Í annaðkvøld fara føroysku kvinnurnar á vøllin fyri seinastu ferð í hesari undankappingini
Hetta heldur øðrvísi landsliðsárið verður rundað av á Seaview Stadium í Belfast í annaðkvøld, har Norðurírland tekur ímóti Føroyum. Fyri heimaliðið er talan um ein stóran dyst, tí tær kunnu við sigri spæla seg víðari í stríðnum um pláss í EM endaspælinum á fyrsta sinni í norðurírskari søgu.
Hóast stigatalvan og úrslitini gera norðurírar til greiðar favorittar at vinna dystin, so er føroyski hópurin við gott mót og til reiðar at stríðast fyri Føroyar. Tað sigur Ásla Johannesen, liðskipari á landsliðnum.
– Vit kenna okkum klárar og væl fyri til dystin. Vit vita, at mótstøðan verður sterk, og at vit tí mugu vænta at verða lagdar undir nógv trýst, men vit arbeiða hart til venjing fyri at kunna standa ímóti og spæla okkum burturúr trýstinum. Tað er har, okkara fokus fyrst og fremst skal vera, sigur liðskiparin, sum dagliga spælir í bestu donsku deildini.
Úrslitini í hesari undankappingini hava ikki verið av teimum bestu. Føroyar hava tapt allar dystirnar og hava einki mál skorað í undankappingini. Tó so hómar liðskiparin eina vónríka og spennandi framgongd fyri A-landsliðið.
– Vit kunnu ikki lata sum um, at hetta ikki hevur verið ein hørð undankapping. Hini liðini hava tikið seg nógv fram seinastu árini, og vit hava havt trupult við at fylgja við í onkrum av dystunum. Men hinvegin hava vit eisini ment okkum nógv gjøgnum hetta seinasta árið ella so. Vit hava verið noyddar at klára okkum uttan nakrar av royndastu leikarunum, men tær nýggju á liðnum hava loyst uppgávuna heilt fantastiska væl. Vit byggja spakuliga uppá allatíðina, og vit síggja veruliga framgongd fyri hvørja ferð, so vit eru motiveraðar til at halda fast í góðu gongdini og geva føroyingum enn meira at vera errin av, sigur Ásla Johannesen.
Dysturin millum Norðurírland og Føroyar verður spældur á Seaview Stadium í Belfast í annaðkvøld – 1. desember, kl.19.00. Til ber at stroyma dystin beinleiðis á BBC Norðurírland. Neyðugt er at stovna brúkara og rita inn fyri at síggja dystin (ókeypis).