Fótbóltslógin 2021

Fótbóltslógin 2021 (§1 – §17) sum PDF

Hugsanin og andin handan Fótbóltslógina

Fótbóltur er størsta ítróttin í heiminum. Fótbóltur verður spældur í øllum londum og á nógvum ymiskum stigum. Fótbóltslógin er galdandi fyri allan fótbólt í heiminum; heilt frá HM finaluni til ein dyst millum børn í einari lítlari bygd.

Tað, at sama lóg er galdandi í øllum dystum í øllum sersambondum, londum, býum og bygdum í øllum heiminum, er sera styrkjandi, og eigur hetta at varðveitast. Hetta er eisini ein møguleiki, ið eigur at gagnnýtast – fótbóltinum at frama allastaðni.

Fótbóltur má hava reglur, sum tryggja, at spælið er „rættvíst“, tí at eitt avgerandi grundarlag í „tí vakra spælinum“ er rættvísi – hetta hevur alstóran týdning fyri „andan“ í spælinum. Teir bestu dystirnir eru teir, har tað sjáldan er tørvur á dómaranum, tí leikararnir spæla við virðing fyri hvørjum øðrum, dystarleiðarunum og Fótbóltslógini.

Reinlyndið í Fótbóltslógini og hjá dómarunum, sum nýta hana, má altíð verjast og virðast. Øll, sum hava myndugleika – serliga venjarar og liðskiparar – hava eina týðiliga ábyrgd yvir fyri spælinum at virða dómararnar og avgerðir teirra.

At handfara broytingar í Fótbóltslógini

Tann fyrsta „universella“ Fótbóltslógin varð skrivað í 1863, og í 1886 varð The International Football Association Board (The IFAB) setta á stovn. Tey fýra bretsku fótbóltssambondini (The FA, Scottish FA, FA of Wales og Irish FA) tóku stig til stovnanina av hesum felagsskapi, hvørs einasta endamál er at menna og varðveita Fótbóltslógina kring allan heim. FIFA kom uppí The IFAB í 1913.

Fyri at fremja lógarbroytingar, má IFAB vera av teirri fatan, at hetta fer at gera spælið betri. Hetta merkir viðhvørt, at uppskotið má roynast, áðrenn tað verður viðtikið. Hetta sæst aftur í m.a. royndum, sum verða gjørdar við videohjálp til dómarar (VAR) og eini 4. útskifting, tá eykatíð verður spæld. Tá Fótbóltslógin varð moderniserað í 2016/17, varð dentur lagdur á, at øll uppskot um broytingar skuldu leggja dent á: rættvísi, reinleika, virðing, trygd og hvussu tey luttakandi kunnu njóta spælið og hvussu tøkni kann hjálpa spælinum. Fótbóltslógin skal eggja øllum at luttaka – óansæð, hvaðani tey koma, og hvussu tey eru fyri.

Hóast óhapp koma fyri, eigur Fótbóltslógin at tryggja, at spælið er so trygt, sum gjørligt. Tað krevst, at leikarar virða mótleikarar, og at dómarar skapa eitt trygt umhvørvi við at sláa hart niður á tey, sum spæla á ein ov ógvusligan og ov vandamiklan hátt. Í Fótbóltslógini stendur greitt, at leikháttur, sum ikki er tryggur, ikki verður góðtikin; hetta stendur undir agarevsingum undir orðingum so sum „hasarderað takkling“ (ávaring= gult kort/GK), „at seta trygdina hjá mótleikara í vanda“ ella „at nýta ógvusliga megi“ (útvísing= reytt kort/RK).

Fótbóltur skal vera dragandi og stuttligur fyri leikarar, dómarar, venjarar og fyri áskoðarar, fjepparar, umsiting o.s.fr. Fótbóltslógin skal hjálpa at gera fótbóltin dragandi og stuttligan, soleiðis at fólk vilja luttaka og njóta teirra leiklut í fótbólti – óansæð teirra aldur, ættarslag, átrúnað, mentan, tjóðarbólk, kyn, kynsligan hug, avlami o.s.fr.

