Ítróttarskrivarin á Norðlýsinum, Jákup Ósá sigur, at fimm lið í EFFO-deildini hava realistiskan møguleika at vinna FM, men tá avtornar, so verður tað B36, sum fer avstað við meistaraheitinum

Landskappingin í 2017 sær á pappírinum spennandi út. Eg havi sagt, at fimm lið hava realistiskan møguleika at vinna føroyameistaraheitið (FM), meðan øll av hinum fimm liðunum kunnu flyta niður. So hevur ein ”garderað” seg so deiliga væl eisini, men eg haldi, at mong onnur eisini síggja tað soleiðis. Ein ella tveir skaðar á lyklaleikarar kann flyta eitt lið fleiri pláss niðureftir, tí so stutt er millum liðini í dygd. Megnar nakað av botn 5 liðunum at koma í topp 5, so fær viðkomandi venjari í øllum førum fult stigatal frá mær í heyst, tá ársins venjari skal veljast. Tað einasta sum av álvara kann yvirraska í ár er, um eitt ella fleiri topp 5 lið detta niðurum 5. pláss og um eitt ella fleiri botn 5 lið koma í topp 5. Tað hevði verið stuttligt og sunt fyri kappingina, um tað hendi. Fyrsta umfarið bendi ikki á, at vit fáa so ójavna kapping millum tveir bólkar, men av royndum vita vit, at óvæntaðu úrslitini koma í fyrsta triðinginum av kappingini, tá liðini sum vera avskrivað, spæla uttan trýst, eru eyka uppsett og vilja mótprógva spádómunum, meðan tey sterkastu ikki eru samanspæld. Í fjør høvdu topp 5 liðini longu eftir 4 umfør lagt seg í topp 5 fyri at vera verandi restina av árinum. Í ár verður hetta kanska nakað seinni, tí nógvir innanhýsis dystir eru millum toppliðini – frá í fjør – fyrstu umførini í ár. Hvørki venjingardystir ella dystirnir í 1. umfarinum hava nakran týdning fyri, hvussu eg seti endaligu støðuna og tað geri eg av royndum. Tí eru mínar metingar bygdar á eina blanding av, hvussu hóparnir síggja út, hvørjar broytingar eru í mun til í fjør og hvat fyri pláss hesi ymisku feløgini vanliga hava í føroyskum fótbólti. Eftir sum fimm feløg eru seriøs FM boð hjá mær, so fari eg at gera eitt sindur meira burturúr teimum. 

 

Trupult at síggja veikleikar hjá B36

Hóast fimm feløg hava realistiskan møguleika at vinna FM og eg vendi øllum spurningum og ivamálum, so endi eg altíð á B36 á ovasta plássinum. Ein væl samansettur hópur, sum hevur nógvar vinnararoyndir frá 2014 og 2015, avgerandi profilarnar, svongdina og breiddina. Skráin hjálpir eisini til, tí B36 hevur bara eitt topp 5 lið tvær ferðir uttanfyri Gundadal í ár. B36 hópurin hevur so ræðuliga nógvar dygdir. Liðið kann spæla tann besta álopsfótbóltin í landinum, men eisini kropsliga kann liðið taka dystin upp, um tað er neyðugt. Hópurin hevur eina vinnaramentan, tí líka síðani 2011 hevur liðið – við undantaki av 2012 – verið eitt støðugt topplið. Sentrala ásin er sera sterk. Í málinum er Tórður Thomsen komin fyri seg eftir skaða í fjør, miðverjuni tekur Odmar Færø sær av, á miðvøllinum hava Eli F. Nielsen, Róaldur Jakobsen og Lukasz Cieslewicz allir eyðsýndar dygdir sum saman ganga upp í eina hægri eind, meðan Patrik Johannesen, um hann yvirraskar eitt sindur, kann blíva stóri málskjúttin, sum liðið ikki hevur havt seinastu árini. Hópurin hevur nógvar ungar dugnaligar leikarar og søgan sigur okkum, at í B36 taka teir ungu leikararnir oftari av møguleikanum enn í flestu av hinum feløgunum. Jákup á Borg er fyri fyrstu ferð høvuðsvenjari, men hóast tað kann vera avbjóðandi, har hann skal til at gera feilir og læra av teimum, so haldi eg, at tað mesta bendur á, at hann ikki skal klára seg væl sum venjari. Jákup er kendur sum ein persónliheit, vinnari og ein sum setur lit á føroyskan fótbólt. Ein persónur sum vit hava brúk fyri í føroyskum fótbólti. Sum útgangsstøðið er B36 ikki nakar stórur favorittur, men fer nakað lið undan hinum í ár, sum vit hava sæð summi ár, so verður tað eftir mínum tykki B36. 

