Formansfrágreiðingin 2020

Árið 2019

Árið 2019 hildnaðist væl fíggjarliga. Hóast aktiviteturin var sera nógvur, eydnaðist aftur at koma út við yvirskoti. Úrslitið seinasta ár gjørdist eitt yvirskot uppá 649.123 kr. Viðmerkjast skal tó, at tá eru avsettar 1 mió. kr. yvir raksturin, sum eru oyramerktar til stuðul til feløgini.

Samlaðu inntøkurnar í 2019 vóru góðar 51,6 mio. kr.

Útreiðslurnar við stuðulsjáttaum í fjør vóru tilsamans 50,9 mio. kr.

FSF avsetti í 2019 1 mió kr eyka í stuðulsskipan til feløgini.

Eginognin var við árslok góðar 31.5 mió kr. Likviditetur felagsins er góður.

HatTrick stuðul frá UEFA
FSF hevur síðani 2011 søkt um rættiliga fitt av peningi úr HatTrick grunninum hjá UEFA, og hava eir í mestan mun verði nýttir til fylgjandi:

Tórsvøllur
Toftir
Infrastuktur stuðul til feløgini

FSF rindar eitt grundgjald á 400.000 kr pr vøll, sum innstalerar vallarljós við styrki á í minsta lagi 350 Lux.

Í 2019 vóru goldnar 400.000 kr í stuðli til nýggj ljós í Klaksvík.

Útbyggingin við Tórsvøll
Útbyggingin av Tórsvølli heldur fram. Verkætlanin við vestara skýlið er framhald av heildarætlanini, har áskoðaraplássini verða dagførd og koma undir tak. Vesturskýlið verður, eins og eysturskýlið, bygt saman við bygninginum á suðurendanum og skapar sostatt ein samanhangandi form sum hestaskógvur.

Verkætlanin við vesturskýlinum er síðsti liður í, at Tórsvøllur skal røkka ásetingini um “Category 4” leikvøll, ið er áseting fyri leikvøllir til altjóða landsdystir.

Til tess at røkka hesum, skulu umklæðingin til spælarar og dómarar betrast, eins og umstøður til dopingkanningar og læknarúm. Umstøður til tíðindafólk og VIP-gestir skulu eisini upp á hægri stig.

Á ovastu hædd eru góðir møguleikar fyri fleirnýtsluhølum í teimum sonevndu sky-boksunum, ið vit kenna frá stórum fótbóltsstadion í útheimi. Hesi høli eru partar av kravdu VIP-fasilitetunum í sambandi við landsdystir, men kunnu eisini nýtast til eitt nú fundarhøli v.m., tá dystir ikki eru.

Eins og við øllum undanfarnu útbyggingarstigunum síðan 2010, verður byggingin av Vesturskýlinum fíggjað av Tórshavnar kommunu og Fótbóltssambandinum í felag.

Sjálv byggingin verður skipað í partalagssamstarvið millum kommununa og Fótbóltssambandið sum byggiharrar, J&K Petersen sum høvuðsarbeiðstakara umframt MAP arkitketar sum høvuðsráðgeva og HMP, LBF og PC Consult sum undirráðgevarar.

Við tað at forsetin fyri FSF eisini er nevndarformaður fyri J&K Petersen fer alt samskifti millum byggiharra og arbeiðstakara umvegis varðaforsetan, sum eisini situr í bygginevndini.

Sambært byggisáttmálanum verður øll byggingin liðug 21 februar 2021. Arbeiðið verður skipað soleiðis, at landsdystir og venjing annars á Tórsvølli ikki verður tarnað.

Endaligi kostnaðurin verður 144 mió kr.

Fíggingin av verætlanini við vesturskýlinum á Tórsvølli kemur at vera soleiðis, at FSF framhaldandi fer at hava møguleika at nýta sama leist til íløgustuðul í samband við útbyggingar av infrastrukturinum við leikvallirnar kring landið.

Fígginging av Vestursíðuni av Tórvølli er fylgjandi:

Mió DKK Million USD
Tórshavnar Kommuna (Municipality) 63 9,5

UEFA HatTrick 38,7 5,9

FIFA Forward 2016-2018 13,2 1,995722

FIFA Forward 2019-2022 18,5 2,8

FSF 10,7 1,6
Tils. 144 21,795722

Tá Tórsvøllur er liðugt útbygdur hevur samlaða útbyggingin kostað umleið 270 mio. Kr. Av hesum hevur FSF goldið umleið 166 mio. kr. og er so at siga allur hesin peningur goldin við stuðuli frá UEFA og FIFA.

FSF strategi 2017-2021
Fótbóltssambandið gjørdi í 2017 langtíðarætlan fyri menning av felagsskapinum. Strategiin er kumpassið, sum nevnd og umsiting hava navigerað eftir seinastu árini. Flestu av málunum í ætlanin eru nádd, nú vit koma inn í seinasta árið av ætlanini.

Arbeiði at gera nýggja dagførda strategi fyri FSF byrjar í 2020.

Kvinnur í fótbólti
Í 2019 vann FSF uppgávuna at gerast vertur fyri EM endakappingini fyri U17 gentur í 2021. Endakappingin verður stórsta einstaka tiltak, sum fótbóltssambandið hevur staðið fyri.

Kappingin verður 30. april til 15. mei 2021 og dystirnir verða leiktir á Tórsvølli og Svangaskarði.

Sum partur av EM endakappingin fer FSF nú undir nýggja stuðulsskipan, har feløgini kunnu søkja stuðul til løn til venjarar hjá U15 gentum og U18 gentum.

