Lógir fyri FSF

Kapittul I: Almennar ásetingar
Kapittul II: Limaskapur
Kapittul III: Heiðursforseti og heiðurslimur

Kapittul IV: Skipan
– A. Aðalfundur
– B. Starvsnevnd
– C. Forseti
– D. Fastar nevndir
– E. Fyrisiting
– F. Dømandi nevndir
– G. Loyvisnevndir

Kapittul V: Fíggjarmál
Kapittul VI: Kappingar og rættindi til kappingar og tiltøk
Kapittul VII: Altjóða dystir og kappingar
Kapittul VIII: Endaligar ásetingar

Skilmarkingar

Heitini niðanfyri hava fylgjandi skilmarking:

Aðalfundur: Ovasti og lóggevandi myndugleikin hjá FSF.

Ábyrgdarpersónar (Officials): Allir starvsnevndarlimir, nevndarlimir, venjarar, dómarar og hjálpardómarar, hjálparfólk og aðrir persónar við ábyrgd fyri tekniskum, læknaligum og fyrisitingarligum viðurskiftum hjá FIFA, einari konfederatión, einum felagsskapi, liga ella felagi, umframt aðrir persónar, sum hava skyldu at fylgja viðtøkunum hjá FIFA, UEFA ella FSF (fyriuttan leikarar, dystarfyriskiparar (match agents) og fótbóltsagentar).

CAS (TAS): Court of Arbitration for Sport (Tribunal Arbitral du Sport) í Lausanne (Sveis).

Felag: Limur í einum fótbóltsfelagsskapi (ið sjálvur er limur í FIFA).

Felagsskapur: Ein fótbóltsfelagsskapur viðurkendur av og limur í FIFA og viðkomandi konfederatión.

FIFA: Fédération Internationale de Football Association.

FSF: Fótbóltssamband Føroya.

Gerðarrættur: Ein óheftur privatur dómstólur, ið kemur í staðin fyri ein vanligan dómstól.

IFAB: International Football Association Board.

Konfederatión: Ein bólkur av felagsskapum viðurkendur av FIFA og frá sama heimsparti (ella líknandi landafrøðiligum øki).

Liga (League): Ein “organisatión” undir einum felagsskapi.

Limur: Fótbóltsfelag sum sambært aðalfundarsamtykt hevur limaskap í FSF.

Spælari: Ein fótbóltsspælari skrásettur í einum felagsskapi.

Starvsnevnd: Myndugleiki í FSF sum hevur yvirskipaða ábyrgd av strategi og hevur eftirlit við virkseminum hjá FSF.

UEFA: Union of European Football Associations.

Vanligir dómstólar: Almennir dómstólar, ið viðgera almennar og privatar løgfrøðiligar ósemjur.

Umboð: Ein persónur, sum hevur heimild at umboða eitt limafelag á aðalfundi hjá FSF.

Økisfelagsskapur: Ein fótbóltsfelagsskapur undir einum øðrum fótbóltsfelagsskapi.

NB: Tá víst verður til natúrligar persónar, verður hugsað um bæði kyn. Tá tosað verður um eintal, verður eisini hugsað um fleirtal og øvugt.

——————

Kapittul I. Almennar ásetingar

Grein 1. Løgfrøðilig eind, høvuðsskrivstova og vørumerki
1. Fótbóltssamband Føroya (FSF) er ein privatur ikki-vinnuligur áhugafelagsskapur, settur á stovn í samsvar við føroyskari lóggávu, og er skrásettur í Tórshavn. Felagsskapurin er skipaður fyri eitt óavmarkað tíðarskeið.

2. Høvuðssætið er í Tórshavn.

3. FSF er limur í FIFA, UEFA og ÍSF.

4. Flaggið hjá FSF hevur litirnar hvítt, blátt og reytt, við búmerkinum hjá felagsskapinum.

5. Búmerkið hjá FSF er styttingin FSF við stovningarárstali og í litunum hjá flagginum.

6. Styttingin fyri Fótbóltssamband Føroya er FSF.

7. Flaggið, búmerkið, eyðkennismerkið og styttingin eru skrásett vørumerki.

Grein 2. Endamál
Endamálini hjá FSF eru:
a) støðugt at menna fótbóltsspælið og stuðla, skipa og hava ræðið á hesum í Føroyum, samsvarandi Fair Play og tess sameinandi, útbúgvingarligu, mentunarligu og manngóðu virðini, serliga við at fremja ungdóms- og menningarætlanir;

b) at skipa fyri almennum kappingum, vinardystum og øðrum fótbóltstiltøkum í Føroyum;

c) at gera reglur og ásetingar og tryggja, at hesar verða hildnar;

d) at verja áhugamál limanna; harundir at hjálpa limum at loysa ósemjur;

e) at virða og forða fyri brotum á viðtøkum, reglugerðum, boðum og avgerðum hjá FIFA, UEFA og FSF eins og “Laws of the Game”, og tryggja, at hesi verða vird av limunum;

f) at tryggja at fótbóltsspælið er atkomiligt og útbreitt til øll, sum vilja taka lut í Føroyum, uttan mun til kyn og aldur;

g) at virka fyri integriteti, etikki og fair play fyri at fyribyrgja mutri, doping ella óreiðilig ávirkan á dystir, ið kunnu seta í váða integritetin av dystum ella kappingum, leikarum, ábyrgdarpersónum og limum, ella hava við sær misnýtslu av fótbólti, futsal ella beach Soccer;

h) at skipa fyri e-sports kappingum og skipa tær í samsvari við reglunum hjá FSF;

i) at fremja og styrkja leiðreglur um góða virkisleiðslu (good governance) og mannagongdir á innlendis stigi og at eggja limunum til at samtykkja egnar leiðreglur um góða virkisleiðslu;

j) at fremja menning av kvinnufótbólti;

k) at hava ræðið á øllum fótbóltsdystum, sum verða spældir í Føroyum samsvarandi viðtøkur og reglugerðir hjá FIFA og UEFA;

l) at stjórna fyri altjóða ítróttarligum samstarvi innan fótbólt og at varðveita eitt gott samstarv við onnur fótbóltssambond, FIFA og UEFA;

m) at skipa fyri kappingum á altjóða og øðrum stigum.

Grein 3. Skyldur
FSF átekur sær:
a) at halda meginreglurnar um trúfesti, integritet og góðan ítróttaanda í huganum av fair play;

b) at fylgja galdandi reglur um Laws of the Game, sum samtyktar av International Football Association Board (IFAB), Beach Soccer Laws of the Game og galdandi reglur um Futsal Laws of the Game, eins og hesar eru settar í gildi av FIFA;

c) at til eina og hvørja tíð at eftirlíka viðtøkur, reglur, boð, avgerðir hjá FIFA og UEFA og Code of Ethics hjá FIFA, avgerðir hjá CAS, umframt føroyska lóggávu, hesar viðtøkur og aðrar lógir og reglur sum eru bindandi fyri FSF;

d) at bera seg at á ein slíkan hátt, sum er í samsvari við anti-doping reglugerðir og aðrar ásetingar í viðkomandi lóggávu;

e) at viðurkenna dómsvaldið hjá the Court of Arbitration for Sport (CAS) í Lausanne (Sveis) í øllum trætum av altjóða slagi sum viðvíkja viðtøkum ella reglum hjá FIFA og UEFA, sum ásett í viðtøkunum hjá FIFA og UEFA, og at fylgja avgerðum tiknar av CAS (íroknað avgerðir sum eru tiknar við støði í umbønum um fyribils tiltøk);

f) at bert vísa mál í evsta rættarstigi (t.e. eftir at allar innanhýsis mannagongdir hjá FSF eru troyttar) í øllum innlendis trætum viðvíkjandi viðtøkum ella fyriskipanum hjá FSF, til ein gerðarrætt í samsvari við føroyska lóg, sum tekur endaliga støðu til trætuna uttanum vanligu dómstólarnar;

g) at skipa síni viðurskifti sjálvstøðugt og at tryggja at egin viðurskifti ikki eru órímuligt ávirkaði av nøkrum triðja parti og at áseta eina mannagongd, sum tryggjar fult óheftni og integritet, tá val ella tilnevningar fara fram av limum í FSF nevndum, serliga eina mannagongd, sum er leys av eini og hvørjari óhóskandi politiskari uppíblanding ella ávirkan;

h) at tryggja at limirnir, ligur (um nøkur er), feløg, leikarar, ábyrgdarpersónar, fótbóltsagentar og dystarfyriskiparar, umvegis teirra viðtøkur, loyvi, skráseting ella í ein og hvørjum øðrum skrivligum skjali, viðurkenna og góðtaka allar omanfyri nevndu skyldur, og játta at verða bundin av og fylgja viðtøkum, reglum og boðum hjá FIFA, UEFA og FSF, umframt avgerðir tiknar av hesum.

i) at lata til FIFA og UEFA ein og hvørja tillaging av FSF viðtøkunum í eitt av almennu málunum hjá FIFA og UEFA.

Grein 4. Mannarættindi, uttanveltastøða, ímóti mismuni og javnrættur
1. FSF bindur seg til at virða øll altjóða viðurkend mannarættindi og skal stremba eftir at fremja verjuna av hesum rættindum.

2. FSF hevur eina uttanveltastøðu í viðurskiftum um politikk og átrúnað. Limir skulu eisini hava eina uttanveltastøðu í viðurskiftum um politikk og átrúnað og skulu tryggja sær, at teirra egnu limir hava eina uttanveltastøðu.

3. Allur mismunur, ímóti einum landi, privatpersóni ella fólkabólki vegna rasu, húðarliti, etnisiteti, tjóðskapi ella sosialum uppruna, kyni, tvørrandi førleika, máli, átrúnaði, politiskari sannføring ella aðrari sannføring, ríkidømi, uppruna ella øðrum statusi, kynsligari sannføring ella aðrari orsøk, er strangliga bannaður og verður revsað við bráðfeingis burturvísing ella útihýsing og/ella øðrum agatiltaki.

Grein 5. Um at stuðla vinarligum sambondum

1. FSF skal arbeiða fyri vinarligum sambondum millum limir sínar, ábyrgdarpersónar og leikarar, og í samfelagnum annars arbeiða fyri manngóðum endamálum.

2. FSF skal tryggja at neyðugir stovnar eru til taks at loysa allar innanhýsis ósemjur, ið kunnu vera ímillum limir, ábyrgdarpersónar og leikarar í FSF.

Grein 6. Leikarar
Status hjá leikarum og ásetingar um teirra skráseting og flyting millum feløg skulu verða skipað í serligum reglugerðum, sum ásett av Starvsnevndini samsvarandi reglugerð hjá FIFA um status og flyting av leikarum. Atlit skulu takast til at verja sáttmálatrygd og at eggja til venjing av leikarum og útbúgving í feløgunum.

Grein 7. Laws of the Game
1. FSF og tess limir skulu leika fótbólt samsvarandi “Laws of the Game”, ið IFAB hevur ásett. Bert IFAB kann áseta og broyta “Laws of the Game”.

