Við framúr innsatsi frá okkara leikarum, eydnaðist føroyska A-landsliðnum at vinna 1-0 á útivølli ímóti Grikkalandi. Einsamalla málið gjørdi Jóan Símun Edmundsson tá góður tími var spældur
Føroyska landsliðið í fótbólti hevur enn einaferð skelka altjóða fótbóltsheimin. Hesaferð við sigri á útivølli ímóti Grikkalandi á Karaiskakis Leikvøllinum í Athen.

Úrslitið gjørdist 1-0 til Føroyar við máli sum Jóan Símun Edmundsson skoraði í 61. minutti.

Grikkar høvdu bóltin meir, men veruliga vandamikið gjørdist tað ongantíð, og tískil varð talan um ein uppibornan sigur tá saman um kom.

Eftir dystin varð føroyski málskjútti valdur til dagsins leikara.

Fleiri myndir frá dystinum kunnu síggjast HER