Týskur fótbóltur ríður á einum aldukambi í løtuni. Sjálvsálitið hevur sjáldan verið størri. Týska fótbóltsfilosofiin er nýggja fyrimyndin, sum venjarar, feløg og landslið spegla sær í og leita eftir íblástri í
Spania hevur í fleiri ár sitið á trónuni sum fremsta fótbóltstjóð í Evropa, men í ár eru komnar alsamt fleiri røddir fram, ið peika á Týskland sum fremsta fótbóltstjóð í Evropa í løtuni. Sannførandi Champions League avrikini hjá týsku stórfeløgunum Bayern Munchen og Borussia Dortmund í ár, har tey við álopssinnaðum, aggressivum og effektivum fótbólti skutu nógv mál og vundu burtur úr ávikavist FC Barcelona og Real Madrid í hálvfinalunum, tryggjaðu Týsklandi tvey feløg í Champions League finaluni á Wembley í mai.
Valdsskiftið í evropeiskum fótbólti fyri feløg hevur verið á gáttini í nøkur ár. Týska meistaraliðið Bayern Munchen, sum vann Champions League kappingina í ár, hevur seinastu fýra árini verið heili tríggjar ferðir í Champions League finaluni. Týskland og týskur fótbóltur er ein glóðheitur marknaður í løtuni. Fleiri av fremstu leikarunum í Evropa spæla í Bundesliguni, og at Josep Guardiola, fyrrverandi succesvenjarin hjá FC Barcelona, júst valdi at gerast venjari í týskum fótbólti, uttan mun til øll gyltu tilboðini úr Italia og Onglandi, er eisini eitt greitt tekin um, at týskur fótbóltur hevur eina sterka atdráttarmegi í løtuni.
Nógv mál og undirhaldandi fótbóltur er høvuðseyðkenni við Bayern Munchen, Borussia Dortmund og ikki minst týska landsliðnum seinastu árini. Men einki kemur úr ongum. Týska endurføðingin sum stórveldið í evropeiskum fótbólti hevur verið ein væltilrættarløgd tilgongd, sum nú veruliga ber ávøkst.
Vónbrotið í 2000
Tað var eftir kappingina um Evropameistaraheitið í Hollandi og Belgia í ár 2000, at týska fótbóltssambandi setti sær fyri at endurnýggja týskan fótbólt. Við tí tá 39 ára gamla Lothar Matthaus, 32 ára gamla Oliver Bierhoff, 34 ára gamla Thomas Hassler og 34 ára gamla Ulf Kirsten vóru ávaringar lampurnar av álvara farnar at blinka. Týskland spældi keðiligan fótbólt og tapti allar tríggjar dystirnar í bólkaspælanum í EM 2000. Eitt óhoyrt avrik frá sigursvanda Týsklandi.
Týska fótbóltssambandið kendi á sær, at neyðugt var at bróta upp úr nýggjum. Týsku Bundesligafeløgini fingu boð um, at tey skuldu skipa talentmenningina eftir føstum leisti við at uppbyggja eitt fótbóltsakademi. Gjørdu tey ikki tað, fingu tey ikki loyvi at spæla í hvørki 1. ella 2. Bundesliguni. Samstundis skuldi týskarar hugsa fótbólt á ein annan hátt.
Tað var ikki longur nóg mikið at byggja eitt lið við samanrenningini av sterkum vilja og kropsligari styrki, sum altíð hevur verið eyðkenni við týskum fótbólti. Nú skuldu týskarar eisini betra sítt tekniska støði og taktiska skil. Ein øgilig rúgva av pengum vórðu kastaðir í endurbyggjanina av týskum fótbólti, sum hevði til endamáls at gera týskan fótbólt sjálvforsýnandi við egnum talentum heldur enn at vera bundin av útlendskum fótbóltsstjørnum.