2. FSF og tess limir skulu leika Beach Soccer og Futsal samsvarandi Laws of the Game sum ásett av FIFA. Bert FIFA kann áseta og broyta Beach Soccer Laws of the Game og Futsal Laws of the Game.

Grein 8. Atburður hjá nevndum og ábyrgdarpersónum
1. Allar nevndir og ábyrgdarpersónar hjá FSF skulu í virksemi sínum halda viðtøkur, reglugerðir, boð, avgerðir og Code of Ethics hjá FIFA, UEFA og FSF.

2. Allir persónar og felagsskapir, sum hava nakað við fótbólt í Føroyum at gera, skulu fylgja viðtøkunum og reglugerðunum hjá FIFA, UEFA, FSF og øðrum viðkomandi viðtøkum, umframt leiðreglurnar um fair play, uttanveltastøðu, integritet og ítróttaanda.

Grein 9. Alment mál
1. Almenna málið hjá FSF er føroyskt. Skjøl (sum upplýst í grein 74) skulu vera skrivað á føroyskum.

2. Almenna málið á aðalfundinum er føroyskt.

——————

Kapittul II. Limaskapur

Grein 10. Upptøka, útihýsan og útkoyring
1. Aðalfundurin tekur avgerð um upptøku, útihýsan og útkoyring av einum limi.

2. Upptøka kann játtast um umsøkjarin lýkur treytirnar hjá FSF í samsvari við hesar viðtøkur.

3. Limaskapurin endar við avtøku, um limur tekur seg úr ella verður koyrdur úr FSF. At limaskapurin verður mistur, sleppur ikki liminum undan fíggjarligu skyldum sínum mótvegis FSF ella øðrum limum í FSF, men hevur við sær, at øll rættindi mótvegis FSF verða mist.

Grein 11. Limir og umsøkjarar
1. Limirnir í FSF eru fótbóltsfeløg.

2. Eitthvørt fótbóltsfelag, ið ynskir at gerast limur í FSF, skal senda skrivliga umsókn til aðalskrivstovu FSF’s.

3. Við umsóknini skulu vera í minsta lagi fylgjandi kravdir upplýsingar:

a) avrit av teirra løgfrøðiliga galdandi viðtøkum og, um viðkomandi, reglugerðum;

b) eina váttan um, at felagið altíð vil halda viðtøkur, reglugerðir og avgerðir hjá FSF, FIFA og UEFA, og tryggja at hesar eisini verða virdar av teirra egnu limum, ábyrgdarpersónum og leikarum;

c) eina váttan um, at felagið vil halda galdandi Laws of the Game, sum ásett av IFAB, og, um viðkomandi, Beach Soccer Laws of the Game og Futsal Laws of the Game, sum ásett av FIFA;

d) eina váttan um, at felagið sum evsta rættarstig (t.e. eftir at allir innanhýsis møguleikar í FSF eru troyttir) vil vísa eina og hvørja innlendis ósemju, stavandi frá ella sum viðvíkur viðtøkur, reglugerðir, boð og avgerðir hjá FSF til ein gerðarrætt í samsvari við føroyska lóggávu, sum tekur endaliga avgerð um ósemjuna har vanligu dómstólarnar verða hildnir uttanfyri;

e) eina váttan um, at allar altjóða ósemjur, stavandi frá ella sum hava tilknýti til viðtøkur, reglugerðir, boð og avgerðir hjá FIFA ella UEFA, einans kunnu leggjast fyri CAS sum evsta rættarstig, soleiðis sum orðað er í viðtøkunum hjá FIFA og UEFA;

f) eina váttan um, at felagið hevur heimstað og er skrásett í Føroyum;

g) eina váttan um, at felagið vil spæla allar almennar heimadystir sínar í Føroyum;

h) eina váttan um, at umsøkjarin løgfrøðiliga er skipaður á ein slíkan hátt, at umsøkjarin kann taka óheftar avgerðir uttan ávirkan uttanífrá;

i) eina váttan um, at tess egnu limir vóru valdir ella tilnevndir eftir einari mannagongd, sum tryggjar fullkomið óheftni og integritet í valinum ella tilnevningarmannagongdini;

j) eitt yvirlit yvir ábyrgdarpersónar, við upplýsing um hvørjir hava heimild til at binda felagið løgfrøðiliga í avtalum mótvegis triðja pørtum;

k) eina váttan um, at felagið bert vil skipa fyri og luttaka í vinardystum, um loyvi frammanundan er fingið til vega frá FSF;

l) eitt avrit av fundarfrágreiðing frá seinasta aðalfundinum ella stovnandi aðalfundinum;

m) eitt avrit av seinasta ársroknskapi felagsins ella byrjunarfíggjarstøðu felagsins.

4. FSF skal hava eitt yvirlit yvir limir sínar. Limayvirlitið skal innihalda hesar upplýsingar fyri einstaka limin:

a) Løgfrøðiligt navn;

b) Løgfrøðiligur bygnaður;

c) heimilaðar undirskriftir;

d) aðrar upplýsingar, sum serliga eru viðkomandi fyri loyvisskipanina (t.d. bygnaður á felagnum; samleiki, ítróttarúrslit), sum Starvsnevndin tekur avgerð um.

Dagførdar upplýsingar um pkt. a), b), c) og d) skulu almannakunngerast á heimasíðuni hjá FSF.

5. Verður FSF biðin um tað, skal FSF skrivliga vátta status hjá einum limi.

Grein 12. Umsóknir og mannagongdir fyri umsóknir
1. Starvsnevndin skal heita á aðalfundin um antin at góðtaka ella nokta einum umsøkjara limaskap. Umsøkjarin hevur rætt til mótvegis aðalfundinum at grundgeva fyri umsókn síni.

2. Nýggi limurin fær rættindi og skyldur sum limur, tá hann er upptikin sum limur. Umboð fyri umsøkjaran hava rætt at atkvøða og verða valdir í nevndir beinanvegin.

Grein 13. Rættindi limanna
Limirnir í FSF hava fylgjandi rættindi:

a) at taka lut á aðalfundinum hjá FSF, fáa dagsskránna frammanundan, fáa innkalling til aðalfundin innanfyri ásettu tíðarfreistini, at nýta teirra rætt til at taka lut í kjakinum og at nýta atkvøðurættindi síni;

b) at seta fram uppskot til dagsskránna fyri aðalfundin;

c) at seta fram uppskot um valevni til val og/ella tilnevning til viðkomandi nevndir hjá FSF;

d) at fáa upplýsingar um viðurskiftini hjá FSF frá nevndum og fáa kunning um avgerðir tiknar av Starvsnevndini;

e) at taka lut í kappingum og/ella øðrum ítróttarvirksemi og tiltøkum fyriskipað av FSF;

f) at nýta øll onnur rættindi samsvarandi viðtøkum og reglugerðum hjá FSF og avgerðum tiknar við støði í hesum.

Grein 14. Skyldur limanna
1. Limirnir í FSF hava fylgjandi skyldur:

a) at til hvørja tíð í fullan mun at halda viðtøkur, reglugerðir, boð og avgerðir hjá FIFA, UEFA og FSF og at tryggja, at hesar reglur eisini verða virdar av limum sínum;

b) at tryggja at val til egnar nevndir, ið taka avgerðir, fer fram í minsta lagi fjórða hvørt ár;

c) at regluligur aðalfundur verður hildin í útgangsstøðinum eina ferð um árið;

d) at taka lut í kappingum og øðrum ítróttarvirksemi, ið FSF skipar fyri;

e) at rinda limagjald;

f) at virða Laws of the Game, sum hesar eru ásettar av IFAB, eins og Beach Soccer Laws of the Game og Futsal Laws of the Game hjá FIFA, og at tryggja, at hesar við eini áseting í viðtøkunum verða virdar av limunum;

g) at samtykkja eina viðtøkuáseting, sum ásetur at ein og hvør innlendis ósemja stavandi frá ella sum viðvíkur viðtøkur, reglugerðir, boð og avgerðir hjá FSF kunnu einans sum evsta rættarstig (t.e. eftir at allir innanhýsis møguleikar í FSF eru troyttir) verða vístir til ein gerðarrætt í samsvari við føroyska lóggávu, sum tekur endaliga avgerð um ósemjuna har vanligu dómstólarnar verða hildnir uttanfyri;

h) at samtykkja eina viðtøkuáseting, sum ásetur, at allar altjóða ósemjur stavandi frá ella sum viðvíkja nýtslu av viðtøkum ella reglugerðum hjá FIFA og UEFA kunnu einans í evsta rættarstigi leggjast fyri CAS, sum ásett í viðtøkunum hjá FIFA og UEFA;

i) at fylgja avgerðunum hjá CAS (íroknað avgerðir um fyribils tiltøk);

j) at skipa síni viðurskifti óheft og at tryggja, at viðurskifti teirra ikki eru ávirkaði av triðja parti í samsvari við grein 19 í hesum viðtøkum;

k) at tryggja, at nevndir teirra annaðhvørt eru valdar ella tilnevndar í samsvari við einari mannagongd, ið tryggjar fult óheftni og integritet í val- ella tilnevningarmannagongdini;

l) at geva FSF boð um allar broytingar í teirra viðtøkum og reglugerðum, umframt allar broytingar í innanhýsis bygnaði (t.d. yvirlitið yvir ábyrgdarpersónar ella persónar, ið hava heimild at binda felagið løgfrøðiliga í avtalum mótvegis triðja pørtum);

m) ikki at hava nakað ítróttarligt samband við eindir, sum ikki eru viðurkend ella við limir, sum eru útihýstir ella endaliga útkoyrdir;

n) at hava reglur í viðtøkum sínum um skyldu at halda grundreglurnar um loyalitet, integritet og góðan ítróttaatburð og reglur um fair play, og at tryggja, at hesi eisini verða vird av limum teirra í viðtøkuáseting;

o) at halda tey kravdu viðurskiftini, sum nevnd eru í grein 11, stk. 3 so leingi sum limaskapurin er virkin;

p) at hava eina limaskráseting, sum regluliga verður dagførdur;

q) at staðfesta viðtøkur, sum eru í samsvari við tað sum hesar viðtøkur áseta;

r) at halda allar aðrar skyldur, sum eru ásettar í viðtøkunum, og aðrar reglugerðir hjá FIFA, UEFA og FSF.

2 Brot á omanfyri nevndu skyldur hjá einum limi, kunnu hava við sær revsing sum ásett í hesum viðtøkum.

3 Brot á stykki j omanfyri kunnu eisini hava við sær revsing, hóast viðkomandi limur ikki hevur skuldina av ávirkanini frá triðja parti. Hvør limur sær hevur ábyrgdina mótvegis FSF fyri allar gerðir hjá teirra egnu nevndarlimum, sum eru úrslit av grovum ósketni ella tilætlaðum gerðum hjá hesum nevndarlimum.

Grein 15. Um at útihýsa lim fyribils
1. Aðalfundurin tekur avgerð um at útihýsa lim fyribils. Starvsnevndin kann tó, áðrenn eina atkvøðugreiðslu hjá aðalfundinum, fyribils útihýsa, við virknaði beinanvegin, ein lim, ið á álvarsligan hátt brýtur sínar skyldur sum limur. Útihýsingin, sum er góðkend av Starvsnevndini, skal verða galdandi til komandi aðalfund, um ikki Starvsnevndin undan hesum hevur tikið útihýsingina av.

