Liðskiparin á A-landsliðnum við monnum, Hallur Hansson vónar, at Føroyar koma í bólk saman við Turkalandi, Luksemborg og Litava í komandi UEFA Nations League kapping
——————
Klokkan fimm seinnapartin í morgin, hósdagin 16. desember verður lutakast um, hvussu spælast skal í komandi UEFA Nations League kapping, sum verður á skránni í 2022.
Føroyar vunnu bólkin seinast, framman fyri Malta, Lettlandi og Andorra, og verða tískil í deild C hesaferð, har mótstøðulondini væntandi vera nakað sterkari.
– Eg hopi at vit koma at standa okkum væl í hesari kappingini, sjálvt um vit eru greiðir yvir, at mótstøðan hesaferð er ein heilt onnur.
– Øll hasi londini eru rímiliga sterk, so tað verður uttan iva torført, líkamikið hvat. Men dreymabólkurin er Turkaland, Luksemborg, Litava og Føroyar. Hinvegin, so vil eg ógvuliga fegin sleppa undan Bulgaria, Grikkalandi og Kosovo, sigur liðskiparin, Hallur Hansson við heimasíðuna hjá FSF.
Londini í deild C eru hesi: Turkaland, Slovakia, Bulgaria, Norðurírland (styrkisbólkur 1), Grikkaland, Hvítarussland, Luksemborg, Norðurmakedónia (styrkisbólkur 2), Litava, Georgia, Aserbadjan, Kosovo (styrkisbólkur 3), Kasakstan/Moldova, Kýpros/Estland, Føroyar og Gibraltar (styrkisbólkur 4).
Føroyar koma í bólk saman við einum landi úr hvørjum bólki í styrkisbólkunum 1, 2 og 3.
Dystirnir í UEFA Nations League verða spældir í juni og september mánað komandi ár. Fýra dystir eru á skránni í juni, og tveir í september.
Lutakastið kann stroymast beinleiðis á kvf.fo