Fyri at útlendskur leikari skal fáa loyvisbræv at leika fyri føroyskt felag krevst, at viðkomandi felag í Føroyum biður FSF um loyvisbræv til viðkomandi. Í umbønini skal upplýsast, navn, føðingardagur, bústaður í útlandinum, navn á útlendska felagnum og landinum, eins og váttan frá leikaranum og felagnum hann leikar við, um ætlaðu flytingina.
FSF søkir síðan avvarandi fótbóltssamband um leysgeving.
Tá leysgeving frá útlendska fótbóltssambandinum fyriliggur hjá FSF og avvarandi felag í Føroyum hevur sent FSF váttan frá føroyska fólkayvirlitinum um, at viðkomandi leikari er búsitandi í Føroyum, verður loyvisbræv útskrivað.
Allir útlendskir leikarar, sum skulu leika í vaksnamannadeildunum, skulu flyta leikaraloyvi, meðan flytingargluggin er opin.
Um talan er um yrkisleikara, so skal flytingin gerast umvegis TMS skipanina hjá FIFA, meðan flytingargluggin er opin, og skal felagið senda FSF váttan frá føroyska fólkayvirlitinum um, at viðkomandi leikari er búsitandi í Føroyum.
Tað sama ger seg galdandi, um talan er um flyting av leikara undir 18 ár.
Víst verður annars til kapittul 5, í kappingarreglunum.
Leikari við føroyskum borgararætti til útlandið
Fyri at leysgeva føroyskan leikara til útlandi krevst, at leysgeving frá føroyska felagnum fyriliggur hjá FSF, við upplýsing um navn, føðingardag, bústað í Føroyum, og um gjørligt við upplýsing um navn á útlendska felagnum leikarin skal til, og landinum.
Heitt verður á feløgini um bert at lata leysgeving til FSF, og at umbøn frá útlendska fótbóltssambandinum, um leysgeving av leikaranum, fyriliggur hjá FSF.
Um talan er um yrkisleikara, so skal flytingin gerast umvegis TMS skipanina hjá FIFA.
Tað sama ger seg galdandi, um talan er um flyting av leikara undir 18 ár.
Leikari við føroyskum borgararætti til Føroya
Fyri at útskriva loyvisbræv krevst, at viðkomandi felag í Føroyum biður FSF um loyvisbræv til viðkomandi, við umbønini skal upplýsast, navn, føðingardagur, bústaður í útland¬inum, navn á útlendska felagnum og landinum.
FSF søkir síðan avvarandi fótbóltssamband um leysgeving.
Tá leysgeving frá útlendska fótbóltssambandinum fyriliggur hjá FSF, verður loyvisbræv útskrivað.
Um talan er um yrkisleikara, so skal flytingin gerast umvegis TMS skipanina hjá FIFA, meðan flytingargluggin er opin, og skal felagið senda FSF váttan frá føroyska fólkayvirlitinum um, at viðkomandi leikari er búsitandi í Føroyum.
Tað sama ger seg galdandi, um talan er um flyting av leikara undir 18 ár.
Avgreiðslugjald
Leikara loyvi til leikara – frá einum felagið til annað – verða sum heild ikki avgreidd yrkadagar eftir kl. 16:00 og í vikuskiftinum. Er tað so, at felag ynskir Leikaraloyvi til leikara avgreitt í nevnda tíðarskeiðið, verður felagið at rinda kr. 500,00 í avgreiðslugjaldi til Fótbóltssamband Føroya.
Tað sama ger seg galdandi við skráseting av leikarum.
Svar í sambandi við leysgevingar av leikarum frá feløgunum
Tá FSF vegna útlendskt fótbóltssamband biður føroyskt felag um leysgeving uppá leikara og einki svar er komið frá føroyska felagnum innan 7 dagar, verður loyvisbrævi flutt útlendska fótbóltssambandinum uttan aðra fráboðan.
Vit nýta cookies á heimasíðuni til tess at minnast tínar stillingar og veita tær eina betri heimasíðu. Cookies eru lítlir tekstfílar, ið verða goymdir á tínari teldu, sum hava til endamáls at minnast teg aftur. Cookies eru ikki skaðiligar, men kunnu innihalda upplýsingar um teg.
Tú kanst velja at frásiga tær cookies, men hetta kann hava við sær, at heimasíðan ikki virkar, sum ætlað.
Neyðugar cookies
Neyðugar cookies skulu játtast, til tess at heimasíðan skal virka sum ætlað.
Sløkkir tú fyri hesum cookies, kunnu vit ikki goyma upplýsingar um tína vitjan. Hetta kann hetta ávirka hentleikarnar á heimasíðuni.
Triðjaparts cookies
Heimasíðan nýtir Google Analytics til tess at samla hagtøl yvir vitjandi á heimasíðuni. Talan er einans um tekniskar dátur, sum ikki eyðmerkja teg sum persón.
Hesar cookies hjálpa okkum at betra síðuna við tíðini.
Vinaliga játta neyðugar cookies fyrst, áðrenn tú kanst goyma tínar stillingar!