Reglurnar í Fótbólti eru lutfalsliga einklar samanborið við aðrar liðítróttir. Tó eru nógvar støður, sum eru bundnar at uppfatanini hjá einstaklingum, og havandi í huga, at dómarar eru menniskju (tað viðførir, at teir gera feilir), umgongst ikki, at summar avgerðir fara at skapa kjak og orðadrátt.

Fyri summi er hetta kjak ein partur av njótilsinum í fótbólti, men minnast skal til, at „andin“ í lógini krevur, at avgerðir dómarans altíð verða virdar.

Fótbóltslógin kann ikki taka hædd fyri øllum hugsandi støðum, og tá ongin beinleiðis áseting er í Fótbóltslógini, væntar IFAB, at dómarin tekur eina avgerð sambært lógarinnar „anda“ – Fyri at gera hetta, er ofta neyðugt at spyrja: „Hvat hevði fótbólturin væntað/viljað havt?“

IFAB fer áhaldandi at samstarva við fótbóltsfamiljuna kring allan heimin, soleiðis at broytingar í Fótbóltslógini gagna fótbólti í øllum hornum í heiminum, og so at reinleikin í spælinum, Fótbóltslógin og dómararnir verða vird, høgt mett og vard.

Fortreytir fyri endurskoðan av Fótbóltslógini 2021

Endurskoðanin av Fótbóltslógini í 2016/17 var helst tann mest víttfevnandi í søgu IFAB’s. Endamálið var at gera Fótbóltslógina greiðari, atkomiligari og at tryggja, at hon endurspeglar tørvin í tí modernaða spælinum.

Nógvar av broytingunum eru komnar eftir umbønir frá einkultum persónum, bólkum og tjóðar fótbóltssambondum runt um í heiminum. Hesar eru síðani gjøgnumhugdar av teknisku nevnd hjá IFAB fyri at tryggja, at øll øki innan fótbólt eru við til at menna Fótbóltslógini. Hetta tí, at Fótbóltslógin er fyri øll, sum eru íblandað spælið – og ikki bert fyri dómararnar.

Nýggjastu broytingarnar eru framhald av teimum meginreglum, sum vórðu grundfestar í endurskoðanini frá 2016/17. Hesar hava, til endamáls at gera spælið meira dragandi og at bøta um atburðin, sum greitt verður frá í Play Fair ætlanini.

Í mars 2018 góðkendi aðalfundur IFAB’s nýtslu av video hjálpardómarum (VAR).

Innførslan av VAR hevur verið størsta kollveltingin í yrkisfótbólti í meira enn eina øld. Talan hevur tó verið um eina merkisverda skjóta „kollvelting“, tá hugsað verður um stóra kjakið, sum var, áðrenn tey fyrstu trilvandi fetini vórðu tikin, fyri at vita um tøknin kundi verða ein hjálp til at taka rættar avgerðir, uttan at oyðileggja tað glíðandi spælið og kenslurnar,

Fyrsti dysturin við VAR varð leiktur í New Jersey, New York, USA hin 12. august 2016, og bert 23 mánaðir seinni hendi tað margháttliga, at VAR varð nýtt í HM finaluni í Moskva. VAR fer ongantíð at loysa allar ‚ósemjur’, tí so nógvar av teimum eru subjektivar, men tá so nógv av heimsins fótbólts-londum hava tikið VAR til sín, má staðfestast, at fótbóltur trýr, at VAR gevur størri rættvísi, og at tað bøtir um atburð leikaranna.