2. Avgerðin um at útihýsa lim fyribils skal vera samtykt við í minsta lagi 2/3 meiriluta av teimum gildugu atkvøðunum. Ein avgerð um útihýsan hjá aðalfundinum ella um fyribils útihýsan hjá Starvsnevndini skal góðkennast á næstkomandi aðalfundi. Um avgerðin ikki verður góðkend, verður útihýsingin beinanvegin sett úr gildi.

3. Ein útihýstur limur missir øll síni limarættindi. Aðrir limir mugu ikki hava ítróttarligt samband við ein útihýstan lim. Aganevndin kann áleggja fleiri revsingar.

4. Limir sum ikki hava síni fíggjarligu viðurskifti í lagi mótvegis FSF (t.e. gjaldkomin skuld) skulu verða útihýst frá at atkvøða á aðalfundinum, og teirra umboð skulu ikki verða vald ella tilnevnd til eina FSF nevnd, fram til tey hava lokið teirra skyldur í hesum sambandi.

Grein 16. Um at koyra lim úr endaliga
1. Aðalfundurin kann koyra lim úr endaliga um:

a) limurin eftir ákravi frá FSF ikki heldur fíggjarligu skyldur sínar mótvegis FSF;

b) limurin álvarsliga og endurtakandi brýtur viðtøkur, reglugerðir, boð ella avgerðir hjá FIFA, UEFA og FSF, og hóast skrivliga ávaring við rímiligari freist ikki tekur neyðug stig;

c) limafelagið ikki í tvey fylgjandi kappingarár hevur tikið lut í ítróttarligum virksemi hjá FSF.

2. Uppskot um at koyra lim úr endaliga skal samtykkjast við í minsta lagi 2/3 meiriluta av teimum givnu gildugu atkvøðunum, burtursæð frá avgerð sambært stk. 1, litra c), sum kann avgerast við vanligum atkvøðumeiriluta av teimum givnu gildugu atkvøðunum.

Grein 17. Um at taka seg úr FSF
1. Ein limur kann taka seg úr FSF við 1 ára freist frá einum 1. januar at rokna. Fráboðan um at taka seg úr skal sendast skrivliga til aðalskrivstovu FSF’s.

2. Avgerð um at taka seg úr FSF er ikki galdandi fyrr enn limurin, sum hevur sett fram ynski um at taka seg úr, hevur lokið fíggjarligu skyldur sínar mótvegis FSF og hinum limunum í FSF.

Grein 18. Avtøka
1. Um ein limur kemur undir avtøku, antin sjálvboðin ella av løgfrøðiligum ávum, tá verður limaskapurin í FSF alt fyri eitt slitin í somu løtu løgfrøðiligi persónurin ikki er til longur.

2. Starvsnevndin í felagnum skal alt fyri eitt fráboða FSF, tá avtøkutilgongdin byrjar.

Grein 19 Bólkar og óheftni hjá limum og teirra nevndir
1. Ein og hvør bólkur av limum (t.e. liga) skal vera undirlagdur málsræðinum hjá og viðurkendur av FSF. Møgulig tillutan av heimildum, rættindum og skyldum til tílíkar bólkar skal verða ásett av Starvsnevndini í serstakari reglugerð, sum aðalfundurin skal samtykkja. FSF skal hava høvuðsábyrgdina at umsita viðurskifti viðvíkjandi døming, átøkum ímóti doping, skráseting av leikarum, loyvisskipan, álegging av agarevsing, íroknað brot á etisk viðurskifti, umframt neyðug átøk at verja integritetin í kappingum, íroknað átøk at forða fyri avtalaðum spæli (match-fixing).

2 Limir og bólkar av limum skulu taka allar sínar avgerðir um eitthvørt mál viðvíkjandi teirra limaskapi óheft av uttanhýsis ávirkan og uttan óneyðuga ávirkan frá nøkrum triðja parti. Hendan skyldan er galdandi, sama hvussu felagsskapurin annars er skipaður. Allar nevndir hjá liminum skulu verða valdar ella tilnevndar umvegis eina mannagongd, sum tryggjar fullkomið óheftni og integritet í val- ella tilnevningarmannagongdini.

3 Eingin persónur ella løgfrøðiligur persónur (íroknað holdingfeløg og dótturfeløg) kann á nakran hátt hava ræði á fleiri limafeløgum ella bólkum av limafeløgum í senn, um vandi er fyri at integriteturin í dystum ella kappingum kann verða settur í váða.

——————

Kapittul III. Heiðursforseti og heiðurslimur

Grein 20. Heiðursforseti og heiðurslimur
1. Aðalfundurin kann taka avgerð um at útnevna heiðursforseta ella heiðurslim. Hesin heiður kann veitast persónum fyri á ein serligan hátt at hava tænt fótbóltsspælinum væl.

2. Starvsnevndin setur fram uppskot um heiðursforsetar og heiðurslimir.

3. Heiðursforsetin ella heiðurslimurin kann taka lut á Aðalfundinum. Teir hava talurætt, men ikki atkvøðurætt.

——————

Kapittul IV. Skipan

Grein 21 Nevndir
1. Aðalfundurin hevur hægsta myndugleikan í FSF.

2. Starvsnevndin ásetur strategi og hevur eftirlit við virkseminum hjá FSF.

3. Aðalskrivstovan umsitur dagliga virksemið í FSF.

4. Fastar nevndir og nevndir, ið eru settar við einum ávísum endamáli, skulu ráðgeva og vera Starvsnevndini og aðalskrivstovuni hjá FSF til hjálpar í arbeiði sínum.

5. Loyvisnevndirnar umsita loyvisskipanina hjá FSF, í samsvari við loyvisreglugerðirnar hjá FSF og UEFA. Loyvisnevndinar skulu vera samansettar av loyvisnevndini og kærunevndini í loyvismálum.

6. Óheftu nevndirnar fremja sínar uppgávur í samsvari við hesar viðtøkur og viðkomandi lóggávu. Óheftu nevndirnar eru dømandi nevndirnar og loyvisnevndirnar.

7. Dømandi nevndirnar í FSF eru Aga- og etiskanevndin og Yvirkærunevndin.

8. Nevndirnar í FSF skulu vera valdar ella tilnevndar av FSF sjálvum uttan uttanhýsis ávirkan samsvarandi ásettu mannagongdunum í hesum viðtøkum.

9. Nevndarlimir hava skyldu til at taka seg úr orðaskiftinum og skulu ikki taka avgerðir, um tað er vandi fyri ella møguleiki fyri ógegni. Nevndarlimir skulu altíð vera vitandi um, og hava skyldu til at halda, viðkomandi ásetingar í FIFA Code of Ethics viðvíkjandi ógegni og at tillaga sín atburð á hóskandi hátt (t.d. við ikki at taka lut í viðgerðini, at kunna nevndarformannin um møguligt ógegni o.s.fr.).

Grein 22 At koyra nevndarlim frá
1. Aðalfundurin kann koyra ein nevndarlim frá. Starvsnevndin kann eisini koyra ein nevndarlim frá fyribils, tó ikki nevndarlimir í óheftu nevndunum. Avgerðin hjá Starvsnevndini um at koyra nevndarlim frá fyribils, skal góðkennast á komandi aðalfundi, uttan so at Starvsnevndin áðrenn hetta hevur ógildað sína avgerð. Um val er á skránni til komandi aðalfund, kann ein frákoyrdur nevndarlimur stilla upp til nevndarval (um hann annars lýkur viðkomandi treytir um valbæri) treytað av endaligu avgerðini hjá aðalfundinum um frákoyring hansara, sum skal avgreiðast áðrenn nevndarvalið.

2. Uppskotið um at koyra nevndarlim frá skal vera grundað og skal sendast limunum í Starvsnevndini og/ella limafeløgunum hjá FSF saman við fundarskránni.

3. Viðkomandi nevndarlimur hevur rætt til at verja seg frammanfyri Starvsnevndini og/ella aðalfundinum.

4. Uppskotið um at koyra nevndarlim frá, skal avgerast við loyniligari atkvøðugreiðslu í Starvsnevndini og/ella á aðalfundinum. Fyri at uppskotið skal verða samtykt krevst ein meiriluta upp á tveir triðingar av gildugu atkvøðunum.

5. Frákoyrdi nevndarlimurin (fyribils ella ikki) verður loystur frá sínum uppgávum alt fyri eitt.

———

A. AÐALFUNDUR

Grein 23. Allýsing og samanseting
1. Aðalfundurin er ein fundur, har allir limir regluliga koma saman. Aðalfundurin er hægsti myndugleiki og lóggávuting í FSF. Aðalfundurin er bert viðtøkuførur, um hann er innkallaður á rættan hátt. Aðalfundurin kann skipast við uppmøting ella sum videofundur.

2. Aðalfundurin skal verða skipaður í samsvar við grundreglurnar um umboðandi demokrati og skal hava atlit fyri týdningin av kynsligum javnrætti innan fótbólt, áhugamálini innan kvinnufótbólt og umboðan av áhugabólkum innan fótbólt.

3. Ein aðalfundir kann vera vanligur aðalfundur ella eykaaðalfundur.

4. Forsetin skal skipa fyri aðalfundinum í samvari við hesar viðtøkur, aðalfundarreglugerðini, og øðrum viðkomandi reglum.

5. Starvsnevndin kann loyva luttøku av eygleiðarum (t.d. umboð fyri ÍSF), sum luttaka á aðalfundinum uttan talu- ella atkvøðurætt.

6. Aðalfundarreglugerðin skal innihalda reglur fyri fjølmiðlaluttøku til aðalfundin.

Grein 24 Umboð og atkvøður
1. Hvør limur kann verða umboðaður á aðalfundinum við í mesta lagi 3 umboðum. Um ein limur er umboðaður á aðalfundinum við meira enn tveimum umboðum, tá skulu bæði kyn verða umboðaði.

2. Umboðini mugu hoyra til limin sum tey umboða og mugu vera útnevnd ella vald av viðkomandi nevnd hjá liminum. Hetta skulu tey kunna prógva, verða tey biðin um tað.

3. Hvør limur hevur eina atkvøðu á aðalfundinum. Limir, sum aktivt tóku lut í ítróttavirksemi hjá FSF í farna kappingarári, við í minsta lagi einum vaksnamannaliði (t.e. øll vaksnamannalið undantikið oldboys og oldgirls) og einum ungdómsliði (t.e. ikki vaksnamannalið og ikki oldboys og oldgirls), hava eina eyka atkvøðu á aðalfundinum.

4. Bert limir, sum hava síni umboð tilstaðar hava rætt til at atkvøða. Luttøka á videofundi skal metast sum at vera tilstaðar. Atkvøðu við fulltrú ella við brævi er ikki loyvd. Tá ein aðalfundur verður hildin sum videofundur, er loyvt at atkvøða yvir alnetið.

5. Limirnir í Starvsnevndini og aðalskrivarin skulu luttaka á aðalfundinum uttan atkvøðurætt. Limir í Starvsnevndini kunnu ikki verða útnevndir sum umboð til aðalfundin, so leingi teir eru limir í Starvsnevndini.

