Simon Skibsted hevur veruliga gjørt vart við seg eftir fyrstu tvey umførini í Effodeildini
2. umfar í Effodeildini er á skránni hetta vikuskiftið. Byrjað varð í gjár, tá Víkingur á heimavølli tók ímóti EB/Streymi, og í dag hevur B68 havt vitjan av ÍF.
Við tveimum málum eftir fyrstu tvey umførini, hevur Simon Skibsted, ið hevur verið sáttmálabundin við danska Superligafelagið Silkerborg, fingið eina góða byrjan í føroyskum fótbólti.
Ble avgjørdi í Sarpugerði
Dysturin í Sarpugerði millum Víking og EB/Streym endaði við teprum 2-1 sigri til heimaliðið.
10 minuttir fyri steðgin var Sorin Anghel óheppin at seta bóltin í egið mál, so støðan var 1-0 til Víking í hálvleikinum.
Eftir hvíldina legði EB/Streymur nógv fyri at javna, og tá 8 minuttir vóru spældir av seinna hálvleiki bragdaði hjá felagsliðnum úr Sundalagnum. Málskjútti var Arnbjørn Hansen.
EB/Streymur sat á meginpartinum av spælinum hesa løtuna, og var tað tí fult uppiborið at gestirnir javnaðu.
Sum heild var EB/Streymur betra liðið seinastu trý korterini, men kortini varð tað Víkingur ið fór avstað við sigrinum og øllum trimum stigunum.
Sigursmálið gjørdi Evrard Ble tá góðir 20 minuttir vóru eftir at spæla. Horna bleiv sent væl innfyri úr høgru, og við nærmaru stong sendi Ble bóltin í netið til 2-1 til felagsliðið úr Gøtu og Leirvík, sum sostatt hevur fingið seks stig eftir fyrstu tvey umførini í fremstu deildini.
Skibsted søkti B68
Á Toftum skuldi B68 reisa seg eftir lemjandi ósigurin í Havn fyri viku síðani, tá toftamenn taptu 4-0 ímóti HB. B68 hevði í dag vitjan av ÍF, og endin gjørdist at fuglfirðingar vunnu 2-0, eftir at støðan í steðginum var málleysur javnleikur.
Fyrst skoraði Simon Skibsted til 1-0, tá seinni hálvleikur var hálvrunnin, og lítla løtu seinni økti innskifti Jákup Johansen til 2-0 til ÍF.
Fuglfirðingar hava eins og grannarnir úr Víkingi eisini fingið eina flúgvandi byrjan. Bæði liðini hava fingið 6 stig og málmunin 4-1 eftir fyrstu tvey umførini í Effodeildini.
Tríggir dystir verða spældir í fremstu deildini hjá monnum sunnudagin.
Kl. 14:45 byrja FC Suðuroy og HB í Vági, og kl. 15:00 verður sett í gongd í Klaksvík og í Runavík, har ávikavist KÍ og B36 spæla, og NSÍ og TB.
3. umfar í Effodeildini verður spælt hósdagin 5. apríl.