Kunning um landsliðsúttøku

Úttøkubræv
Allir spælarar, ið verða boðsendir til landsliðsuppgávur fyri Fótbóltssamband Føroya, fáa eitt ”Úttøkubræv” sendandi frá FSF. Úttøkubrævið verður sent við telduposti, og inniheldur kunning um millum annað dato, ferðing og skrá.

Avrit av úttøkubrævinum verður sent felagnum, ið viðkomandi spælari er skrásettur hjá. Landsliðsspælarar hava sjálvir ábyrgd av at senda úttøkubrævið til skúlar, arbeiðspláss o.l.

Úttøkubrævið verður sent til teldupost-bústaðin, ið er skrásett hjá spælaranum í Comet. Tað er tí týdningarmikið, at hesin bústaður er rættur. Í samband við úttøku til U15-landslið, verður avrit av úttøkubrævinum sent til foreldur / avvarðandi.


Ferðing
Tá ferðast verður við landsliðum til dystir / kappingar uttanlands, skipar Fótbóltssamband Føroya fyri allari ferðing úr Føroyum og aftur til Føroyar. Landsliðsspælarar hava sjálvir ábyrgd av ferðing millum egnan bústað í Føroyum og flogvøllin í Vágum.

Er talan um spælara, ið ikki eru búsitandi í Føroyum, fær viðkomandi spælari nærri kunning frá landsliðssamskiparinum hjá FSF um, hvussu viðkomandi skal ferðast. Miðað verður eftir, at útisetar møta føroyska hópinum á flogvøllinum í Kastrup/Keypmannahavn.

Er neyðugt við eyka gisting og/ella ferðing í samband við ferðingina, skal hetta avtalast við landsliðssamskiparan, ið tekur sær av bóking av hesum. Gisting og/ella ferðing, ið verður bíløgd uttan avtalu við landsliðssamskiparan, verður ikki endurgoldin.

Viðføri
Í samband við ferðing, hava landsliðspælarar einans møguleika at ferðast við í mesta lagi einum (1 stk.) handføri.

Hetta merkir, at alt tað, sum hvør einstakur spælari hevur við av persónligum lutum, skal pakkast sum handviðføri. Tað kann annaðhvørt vera ein taska ella eitt kuffert – ikki bæði (fleiri flogfeløg loyva einans ferðandi at hava eitt (1 stk.) við umborð).

Toilettaskur vera savnaðar á flogvøllinum og kekkaðar inn saman. Toiletttaksurnar eru tískil ikki partur av handviðførinum.

Súlubonus
Leikarar hava møguleika at fáa skrásett súlubonus í samband við ferðing við Atlantic Airways (tó ikki um talan er um leiguflogfar). Leikarin hevur tó sjálvur ábyrgd av at fáa hetta skrásett í samband við kekk-inn ella goyma boardingpassið, har bíleggingarnummarið framgongur, og síðani fáa tað skrásett umvegis heimasíðuna hjá Atlantic Airways.

Sama er galdandi fyri onnur sløg av bonusskipanum hjá øðrum flogfeløgunum, m.a. Eurobonus.


Klæðir o.a.
Allir landsliðsspælarar fáa klæðir frá Fótbóltssambandi Føroya, tá teir møta í samband við landsliðvirksemi (tó undantikið undirklæðir og fótbúna). Allir landsliðsspælarar hava skyldu til at brúka hesi klæðini, bæði til venjing, dyst og í frítíðini. Tað skal tó gerast vart við, at klæðini eru ogn hjá FSF, og skulu tí latast inn aftur, tá ferðin endar.

Liðleiðarin avtalar nærri við landsliðsspælararnar um klæðir, ið spælararnir skulu møta í á flogvøllinum.

Allir landsliðsspælarar eiga at hava í minsta lagi tvey pør av gaggum við sær, og skulu hesar altíð pakkast sum handviðføri.


Pass
Tað er sera týdningarmikið, at landsliðsspælarar altíð hava galdandi pass við, tá ferðast verður við landsliðnum. Hetta er eisini galdandi, um kappingin / dysturin er í Føroyum. UEFA kann nevniliga krevja at síggja pass hjá øllum spælarum til dystir / kappingar í Føroyum. Tað er IKKI møguligt at brúka onnur sløg av samleikaprógvum, sum t.d. koyrikort.

Tað er týdningarmikið, at passið er galdandi fráfaringardagin + 6 mánaðar.


Trygging
Landsliðsspælarar eru tryggjaðir av vanlukku- og ferðatrygging hjá Fótbóltssambandi Føroya. Eru spurningar ella ivamál viðvíkjandi trygginarviðurskiftum, ella skal ein tryggingarskaði fráboðast, skulu landsliðsspælarar seta seg í samband við landsliðssamskiparan hjá FSF skjótast tilber eftir heimkomu.


Heilivágur/doping

Tað er uppgávan hjá landsliðsspælarum at boða frá, um viðkomandi tekur nakran heilivág, sum er neyðugt at vita um, og sum kann krevja serligt loyvi. Allir landsliðsspælarar hava skyldu til at møta til dopingkanningar, ið kunnu verða framdar av m.a. FIFA, UEFA og ÍSF. Møguligt er at síggja, hvussu ein doping kanning fer fram her.

Tað er sera umráðandi, at hetta verður gjørt í góðari tíð í samband við landsliðsuppgávur, soleiðis at neyðug loyvir og váttanir kunnu fáast til vega, um tað er neyðugt.

Um hetta ikki verður gjørt, er vandi fyri at viðkomandi spælari verður tikin fyri doping. Sí annars vegleiðing hjá ÍSF.

Her skal samstundis havast í huga, at hóast heilivágurin er fingin við ávísing frá lækna, kann vera neyðugt við góðkenning.

Eru spurningar ella ivamál um heilivág, kunnu spælarar seta seg beinleiðis í samband við læknasamskiparan.

Elmar Ósa, læknasamskipari
Tel. 23 45 42
Teldupost: [email protected]


Loyvd frávera
Allir úrvalsíðkarar á miðnámi kunnu søkja um loyvda fráveru í samband við ítrótt. Til dømis í samband við kappingar, venjingarlegur og annað.

Úrvalsíðkari merkir næmingur, sum ÍSF saman við avvarandi sambandi metir hava serliga góðar førleikar inni tær ítróttargreinar, sum ÍSF umboðar. Fyri at verða góðkend/ur sum úrvalsíðkari, er neyðut at senda umsókn til ÍSF, ið síðan kunnar íðkaran og skúla, um hesin verður mett/ur at vera úrvalsíðkari.

Nærri kunning um skipanina sæst her: www.uvs.fo/urval. Umsókn skal sendast til [email protected]

Serligur tørvur
Um landsliðsspælari hevur eitt nú ovurviðkvæmi ella annað, sum krevur, at tað verða tikin serlig atlit, skal hetta fráboðast til landsliðssamskiparan sum skjótast, so møguleiki er at bíleggja serligan mat v.m.


Foreldur og avvarðandi
Um foreldur og onnur avvarðandi ynskja at fylgja landsliðnum til dystir uttanlands, skal fráboðan um hetta sendast landsliðssamkiparanum saman við kunning um ferðaskrá og gistingarhúsi hjá viðkomandi. Um neyðugt er við atgongumerkjum til dystir hjálpir FSF fegin við hesum.

Um ikki annað er avtalað, skulu foreldur og onnur avvarðandi altíð búgva á øðrum gistingarhúsi enn tí, har landsliðið býr.

———

Dagført: 2. november 2023