Grein 25 Heimildir aðalfundarinnar
Aðalfundurin hevur myndugleika í hesum viðurskiftum felagsins:
a) góðkenning ella broyting av hesum viðtøkum, aðalfundarreglugerðini og valreglugerðini;

b) útnevna tveir limir at eftirkanna fundarfrágreiðingina og góðkenna fundarfrágreiðingina frá seinasta fundi;

c) val av Forseta og av limunum í Starvsnevndini;

d) val av limum í óheftu nevndunum (dømandi nevndirnar og loyvisnevndirnar);

e) útnevna tvey eftirlitsfólk at hjálpa til við at telja atkvøðurnar;

f) góðkenning av árliga grannskoðaða ársroknskapinum (harímillum uppskot til fíggjarætlan);

g) góðkenning av leiðslufrágreiðing Forsetans (sum inniheldur eina lýsing av virkseminum hjá FSF síðani seinasta aðalfund);

h) val av óheftum og uttanhýsis grannskoðara eftir innstilling frá Starvsnevndini;

i) áseting av limagjaldi;

j) gera av, eftir innstilling frá Starvsnevndini, um heitini heiðursforseti ella heiðurslimur skulu gevast;

k) at taka upp, útihýsa ella at koyra ein lim úr;

l) at koyra ein lim úr nevndum í FSF;

m) avtaka FSF;

n) taka avgerðir eftir ynski frá einum limi samsvarandi hesum viðtøkum ella at taka avgerðir sum tað áliggur aðalfundinum at taka í samsvari við hesar viðtøkur.

Grein 26. Viðtøkuføri á aðalfundinum
1. Um ikki annað er ásett í hesum viðtøkum, eru avgerðir á aðalfundinum bert galdandi, um ein meiriluti (fleiri enn 50%) av umboðunum, sum umboða limirnar og sum hava atkvøðurætt, eru tilstaðar á aðalfundinum.

2. Um fundurin ikki er viðtøkuførur, skal ein annar aðalfundur verða hildin í seinasta lagi 14 dagar eftir fyrsta aðalfundin við somu dagsskrá.

3. Viðtøkuføri er ikki neyðugt fyri seinna aðalfundin, uttan so at eitt mál á dagsskránni verður sett fram um broyting av hesum viðtøkum, val av Forseta ella av limunum í Starvsnevndini, val av limum í teimum óheftu nevndunum, at koyra ein lim úr nevnd, útihýsan ella útkoyring av einum limi ella avtøku av FSF.

4. Tá tað er fráboðað, at aðalfundurin er komin saman og skipaður í samsvari við hesar viðtøkur, verður viðtøkuførið ikki ávirkað av umboðum, sum fara av fundinum.

Grein 27. Avgerðir á aðalfundinum
1. Um ikki annað er ásett í hesum viðtøkum, er ein meiriluti (fleiri enn 50%) av teimum givnu gildugu atkvøðunum nóg mikið fyri at avgerðin er gildug. Blankir atkvøðuseðlar, ógildugar atkvøður ella elektroniskar atkvøður sum eru manipuleraðar á einhvønn hátt og einhvør háttur at halda seg frá at atkvøða verður atlit ikki tikið til tá meirilutin verður taldur upp.

2. Ein avgerð sum krevur eina atkvøðugreiðslu skal verða framd við at rætta hondina upp, elektroniska skráseting ella við skrivligari atkvøðugreiðslu, uttan so at aðalfundurin velur ein annan hátt. Um tað við at rætta hondina upp ikki fæst greiðu á um ein greiður meiriluti er fyri einum uppskoti ella um í minsta lagi ein meiriluti (fleiri enn 50%) av umboðunum umboðandi møttu limirnar, sum hava atkvøðurætt, seta fram ynski um hetta, so skal atkvøðast við at lisið verður upp í alfabetiskum ordan, nøvnini á teimum frammøttu umboðunum á fundinum.

Grein 28. Val
1. Val skulu avgreiðast sum loyniligar atkvøðugreiðslur. Aðalfundurin kann tó gera av at farið verður fram á annan hátt um talið av valevnum er tað sama sum talið av tómum sessum.

2. Val skulu avgreiðast í samsvari við valreglugerðina og skal vera undir eftirliti av fundarstjóranum.

3. Øll valevni í samband við val av limum til Starvsnevndina mugu verða skotin upp av í minsta lagi einum limi.

4. Valevnisuppskot til Starvsnevndina skulu sendast til aðalskrivstovu FSF’s í minsta lagi 20 dagar fyri aðalfundin. Listin við valevnisuppskotum skal sendast til limirnar í FSF í minsta lagi 7 dagar fyri aðalfundin.

5. Tá talan er um persónsval, krevst at meira enn 50% av skrásettum og gildugum atkvøðum atkvøða fyri í fyrsta valumfari.

6. Um fleiri enn 2 valevni eru til ein sess, verður valevnið, ið fær lægsta tal av atkvøðum, tikið burtur í sambandi við næstu atkvøðugreiðsluna, til bert 2 valevni eru eftir.

7. Stendur á jøvnum, verður umval millum tey, ið standa á jøvnum, og eftirfylgjandi lutakast, um tað framvegis stendur á jøvnum.

Grein 29. Vanligur Aðalfundur

1 Vanligi Aðalfundurin verður hildin hvørt ár innan 1. apríl.

2 Starvsnevndin skal áseta stað og dag fyri aðalfundinum. Skrivlig fráboðan um aðalfund við fyribils skrá skal verða sent limunum í seinasta lagi 60 dagar frammanundan aðalfundinum.

3 Eitthvørt uppskot, sum ein limur ynskir at leggja fyri aðalfundin skal sendast aðalskrivstovu FSF’s skrivliga, og skal innihalda eina stutta frágreiðing, í minsta lagi 30 dagar fyri aðalfundin.

4 Formliga innkallingin skal gerast skrivliga í minsta lagi 7 dagar framman undan aðalfundinum. Í innkallingini skulu vera dagsskrá fyri fundin, ársfrágreiðingin, fíggjarstøðan, grannskoðaði ársroknskapurin við fíggjarjavna, umframt onnur viðkomandi skjøl, harímillum ein listi yvir valevnunum (um viðkomandi).

Grein 30. Dagsskrá fyri vanliga aðalfundin
1. Aðalskrivarin ger dagsskránna grundað á uppskot frá Starvsnevndini og limunum.

2. Dagsskráin fyri aðalfundin skal í minsta lagi innihalda fylgjandi evni (í kronologiskari skipan):

a) Ein kunngerð um, at aðalfundurin er innkallaður og skipaður í samsvari við hesar viðtøkur;

b) góðkenning av dagsskrá;

c) Forsetin greiður frá virksemi felagsins í farna ári;

d) velja limir at eftirkanna fundarfrágreiðingina;

e) velja eftirlitsfólk;

f) útihýsing ella útkoyring av limum (um viðkomandi);

g) góðkenning av fundarfrágreiðing frá undanfarna aðalfundi;

h) ársfrágreiðing (sum lýsir virksemið síðani seinasta aðalfund);

i) framløga og góðkenning av grannskoðaðum ársroknskapi, fíggjarjavnin fyri farna ár, eitthvørt annað viðkomandi fíggjarskjal og uppskot til fíggjarætlan, umframt frágreiðingina frá uttanhýsis grannskoðaranum;

j) atkvøðugreiðslur um uppskot at broyta viðtøkurnar, aðalfundarreglugerðina og valreglugerðina (um viðkomandi);

k) kjak um innkomin uppskot frá limunum ella Starvsnevndini í samsvari við mannagongdina, sum ásett undir grein 29, stk. 3 í hesum viðtøkum (um viðkomandi);

l) val av óheftum uttanhýsis grannskoðara (um viðkomandi) eftir uppskoti frá Starvsnevndini;

m) frákoyring úr nevnd av einum nevndarlimi í FSF (um hetta er viðkomandi);

n) val av Forseta og limum í Starvsnevndini;

o) val av limum til óheftu nevndirnar (dømandi nevndirnar og loyvisnevndirnar) (um hetta er viðkomandi) eftir uppskoti frá Starvsnevndini;

p) upptøka av limum (um viðkomandi);

q) ymiskt.

3. Fundarskráin í sambandi við ein vanligan aðalfund kann broytast, um 2/3 av umboðunum umboðandi limirnar, sum eru til staðar á aðalfundinum, og sum hava atkvøðurætt, taka undir við tílíkum uppskoti.

4. Aðalfundurin skal ikki taka avgerðir um viðurskifti, sum ikki eru nevnd á dagsskránni.

Grein 31. Eykaaðalfundir
1. Starvsnevndin kann til hvørja tíð innkalla til eykaaðalfundar.

2. Starvsnevndin skal kalla inn til eykaaðalfundar, um í minsta lagi ein triðing av limunum seta fram skrivliga umbøn um hetta. Í umbønini skal innihaldið í dagsskránni fyri eykaaðalfundin verða nevnt. Ein eykaaðalfundur skal verða hildin í seinasta lagi 1 mánað eftir, at tílík umbøn er móttikin. Um eykaaðalfundurin ikki verður innkallaður innanfyri hesa freist, kunnu limirnir, ið hava biðið um at fáa eykaaðalfundin hildnan, innkalla til eykaaðalfundar sjálvir. Gera teir hetta, skulu teir boða øllum limum í FSF og Starvsnevndini frá tíð og stað fyri eykaaðalfundin, saman við innihaldinum í fundarskránni í samsvari við stk. 3 niðanfyri.

3. Limirnir skulu fáa boð um stað, dag og dagsskrá í seinasta lagi 14 dagar undan tí degi, at eykaaðalfundurin verður hildin. Hendan innkalling skal innihalda fundarskránna umframt onnur viðkomandi skjøl.

4. Tá eykaaðalfundur verður innkallaður eftir umbøn frá Starvsnevndini, skal Starvsnevndin áseta dagsskránna. Tá ein eykaaðalfundur verður innkallaður eftir umbøn frá limum, skulu evnini, sum viðkomandi limir hava nevnt í umbøn síni um eykaaðalfund, vera við á dagsskrá.

5. Dagsskráin fyri ein eykaaðalfund kann ikki broytast.

Grein 32. Broyting av viðtøkunum, aðalfundarreglugerðini og valreglugerðini
1. Aðalfundurin tekur avgerð um at broyta viðtøkurnar, aðalfundarreglugerðina og valreglugerðina.

2. Uppskot um broyting av viðtøkunum, aðalfundarreglugerðini og valreglugerðini skulu sendast aðalskrivstovu FSF’s skrivliga við stuttari frágreiðing av einum limi ella av Starvsnevndini. Eitt uppskot innsent frá einum limi er gildugt, treytað av at í minsta lagi tveir aðrir limir skrivliga vátta sín stuðul til at uppskotið verður sett fram.

3. Eitt uppskot um broyting av viðtøkunum skal bert verða samtykt, um ¾ av umboðunum umboðandi limirnar við atkvøðurætti eru til staðar tá atkvøtt verður, og at ¾ av umboðunum umboðandi limirnar sum eru til staðar við atkvøðurætti taka undir við uppskotinum.