 

NSÍ mennist fyri hvørt ár

Seinastu trý árini hevur NSÍ ment seg og verður nú mett sum eitt lið, sum kanska fyrr ella seinni fer at vinna FM. Eg helt liðið spældi yvir evnir í 2015, men 2016 kappingarárið staðfesti, at so var ikki. NSÍ er so gott sum stigatalvan hevur sagt seinastu árini. Eingin leikari er meir enn 30 ár, so tað kann vera, at liðið ikki toppar fyrr enn um eitt, tvey ella trý ár, um NSÍ megnar at varðveita hópin. NSÍ hevur fingið tríggjar góðar royndar føroyskar leikarar – Jan Ó. Ellingsgaard, Karl Løkin og Bárður J. Hansen – í hópin til hetta kappingarárið. Men eg hoyri til teirra, sum seti spurnartekin við miðverjuna og sentrala miðvøllin. Ber til at vinna FM uttan ein miðverjuprofil og er nakar profilur til at stýra sentrala miðvøllinum? Tað kann vera, at antin Karl Løkin, sum hevur havt okkurt heilt gott kappingarár við ÍF fyrr, ella Pól Jóhannus Justinussen, ið sum oftast seinastu tíðina spælir longri frammi á vøllinum, megna ta uppgávuna, men sum útgangsstøðið hongur ein spurningur yvir sentrala miðvøllinum. Hevur hópurin røttu javnvágina? Til dystirnar móti toppliðunum ivist eg í, um NSÍ fer at fáa nóg nógv stig vegna ov veika miðverju og sentrala miðju. Allir eru góðir leikarar og til hinar dystirnar fer NSÍ at fáa nógv stig. Anders Gerber, ið tykist arbeiða hart fyri at menna felagið, kennir nú føroyskan fótbólt betri og eg vænti, at hann hevur lagt eina ætlan, hvussu hann skal fáa verjupartin at hanga betri saman og tá tosa vit kanska um eina heildarætlan fyri alt liðið, har allir mans á liðnum hava sínar uppgávur fyri at betra um verjuspælið. Í álopsspælinum skulu Árni Frederiksberg og Klæmint A. Olsen nokk syrgja fyri, at NSÍ skorar minst 60 mál. Úrslitini móti toppliðunum vóru betri síðsta ár, tá liðið vann minst ein dyst móti øllum kappingarneytunum. NSÍ er kanska ov veikt á týðandi plássum til at vinna FM, men samstundis er álopsspælið so væl samanspælt nú, at NSÍ fer at fáa meir stig móti botn 5 enn flestu av hinum liðunum. Samlaðu avrikini seinastu árini hava verið støðug. 54 stig í 2015, 55 stig í 2016 og kanska 56 stig í 2017? Tað røkkur til eitt heiðursmerkið. 

 

KÍ skal finna sítt pláss

Eftir eitt kappingarár sum í fjør, har KÍ slerdi øll met í felagnum, hvat stigum og málum viðvíkur umframt, at mansliðið vann sítt fyrsta steyp hesa øldina, so verður hetta eitt avbjóðandi ár. KÍ skal finna sína veruligu støðu í føroyskum fótbólti. Nú taka øll KÍ seriøst frá fyrsta dysti, tí fram til í fjør hevði KÍ einki nevnivert at vísa á í nógv ár. Nú fáa vit at síggja, um árið í fjør var eitt eindømi ella um KÍ er komið í toppstríðið fyri at vera. Hópurin tykist hava áleið eins góða dygd sum í fjør. Summi pláss, sum vinstri bakkur og sentrali miðvøllurin, hava færri alternativ og summi pláss, sum miðverjan og álopið, hava fleiri alternativ enn í fjør. Stóri missurin kann blíva Súni Olsen. Hann var eftir mínum tykki ein av høvuðsorðsøkunum til, at KÍ kom í oddastríðið, tí hann gekk á odda teir flestu dystirnar, har hann spældi og ofta í dystum, har KÍ hevði brúk fyri einum avgerandi leikara. Antin við avgerandi málum og uppleggum ella við sannførandi spæli í miðverjuni. Ábendingar bæði í stórsteypadystinum og fyrsta landskappingardystinum eru um, at enn hava leikarar ikki traðka í hansara stað, og tað gongur striltið at skora mál og skapa neyðugu málmøguleikarnar. Bæði í 2015 og 2016 hevði KÍ tað trupult fyrstu umførini og tí kann tað vera, at liðið fær betri álopsspæl og úrslit sum tíðin gongur. Hópurin hevur nógvar ymiskar dygdir og kann spæla ymisk sløg av fótbólti, tí flestu leikararnir megna bæði tann kropsliga og tekniska fótbóltin væl. Tað kann blíva ein kapping heilt frammi í oddinum um FM, men tað kann eisini enda við, at KÍ endar á 5. plássi, tí í mun til hini liðini, so hevur KÍ ongantíð hesa øldina megnað at fingið heiðursmerkið tvey ár á rað. Venjingardystirnir vístu støðið, ið bendu á FM stríðið, men stórsteypadysturin og 1. umfar vístu støðið nærri 5. plássi. Eg velji millumvegin og gevi bronsuna til KÍ.