Nógvar av lógarbroytingunum fyri 2020 hava beinleiðis og jaliga ávirkan á mátan, spælið verður spælt uppá og ímyndina av spælinum. Nevnast kunnu:

  • Meira uppbyggjandi spæl er nú í samband við málspørk, tí bólturin ikki longur skal spælast út úr brotssparksteiginum, áðrenn hann er í spæli
  • Áleypandi leikarar sleppa ikki longur at stilla seg í „múrin“ fyri at órógva og skapa stríð (hetta seinkar eisini spælinum)
  • Ein rættvísari mannagongd viðvíkjandi uppkasti fer at steðga núverandi „misnýtslu“

Broytingarnar í Fótbóltslógini 2021 eru nokkso fáar, men tær, ið eru gjørdar, eru gjørdar fyri at gera lógirnar greiðari, av tí, at tann stóra endurskoðanin av Fótbóltslógini er liðug.

Tær størstu broytingarnar eru:

  • At spæla bóltin við hondini – markið millum arm (hond-bólt) og økslina (ikki hond-bólt) er ásett, og orðingin fyri hondbólts-brot, sum eru framd ótilvitað, er vorðin greiðari
  • Um eitt brotsspark ikki rakar málið ella støkkur aftur frá málinum, skal málmaðurin ikki sektast fyri at fara av mállinjuni uttan so, at hetta týðiliga ávirkaði skjútta
  • Málmaðurin verður ávaraður munnliga fyri fyrsta brotið, tá brotsspark verður tikið. Hann skal ávarast (GK) fyri fylgjandi brot
  • Ávaringar (GK) verða ikki tikin við til eina brotssparkskapping
  • Í dystum, har VAR verður nýtt, verður væntað, at dómarin fremur endurskoðan á vøllinum, tá talan er um subjektivar avgerðir – e. dómarin endurskoðar støðuna í økinum til endurskoðan

IFAB fer áhaldandi at gera royndir við týðandi broytingum til Fótbóltslógina. Í komandi árinum verða royndir gjørdar við serligum mannagongdum til útskifting av leikarum, sum hava fingið skaða í høvdið, og sum hava fingið – ella kunnu fáa – heilaskjálvta.

Framtíðin

Play Fair ætlanin hjá IFAB fyri 2017–22 varð sett í verk fyri at kanna og meta um broytingaruppskot, og vita, um tey eru fótbóltinum at frama. Ætlanin hevur verið væl móttikin av øllum fótbólts-heiminum, og stór undirtøka hevur verið fyri at leggja høvuðsdentin á 3 týdningarmikil øki:

  • Rættvísi og reinlyndi
    • Fara broytingarnar at fremja rættvísi og reinleika á vøllinum?
  • Útbreiðsla og inklusjón
    • Fara broytingarnar at vera fótbóltinum at frama á øllum stigum í øllum heiminum?
    • Fara broytingarnar at eggja fleiri frá øllum umhvørvum og við øllum førleikum at luttaka og njóta fótbólt?
  • Vøksturin í tøkni
    • Fer broytingin at hava jalig árin á spælið?

The IFAB fer áhaldandi (í samstarvi við serfrøðinga-nevndir) at ráðleggja um fleiri týdningarmikil evni, sum hava við Fótbóltslógina at gera. Millum annað verður atburður leikaranna viðgjørdur, og møguliga fær liðskiparin ein størri leiklut.

Við at leggja áherðslu á rættvísi, fjølbroytni, inklusjón og tøkni, fer IFAB áhaldandi at menna Fótbóltslógina fyri at virka fyri einum betri spæli á øllum vøllum í øllum pørtum í heiminum.

Tær týðandi lógarbroytingarnar hava í stóran mun verið við til at økja um leiktíðina og rættvísi, samstundis, sum tær eru við til at gera spælið meira dragandi. Leikaranna atburður fer væntandi at halda á fram við at batna so hvørt, sum ávirkanin av VAR ger seg galdandi. Alt hetta fer at gera spælið enn meira njótandi at spæla, hyggja at og døma.

The IFAB hevur notið at verið í samband við fólk frá øllum heiminum og er altíð sinnað at fáa uppskot og spurningar viðvíkjandi Fótbóltslógini. Faktiskt eru fleiri av broytingunum í ‘Play Fair’ ætlanini eitt beinleiðis úrslit av uppskotum frá fólki úr nógvum partum í heiminum.