Grein 33. Fundarfrágreiðing
Aðalskrivarin hevur ábyrgdina av at skriva fundarfrágreiðing á aðalfundinum. Limirnir, sum eru útnevndir at eftirkanna fundarfrágreiðingina skulu gera tað soleiðis, at fundarfrágreiðingin kann sendast limunum innanfyri 30 dagar eftir aðalfundin. Fundarfrágreiðingin er at meta sum góðkend, um, innanfyri 30 dagar eftir, at hon er send út, og eingin hevur mótmælt í innskrivaðum brævi til aðalskrivaran. Um mótmæli koma inn, so skal fundarfrágreiðingin setast á fundarskránna til næsta aðalfund til støðutakan.

Grein 34. Nær avgerðir koma í gildi
Avgerðir tiknar av aðalfundinum koma í gildi beinanvegin, uttan so at annað er ásett í hesum viðtøkum ella uttan so at aðalfundurin ásetur ein annan dag, har avgerðin kemur í gildi.

———

B. STARVSNEVND

Grein 35. Samanseting av Starvsnevndini
1. Starvsnevndin er samansett av 7 limum, bæði kyn skulu vera umboðað, soleiðis:

a) 1 Forseti;
b) 6 limir.

2. Starvsnevndin velur ein varaforseta millum hinar starvsnevndarlimirnar; Forsetin kann skjóta sítt egna valevni upp.

3. Forsetin og limirnir í Starvsnevndini verða valdir av aðalfundinum í samsvari við grein 28 í viðtøkunum. Teir skulu standa eina integritetskanning, sum Yvirkærunevndin stendur fyri, áðrenn teir kunnu veljast, endurveljast ella útnevnast (sí fylgiskjal A).

4. Valskeiðið fyri Forsetan og limirnar í Starvsnevndini er 4 ár. Forsetin og 3 limir av Starvsnevndini skulu veljast í stakári (bæði kyn skulu vera vald). Hinir 3 limirnir í Starvsnevndini skulu veljast næstkomandi stakár (bæði kyn skulu veljast). Mandat teirra byrjar alt fyri eitt eftir aðalfundin, sum hevur valt tey og endar eftir aðalfundin, sum velur eftirfólk teirra.

5. Verða bæði kyn ikki vald til Starvsnevndina sum stk. 4 omanfyri sigur, so verður ein sessur mettur sum tómur og Starvsnevndin skal útnevna ein lim úr manglandi kyninum á fyrstkomandi fundi í Starvsnevndini eftir viðkomandi aðalfund.

6. Limirnir í Starvsnevndini skulu ikki vera eldri enn 70 ár. Limirnir skulu hava verið virknir innan fótbólt og skulu hava reina revsiváttan og hava fastan bústað í Føroyum.

7. Limur í Starvsnevndini kann ikki samstundis vera limur í óheftari nevnd og kann ikki verða útnevndur/valdur sum umboð umboðandi ein lim á aðalfundinum.

8 Um upp til tveir sessir gerast tøkir, skal Starvsnevndin røkja viðkomandi sessir fram til næsta vanliga aðalfund, tá avloysari verður valdur fyri restina av valskeiðinum.

9 Um fleiri enn tveir sessir í Starvsnevndini verða tøkir, so skulu teir eftirverandi nevndarlimirnir í Starvsnevndini kalla saman til eykaaðalfund innan fyri ásettu tíðina í grein 31, stk. 2 í viðtøkunum. Um limirnir, sum eru eftir í Starvsnevndini eina viku eftir hesa tíð ikki hava kallað inn til eykaaðalfund, so skal aðalskrivarin gera tað.

10 Einhvør nevndarsessur í Starvsnevndini er at meta sum tómur við deyða, uppsøgn ella um viðkomandi nevndarlimur varandi er forðaður at fremja sínar skyldur.

Grein 36. Fundir
1. Starvsnevndin skal hittast í minsta lagi 4 ferðir um árið. Fundirnir kunnu vera persónliga ella sum videofundur.

2. Forsetin skal kalla inn til starvsnevndarfundir. Um 4 nevndarlimir í Starvsnevndini biðja um fund, skal Forsetin innkalla til fundar innanfyri 14 dagar eftir, at hann hevur móttikið umbønina. Innkallar Forsetin ikki til fundar innan áðurnevndu freist, so skulu hinir limirnir í Starvsnevndini kalla inn til fundar sjálvir, men mugu senda fundarskránna til allar limir í Starvsnevndini í minsta lagi 7 dagar áðrenn fundin í samsvari við stk. 3 niðanfyri.

3. Forsetin, stuðlaður av aðalskrivaranum, ásetir dagsskránna, sum skal fráboðast til limirnar í minsta lagi 7 dagar fyri fundin. Hvør limur í Starvsnevndini hevur rætt til at seta fram uppskot um evni at hava við í dagsskránna. Starvsnevndarlimir skulu senda aðalskrivstovu FSF’s uppskot síni til dagsskránna í seinasta lagi 7 dagar frammanundan fundinum. Vanliga skal endaliga dagsskráin sendast til allar limirnar í Starvsnevndini í minsta lagi 4 dagar frammanundan fundinum.

4. Forsetin kann eisini kalla Starvsnevndina inn til fundar í átrokandi málum fyri at avgreiða mál, sum krevja avgerð í stundini millum tveir fundir hjá Starvsnevndini. Í slíkum málum kann freistin, sum er nevnd í stk. 3 omanfyri antin verða stytt ella sett til viks, um málið hevur bráðskund. Avgerðir kunnu takast umvegis aðrar skrivligar samskiftishættir (t.d. teldupost, boð appir).

5. Aðalskrivarin luttekur sum ráðgevi og skrivari á fundum í Starvsnevndini uttan at hava atkvøðurætt. Um aðalskrivarin ikki fær møtt á einum fundi, so kann hann útnevna eitt umboð fyri seg, sum møtir á fundinum hansara vegna.

6. Fundir í Starvsnevndini eru ikki almennir. Starvsnevndin kann tó bjóða øðrum luttakarum til fundar. Aðrir luttakarar hava ikki atkvøðurætt og mugu bert úttala seg við loyvi frá Starvsnevndini.

Grein 37 Heimildir hjá Starvsnevndini
Starvsnevndin hevur hesar heimildir:

a) Tekur avgerðir í øllum málum, sum tað ikki áliggur aðalfundinum at taka avgerð um, og sum ikki sambært lóggávu ella hesum viðtøkum eru løgd til aðrar nevndir at taka avgerð um;

b) fyrireikar og innkallar, stuðlaður av aðalskrivstovuni hjá FSF, til vanligar aðalfundir og eykaaðalfundir hjá FSF;

c) útnevnir formenn, varaformenn og limir í føstum nevndum;

d) kann í førum, har hetta verður mett neyðugt, seta aðrar nevndir við avmarkaðum uppgávum;

e) setir í starv ella loysir úr starvi aðalskrivaran eftir uppskoti frá Forsetanum;

f) skal á aðalfundinum seta fram uppskot um óheftar grannskoðarar;

g) skal útnevna limirnar í óheftu nevndunum (dømandi nevndir og loyvisnevndir), treytað av at hesir verða valdir á aðalfundinum;

h) góðkennir starvssetanina av høvuðsvenjarunum hjá A-landsliðunum hjá monnum og kvinnum;

i) góðkennir og samtykkir innanhýsis reglugerðir fyri, hvussu FSF skal skipast innanhýsis, harundir fyri hvussu føstu nevndirnar og nevndir við avmarkaðum uppgávum skulu verða skipaðar, kappingarreglugerð, agareglugerð og leikarareglugerð;

j) samtykkir reglugerðir fyri einari loyvisskipan, sum skipar luttøkuna hjá feløgum í kappingum hjá FSF og UEFA í samsvari við minstukrøvini í loyvisskipanini fyri feløg, sum ásett av UEFA og FIFA;

k) skal tryggja, at hesar viðtøkur verða fylgdar og taka neyðugar avgerðir í hesum sambandi;

l) kann koyra frá ein nevndarlim, tó undantikið limirnar í óheftu nevndunum, ella útihýsa ein lim fyribils fram til næsta aðalfund;

m) kann lata øðrum nevndum í FSF ella uttanfyristandandi uppgávur, sum Starvsnevndin hevur;

n) útnevna eygleiðarar, sum kunnu taka lut á aðalfundinum uttan tali- ella atkvøðurætt.

Grein 38. Avgerðir
1. Starvsnevndin kann bert hava gildugt orðaskifti ella taka avgerð, um í minsta lagi 5 nevndarlimir eru tilstaðar. At luttaka á videofundi er at meta sum at vera tilstaðar.

2. Starvsnevndin tekur avgerð við meiriluta (fleiri enn 50%) av teimum givnu gildugu atkvøðunum, uttan so at annað er ásett í hesum viðtøkum. Um tað stendur á jøvnum, er atkvøða Forsetans avgerandi. Tað er ikki loyvt at atkvøða við fulltrú ella við brævatkvøðu. Tá Starvsnevndarfundur verður hildin sum videofundur, er loyvt at atkvøða umvegis alnetið ella umvegis aðrar skrivligar samskiftishættir (t.d. teldupost, boð appir).

3. Limir í Starvsnevndini skulu taka seg úr orðaskiftinum og skulu ikki luttaka í avgerðum, um nakar vandi ella møguleiki er fyri ógegni.

4. Avgerðir, ið verða tiknar, skulu verða skrivaðar í fundarfrágreiðingina.

5. Avgerðir, ið verða tiknar av Starvsnevndini, fáa virknað beinanvegin, um ikki Starvsnevndin tekur aðra avgerð.

———

C. FORSETI

Grein 39. Forsetin
1. Forsetin umboðar FSF løgfrøðiliga.

2. Forsetin hevur í høvuðsheitum fylgjandi skyldur:

a) at tryggja, at lógarásett mál, endamál, strategiska kós, politikkir og virðir hjá FSF eru í hásæti og at skapa eina jaliga mynd av FSF;

b) gjøgnum aðalskrivstovuna at seta avgerðir hjá aðalfundinum og Starvsnevndini í verk;

c) at hava eftirlit við, at nevndir í FSF virka til fulnar og tryggja, at nevndirnar røkka teimum endamálum, sum eru lýst í hesum viðtøkum;

d) at hava eftirlit við arbeiðinum hjá aðalskrivstovu FSF’s;

e) at hava ábyrgdina av viðurskiftunum millum FSF og limirnar, FIFA, UEFA, politiskar myndugleikar og aðrar felagsskapir.

3. Bert Forsetin kann seta fram uppskot um setan av aðalskrivara og uppskot um at koyra aðalskrivara úr starvi.

4. Forsetin stendur fyri aðalfundinum, starvsnevndarfundum og fyri fundum í teimum nevndum, har hann er útnevndur formaður.

