Seinnapartin mikudagin kom A-landsliðið við monnum til Chisinau i Moldova. Og tað er serliga kuldin, ið hevur gjørt vart við seg, men hetta tikist tó ikki verða nakað, sum fer at ávirka føroysku spælararnar

——————

Fyrireikingarnar til fyrsta dystin í HM-undankappingini hjá monnum hava higartil gingið væl, og hóast tað er rættuliga kalt – um frostmarkið – í modoviska høvuðsstaðnum, Chisinau, so er lagið gott í føroyska hópinum.

Ferðalagið kom við Atlantic Airways til Moldova seinnapartin mikudagin, og eftir ein lítlan steðg á Leogrand gistingarhúsinum, gekk leiðin á Zimbru stadion, har vant varð í ein góðan tíma.

Á tíðindafundinum áðrenn venjingina varð landsliðsvenjarin, Håkan Ericson spurdur, um veðrið í Chisinau møguliga fór at ávirka føroysku spælararnar til dystin. Men til tað svaraði venjarin – við einum lítlum smíli – at tað væntaði hann ikki, tí í Føroyum kom meir enn so fyri, at tað var kalt, og at tað eisini onkuntíð var nakað av vindi.

HM-undankappingardysturin millum Moldova og Føroyar verður hóskvøldið, og byrjar klokkan 21:45 lokala tíð. Tað er klokkan 19:45 í Føroyum.

Myndir: Hans Erik Danielsen