 

Innkeypta HB liðið kemur í topp 4

Nýtt ár, nýtt konsept og nýggjur málsetningur. Nýggjur venjari og nýtt innkeypt lið. Eitt, sum eg havi raðfest ovarlaga á stigatalvuni, er, at geva pláss til HB í topp 4. So má eg heldur vraka eitt av hinum liðunum til topp 4. Nú kenni eg ikki so væl til hesar nýggju útlendsku profilarnar hjá HB, men teirra CV bendur á, at hetta eru leikarar, sum hava eyðsýndar dygdir. Sigfríður Clementsen er royndur venjari, og hann hevur eisini sett ein hóp saman, ið hevur neyðugu royndirnar. Hann veit, hvat skal til í føroyskum fótbólti. HB fær eisini væntandi eina góða byrjan, tí mótstøðuliðini eru frá botn 5 fyrstu trý umførini. Eftir tað eigur hópurin at vera betri samanspældur og teir næstu dystirnir eftir tað síggja vit, um HB fer at spæla við um FM ella um liðið kemur at liggja beint undir oddaliðunum. Eru útlendsku leikararnir heilt góðir, so kann HB fara at stríðast um FM. Verjuspælið hjá HB, har teir aftastu fimm í stóran mun vera teir somu sum í fjør, hevur í fleiri ár verið gott og nú bendur á, at álopsspælið eisini fer at batna. Í HB húsinum eru fleiri áskoðarar at síggja enn síðstu árini, men fyri at teir skulu blíva verandi, so er helst eitt krav, at HB verður partur av oddastríðnum. Øll hendan útgávan av HB er sett upp til at fáa eitt betri úrslit enn í fjør og tað skal vera løgið, um tað ikki fer at eydnast. Vit skulu eisini hava í huga, at HB helst hevur fíggjarligar musklar at brúka í summar, um tað verður neyðugt at styrkja liðið. Hagtølini siga eisini, at síðstu 20 árini hava 19 FM vinnarar havt ein nýggjan venjara í mun til árið fyri. Tí verður tað kanska HB, sum vinnur FM, um tað kiksar hjá B36.

 