5. Forsetin hevur eina atkvøðu í Starvsnevndini, og tá stendur á jøvnum, er atkvøða Forsetans avgerandi.

6. Um Forsetin er burturstaddur ella ikki er tøkur, kemur varaforsetin í hansara stað.

7. Møguligar aðrar heimildir hjá Forsetanum skulu verða settar í innanhýsis reglugerð hjá FSF.

Grein 40 Umboðan og undirskrift (tekningarreglur)
1. Forsetin umboðar FSF løgfrøðiliga.

2. FSF kann verða teknað av hesum persónum:

a) Forsetanum saman við aðalskrivaranum;

b) Aðalskrivaranum saman við tveimum limum av Starvsnevndini;

c) Starvsnevndini.

3. Starvsnevndin kann geva fulltrúarumboðan til at umboða FSF løgfrøðiliga.

———

D. FASTAR NEVNDIR

Grein 41. Fastar nevndir
1. Føstu nevndirnar hjá FSF eru:

a) Fíggjarnevndin;

b) Kappingarnevndin;

c) Útbúgvingar- og menningarnevndin;

d) Dómaranevndin;

e) Landsliðsnevndin;

f) Kvinnunevndin;

g) Grassroots og ungdómsnevndin.

2. Einans formenninir og varaformenninir í føstu nevndunum kunnu vera limir í Starvsnevndini undantikið tey í fíggjarnevndini og dómaranevndini.

3. Limirnir í føstu nevndunum vera útnevndir av Starvsnevndini. Formenninir, varaformenninir og limirnir í føstu nevndunum vera útnevndir fyri eitt tvey ára skeið. Starvsnevndin kann seta ella koyra tey nær sum helst uttan góðkenning frá aðalfundinum.

4. Limirnir í føstu nevndunum skulu sínamillum hava førleikarnar, vitanina, evnini og royndirnar til at avgreiða uppgávur og skyldur hjá teirra viðkomandi nevndum. Starvsnevndin skal tryggja eitt hóskandi kynsbýti og áhugamálsbýti í føstu nevndunum.

5. Hvør formaður skal umboða sína føstu nevnd og taka sær av virkseminum í samsvari við viðkomandi mannagongd, sum Starvsnevndin hevur ásett.

6. Hvør formaður ásetir fundardagar í samstarvi við avvarðandi skrivara og skal tryggja, at allar uppgávur verða framdar og geva frágreiðingar til Starvsnevndina. Fundir kunnu annaðhvørt vera persónligir ella sum videofundur.

7. Starvsnevndin og hvør fasta nevnd, sum hevur fingið loyvi frá Starvsnevndini, kann, um neyðugt, stovna eina undirnevnd at avgreiða skundmál; í slíkum føri kunnu avgerðir takast umvegis skrivligar samskiftishættir (t.d. teldupost, boð appir). Alt orðaskifti og avgerðir hjá undirnevndum skal fráboðast til viðkomandi føstu nevndina so skjótt sum tað letur seg gera.

8. Fastar nevndir kunnu seta fram uppskot til Starvsnevndina um broyting í reglugerðunum fyri teirra nevnd.

9. Undirnevndir kunna leggja mál av stórum prinsipiellum týdningi fyri Starvsnevndina til støðutakan.

Grein 42. Fíggjarnevndin
1. Í Fíggjarnevndini eru Forsetin sum formaður, varaformaður og ein annar limur.

2. Nevndin hevur hesar skyldur:
a) at hava eftirlit við fíggjarstýringini hjá FSF;

b) at ráðgeva Starvsnevndini í fíggjarligum málum og um hvussu ognir hjá FSF skulu fyrisitast; og

c) at greina fíggjarætlanina hjá FSF og roknskapirnar, ið verða fyrireikaðir av aðalskrivaranum, og letur Starvsnevndini hesar til góðkenningar.

Grein 43. Kappingarnevndin
1. Í Kappingarnevndini eru ein formaður, varaformaður og tríggir aðrir limir.

2. Nevndin hevur hesar skyldur:
a) at skipa fyri og at hava eftirlit við kappingunum hjá FSF samsvarandi kappingarreglunum hjá FSF;

b) at ráðgeva Starvsnevndini um kappingarviðurskifti; og

c) at skjóta upp broytingar til kappingarreglurnar til Starvsnevndina.

Grein 44. Útbúgvingar- og menningarnevndin

1. Í Útbúgvingar- og menningarnevndini eru formaður, varaformaður og tríggir aðrir limir.

2. Nevndin hevur hesar skyldur:
a) at skipa fyri og at hava eftirlit við útbúgvingini av venjarum í samsvari við UEFA Coaching Convention;

b) at ráðgeva Starvsnevndini um teknisku menningina av fótbólti.

Grein 45. Dómaranevndin
1. Í Dómaranevndini eru formaður, varaformaður og tríggir aðrir nevndarlimir, sum helst skulu vera fyrrverandi dómarar. Teir skulu ikki hava tilknýti til nakað ávíst felag, liga (um viðkomandi), annað fótbóltssamband ella annan dómarafelagsskap (fakfelag, áhugabólk o.s.fr.) Virknir dómarar eru ikki valbærir til limaskap í Dómaranevndini.

2. Nevndin hevur hesar skyldur:
a) at skipa dómarar í hvønn bólk alt eftir meting av teirra avrikum, umframt at tey skulu taka støðu til, um dómari skal flytast upp ella niður;

b) at góðkenna útnevnan av dómarum til kappingar undir FSF;

c) at hava eftirlit við innstilling av dómarum til FIFA Refereeing International Lists í samsvari við FIFA Regulations Governing the Registration of International Match Officials;

d) at hava umsjón við at Laws of the Game verður fylgt í øllum kappingum, sum verða fyriskipaðar undir FSF;

e) at fylgja standard háttalagi fyri dómarar sum ásett av FIFA fyri at tryggja einsháttaða íverksetan av Laws of the Game;

f) at nýta einsháttaði krøv til at eftirmeta dómarar sum ásett av FIFA;

g) at velja og góðkenna altjóða dómaravenjarar (herímillum eygleiðarar, dystargreinarar og onnur fólk, sum hava beinleiðis ávirkan á avrik og menning av dómarum);

h) at góðkenna umsitingarreglur fyri dómaravirksemi.

Grein 46. Landsliðsnevndin
1. Í landsliðsnevndini eru formaður, varaformaður og tríggir aðrir limir.

2. Nevndin hevur hesar skyldur:
a) at ráðgeva Starvsnevndini í viðurskiftum um landslið.

Grein 47. Kvinnunevndin
1. Í Kvinnunevndini eru formaður, varaformaður og tríggir aðrir limir.

2. Nevndin hevur hesar skyldur:

a) at ráðgeva Starvsnevndini um mál viðvíkjandi menningini av gentu- og kvinnufótbólti.

Grein 48. Grassroots og ungdómsnevndin
1. Í Grassroots og ungdómsnevndini eru formaður, varaformaður og tríggir aðrir limir.

2. Nevndin hevur hesar skyldur:

a) at ráðgeva Starvsnevndini um mál viðvíkjandi menningini av grassroots og ungdómsfótbólti.

———

E. FYRISITING

Grein 49. Aðalskrivstova FSF’s
Aðalskrivstova FSF’s útinnir og skipar fyri rakstrinum og fyrisitingini hjá FSF undir leiðslu av aðalskrivaranum. Tey, ið eru í starvi á aðalskrivstovu FSF’s, eru bundin av innanhýsis skipanarligum reglugerðum hjá FSF og skulu fremja sítt starv í góðari trúgv.

Grein 50. Aðalskrivari
1. Aðalskrivarin er stjóri fyri aðalskrivstovu FSF’s.

2. Aðalskrivarin verður útnevndur av Starvsnevndini eftir uppskoti frá Forsetanum við støði í privatrættarligari avtalu, og skal hava neyðugu professionellu førleikarnar og/ella royndir.

3. Aðalskrivarin hevur skyldu til:

a) at seta í verk avgerðir, tiknar av aðalfundinum og Starvsnevndini samsvarandi boðum frá Forsetanum;

b) at vera á aðalfundinum og nevndarfundum hjá Starvsnevndini og kann taka lut í fundum hjá teimum føstu nevndunum og nevndunum við avmarkaðum uppgávum;

c) at skipa fyri aðalfundi og Starvsnevndarfundum og í øðrum nevndum;

d) at skriva fundarfrásøgnir frá aðalfundum og Starvsnevndarfundum;

e) at hava eftirlit við at roknskapirnir hjá FSF verða gjørdir á rættan hátt;

f) at skipa fyri dagliga samskiftinum hjá FSF;

g) at hava um hendi viðurskifti við limirnar, nevndirnar, FIFA og UEFA undir leiðbeining av Forsetanum;

h) at skipa fyri aðalskrivstovu FSF’s;

i) at útnevna og siga úr starvi starvsfólk á aðalskrivstovu FSF’s;

j) at seta fram uppskot til Starvsnevndina um setan av høvuðsvenjara hjá A-landsliðnum hjá monnum og kvinnum.

4. Aðrar skyldur og uppgávur, sum verða lagdar til aðalskrivaran skulu verða ásettar í innanhýsis skipanarliga reglugerð hjá FSF.

5. Aðalskrivarin kann ikki verða valdur í nakra nevnd hjá FSF.

———

F. DØMANDI NEVNDIR

Grein 51. Dømandi nevndir
1. Dømandi nevndirnar í FSF eru:
a) Aga- og etiskanevndin,
b) Yvirkærunevndin.

2. Dømandi nevndirnar skulu setast saman soleiðis, at limirnir samanlagt hava vitanina, førleikarnar og serfrøðina, sum er neyðug fyri at avgreiða sínar uppgávur og skyldur. Mandatið hjá øllum limunum í dømandi nevndunum er fyri tvey ár. Tey kunnu endurveljast.

3. Limirnir í dømandi nevndunum skulu býtast sundur í tveir bólkar og verða valdir annaðhvørt ár á aðalfundinum eftir uppskoti frá Starvsnevndini. Tað er einans aðalfundurin, sum kann koyra tey frá.

4. Limirnir í dømandi nevndunum kunnu ikki vera limir í aðrari nevnd hjá FSF og kunnu heldur ikki vera starvssett á aðalskrivstovuni í FSF.

5. Limirnir í dømandi nevndunum (tó undantikið í Yvirkærunevndini) skulu fara ígjøgnum eina kanning um teirra valbæri og integritet, sum Yvirkærunevndin stendur fyri í samsvari við ásetingarnar í hesum viðtøkum og valreglugerðini hjá FSF, áðrenn teir stilla upp til val ella endurval.

6. Ábyrgdar- og virkisøkið hjá dømandi nevndunum skal framganga í Aga- og etiskureglugerðini hjá FSF.

Grein 52. Aga- og etiskanevndin
1. Í Aga- og etiskunevndini eru formaður, varaformaður og 3 aðrir nevndarlimir. Formaðurin, varaformaðurin og í hvussu er ein annar limur skulu allir vera løgfrøðingar.

2. Virksemið hjá nevndini fer fram samsvarandi aga- og etiskureglugerðini hjá FSF, sum Starvsnevndin samtykkir, ið skal samsvara við agareglugerðini hjá FIFA. Nevndin skal, sum útgangsstøði, bert taka avgerðir, tá øll nevndin er til staðar, men kann taka avgerðir tá í minsta lagi 3 limir eru til staðar. Undantøk kunnu ásetast í aga- og etiskureglugerðini hjá FSF, sum loyva formanni, varaformanni ella nevndarlimi, sum virkar sum fyribils formaður, at taka avgerð í málum einsamallir.