Vónandi kunnu vit lættari samskifta í framtíðini. Kannið heimasíðuna fyri at fáa nærri kunning: www.theifab.com

Vinarliga send tíni uppskot ella spurningar til: lawenquiries@theifab.com

Notur til Fótbóltslógina

Almenn mál
IFAB gevur út Fótbóltslógina á enskum, týskum, fronskum og sponskum. Er nakar ójavni í orðingini, er enski teksturin galdandi.

Onnur mál
Tjóðar fótbóltssambond, sum týða Fótbóltslógina, kunnu fáa „layout’ið“ til 2020/21 útgávuna frá The IFAB við at seta seg í samband við: info@theifab. com

Tjóðar fótbóltssambond, sum framleiða ein týdda útgávu av Fótbóltslógini, eru vælkomin at senda hana til IFAB (Tað skal týðiliga standa á permuni, hvat tjóðar fótbóltssamband staðið á odda fyri týðingini), soleiðis at hon kann leggjast út á heimsíða IFAB’s til onnur at nýta.

At handfara Fótbóltslógina
Somu reglur eru galdandi í øllum dystum í øllum sersambondum, londum, býum og bygdum. Burtursæð frá teimum tillagingum, sum IFAB loyvir (sí tillagingar til Fótbóltslógina), skal Fótbóltslógin ikki tillagast ella broytast, undantikið við loyvi frá IFAB.

Tey, sum útbúgva dómarar ella onnur luttakandi, skulu leggja dent á, at:

  • Dómarar skulu handfara Fótbóltslógina á ein hátt, sum tryggjar rættvísar og tryggar dystir og hava ‘andan’ í lógunum við í
  • Øll skulu virða dómararnar og avgerðir teirra, havandi í huga, at dómarar eru menniskju og fara at gera feilir

Leikararnir hava ein sera stóra ábyrgd, tá tað snýr seg um ta mynd, sum verður víst av fótbóltinum, og liðskiparin hevur ein týdningarmiklan leiklut, sum skal tryggja, at Fótbóltslógin og avgerðir dómarans verða vird.

Lykil
Høvuðslógarbroytingarnar eru undirstrikaðar og eru við gulum í marguni. GK= gult kort (ávaring); RK= reytt kort (útvísing).

Tillagingar til Fótbóltslógina

Útbreiðslan av Fótbóltslógini ger, at spælið er at kalla eins allastaðni í heiminum og á øllum stigum. Eisini skal Fótbóltslógin skapa eitt rættvíst og trygt umhvørvi at spæla fótbólt í, samstundis sum hon skal eggja til luttøku og njótilsi.

Søguliga sæð hevur IFAB loyvt tjóðar fótbóltssambondunum eitt sindur av rásarúmi til at gera tillagingar til tær „umsitingarligu“ greinirnar í Fótbóltslógini. Tó er IFAB nú av teirri greiðu fatan, at tjóðar fótbóltssambondini eiga at fáa fleiri møguleikar at fremja tillagingar til, hvussu fótbólturin skal skipast, um tað er fótbóltinum í teirra landi at frama.

Hátturin, fótbóltur verður spældur og dømdur uppá, eigur at vera tann sami á øllum fótbóltsvallum í øllum heiminum, líka frá HM finaluni til tað minstu bygdina. Tó eigur tørvurin í einum landi at gera av, hvussu leingi ein dystur varðir, hvussu nógv fólk kunnu luttaka, og hvussu ávísur rangur atburður eigur at sektast.