Gomlu Víkingarnir fáa afturgongd

So eru tað teir gomlu føroyameistararnir í Eysturkommunu, sum í byrjanini bara tosa um 5. pláss. Teir áttu tó at verið ov ungir til ørvitistos. Men helst er tað so, at teir í Víkingi nú vilja njóta eitt ár uttan tað stóra trýstið, sum teir annars mangan hava havt og eisini sett á seg sjálvar, tí eftir at hava vunnið FM í fjør, so er kanska minst trýst á Víkingi av øllum toppliðunum. Søgan sigur okkum, at gøtumenn ofta vinna fleiri kappingar á rað, tá teir byrja at vinna. Tað sóu vit við GÍ í landskappingini 1990’unum og við Víkingi í steypakappingini frá 2012. Í fjør var tað eingin forðing at hava so høgan miðalaldur, og tað eigur tað heldur ikki at vera í ár. Gamlar persónligheitir sum Atli Gregersen, Hans Jørgen Djurhuus og Fróði Benjaminsen fara ikki at halda seg aftur á vøllinum, tí hjá teimum snýr tað seg bara um at vinna. Vinnaramentanin í Víkingi kann føra teir langt saman við meistaravenjaranum Sámal Erik Hentze. Tí er Víkingur kanska væl vart ímóti einum stórum falli, sum FM vinnarar fáa summi ár sum eitt nú í 2007, 2008, 2011, 2012, 2013 og 2016. Víkingur hevur fyrimun framum hini toppliðini tað eina umfarið, har Víkingur sum seinasta topp liðið vann lutakastið um 14. heimadystin, men eitt umfar avgerð ikki nakra endastøðu fyri eitt langt kappingarár. Eitt stórt ivamál hjá mær er málmansplássið, har ungi Elias Rasmussen hevur loyst roynda Geza Turi av. Higartil haldi eg at man hevur sæð, at Elias manglar royndir og kanska enn ikki er klárur til eina so stóra uppgávu, sum tað er at vera málverji hjá verandi FM vinnarunum. Men tað kann eisini vera, at hann veksur við uppgávuni sum tíðin gongur, har hann fær fleiri royndir og verður betri samanspældur við liðnum. Eg verið tó ikki kløkkur, um Geza Turi stendur í málinum seinni í ár. Tað er nokk rættiliga sannlíkt, at tað verður skeivt mett at tippa Víking, ið hevur ein sterkan hóp, til eitt 5. pláss. Men eitt lið skal útum topp 5, um HB kemur innum, sum eg vænti, og har verður tað eftir mínum tykki heilt vist ikki B36 og NSÍ. Víkingar tykjast vera klárir til kappingina og skuldi eg dagført stigatalvuna útfrá stórsteypadystinum og 1. umfarinum, so hevði eg nokk býtt Víking um við KÍ, tí ivamálið hjá mær hevur verið millum tey bæði liðini um, hvat lið endar við Svarta Peri. Í hesi stigatalvuni fær Víkingur fyrimunin av at vera undirmettir og so kann tað kanska vera við at seta teir eyka upp, tí tey flestu ynskja nokk at síggja hetta ættarliðið hjá Víkingi í oddastríðnum nøkur ár afturat. 

 

ÍF kann fara allar vegir

Tá ein hyggur eftir uppstillingini hjá ÍF, tá allir mans eru tøkir, so er talan um eitt rímiliga sterkt lið. Ikki á sama støði sum tey áður nevndu, men ov gott til niðurflytingarstríð. Tað eru nógvir álopskendir miðvallarleikarar á liðnum, sum áður hava skorað og lagt upp til nógv mál. Síðani verður spennandi at síggja, um Adeola Runsewe kann skjóta neyðugu málini, tí annars sær heldur tunt út í álopinum. Kemur ÍF illa fyri, so vænti eg eisini, at liðið hevur baklandið til at gera neyðugu íløgurnar í hópin í opna flytingarvindeyganum í summar. ÍF hópurin er smalur, so nakrir skaðar kunnu skjótt gera, at liðið dettur longur aftur á stigatalvuna. 

 

Skála sær støðugt út

Eitt av liðunum, ið tykist hava ein støðugan hóp, menning og frið kring hópin er Skála. Nakrar broytingar eru gjørdar í hópinum og tær tykjast ikki vera til tað verra. Liðið er væl skipað, har verjuparturin og stríðsandin á liðnum er sterka síðan. Eg ivist tó í álopspartinum. Í fjør var tað bara aftasta liðið í deildini, ið skeyt færri mál. Tað var sjáldan, at Skála skoraði meir enn eitt mál – 5 av 27 dystum. Tí kann tað vera, at Skála fer at megna væl at spæla upp ímóti teimum sterkaru liðunum, men fær tað meira trupult móti niðaru liðunum, tá dystirnir skulu skapast. Hendir ein menning í álopspartinum, so kann liðið vinna kappingina í botn 5 bólkinum. 

 

EB/Streymur hevur keypt klókt inn

Í EB/Streymi hevur ein fyrireikað seg væl til kappingina. Felagið hevur ein royndan venjara í Heðini Askham, sum kennir felagið og dugur at fáa liðið væl skipað. Síðani eru nýggir leikarar við royndum úr Effodeildini komnir til. Trygvi Askham loysir málmanstrupulleikan, sum liðið hevur havt síðani René Tórgarð gavst. Á miðvøllinum geva Dan í Soylu og Tóki á Lofti mál og upplegg til hópin, meðan Arnbjørn Hansen er komin at styrkja álopið, har Leif Niclassen frammanundan er. Arnbjørn fær sínar skaðar sigur søgan, men verður hann við í 15-20 dystum, so fer hann at geva liðnum nøkur mál. Teir lokalu á liðnum hava nú spælt saman í tvey ár og liðið tykist væl sterkari enn í 2015. Hóast hetta, so skal væntandi nógv til fyri at yvirliva í deildini í ár. Tað verður eitt strævið kappingarár, tí EB/Streymur er millum favorittarnar at fara niður, men eg vænti teir klára at halda sær í deildini. 