3. Nevndin kann áseta revsingar, sum eru nevndar í hesum viðtøkum og í aga- og etiskureglugerðini hjá FSF, og hesar revsingar kunnu áleggjast limum, ábyrgdarpersónum, leikarum, feløgum, skrásettum dystarfyriskiparum og fótbóltsagentum.

4. Hesar ásetingar ávirka ikki heimildirnar hjá aðalfundinum og Starvsnevndini tá umræður útihýsan ella útkoyring av limum.

Grein 53. Yvirkærunevndin
1. Í Yvirkærunevndini eru formaður, varaformaður og 3 aðrir nevndarlimir. Formaðurin og varaformaðurin og í minsta lagi ein av hinum limunum skulu allir vera løgfrøðingar.

2. Dømandi virksemið hjá nevndini fer fram samsvarandi aga- og etiskureglugerðini hjá FSF, sum Starvsnevndin samtykkir, ið skal samsvara við agareglugerðini hjá FIFA. Yvirkærunevndin skal, sum útgangsstøði, bert taka avgerðir, tá øll nevndin er til staðar, men kann taka avgerðir, tá í minsta lagi 3 limir eru til staðar. Undantøk kunnu ásetast í aga- og etiskureglugerðina hjá FSF, sum loyva formanni, varaformanni ella nevndarlimi sum virkar sum fyribils formaður at taka avgerð í málum einsamallir.

3. Yvirkærunevndin tekur avgerðir í kærumálum viðvíkjandi avgerðum hjá aga- og etiskunevndini, ið ikki eru endaligar.

4. Yvirkærunevndin hevur skyldu til at fremja integritetskanningar í samsvari við hesar viðtøkur.

5. Avgerðir tiknar av Yvirkærunevndini kunnu einans sendast víðari til gerðarrætt í samsvari við ásetingar í hesum viðtøkum.

———

G. LOYVISNEVNDIR

Grein 54. Loyvisnevndirnar
1. Loyvisnevndirnar hava ábyrgd av loyvisskipanini í FSF í samsvari við loyvisreglugerðirnar hjá FSF og UEFA.

2. Loyvisnevndirnar eru ein loyvisnevnd og ein kærunevnd í loyvismálum.

3. Avgerðir, sum kærunevndin í loyvismálum tekur, kunnu einans leggjast fyri CAS í samsvari við ásetingarnar í hesum viðtøkum.

Grein 55 Agamál
Agarevsingarnar eru í høvuðsheitum:

1. Fyri persónar og løgfrøðiligar persónar:
a) ávaring;

b) átala;

c) bót;

d) frátøka av heiðursmerkjum;

e) strikan av heitum.

2. Fyri persónar:
a) ávaring;

b) burturvísing;

c) leikbann;

d) bann fyri at vera í umklæðingarrúmum og/ella at vera á útskiftingarbeinkinum;

e) bann fyri at vera á leikvølli;

f) bann fyri at taka lut í virksemi, ið hevur við fótbólt at gera;

g) samfelagstænasta;

h) lýdnisvenjing (compliance training).

3. Fyri løgfrøðiligar persónar:
a) bann fyri at flyta leikarar;

b) áseta dyst/ir at skula leikast uttan áskoðarar;

c) áseta dyst/ir at skula leikast á uttanveltaðum vølli;

d) bann fyri at leika á ávísum leikvølli;

e) ógilding av dystarúrsliti;

f) koyra felag úr kapping;

g) døma felag at tapa dyst;

h) taka stig frá felagi;

i) døma lið at flyta í lægri deild;

j) dømdur at spæla dyst umaftur.

Grein 56. Gerðarrættur
1. Ósemjur innan FSF ella ósemjur sum ávirka limir í FSF, ligur, feløg, limir í ligum, feløg, limir í feløgum, leikarar og ábyrgdarpersónar kunnu einans í síðstu atløgu (eftir at allir aðrir møguleikar innanhýsis í FSF eru troyttir) verða sendir til gerðarrætt í samsvari við føroyska lóggávu, sum skal taka endaliga avgerð í málinum uttanum vanligu dómstólarnar.

2. Ósemjur av altjóða slagi stavandi frá ella sum viðvíkja viðtøkur, reglugerðir, boðum og avgerðum hjá FIFA ella UEFA, kunnu einans í síðstu atløgu leggjast fyri CAS sum ásett í viðtøkunum hjá FIFA og hjá UEFA.

Grein 57. Løgdømi

1 FSF hevur løgdømið, tá ræður um innanhýsis ósemjur í Føroyum, t.e. ósemjur millum partar, ið hoyra til ella hava tilknýti til FSF.

2 FIFA og/ella UEFA hava løgdømið, tá ræður um altjóða ósemjur, t.e. millum partar, ið hoyra til ymisk fótbóltssambond og/ella konfederatiónir, í samsvari við viðkomandi reglugerð.

3 FSF skal tryggja, at felagsskapurin, og øll tey sum virka undir løgdøminum hjá FSF, í øllum viðurskiftum halda einhvørja endaliga avgerð sum er tikin av einari FIFA nevnd, einari UEFA nevnd, av gerðarrættinum sum er viðurkendur av FSF ella av CAS.

———

Kapittul V. Fíggjarmál

Grein 58. Roknskaparár
1. Roknskaparárið hjá FSF er kalendaraárið.

2. Inntøkur og útreiðslur hjá FSF skulu verða stýrdar soleiðis, at tær røkka til alt roknskaparárið. Høvuðs framtíðarskyldurnar hjá FSF skulu vera tryggjaðar við burturleggingum.

3. Aðalskrivarin hevur ábyrgdina fyri at gera ársroknskapin fyri FSF.

Grein 59. Inntøkur
Inntøkurnar hjá FSF stava frá:
a) árligum limagjøldum frá limunum;

b) inntøkur frá marknaðarføringsrættindum, sum FSF hevur rætt til;

c) bøtur, sum heimilaðar nevndir hava álagt;

d) onnur limagjøld og inntøkur, sum hava við málsetningunum hjá FSF at gera;

e) gávur;

f) aðrar inntøkur, sum hava við fótbóltsvirksemi at gera;

g) fígging frá FIFA og UEFA.

Grein 60. Útreiðslur
FSF skal bera kostnaðin fyri:
a) ásettu útreiðslunum í fíggjarætlanini;

b) aðrar útreiðslur, sum aðalfundurin hevur góðkent og útreiðslur, sum Starvsnevndin hevur rætt til at átaka sær innan fyri sítt heimildarøki;

c) allar aðrar útreiðslur innan fyri málsetningin hjá FSF.

Grein 61. Óheftir uttanhýsis grannskoðarar
Óhefti uttanhýsis grannskoðarin, ið verður útnevndur av aðalfundinum, skal á hvørjum ári grannskoða roknskapin, ið er góðkendur av Starvsnevndini samsvarandi galdandi roknskaparreglum og geva aðalfundinum eina frágreiðing um hetta. Tann óhefti uttanhýsis grannskoðarin skal útnevnast fyri eitt tíðarskeið uppá eitt ár í senn. Afturval kann fara fram.

Grein 62. Limagjøld
1. Limagjøld fella til gjaldingar 1. januar. Ársgjøld fyri nýggjar limir skulu gjaldast í seinasta lagi 30 dagar eftir aðalfundin, har viðkomandi limur fekk limaskap.

2. Aðalfundurin skal áseta limagjaldið hvørt ár eftir tilmæli frá Starvsnevndini. Limagjaldið skal vera tað sama fyri allar limir.

Grein 63. Innkrevjing
FSF kann mótrokna krøv í áognum limanna.

Grein 64. Dystargjøld
FSF kann krevja, at limir rinda gjald fyri dystir.

Grein 65. Almannakunngerð av fíggjarupplýsingum
Á almennu heimasíðu síni, skal FSF almannakunngera teir fíggjarupplýsingar sum vístar verða til í grein 30, stk. 2, litra i) í hesum viðtøkum, tá ið viðkomandi mál eru góðkend av aðalfundinum.

———

Kapittul VI. Kappingar og rættindi til kappingar og tiltøk

Grein 66. Kappingar
1. FSF skipar fyri og samskipar fylgjandi almennu kappingum í Føroyum:

a) føroyska lands- og steypakappingin;

b) altjóða dystir og vinardystir;

c) allar fótbóltskappingar, sum verða fyriskipaðar í Føroyum.

2. Starvsnevndin kann loyva feløgum at skipa fyri kappingum. Kappingar, ið verða fyriskipaðar av feløgum, skulu ikki órógva kappingar, ið eru fyriskipaðar av FSF. Kappingar, ið verða fyriskipaðar av FSF, skulu hava forrætt.

3. Starvsnevndin kann áseta serligar reglur hesum viðvíkjandi.

Grein 67. Uppflyting og niðurflyting
1. Rættin hjá einum felagi at luttaka í landskappingini skal fyrst og fremst taka støði í ítróttarligum úrslitum. Eitt felag skal vinna sær rætt til luttøku í landskappingini við at verða verandi í ávísa deild ella við at flyta upp í hægri deild ella flyta niður í lægri deild við endan á kappingarárinum.

2. Umframt at vinna sær rætt til luttøku við støði í ítróttarligum úrslitum, so kann luttøkan verða treytað av at felagið lýkur aðrar ásettar treytir samsvarandi loyvisreglugerðum samtykt av Starvsnevndini, har áherðsla er á meting av ítróttarligum, sosiala ábyrgd innan fótbólt, infrastrukturellum, umsitingarligum, løgfrøðiligum og fíggjarligum viðurskiftum.

3. Broyting av løgfrøðiligum formi ella bygnaði í einum felagi fyri at lætta um at vinna sær luttøku við støði í ítróttarligum úrslitum og/ella móttøku av luttøkuloyvi í landskappingini, sum er til skaða fyri integritetin í kappingini, er bannað. Hetta fevnir um t.d. broyting av høvuðssætinum, broyting av navni ella flyting av ognarrætti ella týðandi áhugamálum millum ymisk feløg.

4. Starvsnevndin tekur stig til at nágreina ásetingar um uppflyting og niðurflyting í viðkomandi kappingarreglugerð hjá FSF.

Grein 68. Rættindi
1. FSF eigur øll rættindi, ið hava samband við kappingar og onnur tiltøk, ið verða fyriskipaði undir sínum løgdømi, uttan avmarkingar viðvíkjandi innihaldi, tíð og stað. Hesi rættindi fevna m.a. um øll fíggjarlig rættindi, sjónvarps- og útvarpsupptøkur, endurgeving og kringvarpsrættindi, multimediarættindi, marknaðarføringsrættindi og rættindi til búmerkið og rættindi samsvarandi lóggávu um upphavsrættindi.