Klinsmann kollveltir
Í 2004 tekur fyrrverandi skarprættarin við 18-talinum hjá Týsklandi, Jürgen Klinsmann, við starvinum sum landsliðsvenjari. Hann tók yvir frá sínum gamla álopsmakkara Rudi Völler. Nýggi landsliðsvenjarin vildi spæla álopskendan fótbólt, sum fólk tímdu at hyggja at. Hann legði eisini nógv fyri at broyta umstøðurnar kring landsliðið, so tær gjørdust meira proffessionellar.
Klinsmann fekk alt fyri eitt samstarv í lag við fysiologar, fitnessvenjarar, ítróttasálarfrøðingar og ítrottagranskararar frá ítróttauniversitetinum í Køln. Universitetið fekk uppgávuna at lata væl úr hondum greidd hagtøl um mótstøðuliðini og um týska landsliðið. Granskararnir skuldu finna skipanir og mynstur, sum skulu brúkast til at hyggja nærri at leikskipanunum hjá øðrum liðum og ikki minst til menna týska álopsfótbóltin, sum Klinsmann vildi standa fyri.
Joachim Löw, ið var hjálparvenjari hjá Klinsmann til 2006, hevur síðani sjálvur sum landsliðsvenjari bygt víðari upp á grundarlagið hjá Klinsmann. Samstarvið við universitetið í Køln hevur hildið fram. Talan er um eitt lið við fýra grannskoðarum og 45 studentahjálparum. Við væl útbygdum hagtølum hyggja granskararnir millum annað nærri at spæliskipanum, hvussu reagera mótstøðuliðini, tá ið tey annaðhvørt eru aftur úr ella frammanfyri? Eru hol í verjuni í byrjanini av dystinum, miðskeiðis ella seinast í dystinum? Hvørjir mótstøðuleikarar vísa veikleikar og hví? Nær og hvør síða er tann veikasta? Øll henda vitan og nógv afturat verður sett í eina databasa, sum verður nýtt sum grundarlag, tá ið taktikkur skal leggjast.
Granskingin hjálpir eisini Joachim Löw støðugt at menna týska spælið til at gerast enn skjótari og betri. Hann hevur verið á longri venjingarferðum í bæði Arsenal og Barcelona fyri granska teirra spæliskipan, ið byggir á so fáar røringar sum gjørligt. Seinastu árini hevur Týskland miðvíst arbeitt við, at hvør leikari skal hava bóltin so stutt sum gjørligt, áðrenn bólturin fer til næsta mann. Granskingin vísir, at tann faktiska tíðin er minkað heili 50 prosent seinastu árini. Tað verður eisini stórur dentur á, at pasningsspælið skal vera skjótt og trygt. Eitt afturvendandi aðalmál er at vinna bóltin aftur so skjótt sum gjørligt eftir at hava mist hann, sum hevur verið eitt vørumerki hjá bæði Barcelona og
Dortmund seinastu árini.
Týskarar hava í fleiri áratíggju verið atfinningarsamir um fótbóltsspælið hjá Týsklandi. Landsliðið hevur søguliga staðið seg væl, men liðið hevur ofta havt eitt negativt spjaldur um at spæla kyniskan og beroknandi fótbólt.. Tað var ein ávís frástøða millum fólki og liðið. Hetta er nú fullkomiliga broytt, fyrst undir Klinsmann og nú undir Joachim Löw.
Týskland hevur í dag eina ótrúliga ferð í sínum spæli og umstillingum. Dygdirnar frá tí eldru landsliðunum hjá Týsklandi sum skjótleiki, arbeiðssemi og hugurin at renna teir eyka metrarnar eru framvegis partur av nýggja landsliðnum hjá Joachim Löw.
Krútsterkt lið
Týska landsliðið í dag er samansett av leikarunum frá kollveltingini í ár 2000 og so nøkrum eldri spælarum. Á týska liðnum, sum vann U-21 EM í Svøríki í 2009, eru fleiri, sum í dag eru lyklaleikarar á A-landsliðnum. Millum hesar eru málverjin Manuel Neuer og Jerome Boateng úr Bayern Munchen, Sami Khedira og Mesut Özil frá Real Madrid og Marko Hummels frá Borussia Dortmund. Fleiri av hesum leikarum fingu sítt gjøgnumbrot á týska A-landsliðnum undir HM 2010 í Suður Afrika.
