§10 – At finna úrslitið av einum dysti
Fótbóltslógin 2024 (§1 – §17) sum PDF
§10 sum PDF
1. Mál skorað
Eitt mál er skorað, tá ið allur bólturin er farin yvir um mállinjuna undir tvørstongini og millum málstengurnar, treytað av, at einki brot á Fótbóltslógina er framt av tí skorandi liðnum frammanundan.
Um málmaðurin tveitir bóltin beinleiðis í mótleikaranna mál, skal málspark dømast.
Um dómarin ger tekin um, at eitt mál er skorað, áðrenn bólturin er farin um mállinjuna allur sum hann er, skal leikur takast upp aftur við uppkasti.
2. Vinnandi liðið
Tað liðið, sum skorar flest mál í dystinum, er vinnarin. Um bæði liðini skora líka nógv mál, ella um einki mál verður skorað, endar dysturin við javnleiki.
Tá ið kappingarreglurnar krevja, at ein vinnari skal verða funnin eftir ein dyst ella eftir eina heima-úti-uppgerð, kunnu bert fylgjandi mannagongdir nýtast:
- Reglan um útivallarmál
- Tveir líka langir hálvleikir í longdari leiktíð, sum ikki eru longri enn 15 min. hvør
- Brotssparkskapping
Ein samanrenning av omanfyri standandi mannagongdum kann nýtast.
3. Brotssparkskapping
Skipað verður fyri brotssparkskapping, tá dysturin er liðugur, og um ikki annað er tilskilað, er viðkomandi partur av Fótbóltslógini galdandi. Ein leikari, sum er vorðin útvístur undir dystinum, kann ikki luttaka í brotssparkskappingini; munnligar ávaringar og ávaringar (GK), sum eru givnar undir dystinum, verða 10 ikki tiknar við í brotssparkskappingina.
Mynd av bóltum er á s. 94 í ensku bókini!
Mannagongd
Áðrenn brotssparkskappingin byrjar:
- Um ikki onnur viðurskifti skulu havast í huga (standur á vølli, trygd o.s.fr.), skal dómaran skipa fyri lutakasti fyri at gera av, hvat av málunum skal nýtast til brotssparkskappingina. Avgerðin kann bert broytast av trygdarávum, ella um málið ella vallarundirlagið gerst ónýtiligt
- Dómarin skipar fyri lutakasti, og liðskiparin hjá tí liðnum, sum vinnur lutakasti, ger av, hvat lið skal sparka fyrst
- Fyri uttan ein eykaleikara fyri ein málmann, sum ikki kann halda fram, kunnu bert leikarar, sum eru á vøllinum, ella sum fyribils eru farnir av vøllinum (skaðar, rætta uppá útgerð o.s.fr.), tá dysturin endar, luttaka í brotssparkskappingini
- Hvørt lið hevur skyldu til at velja millum teir leikarar, sum eru tøkir, og gera av, í hvørjari raðfylgju skotið verður. Dómarin skal ikki hava boð um raðfylgjuna.
- Um annað liðið hevur fleiri leikarar enn mótstøðuliðið á vøllinum við dystarlok, men áðrenn brotssparkappingin er byrjað, skal tað liðið minka um talið av leikarum soleiðis, at tað samsvarar við talið av leikarum á mótstøðuliðnum. Dómarin skal hava at vita navn og nummar á teimum leikarum, ið ikki longur luttaka. Leikarar, sum eru valdir frá, kunnu ikki luttaka í brotssparkskappingini (undantikið, sum víst verður til niðanfyri)
- Ein málmaður, sum ikki fær hildið fram áðrenn ella undir brotssparkskapping, kann skiftast út við ein eykaleikara ella ein leikara, sum er valdur frá fyri at fáa talið av leikarum at passa, treytað av, at lið hansara ikki hevur nýtt allar sínar útskiftingar. Útskifti málmaðurin kann ikki luttaka víðari, og hann kann ikki taka eitt brotsspark
- Um málmaðurin longu hevur tikið eitt brotsspark, kann avloysarin ikki taka eitt brotsspark, fyrr enn annar umgangur av brotsspørkum byrjar
Meðan skipað verður fyri brotssparkskapping:
- Einans tøkir leikarar og dystarleiðarar hava loyvi at vera á vøllinum
- Allir leikarar, uttan tann, ið sparkar, og teir báðir málmenninir, skulu vera inni í miðkringinum.
- Tann málmaðurin, sum er í parti við tí, sum skal sparka, skal vera á vøllinum, uttan fyri brotssparksteigin, har sum spørkini verða tikin, á mállinjuni, har hon møtir linjuni til brotssparksteigin
- Ein leikari, sum er tøkur, kann skifta um pláss við málmannin
- Brotssparkið er gjøgnumført, tá bólturin ikki flytur seg meira, fer úr leiki, ella tá dómarin steðgar leiki fyri eitt brot á Fótbóltslógina; skjúttin kann ikki spæla bóltin aftur
- Dómarin heldur skil á spørkunum
- Um málmaðurin fremur eitt brot, sum hevur við sær, at brotssparkið skal takast umaftur, skal málmaðurin ávarast munnliga fyri fyrsta brotið og ávarast (GK) fyri øll fylgjandi brot
- Um skjúttin verður sektaður fyri eitt brot, sum er framt eftir at dómarin hevur givið tekin til, at brotssparkið skal takast, verður brotssparkið mett sum brent, og leikarin skal ávarast
- Um bæði málmaðurin og skjúttin fremja brot í senn:
– skulu báðir leikarar ávarast, um brotssparkið verður brent ella bjargað
Treytað av niðanfyri standandi, skulu bæði liðini taka 5 brotsspørk í part
- Liðini skiftast um at sparka
- Allir leikarar, ið kunnu luttaka, skulu taka eitt brotsspark í part, áðrenn ein leikari kann taka eitt brotsspark fyri aðru ferð
- Um annað liðið hevur skorað fleiri mál, enn hitt liðið hevur møguleika at skora, áðrenn liðini hava skotið 5 brotsspørk, skulu ikki fleiri brotsspørk takast.
- Um bæði liðini hava skorað líka nógv mál, tá ið bæði liðini hava skotið 5 ferðir, halda tey fram við at skjóta í somu raðfylgju, inntil annað liðið hevur skorað fleiri mál enn hitt við líka nógvum tiknum brotsspørkum.
- Omanfyri standandi mannagongd heldur fram so leingi, tað er neyðugt, men eitt lið kann broyta raðfylgjuna
- Brotsspørk kunnu ikki útsetast fyri ein leikara, sum er farin av vøllinum. Um leikarin ikki er komin aftur á vøllin í tíð til at taka sítt brotsspark, missir liðið hansara brotsspark, og tað verður mett sum tikið og ikki skorað (brent)
Útskiftingar og útvísingar, meðan skipað verður fyri brotssparkskapping
- Ein leikari, eykaleikari ella útskiftur leikari ella eitt hjálparfólk kann ávarast ella útvísast
- Ein útvístur málmaður skal avloysast av einum tøkum leikara
- Ein leikari, sum ikki er málmaður, og sum ikki kann halda áfram, kann ikki loysast av
- Dómarin skal ikki slíta dystin, um annað liðið kemur at hava færri enn sjey leikarar tøkar