Jón Pauli Olsen og Bára Skaale Klakstein hava úttikið U17-landsliðið við gentum, ið skal umboða Føroyar til EM-undankapping í Slovakia
Í døgunum 31. august til 9. september skal føroyska U17-landsliðið við gentum til EM-undankapping í Slovakia.

Føroyar er komið í bólk saman við vertstjóðini Slovakia, Spania og Pólandi.

Í hesum sambandi hava venjararnir, Jón Pauli Olsen og Bára Skaale Klaksten úttikið hesar 18 leikararnar:

Lea Reginsdóttir, Rannvá Mortensen, Lilja Simonsen og Lív Arge, HB
Tina Joensen, Hervør Olsen, Ásla Johannesen og Katrina Akursmørk,
Silja Johannesen, Rebekka Johannesen og Kára Djurhuus, EB/Streymur
Tóra Stenberg Olsen og Rúna Jacobsen, KÍ/FC Suðuroy
Brynja Høj, B36
Margun Lindholm, B68/NSÍ
Hanna Poulsen, ÍF
Jensa Olsen og Kára Jarnskor, Víkingur

Fyrsti dystur hjá føroyska liðnum í EM-undankappingini er 3. september ímóti Spania. Tann 5. september møtast Føroyar og Póllandi, og 8. september spælir føroyska U17-landsliðið ímóti Slovakia.

Úttøkubræv