 

TB/FC Suðuroy/Royn við nógvum ókendum faktorum

So er tað unga liðið í Suðuroynni, sum hevur so nógvar ókendar faktorar. Nýggjan venjara og eitt lið, sum ikki hevur spælt saman fyrr. Tað er blandað saman av TB, FC Suðuroy og norðmonnum umframt einum skotskum venjara, ið ikki hevur verið í Føroyum áður. Samansetingin við at hava eitt lið, sum ikki er samanspælt, ein nýggjan venjara og eitt øgiliga ungt lið ger, at tað kann vera sannlíkt við einari niðurflyting. Fyrstu umførini kann liðið fara at fáa fleiri stig, tí leikararnir eru eyka uppsettir, tí teir hava nakað at prógva. Men tá kappingin fer at seta seg, so fær ein so ungur hópur møguliga trupulleikar, tá trýstið eisini veksur. Tó kann heimavøllurin í Trongsivági vera bjargingin, tí øll lið stúra fyri fyri at fara suður har at spæla. TB/FC Suðuroy/Royn er eisini eitt av liðunum, sum eg vænti kann styrkja seg við royndum leikarum í summar, um tað verður neyðugt.  

 

07 Vestur flytur altíð niður

Álopsparið við Ken Fagerberg og Søren Nielsen er spennandi og kann fara at geva mongum verjum trupulleikar. Annars eru eisini fleiri fínir leikarar, sum áður hava staðið seg væl í bestu deildini. M.a. Ivan Stojkovic, Martin Tausen og Tór-Ingar Akselsen. Men lokalu yngru leikararnir mangla í stóran mun samanhangandi royndir úr bestu deildini. Teir sum áður hava roynt seg í bestu deildini við 07 Vestur hava ikki roynt annað enn at flyta niður við felagnum, tí 07 Vestur er hvørjaferð flutt niður, tá liðið hevur roynt seg í bestu deildini. Eg havi eina kenslu av, at hetta 07 Vestur liðið – í øllum førum á heimavølli – fer at geva øllum harða mótstøðu. Á liðnum eru eisini fleiri ungir og evnaríkir leikarar, men slíkir hava tað ofta trupult, tá tað líður út á kappingina og trýstið økist. Sum felag tykist 07 Vestur vera á veg fram og hevur nógv fólk at taka av í framtíðini, um rætt verður arbeitt. Tí hevur tað nógv at siga at steðga gongdini við at altíð flyta niður. 

 

Mítt boð uppá eina endaliga stigatalvu er hetta

1. B36

2. NSÍ

3. KÍ

4. HB

5. Víkingur

6. ÍF

7. Skála

8. EB/Streymur

9. TB/FC Suðuroy/Royn

10. 07 Vestur 

 

2. umfar í Effodeildini

Fyrsta umfar innihelt fýra javnleikir, so kanska er tað ein ábending um at liðini vera meira jøvn fyrstu umførini enn stigatalvan seinni fer at vísa. Søgan sigur okkum, at flestu av teimum óvæntaðu úrslitunum koma fyrsta partin av kappingini. Men fyrstu tekini eru komin um, at hetta kanska ikki verður eins gott ár í stigum hjá Víkingi, KÍ og NSÍ. Tí Víkingur fær ikki fulla úrtøku móti B36 í ár sum í fjør, KÍ fær ikki fulla úrtøku móti Skála sum í fjør og NSÍ fær ikki fulla úrtøku móti uppflytarunum sum í fjør. Hetta var eisini málfátækasta 1. umfarið í bestu deildini nakrantíð, meðan 10 liðið hava verið í bestu deildini. Tað er vónandi ikki tekin um, hvat vit kunnu vænta, tí allir áskoðarar ynskja undirhald, og tá ynskja vit ikki færri mál enn vanligt. Tað var eisini soltið við tippingini í fyrsta umfarinum hjá FSF.fo ”serfrøðingunum”, tá bara 20 prosent av dystunum vóru rætt tippaðir, men talið plagar at liggja á áleið 60 prosentum í miðal í røttum tippingum, tá kappingin er av, so tað man fara at batna seinni í kappingini. Hetta komandi umfarið sær á pappírinum javnari út enn tað fyrsta og ein kundi faktisk smekka fimm javnleikir á uttan, at tað sá heilt býtt út. Við øðrum orðum eitt av teimum heilt truplu umførunum at meta um. Eg havi tó nakrar favorittar og raki sjáldan rætt, tá eg tippi javnleikir. 