Við støði í omanfyri nevnda, samtykti tann 131. Aðalfundur IFAB’s í London 3. mars 2017 einmalt, at tjóðarsambondini (og sersambondini og FIFA) nú skulu hava møguleika at broyta øll ella fleiri av fylgjandi økjum í Fótbóltslógini, tá talan er um, hvussu fótbóltur er skipaður í teirra landi:

Til ungdóm, veteranar, rørslutarnað og barnafótbólt:

  • Støddin á vøllinum
  • Stødd, vekt og evni, sum bólturin er framleiddur úr
  • Vídd millum málstengurnar og hæddin frá yvirliggjaranum niður á vøllin
  • Longdin á teimum (líka longu) hálvleikunum í dystinum (og teimum líka longu hálvleikunum í longdari leiktíð)
  • Nýtsla av flúgvandi útskiftingum
  • Nýtsla av fyribils útvísingum fyri onkrar/allar ávaringar (GK)

Á øllum stigum uttan, tá besta lið í einum felagi, sum luttekur í bestu deildini ella í „A“ landsdystum:

  • Er talið av útskiftingum, sum eitt lið kann fremja í mesta lagi 5, undantikið í fótbólti hjá ungdómi, har hægst loyvda tal av útskiftingum verður avgjørt av tjóðar fótbóltssambandinum, Sersambandinum ella

Fyri at geva tjóðar fótbóltssambondunum meira ráðarúm at menna fótbóltin í teirra landi, góðkendi 131. aðalfundur IFAB’s fylgjandi broytingar, sum vísa til ymisk „sløg“ av fótbólti:

  • Kvinnufótbóltur er ikki longur eitt annað slag av fótbólti, og er nú at meta sum fótbóltur hjá monnum
  • Aldursmørkini fyri ungdóm og veteranar eru tikin burtur – tjóðar fótbóltssambondini hava nú ráðarúm at gera av, hvørji aldursmørkini eru fyri hesi sløg av fótólti
  • Hvørt einstakt tjóðar fótbóltssamband ger av, hvørjar kappingar á lægsta stigi eru at meta sum „barnafótbóltur“

Loyvi til aðrar tillagingar
Tjóðar fótbóltssambondini hava møguleika at loyva ymiskum tillagingum til ymiskar deildir – tað er onki krav um, at nýta allar ella at nýta tær allastaðni. Tó eru aðrar tillagingar ikki loyvdar, undantikið við loyvi frá IFAB.

Tjóðar fótbóltssambond verða biðin um at siga IFAB frá, hvørjar tillagingar tey nýta, og á hvørjum stigi hesar tillagingar verða nýttar. Hendan kunning og serliga orsøkirnar til tillagingarnar, kunnu vísa á øki at menna, sum IFAB kann deila, fyri at menna fótbólt í øðrum tjóðar fótbóltssambondum.

The IFAB er eisini sera áhugað í at frætta um aðrar møguliga tillagingar til Fótbóltslógina, sum kunnu økja um luttøku og gera fótbólt meira dragandi og breiða menning út um allan heimin.

Vegleiðing til fyribils útvísingar

131. árligi aðalfundurin hjá IFAB góðkendi nýtslu av fyribils útvísingum fyri allar ella onkrar ávaringar/gul kort (GK) í kappingum hjá ungdómi, veteranum, teimum við rørslutarni og hjá børnum, treytað av, at hetta verður góðkent av tjóðar fótbóltssambandinum, sersambandinum ella FIFA.

Tilvísing til fyribils útvísing er at finna í:

§5 – Dómarin (ábyrgd og skyldur):

Agarevsing
Dómarin hevur heimild at nýta agarevsing, og har kappingarreglurnar loyva tí, nýta fyribils útvísing, frá tí, hann fer á vøllin fyri at kanna hann áðrenn dystarbyrjan, og inntil hann fer av vølli eftir dystarlok (íroknað brotssparkskapping).

Ein fyribils útvísing er, tá ein leikari fremur eitt brot, sum skal sektast við ávaring (GK), og hann verður sektaður við útvísing, sum er galdandi í ein part av dystinum. Hugsanin er, at ein revsing, sum verður framd í verki beinanvegin, kann hava eina jaliga ávirkan á leikaran, sum fremur brotið og møguliga eisini á lið hansara.

