Tað gjørdist til stórtap fyri føroyska kvinnulandsliðið, sum týsdagin tók ímóti Norra. Úrslitið gjørdist 13-0 til norsku gestirnar á Tórsvølli

Føroyska kvinnulandsliðið fekk av álvara oyruni í maskinuna, tá tær týsdagin tóku ímóti Norra á Tórsvølli. Úrslitið gjørdist 13-0 til norsku gestirnar, sum vóru á odda 4-0 í hálvleikinum.

 

Caroline Graham Hansen og Isabell Herlovsen skoraði trý mál hvør. Ingrid Syrstad Engen gjørdi tvey mál, meðan Lise-Marie Utland, Amalie Eikeland, Karina Sævik, Frida Maanum og Elise Thorsnes skoraði eitt mál í part.

 

Næsta uppgáva hjá føroyska kvinnulandsliðnum verður tann 10. apríl komandi ár, tá tær skulu royna seg á útivølli móti Wales.