 

07 Vestur – TB/FC Suðuroy/Royn 1

Hetta er ein áhugaverdur dystur. Vit vita nú, at TB/FC Suðuroy/Royn hevur styrki til at vinna heimadystir, meðan vit nú fáa svar uppá, hvar 07 Vestur stendur á sínum heimavølli. Eg havi eina kenslu av, at 07 Vestur gott kann fara at vísa dygdir á heimavølli. Ofta mangla botnlið tyngd í álopspartinum, men við tveimum dugnaligum útlendskum álopsleikarum verður tað neyvan ein trupulleiki hjá 07 Vestur. Suðuroyðarliðini plaga at dala nógv, tá tey eru á útivølli, og hetta liðið hjá TB/FC Suðuroy/Royn er eisini rættiliga ungt. Eftir at hava vunnið í fyrsta umfarinum kann TB/FC Suðuroy/Royn spæla meira frítt, meðan 07 Vestur er undir størri trýsti, tí frá 4. til 10. umfar spælir 07 Vestur 6 av 7 dystum á útivølli. Søren Nielsen og Ken Fagerberg skjóta hvør sítt mál í 2-1 heimasigri. 2-1.  

 

ÍF – EB/Streymur X

ÍF hevur nú tríggjar heimadystir á rað, har fleiri stig skulu til, tí annars eri eg bangin fyri, at liðið dettur niður í botnstríðið og verður kanska verandi har. Nýggi álopsleikarin Adeola Runsewe hevði ikki loyvið at spæla seinast og uttan nakran veruligan álopsleikara, um hann heldur ikki verður tøkur hesaferð, verður tað tungt hjá ÍF. Spurningurin er, um EB/Streymur velur ein eins verjukendan taktikk sum í Runavík. Eftir hendan dystin hevur EB/Streymur 5 av 6 teimum næstu dystunum á heimavølli, so tað kann vera, at teir í EB/Streymi siga, at teir eru nøgdir við ein javnleik afturat. Hevur ÍF ongan álopsleikara, so skora fuglfirðingar neyvan meir enn eitt mál. Hevur EB/Streymur Arnbjørn Hansen kláran, so kann tað væl vera, at hann saman við Leif Niclassen kann gera dagin spiltan hjá ÍF. Tað er ræðuliga sannlíkt at onkrir javnleikir koma aftur í 2. umfari, so eg velji mín einasta hendan dystin. Tí eg havi kenslu av, at lítið skilur hesi liðini í løtuni hóast tunt grundarlag. 1-1. 

 

Skála – HB 2

Skála spældi uttan Valerian Iobashvili og Mamuka Toronjadze í Klaksvík, men kanska vera teir klárir hendan dystin. Brian Jacobsen hevur leikbann. Verjuspælið hjá Skála var gott í Klaksvík og keturnar hingu væl saman, so KÍ fekk lítið pláss at spæla á. Dentur bleiv ikki lagdur á álopsspælið, so tað er kanska skeivt at gera nakra niðurstøðu um, hvat Skála kann í álopspartinum. HB fekk fulla úrtøku í fyrsta umfarinum og hevur bena kós móti oddasessinum, sum eg havi væntað liðið at hava fram til og við 3. umfar í øllum førum. Tá Aleksandar Stankov verður tøkur og liðið verður betri samanspælt, so verður HB eitt av bestu liðunum á pappírinum. Fær HB hol á hendan dystin, so vænti eg ikki Skála hevur nakað aftursvar. Seinastu 6 dystirnir millum hesi liðini siga fimm sigrar til HB og so ein javnleik í síðsta umfarinum í fjør, tá liðini einki høvdu at spæla fyri. 0-1. 