Tjóðar fótbóltssambandið, sersambandið ella FIFA, eigur at góðkenna (og seta í kappingarreglurnar) fyribils útvísing eftir fylgjandi vegleiðing:

Bert leikarar

  • Fyribils útvísing er galdandi fyri allar leikarar (íroknað málmenn), men ikki fyri eykaleikarar og útskiftar leikarar, sum fremja brot, ið skulu sektast við ávaring (GK)

Dómarans tekin

  • Dómarin vísir eina fyribils útvísing við at vísa eitt gult kort (GK) og síðani týðiliga við báðum hondum peika til økið, har fyribils útvísingin skal sitast (oftast er hetta tekniska økið hjá leikaranum)

Longdin á fyribils útvísingini

  • Longdin á fyribils útvísingini er tann sama fyri øll brot
  • Longdin á fyribils útvísingini eigur at vera uml 10–15% av samlaðu leiktíðini (t.d. 10 minuttir í dystum, sum eru 90 minuttir; 8 minuttir í dystum, sum eru 80 minuttir)
  • Tíðin á fyribils útvísingini byrjar, tá leikur verður tikin upp aftur, eftir at leikarin er farin av vølli
  • Við í fyribils útvísingina eigur dómarin at taka tíð, sum verður „mist“ orsakað av steðgum, sum viðføra yvirtíð í endanum á hvørjum hálvleiki (t.d. útskifting, skaði s.fr.)
  • Kappingarreglurnar mugu gera av, hvør skal hjálpa dómaranum við at halda skil á tíðini, tá ein fyribils útvísing verður Tað kann gerast av einum umboðsmanni, einum fjórða dómara, ella einum hjálpardómara. Eisini kann hetta gerast av einum hjálparfólki.
  • Tá fyribils útvísingin er liðug, kann leikarin koma inn á vøllin aftur við loyvi dómarans. Dómarin kann geva loyvi, meðan bólturin er í leiki
  • Dómarin eigur endaligu avgerðina, nær ein leikari kann koma inn aftur
  • Ein fyribils útvístur leikari kann ikki skiftast út, fyrr enn fyribils útskiftingin er liðug (tó ikki, um lið hansara hevur framt allar loyvdar útskiftingar)
  • Um ein fyribils útvísing ikki er liðug, tá fyrri hálvleikur endar (ella tá annar hálvleikur endar, um longd leiktíð verður spæld), skal leikarin sita restina av tíðini frá byrjan í øðrum hálvleiki (byrjan á longdari leiktíð)
  • Ein leikari, sum ikki er liðugur við eina fyribils útvísing við dystarlok, hevur loyvi at taka lut í brotssparkskapping

Øki til fyribils útvísing

  • Ein fyribils útvístur leikari eigur at vera í tekniska økinum (har eitt slíkt finst) ella hjá venjaranum/hjálparfólkunum um ikki hann hitar upp (undir somu treytum sum ein eykaleikari)

Brot, sum verða framd áðrenn/undir/eftir eina fyribils útvísing

  • Ein fyribils útvístur leikari, sum fremur eitt brot, sum skal sektast við ávaring (GK) ella útvísing (RK), luttekur ikki víðari í dystinum, og hann kann ikki skiftast út fyri annan leikara

Víðari agarevsing

  • Kappingarreglurnar/tjóðar fótbóltssambondini gera av, um frágreiðing skal latast viðkomandi myndugleika, tá talan er um fyribils útvísing. Til dømis kann talan vera um, at leikbann kann fáast við at fáa fleiri fyribils útvísingar (GK)

Skipanir til fyribils útvísingar
Ein kapping kann nýta eina av fylgjandi skipanum, tá talan er um fyribils útvísingar.

