Reglur fyri dómsnevndir innan ÍSF og viðgerð av kærum
Grein 1
Hvørt sersamband og hvør deild innan Í.S.F, ið hevur kappingarítrótt á skránni, hevur rætt at hava egnu dómsnevnd.
Grein 2
Dómsnevndin hevur tríggjar limir, ið verða valdir á aðalfundinum hjá sersambandi ella deild. Teir sita tvey ár í senn, soleiðis at tveir verða valdir eitt ár og ein árið eftir. Fyri hvønn av nevndarlimunum verður valdur varalimur at sita sama tíðarskeið sum nevndarlimurin. Nevndin skipar seg sjálv. Rætt at skjóta upp nevndarlim hava feløgini, ið eru umboðað á aðalfundinum, og nevnd sersambandsins ella deildarinna. Um so er, at eingin ársfundur hevur verið, ella at ítróttargreinin ikki hevur sjálvstøðuga deild, velur starvsnevnd Í.S.F. dómsnevndini
Grein 3
Ein hvør luttakari ella eitt hvørt felag, ið beinleiðis ella óbeinleiðis verður rakt av onkrum tilburði ella avgerð í sambandi við kapping ella annað innan virkið hjá sersambandinum ella deildini, kann kæra tilburðin ella avgerðina.
Grein 4
Kæran verður skrivliga at senda saman við kr. 500,- til sersambandið ella deildina innan tvey samdøgur eftir, at avgerðin ella tilburðurin er komin til kunnleika hjá viðkomandi. Um so er, at eingin sjálvstøðug deild er, verður kæran at senda til starvsnevnd Í.S.F.
Sersamband og deild kunnu eisini av egnum ávum taka eina avgerð ella tilburð upp til viðgerðar, og skulu partarnir í málinum tá hava boð um hetta, áðrenn nøkur avgerð verður tikin.
Grein 5
Í sambandi við viðgerð av kærum skal sersambandið/deildin, áðrenn hon ger úrskurð, skrivliga biðja um frágreiðing frá feløgum ella einstaklingum, sum kært er um. Henda frágreiðing, sum skal vera skrivlig, skal vera sersambandinum/deildini í hendi í seinasta lagi fimm dagar eftir umbønina. Sersambandið/deildin skal, tá biðið verður um slíka skrivliga frágreiðing, leggja við avrit av kæruskrivinum.
Grein 6
Sersambandið ella deildin skulu skjótast til ber, og í seinasta lagi eina viku aftaná, at alt neyðugt tilfar í málinum er útvega, gera úrskurð og gera partarnar kunnugar við hann í innskrivaðum brævi.
Grein 7
Úrskurður sersambandsins/deildarinna kann av pørtunum kærast til dómsnevndina, og skal hetta verða gjørt í seinasta lagi sjey samdøgur eftir, at partarnir hava fingið kunnleika um úrskurðin.
Grein 8
Tá ið kæra er komin til dómsnevndina, skal hon, áðrenn kæran verður viðgjørd, avgera, um limur ella limir nevndarinnar eru luttøkuførir. Kemur nevndin til tað úrslit, at onkur av limum hennara ikki er luttøkuførur, taka varalimirnir sæti í nevndini, meðan málið verður viðgjørt. Í sambandi við viðgerðina av kærum kann dómsnevndin biðja um skrivliga frágreiðing frá pørtunum, dómara ella øðrum. Eisini kann dómsnevndin um neyðugt biðja um sakkøna hjálp, t.d. frá metingarmonnum, løgfrøðingum e.ø. Í seinasta lagi tvær vikur aftaná, at dómsnevndin hevur móttikið kæruna, skal hon gera úrskurð og kunna partarnar um hann í innskrivaðum brævi.
Grein 9
Sersambond, deildir ella dómsnevndin kunnu gera úrskurð viðvíkjandi øllum virksemi og leiki innan sersambandið/deildina. íroknað tulking av lógum og samtyktum, frátikið tó: 1. at strika meistaraheiti 2. at broyta meting dómarans í kapping 3. dómarans góðkenning ella ikki góðkenning av kappinarvølli og umstøðum.
Grein 10
Avgerðir hjá dómsnevndini eru endaligar og kunnu ikki broytast av øðrum myndugleika, t.d. aðalfundi, tó undantikið avgerðir, ið reka feløg ella einstaklingar úr Í.S.F.
Grein 11
Dómsnevndin stílar fyri, at úrskurðurin í stuttum verður endurgivin og festur á blað til brúk fyri seinni líknandi mál.
Grein 12
Tá tað omanfyri nevnda verður samtykt, fara allar reglur, ið stríða ímóti frammanfyri standandi viðv. dómsnevndum og kærum annars, úr gildi.
Vit nýta cookies á heimasíðuni til tess at minnast tínar stillingar og veita tær eina betri heimasíðu. Cookies eru lítlir tekstfílar, ið verða goymdir á tínari teldu, sum hava til endamáls at minnast teg aftur. Cookies eru ikki skaðiligar, men kunnu innihalda upplýsingar um teg.
Tú kanst velja at frásiga tær cookies, men hetta kann hava við sær, at heimasíðan ikki virkar, sum ætlað.
Neyðugar cookies
Neyðugar cookies skulu játtast, til tess at heimasíðan skal virka sum ætlað.
Sløkkir tú fyri hesum cookies, kunnu vit ikki goyma upplýsingar um tína vitjan. Hetta kann hetta ávirka hentleikarnar á heimasíðuni.
Triðjaparts cookies
Heimasíðan nýtir Google Analytics til tess at samla hagtøl yvir vitjandi á heimasíðuni. Talan er einans um tekniskar dátur, sum ikki eyðmerkja teg sum persón.
Hesar cookies hjálpa okkum at betra síðuna við tíðini.
Vinaliga játta neyðugar cookies fyrst, áðrenn tú kanst goyma tínar stillingar!