Við tryggum 2-0 sigri á heimavølli ímóti Føroyum, staðfestu sveisar oddasessin í HM-undankappingarbólki B
Lat tað verða sagt beinanvegin: Sveis var betri liðið á Swissporarena í Luzern, og 2-0 sigurin var tískil fult uppiborin. Men um meir hepni var við føroyska liðnum, so kundi úrslit saktans blivið okkurt annað. Millum annað var Sølvi Vatnhamar nær við at skora fyri Føroyar, tá fyrri hálvleikur leið ímóti endanum, men fluktarin frá ársins spælara í føroyskum fótbólti fór dygst framvið sveisiska málinum.
Tað var Sveis, ið stýrdi dystinum, og tá lítil hálvur tími var spældur legði Eren Derdiyok heimaliðið á odda. Rangstøðu-fellan hjá Føroyum miseydnaðist, og einsamallur við Gunnari Nielsen skoraði Derdiyok til 1-0, sum eisini var hálvleiksstøðan.
Eftir steðgin var gongdin tann sama, men føroyska liðið lá kortini allatíðina framvið, og okkara spælarar stríddust sera væl. Men veruliga vandamikið gjørdist tað tíverri ongantíð, og tá sjey minuttir vóru eftir av dystinum slerdi liðskiparin, Stephen Lichtsteiner, ið til dagliga spælir fyri italska meistaraliðið, Juventus, sveisiska sigurin fastan.
Eftir dystin vóru føroysku spælararnir skuffaðir. Allir stríddust væl og arbeiðsinnsatsurin lá ikki eftir í umklæðingarrúminum, men kom við út á vøllin. Men tíverri rakk tað ikki til nakað stig hesaferð.
Tveir aðrir dystir í bólki B vórðu eisini spældir sunnudagin. Á heimavølli vann Ungarn 4-0 á Andorra, og í dystinum millum Portugal og Lettland gjørdist úrslitið 4-1 til portugisar.
Næsti dystur hjá føroyska landsliðnum verður tann 25. mars komandi ár, tá Andorra tekur ímóti á Estadi Nicional leikvøllinum í Andorra.
Føroyska liðið, ið byrjaði á vøllinum ímóti Sveis. Standandi f.v.: Gunnar Nielsen, Atli Gregersen, Fróði Benjaminsen, Gilli R. Sørensen, Jóan Símun Edmundsson og Sonni Ragnar Nattestad. Húkandi f.v.: Hallur Hansson, Sølvi Vatnhamar, Jónas Tór Næs, Bárður J. Hansen og Brandur H. Olsen – Mynd: Hans Erik Danielsen