FSF og ÍSF seta nú í felag trygga ítróttaumhvørvið í miðdepilin. Startskotið ljóðaði hósdagin, tá belgiski serfrøðingurin, Tine Vertvommen, vitjaði í Føroyum
Hvussu skapar tú eitt trygt og gott ítróttaumhvørvi fyri børn og ung í Føroyum?
Tann spurningin seta Fótbóltssamband Føroya og Ítróttasamband Føroya á breddan komandi mánaðirnar.
Startskotið ljóðaði hósdagin, tá belgiski serfrøðingurin, Tine Vertvommen, vitjaði í Føroyum. Hennara gransking vísir greitt, at ágangur av ymsum slag er ein stórur trupulleiki í ítrótti.
– Tríggir av fýra íðkarum siga, at tey hava verið fyri ágangi minst einaferð – kropsliga, kynsliga, sálarfrøðiliga o.s. – í samband við ítrótt. Granskingin vísir, at avleiðingarnar kunnu vera stórar, sigur Tine Vertvommen.
– Persónligi løsturin av áganginum kann vera stórur. Kropsliga og sálarliga heilsan, sosiala lívið og ítróttaavrikini kunnu versna, og tey missa gleðina í ítróttinum.
Safeguarding
Enska hugtakið ‘safeguarding’ verður nógv nýtt í hesum sambandi.
– Tað er, at tú gert alt, tú kann, fyri at fyribyrgja ágangi. At tú reagerar, um eitt mál stingur seg upp viðvíkjandi ágangi. Eins umráðandi er tað at virka fyri trivnaði og trygd hjá ungum og børnum, sum íðka ítrótt, sigur Tine Vertvommen.
Hetta verður gjørt fyri íðkararnar, og tí skal íðkarin eisini vera partur av arbeiðnum í feløgunum.
– Vit, sum taka avgerðir, gerast eldri, og tey ungu hava kanska aðrar normar og virði nú. Spyr tey, lat tey vera upp í, tá tit taka avgerðir, tí tey kunnu geva tykkum nógva áhugaverda vitan um, hvat tey halda skal gerast, hvussu tey halda, at felagið skal síggja út og hvat kann gerast, sigur Tine Vertvommen.
Ókeypis fyrilestur
Tine Vertvommen er Phd í tryggum ítróttaumhvørvum og hevur staðið fyri størstu evropeisku kanningini um evnið. Hóskvøldið klokkan 19:00 hevur hon ókeypis fyrilestur um trygd og trivna í føroyskum ítrótti í Smæruni í Havn.
– Á hesum tiltakinum fáa vit grundleggjandi vitan um trygd og trivnað hjá børnum og ungum. Vit hoyra eisini um, hvussu og nær mørkini verða brotin – og hvørjum vit skulu hyggja at fyri at síggja ábendingar um, at børnini ikki kenna seg trygg, skrivar ÍSF.
Fyrilesturin er liður í málinum hjá ÍSF um, at øll skulu kunna íðka og vera partur av ítróttaliga felagsskapinum á hóskandi stigi og undir tryggum kørmum.