Afturat hesum árgangi eru leikarar við drúgvari royndum – bæði í landsliðshøpi og í evropeiskum klubbfótbólti. Miroslav Klose, Mario Gomez, Lukas Podolski, Philip Lahm og Bastian Schweinsteiger eru allir leikarar, sum í nógv ár hava gjørt vart við í evropeiskum toppfótbólti. Afturat hesum evnaríka hópi, hava týskarar fleiri risa talent, sum týskarar vænta sær nógv av.
Millum hesar eru Marco Reus og İlkay Gündoğan úr Borussia Dortmund , Mario Gøtze úr Bayern Munchen og Andre Schurrle úr enska stórfelagnum Chelsea.
Leikararnir á týska landsliðnum umboða fleiri av fremstu liðum í Evropa. Í heimligu kappingini eiga Bayern Munchen og Dortmund sín stóra part, meðan Real Madrid, Arsenal og Chelsea eru millum útlendsku feløgini við týskum landsliðsleikarum. Miroslav Klose og Mario Gomez, sum hava skotið hópin av málum fyri týska landsliðið, spæla báðir í Serie A í Italia í ár fyri ávíkavist Lazio og Fiorentina.
Søguliga hevur Týskland ikki havt nógvar innflytarar á landsliðnum, men seinnu árini hevur hetta veruliga vundið upp á seg. Á týska landsliðnum í dag teljast fleiri leikarar, sum kundu havt umboða onnur landslið, tí teir hava røtur úr øðrum londum enn Týsklandi. Talan er um so navnframar leikarar sum Jeremy Boateng (Ghana), Mario Gómez (Spania), Sami Khedira (Tunis), Miroslav Klose (Pólland), Lukas Podolski (Pólland) Marko Marin (Bosnia), Mesut Özil (Turkaland), Dennis Aogo (Nigeria), Lewis Holby (Ongland) og İlkay Gündoğan (Turkaland)
Seinasti møguleiki hjá Löw
Týskland hevur verið ógvuliga sannførandi í undankappingini til HM og stevnir beinleiðis móti HM í Brasilia komandi summar. Nýggja landsliðið hjá Týsklandi spælir ómetaliga spennandi fótbólt, men tey turru hagtølini vísa, at liðið hjá Joachim Löw framvegis ikki hevur vunnið nakað. Tað er nógv sum bendir á, at HM í Brasilia verður hansara seinasta roynd at vinna eina kapping við Týsklandi.
Søguliga eru nógv landslið, sum vunnu nógv fótbóltshjørtu við teirra spennandi fótbóltsspæli, men tá ið avtornaði eydnaðist ongantíð at vinna nakra kapping. Holland við Johan Cruyff í sjeytiárunum er eitt dømi, Portugal við Luis Figo og hansara gylta ættarlið er eitt annað og nú bera summir týskarar ótta fyri, at týska landsliðið verður enn eitt dømi.
Atfinningarsomu røddir vísa á, at Týskland í dag ikki hevur leiðaratypurnar sum Stefan Effenberg, Lothar Mattheus, Oliver Kahn, Jens Jeremies ella Mathias Sammer, sum allar vildu vinna fyri ein hvønn prís, uttan mun til hvussu fótbóltsspælið var.
Joachim Löw hevur seinastu sjey árini fingið stórt rós fyri sítt arbeiði sum landsliðsvenjari og hansara álopsinnaða fótbólt, men eftir trý endaspøl uttan at vinna nakað, og nú eru týskarar farnir at ótolnast. Nú skulu týskarar aftur á ovasta rók í einari HM kapping.
Fyrsti møguleiki at vinna HM heitið fyri fyrstu ferð síðan 1990 er longu komandi summar, tá HM í Brasilia verður.
Grein úr leikskránni í samband við HM-undankappingardystin á Tórsvølli millum Føroyar og Týskland, 10. september 2013. Páll Holm Johannesen hevur skrivað.