Kæruúrskúrðir 2020

14. august 2020 – Kæra 1/2020

AB nýtti ov gamlan spælara

Dreingir U15 Aganevndin hjá FSF hevur avgjørt, at AB verður dømt at tapa dystin móti TB/FCS/Royn, spældur 2. august 2020, fyri brúk av ov gomlum spælara
Les meira… (PDF)

———

18. september 2020 – Kæra 2/2020

HB nýtti leikbannaðan spælara

U21 Aganevndin hjá FSF hevur avgjørt, at HB verður dømt at tapa dystin móti Skála, spældur tann 30. august 2020, fyri brúk av spælara, ið var leikbannaður
Les meira… (PDF)

———

9. oktober 2020 – Kæra 3/2020

07 Vestur nýtti ólógligan spælara

3. deild Aganevndin hevur avgjørt, at 07 Vestur verður dømt at tapa dystin móti ÍF, spældur tann 5. september 2020, fyri brúka av ólógligum spælara
Les meira… (PDF)

———

4. november 2020 – Kæra 4/2020

EBS/Skála kravdi nýggjan dyst

Steypakappingin kvinnur EBS/Skála fekk ikki viðhald í kæru um at ógilda fjórðingsfinaluna móti NSÍ, spæld 28. oktober. Dysturin varð avgjørdur eftir umdyst, sum bleiv spældur 2 x 10 minuttir. EBS/Skála metti, at umdysturin átti at verið 2 x 15 minuttir
Les meira… (PDF)

———

8. januar 2021 – Kæra 5/2020

Bót fyri væntandi vaktarhald

Betri Deildin menn B36 hevur fingið bót upp á 5.000 krónur fyri væntandi vaktarhald kring dómarahópin í samband við dystin millum B36 og HB, sum varð spældur á Tórsvølli tann 28. septembur 2020
Les meira… (PDF)

———

Kærur 2019

Kærur 2018

Kærur 2017

Kærur 2016

Kærur 2015

———

Dagført: 8. januar 2021