Í døgunum 23. til 26. januar vóru Fótbóltsmennararnir hjá FSF á námsferð í Skotlandi, har teir luttóku á “Study Group” hjá UEFA. Á ferðini fingu okkara menn innlit í tær fótbóltsavbjóðingar, ið skotar hava at arbeiða við
Fyri nøkrum árum síðani fór UEFA undir átakið ”Best practice”. Øll londini í Evropa eru partur av átakinum, ið hevur til endamáls at gera umstøðurnar hjá grasrótar-fótbóltinum betri. Átakið verður nevnt UEFA G.R.E.A.T, og er hetta stytting fyri ”Growth” (vøkstur), ”Retention” (varðveitsla), ”Education” (uppaling), ”Always Fair Play” (altíð fair-play) og ”Terms” (áramál).

Skotska fótbóltssambandið hevur avgjørt, at teir vilja fylgja leistinum hjá UEFA allan vegin, við tí endamáli, at umstøðurnar í skotsku fótbóltsfeløgunum skulu dagførast og gerast betri.

Í dag er tað framvegis soleiðis, at fleiri minni sersambond innan fótbólt eru virkin í Skottlandi. Hesi umsita millum annað bara kvinnufótbólti, ella fótbólt fyri áhugaleikarar, ella bara fyri leikarar, ið eru farnir upp um ein ávísan aldur. Hesi gera øll eitt stórt arbeiði, og hava stórt rós uppiborið, men tað er kanska heldur oftani, at tey mótarbeiða hvør øðrum, heldur enn at samstarva.

Til dømis eru fleiri feløg, ið bara hava lið fyri Old Boys. Tað byrjar alt við, at nakrir vinmenn seta seg saman og síðani stovna eitt felag. Men um so ein ella nakrir velja at gevast, so er einki til hinar, og tí dettur felagið niður fyri, og teir, ið framvegis høvdu hug at spæla, hava tískil einki felag at spæla fyri, og mugu gevast.

Avbjóðingin hjá fótbóltssambandinum hevur verið, at í staðin fyri at hesir stovna egið felag, heldur kunnu gerast partur av øðrum felag, ið frammanundan hevur skipaðan fótbólt. Hetta vil so eisini hava við sær, at fleiri sleppa framat at spæla, umframt at hesir kunnu fáa aðrar uppgávur í felagnum, um teir av eini ella aðrari orsøk verða noyddir at gevast at spæla sjálvir.

Skotska fótbóltssambandið sigur, at Skotland ikki hevur tørv á fleiri feløgum, men at verandi feløg heldur skulu dagførast og gerast betri. Har afturat er avbjóðingin at fáa 16-18 ára gamlar at halda fram við at spæla, at skotskir spælarar ikki raðfesta fótbólt nóg høgt, at alt ov nógvir venjarar hjá teimum yngru leggja ov nógva orku í at vinna, heldur enn at menna teirra leikarar og at tørvur er á fleiri sjálvbodnum.

Eisini hevur atburðurin hjá fleiri venjarum verið ein trupulleiki. Fleiri ungir spælarar eru givnir ella hava valt aðra ítrótt, og hetta hava teir gjørt sum ein beinleiðis avleiðing av, at teirra venjarar ikki hava sýnt sømiligan atburð, ella hava lagt ov lítla orka í menning av hvørjum einstøkum leikara.

Í hesum sambandi hevur skotska fótbóltssambandið skipað fyri skeiðum, ið hava havt til endamáls at betra um atburðin hjá venjarum. Og sigast má, at tað hevur givið úrslit. 83 prosent av teimum, ið hava luttikið, siga beinleiðis, at teir vilja broyta atburð, bæði til venjing og undir dysti.

Fyri at koma hesum trupulleikum og avbjóðingum til lívs, hevur skotska fótbóltssambandið avgjørt at seta nakrar persónar í starv fulla tíð, og hesi arbeiða síðani út frá UEFA G.R.E.A.T.-leistinum.

Uppgávurnar eru millum annað at…
– Menna hugsunarháttin og samleikan hjá feløgunum
– Ráðgeva um hvussu feløgini fáa fleiri sjálvboðin og hvussu hesi kunnu lønast
– Fíggjarliga ráðgeving
– Ráðgeva um bygnaðin í felagnum (arbeiðssetningur og skipan av felagnum)
– Ráðgeva um innanhýsis/uttanhýsis samskifti
– Menning av venjarum

Harafturat verður roynt at fáa sjálvboðin, ið arbeiða í størri og smærri fyritøkum í nærumhvørvinum, at hjálpa til við at…
– Savna pening saman
– Marknaðarføring
– Fyrisiting
– Leggja arbeiðslag
– Gera fíggjarliga ætlan

Eisini verður lagt upp til, at fótbóltsfeløgini skulu fáa samstarv í lag við skúlar og ymsar stovnar, sum liggja nærhendis. Sum heild er hetta samstarv gott, men hetta hevur eisini við sær, at børn og ung geva sær tíð til skúlan og at venja.

Millum annað bleiv nevnt, at í einum felagi funnu tey út av, at ”biði-tíðspunktið” hjá einari mosku, ið lá tætt við, var um somu tíð, sum venjing var á skránni. Felagið setti sær fyri at fáa samstarv í lag við moskuna, og soleiðis fingu tey fleiri spælarar við muslimskari bakgrund at spæla fótbólt.

Eisini ynskir skotska fótbóltssambandið meira samstarv millum feløgini. Tað kann til dømis vera, at eitt felag hevur torført við at halda uppá eldri spælarar. So vil fótbóltssambandið hjálpa til við finna eitt felag, sum liggur í nærumhvørvinum, og har eldri spælarar hava góðar umstøður, og síðani fáa eitt møguligt samstarv í lag, soleiðis at feløgini kunnu læra av hvør øðrum.

Góðskumerkir
Í skotskum fótbólti verður eisini arbeitt við, at góðskan á øllum tí, ið feløgini fáast við, skal vera so høg sum tilber. Hetta verður gjørt, so feløgini hava eina gularót at arbeiða fram ímóti, og tað inniber so eisini, at feløgini gerast betri á øllum økjum.

Nøkur krøv verða sett fyri at fáa hesi ”góðskumerki”. Millum annað verður hugt eftir, hvussu nógvir leikarar í hvørjum árgangi eru í hvørjum felag, og hvussu nógvar útbúnar felagið hevur at ráða yvir. Harafturat verður hugt eftir umstøðunum í felagnum, og disiplinini hjá spælarum og venjarum til venjing og dystir.

Fyri at fáa hægsta ”góðskumerkið”, verður eisini hugt eftir, hvørja ávirkan, felagið hevur í nærumhvørvinum.