2. Starvsnevndin skal gera av, hvussu hesi rættindi verða nýtt og áseta serligar reglugerðir hesum viðvíkjandi. FSF skal tryggja at sølan av slíkum rættindum verður framd á ein gjøgnumskygdan hátt í samsvari við viðtøkurnar og reglugerðirnar hjá FSF umframt viðkomandi lóggávu í Føroyum.

Grein 69. Heimild at útbreiða
1. FSF hevur einkarrættindi, uttan avmarkingar, at geva loyvi til útbreiðslu av myndum og ljóði og gjøgnum aðrar miðlar, ið kunnu siga frá fótbóltsdystum og fótbóltstiltøkum, umframt onnur tiltøk, sum koma undir løgdømi FSF´s.

2. Starvsnevndin skal seta í verk reglugerð hesum viðvíkjandi.

———

Kapittul VII. Altjóða dystir og kappingar

Grein 70. Altjóða dystir og kappingar
1. Myndugleikin at skipa fyri altjóða dystum og kappingum millum umboðandi lið og millum ligur, feløg og/ella felagslið liggur einans hjá FIFA, UEFA og/ella hjá viðkomandi fótbóltssambandi. Dystir ella kappingar skulu ikki fyriskipast uttan við loyvi framman undan frá FIFA, viðkomandi konfederatión og/ella viðkomandi fótbóltssambandi í samsvari við FIFA Regulations Governing International Matches.

2. FSF hevur skyldu at fylgja altjóða dystarskránni, ið er ásett av FIFA.

Grein 71. Samband

FSF, tess limir, leikarar, ábyrgdarpersónar, skrásettir dystarfyriskiparar og fótbóltsagentar skulu ikki leika dystir ella hava ítróttarligt samband við felagsskapir, ið ikki eru limir í FIFA, ella við fyribils limir í einari konfederatión uttan við loyvi frá FIFA ella UEFA.

Grein 72. Góðkenning
1. Feløg, ligur ella aðrir bólkar av feløgum sum hava tilknýti til FSF kunnu einans fara í eitt annað fótbóltssamband við loyvi frá FSF, hinum fótbóltssambandinum, UEFA og FIFA.

2. Feløg, ligur ella aðrir bólkar av feløgum, sum hava tilknýti til FSF kunnu ikki luttaka í kappingum á økinum hjá einum øðrum fótbóltssambandi uttan við loyvi frá FSF, hinum fótbóltssambandinum, FIFA og viðkomandi konfederatiónir sambært FIFA Regulations Governing International Matches.

———

Kapittul VIII. Endaligar ásetingar

Grein 73. Óvæntaðar støður og force majeure
Starvsnevndin hevur avgerðarrættin at taka avgerð í øllum málum um force majeure og um øll viðurskifti sum ikki eru ásett í hesum viðtøkum; slíkar avgerðir skulu taka hædd fyri viðkomandi reglugerðum hjá FIFA og UEFA, umframt aðra viðkomandi kravda lóggávu.

Grein 74. Almannakunngerð av skjølum
FSF skal almannakunngera fylgjandi skjøl og upplýsingar á almennu heimasíðu síni:
a) viðtøkurnar og aðalfundarreglugerðina;

b) valreglugerðina;

c) aga- og etiskareglugerðin;

d) reglugerð um innanhýsis skipan;

e) týdningarmiklastu/lyklaavgerðir;

f) strategi;

g) skrá fyri Starvsnevndina og Aðalfundir;

h) rundskriv.

Grein 75. Um at taka FSF av
1. Avgerðir um at taka FSF av krevja meiriluta uppá 2/3 av øllum limum í FSF, og avgerð skal takast á einum aðalfundi, ið er serliga innkallaður til endamálið.

2. Um FSF verður avtikið, skulu ognirnar latast Føroya Landsstýri, sum skal taka sær av hesum ognum og sita fyri teimum á bestan hátt, til FSF verður endurstovnað.

Grein 76. Gildiskoma
Hesar lógir eru samtyktar á eykaaðalfundi FSF’s í Tórshavn tann 6. mai 2006 og koma í gildi 1. januar 2007 og við broytingum samtyktar á Aðalfundi FSF’s 3. mars 2007, 1. mars 2008, 26.februar 2011, 23. februar 2013,15. februar 2014, 17. februar 2018, 15. februar 2020 og 18. februar 2023.

———

Fylgiskjal A – spurnarskema til integritetskanningar

1. Partur: Almennar ásetingar
1. Integritetskanningar av kandidatum til nevndarsessir, og av verandi nevndarlimum í FSF, sum eru fevndir av slíkari kanning (“kandidatar ella nevndarlimir”) skal fremjast av viðkomandi nevnd í samsvari við ásetingunum í hesum viðtøkum og hesum fylgiskjali.

2. Kandidatar ella nevndarlimir hava skyldu at taka lut í screening og opinleika-tilgongdini, har persónurin sjálvur skal leggja síni viðurskifti fram, soleiðis sum ásett í 2. og 3. parti niðanfyri. Áðrenn screeningina, skal hvør kandidatur ella nevndarlimur geva skrivligt samtykki til hesa tilgongd umvegis eitt oyðublað, sum viðkomandi nevnd, ið stendur fyri kanningini, veitir. Um slíkt samtykki ikki verður givið, so er tað at meta sum, at kandidaturin ella nevndarlimurin ikki hevur staðið integritetskanningina.

3. Kandidatar ella nevndarlimir skulu til hvørja tíð svara í góðari trúgv og skulu samstarva fult út fyri at staðfesta viðkomandi fakta innanfyri rímiliga tíð. Um viðkomandi kandidatur ella nevndarlimur ikki samstarvar við nevndini, sum skipar fyri integritetskanningina, so er tað at meta sum, at kandidaturin ella nevndarlimurin ikki hevur staðið integritetskanningina.

4. Tað er at meta sum, at kandidaturin ella nevndarlimurin ikki hevur staðið integritetskanningina um:
a) hann hevur verið dømdur fyri brotsgerð ella fingið rættslig agatiltøk sett í verk ímóti sær av einum rætti, serliga um brotið var av eini munandi stødd og ikki eitt minni brot ella tænastumisbrot;

b) hann er funnin sekur og/ella dømdur av aganevndini hjá FIFA ella øðrum myndugleika innan ítrótt við agatiltaki, sum setur álvarsamar spurningar við, hvussu hesin hevur røkt sínar skyldur.

5. Allar upplýsingar og innsavnaði data skulu handfarast í strongum trúnaði av nevndini, sum fremur integritetskanningina í samsvari við viðkomandi ásetingar viðvíkjandi opinleika og veitan av upplýsingum og data, sum eru innsavnaði við integritetskanning í hesum sambandi og í samsvari við hetta fylgiskjal.

2. Partur: Screening mannagongd
1. Í byrjanini av screeningini, skulu allir kandidatar ella nevndarlimir ígjøgnum eina samleikakanning (“ID check”). Í hesum sambandi skal kandidaturin ella nevndarlimurin senda eitt gildugt avrit av sínum passi til nevndina, sum stendur fyri integritetskanningini. Samleikakanningin skal eisini innihalda váttan av hesum viðurskiftum:

a) Fornavn og eftirnavn
b) Bústaður
c) Føðingardagur og -staður
d) Tjóðskapur

2. Allir kandidatar ella nevndarlimir skulu útfylla spurnarskjalið í 3. parti niðanfyri.

3. Nevndin, sum stendur fyri at fremja integritetskanningina kann eisini fremja óhefta gransking og/ella kanningar fyri at fáa til vega fleiri upplýsingar um ein ávísan kandidat ella nevndarlim. Hetta kunnu vera upplýsingar um fótbóltsagentar og atknýttar partar, mandat, møguligt ógegni og týðandi luttøkur, umframt sivil- og kriminalrættarligar rannsóknir.

3. Partur: Oyðublað
Fornavn:
Eftirnavn:
Bústaður:
Dagfesting og føðistaður:
Tjóðskapur:
Starv:

1. Ert tú áður dømd/ur í endaligum dómi fyri nakað tilætlað revsivert brot ella fyri nakað misbrot samsvarandi brot á reglugerðirnar fyri atferð, sum er í 2. parti, stk. 5 í FIFA Code of Ethics?

Nei / Ja

Um ja, greið vinarliga frá:

2. Hevur nakar ítróttarmyndugleiki áður nakrantíð álagt agarevsing ella líknandi revsing ímóti tær fyri gerðir, samsvarandi brot á reglugerðirnar fyri atferð, sum er í 2. parti, stk. 5 í FIFA Code of Ethics?

Nei / Ja

Um ja, greið vinarliga frá:

3. Ert tú í løtuni partur í nøkrum sivilmáli, kriminal- ella agamáli ella kanning sum er til viðgerðar?

Nei / Ja

Um ja, greið vinarliga frá:

4. Eg eri fult greið/ur yvir, at eg eri undirløgd / undirlagdur ásetingunum í aga- og etiskureglugerðini hjá FSF og ásetingunum í viðtøkunum og øðrum reglugerðum hjá FSF, sum hava við integritet at gera, og eg taki fult og heilt undir við hesum ásetingum.

5. Eg havi í løtuni hesar sessir innan fótbólt:

6. Fylgjandi umstøður og viðurskiftir kunnu vera orsøk til møguligt ógegni mær viðvíkjandi (sí serliga grein 21, stk. 9 í hesum viðtøkum):

7. Viðmerkingar og eygleiðingar, sum kunnu vera serliga viðkomandi í sambandi við integritetskanningina:

8. Eg eri fult greið/ur yvir, at hetta oyðublaðið er tøkt hjá limunum í viðkomandi nevnd í FSF.

9. Eg eri fult greið/ur yvir og vátti, at eg skal fráboða nevndini, sum stendur fyri integritetskanningini um viðkomandi umstøður og viðurskiftir, sum uppstanda aftaná, at hendan integritetskanning er av.

10. Eg eri fult greið/ur yvir og vátti, at eg havi skyldu til at samstarva fult og heilt fyri at fáa til vega teir neyðugu upplýsingarnar í sambandi við integritetskanningina, sum eg taki. Serliga skal eg fylgja umbønum um útflýggjan av skjølum, upplýsingum ella annað tilfar, sum eg havi. Harumframt vil eg taka undir við umbønum um at fáa til vega skjøl, upplýsingar ella annað tilfar, sum eg ikki havi, men sum eg havi rætt til at fáa til vega.

11. Eg eri fult greið/ur yvir og vátti, at nevndin, sum stendur fyri at fremja integritetskanningina eisini kann biðja um upplýsingar um møgulig revsitiltøk (spurningur 1 og 2 omanfyri) beinleiðis frá FIFA ella viðkomandi konfederatión, umframt frá øðrum stovnum so sum ítróttagerðarrættinum CAS í Lausanne, Sveis, ella altjóða olympisku nevndini IOC. Við hesum loysi eg viðkomandi stovnar frá einhvørjari trúnaðarskyldu, sum hevur við hesar upplýsingar at gera.

12. Eg eri fult greið/ur yvir og vátti, at nevndin, sum stendur fyri at fremja integritetskanningina eisini kann biðja um fleiri upplýsingar um meg í samsvari við 2. parti, stk. 3 í hesum fylgiskjali.

Skjalið kann takast niður H E R