2.

Tey leikandi mugu lúka somu treytir, sum galdandi eru fyri luttøku í lands­kappingini.

 

grein 3.

Leika verður soleiðis, at tá ið lið tapir dyst, fer tað úr kappingini. Kapp­ing­ar­nevndin avgerð (við lutakasti), hvørji lið skulu leika móti hvørjum øðrum, og fyrst drigna liðið fær heima­vøll.
Leiktur verður ein hálvfinaludystur. Finalan verður leikt á uttanveltaðum vølli.

 

grein 4.

Um dystur stendur á jøvnum aftan á van­liga leiktíð, verður leikur aftan á lutakast hildin fram í 2 x 10 minuttir afturat. Er dystur støðugt ikki gjørdur av, verður kapping í sektarspørkum til dysturin er avgjørdur á henda hátt, við øðrum partinum sum vinnara.

 

grein 5.

Hvar onki annað er tilskilað, eru tað tær til einhvørja tíð galdandi kapp­ing­arreglur F.S.F.’s ið eru galdandi.

 

grein 6.

Steypakappingin verður á fyrsta sinni leikt í 2004, og heldur fram komandi 10 árini, t.e. til og við árinum 2013. Steypið ognast tí felag, ið hevur vunn­ið tað flestu ferðirnar hesi árini. Standa feløg á jøvnum eftir hesum tíðarskeiði, verður kappingin hildin fram so nógv ár, til felag hevur vunn­ið steypið fleiri ferðir enn nakað ann­að felag. Er aftaná ávíst áramál støð­an tann, at einki uttan ávíst felag hev­ur møguleika fyri at ognast steypið, verður givist, og fær tá viðkomandi felag gripin til ognar.

 

grein 7.

Kappingarnevndin skipar fyri kapp­ingini, og býta feløgini javnt millum sín inntøkur og útreiðslur.

 

grein 8.

Møgulig kærumál kappingini við­víkj­andi verða skrivliga at senda Aganevndini sambært teimum regl­um, sum ásettar eru í Agareglu­gerðini.

Eilif Arge Steypið

grein 1.

Bert lið úr smágentudeildini (12-14 ár) kunnu luttaka.

 

grein 2.

Tey leikandi mugu lúka somu treytir, sum galdandi eru fyri luttøku í lands­kappingini.

 

grein 3.

Leika verður soleiðis, at tá ið lið tapir dyst, fer tað úr kappingini. Kapp­ing­ar­nevndin avgerð (við lutakasti), hvørji lið skulu leika móti hvørjum øðrum, og fyrst drigna liðið fær heima­vøll. Leiktur verður ein hálv­finaludystur. Finalan verður leikt á uttanveltaðum vølli.

 

grein 4.

Um dystur stendur á jøvnum aftan á vanliga leiktíð, verður leikur aftan á lutakast hildin fram í 2 x 10 minuttir afturat. Er dystur støðugt ikki gjørdur av, verður kapping í sektarspørkum til dysturin er avgjørdur á henda hátt, við øðrum partinum sum vinnara.

 

grein 5.

Hvar onki annað er tilskilað, eru tað tær til einhvørja tíð galdandi kapp­ing­arreglur F.S.F.’s ið eru galdandi.

 

grein 6.

Steypakappingin verður á fyrsta sinni leikt í 1996, og heldur fram komandi 10 árini, t.e. til og við árinum 2005. Steypið ognast tí felag, ið hevur vunn­ið tað flestu ferðirnar hesi árini. Standa feløg á jøvnum eftir hesum tíð­arskeiði, verður kappingin hildin fram so nógv ár, til felag hevur vunn­ið steypið fleiri ferðir enn nakað ann­að felag. Er aftaná ávíst áramál støð­an tann, at einki uttan ávíst felag hev­ur møguleika fyri at ognast steypið, verður givist, og fær tá viðkomandi felag gripin til ognar.

 

grein 7.

Kappingarnevndin skipar fyri kapp­ingini, og býta feløgini javnt millum sín inntøkur og útreiðslur.

 

grein 8.

Møgulig kærumál kappingini við­víkj­andi verða skrivliga at senda Aga­nevndini sambært teimum regl­um, sum ásettar eru í Agareglu­gerðini.