 

NSÍ – Víkingur 2

Eg hevði viljað at sæð hendan dystin, tí eg vænti, at hetta verður mest umrøddi dysturin eftir komandi umfar. Hesin dysturin hevur seinnu árini fingið ein serligan dám yvir seg. Fyrst og fremst tí, at NSÍ nú er komið í toppstríðið fyri at vera. Grannarnir eru meira vanir við at vinna og teir góðtaka ikki nakað maktskiftið í Eysturoynni. Hesaferð er ein eyka faktorur uppá spæl, nú A-landsliðsleikarin Bárður J. Hansen hevur skift Víking út við NSÍ og fyri fyrstu ferð skal spæla ímóti Víkingi. Tað var ikki vanligt, at profilar hjá Víkingi skiftu felag. Tað ger liðið hjá Víkingi eyka uppsett, meðan NSÍ liðið hevur nokk at hevna frá undanfarnu árum, har tað hevur gingið illa móti Víkingi við einum undantaki, ið var á Eystanstevnu í fjør. Lars Múller dømir dystin og tá plaga kortini ikki at sita so leys, men eg verið ikki kløkkur, um hetta verður ein hart spældur dystur við nógvum kortum, har tað eisini kanska flýtur heilt yvir hjá onkrum leikara á tapandi liðnum síðstu løtuna av dystinum. Hvørgan av liðunum klárar tankan við at tapa hendan dystin. Eg vænti, at mentala yvirskotið hjá royndu Víkingunum fær avgerandi týdning soleiðis at teir aftur hesaferð standa eftir við øllum í grannauppgerðini. Kenslan sigur nógv mál, okkurt reytt kort og at Víkingur dregur longra stráið, um ein vinnari verður. 2-3. 

 

B36 – KÍ 1

Í fjør vann KÍ fyri fyrstu ferð síðani 2006 ein uppibornan sigur á B36 í Gundadali. Men fortreytirnar vóru øðrvísi tá, tí KÍ var mitt í einari sigursrøð við sera sannførandi avrikum, meðan B36 hekk aftanfyri bæði á formkurvuni og stigatalvuni. Nú er støðan ein onnur. B36 líkst sterkasta liðnum í kappingini og spælir við fullari manning, meðan skaðar og leikbann longu raka KÍ sentralt á miðvøllinum og á vinstra bakkinum, har KÍ kanska júst á hesummplássum ikki hevur bestu breiddina í mun til í fjør, nú hvørki Súni Olsen ella Mayowa Alli eru til at avloysa Jákup B. Andreasen og Ísak Simonsen. Júst sentrali miðvøllurin hjá B36 kann vera munurin, tí har hava teir í Eli, Róaldi og Lukasz kanska bestu miðvallartrio’ina í deildini. Spælið hjá B36 í fyrsta umfarinum, útfrá tí sum eg havi sæð á stroymingini, sær út til at koyra væl eins og tað gjørdi størsta partin í Klaksvíkskappingini, meðan KÍ hevur havt trupult við at fingið sítt spæla at koyra bæði í stórsteypadystinum og í 1. umfarinum. Kanska fær KÍ eina líknandi byrjan uppá kappingina sum í fjør, áðrenn gongd kemur á. Hetta kann tó blíva ein heilt annarleiðis dystur hjá KÍ, tí B36 fer helst at mynda dystin í størri mun enn Skála og spurningurin er so, hvussu KÍ liðið megnar at útnytta plássið, sum tá kanska verður til álopsspælið. Eisini verður spennandi at síggja, hvat taktiska uppleggið hjá KÍ verður. Fer liðið at lata B36 stýra sum í fyrra dystinum í Gundadali í 2015 ella fer liðið at leypa á sum í seinna dystinum í Gundadali í 2015 og í dystinum í Gundadali í fjør? Hjá KÍ verður óansæð neygt at lyfta støðið í mun til 1. umfar og stórsteypadystin, tí annars, so vinnur B36 tryggan sigur, um teir raka dagin, sum teir mest sannlíkt gera, um ein hyggur eftir seinastu dystunum. 2-0.

Leivur Frederiksen tippar 2. umfar
B36 – KÍ 1
NSÍ – Víkingur X
Skála – HB X
ÍF – EB/Streymur 1
07 Vestur – TB/FCS/Royn X

 

Tróndur Arge tippar 2. umfar
B36 – Kĺ X
NSĺ – Víkingur X
07 Vestur – TB/FCS/Royn 1
Skála – HB 2
ĺF – EB/Streymur X