  • Skipan A – Fyri allar ávaringar (GK)
  • Skipan B – Fyri onkrar, men ikki allar ávaringar (GK)

Skipan A – fyribils útvísing fyri allar ávaringar (GK)

  • Allar ávaringar (GK) verða sektaðar við fyribils útvísing
  • Ein leikari, sum fær sína aðru ávaring í sama dysti:
    • Móttekur á øðrum sinni eina fyribils útvísing og kann ikki luttaka víðari í dystinum
    • Kann skiftast út við ein eykaleikara, tá hann hevur sitið sína aðru fyribils útvísing, um lið hansara ikki hevur nýtt allar loyvdu útskiftingar (hetta kemst av, at lið hansara longu er „revsað“ við at skulu spæla 2 ferðir longdina á fyribils útvísingini uttan leikaran)

Skipan B – Fyribils útvísing fyri onkrar, men ikki allar ávaringar (GK)*

  • Ein listi við brotum yvir brot, sum skulu sektast við ávaring (GK), skal gera av, hvørji brot skulu sektast við fyribils útvísing. Listin skal gerast áðrenn kappingarbyrjan
  • Øll onnur brot, sum skulu sektast við ávaring, verða sektaði við ávaring (GK)
  • Ein leikari, sum hevur havt eina fyribils útvísing, og fær eina ávaring (GK) heldur áfram at spæla
  • Ein leikari, sum hevur fingið eina ávaring, og síðani fær eina fyribils útvísing, kann spæla víðari, eftir at hava sitið fyribils útvísingina
  • Ein leikari, sum fær sína aðru fyribils útvísing, skal sita seinnu fyribils útvísingina, og kann ikki luttaka víðari í Hann kann skiftast út við ein eykaleikara, tá hann hevur sitið sína aðru fyribils útvísing, um lið hansara ikki hevur nýtt allar loyvdu útskiftingar, men ein leikari, sum eisini hevur fingið eina „ikki fyribils“ útvísing (men GK), kann ikki loysast av ella útskiftast.
  • Ein leikari, sum móttekur sína aðru ávaring (GK) í sama dysti, skal útvísast, og hann kann ikki luttaka víðari í dystinum, og heldur ikki kann hann skiftast út við annan

* Í summum kappingum kann tað vera gagnligt bert at nýta fyribils ávaringar, sum verða givnar fyri rangan atburð, t.d.:

  • Film
  • Tilvitað seinka mótstøðuliðinum í at taka leik upp aftur
  • Kjaftaslit, munnligar viðmerkingar ella tekin
  • At steðga einum lovandi álopi við at halda, fíra ella spæla bóltin við hondini
  • Um sparkarin fintar á ein hátt, sum ikki er loyvdur, tá brotsspark verður tikið

Vegleiðing til flúgvandi útskiftingar

Eftir góðkenning frá 131. aðafundi IFAB’s, sum var hildin í London 13. mars 2017, loyvir Fótbóltslógin nú flúgvandi útskiftingum í fótbólti hjá ungdómi, veteranum, teimum rørslutarnaðu og hjá børnum. Hetta er treytað av góðkenning frá tjóðar fótbóltssambandinum, sersambandinum ella FIFA.

Tilvísing til flúgvandi útskiftingar er at finna undir:

§3 – Leikararnir (Tal av útskiftingum):

Flúgvandi útskiftingar

  • Nýtslan av flúgvandi útskiftingum er bert loyvd í fótbólti hjá ungdómi, veteranum, rørslutarnaðum og børnum, og er hetta treytað av semju við tjóðar fótbóltssambandið, sersambandi ella FIFA

Ein „flúgvandi útskifting“ er framd, tá ein leikari, sum longu hevur spælt í dystinum og er vorðin útskiftur, verður skiftur inn aftur fyri annan leikara fyri at spæla víðari í dystinum.

Burtursæð frá eykaloyvinum, sum loyvir útskiftum leikara at koma inn aftur í dystin, eru allar aðrar ásetingar í §3 og í Fótbóltslógini galdandi, tá talan er um flúgvandi útskiftingar. Serliga skal mannagongdin viðv. útskifting, sum er nevnd í §3, fylgjast.