Endamálið við hesi verkætlan er, at menna venjingartilboðið til U15 og U18 gentur í feløgunum, umframt at skapa karmar til menning av leikarum til U17 landsliðið við gentum, sum fyrireikar seg til EM endakappingina 2021.

Í 2020 verður møguligt at søkja stuðul til:
Venjara til U15 gentur 30.000 kr
Venjara til U18 gentur 30.000 kr

Krøv til venjaran:
Hevur galdandi UEFA B-licens, ella
Tekur B4 í 2020 og harvið fær B-licens í 2020, ella
Hevur B-licens, sum ikki er í gildi, men tekur neyðugu impulstímarnar í 2020, so at licensurin kemur í gildi aftur.
Hevur regluligt samskifti við WU17 landsliðsvenjaran og fysiska venjaran
Viðkomandi er ikki høvuðsungdómsvenjari í felagnum (undantøk kunnu gerast, t.d. hjá smærru feløgunum)

Treytir til venjingartilboðið – felagið skal í minsta lagi bjóða:
Venjing til leikarar í aldursbólkinum 3 x vikuna (mars – okt’20)
Venjing til leikarar í aldursbólkinum 1 x vikuna (nov – dec’20)
Vegleiðing til styrkivenjing til áhugaðar leikarar í aldursbólkinum
Felagið hevur lið á heilum vølli (undantøk kunnu gerast, t.d. hjá smærru feløgunum)

MAFF stuðulin
MAFF stuðulin 2019 varð skipaður soleiðis:

Feløg við besta liðnum í Betri deildini fingu 90.000 kr árliga
Feløg við besta liðnum í 1.deild fingu 70.000 kr árliga
Hini feløgini fingu 30.000 kr árliga.

Starvsnevndin hevur í 2019 endurskoða MAFF skipanina og avgjørt er, at gjøldini verða hesi í 2020 og 2021:

2020:
Liðini sum luttaka í Evropa (4 feløg): 90.000 kr
Betri deildin menn (ikki í Evropa): 148.000 kr
1.deild menn: 128.000 kr
Restin: 60.000 kr

2021:
Liðini sum luttaka í Evropa (3 feløg): 0 kr
Betri deildin men (ikki í Evropa): 188.000 kr
1.deild menn: 128.000 kr
Restin: 60.000 kr

Peningurin skal nýtast til umsiting. FSF umsitingin sendir skriv til feløgini, har biðið verður um útgreining av, hvussu peningurin 2020 skal nýtast.

Framhaldandi menning av feløgunum
FSF arbeiðir alla tíðina við at menna feløgini, og í tí sambandi varð ein “leiðsluhondbók” gjørd í 2019. Leiðsluhondbókin inniheldur viðkomandi kunning til nevndarlimir og onnur ábyrgdarfólk í felagnum. Ein dagførd útgáva av leiðsluhondbókini verður send feløgunum elektroniskt aftaná aðalfundin.

Í 2019 varð skipa fyri skeiðum fyri nevndarlimum og øðrum, ið hava ábyrgd av fyrisitingini av feløgunum. Um várið varð skipað fyri skeiði um trygging- og fíggjarviðurskifti, og vóru hesi hildin á Tvøroyri, í Klaksvík og í Tórshavn.

Um heystið var skeið um skipan av feløgum, har nýggi rektarin á Glasi, Steinbjørn Hardlei, kunnaði um týdningin av millum annað einum greiðum virðisgrundarlagi í felagnum.

Hesi skeiðini halda fram í 2020. Skeið verður millum annan innan samskifti, sjálvboðin og stuðlar/sponsorar.

Landskappingin
Landskappingin í 2019 gekk væl. Stórur spenningur var alla kappingina – serliga í Betri deildini hjá monnum, har tað endaði við FM finalu í Gundadali í seinasta umfari millum B36 og KÍ. Klaksvíkingar vóru tó ógvuliga sannførandi í hesum dysti og tryggjaðu KÍ fyrsta FM heitið í bestu mansdeildini síðan 1999. B36 vann silvur, meðan NSÍ vann bronsu.

Í Kvinnudeildini megnaði KÍ at vinna meistaraheitið. Kappingin var jøvn, og avgerðin fall ikki fyrr enn á næst seinasta leikumfari. HB vann silvur, meðan felagsliðið ÍF/Víkingur/B68 vann bronsu.

Í fjør vóru 423 lið tilmeldaði í landskappingini, sum er nakað tað sama sum í 2018. 295 lið vóru tilmeldaði innan mansfótbólt og 126 lið innan kvinnufótbólt.

Steypakappingin
Finaluvikuskiftið varð avgreitt á Tórsvølli 20.-21. september.

Finalan um Løgmanssteypið 2019 var millum Víking og HB. Sum altíð til steypafinalur á Tórsvølli var hýrurin millum áskoðararnar framúr. Endaliga úrslitið av finaluni um Løgmanssteypið var 3-1 sigur til HB.

HB vann eisini steypafinaluna hjá kvinnum. Úrslitið varð 3-0 sigur á EB/S/Skála.

Allar finalurnar vórðu vístar beinleiðis á heimasíðuni hjá FSF og í KVF.

Finaluvikuskiftið bleiv avgreitt í tøttum samstarvi við Tórshavnar Kommu og grunnin Tórsvøll, og tey skulu hava stóra tøkk fyri alt arbeiðið, sum bleiv lagt í vikuskiftið.

Í 2020 verður steypafinaluvikuskiftið 28.-29. august.

Dómaraøkið
Sum vanligt byrjaði árið við Úrmælingaskeiði miðskeiðis í februar, har allir Úrmælinga dómarar og eygleiðarar samlast til fyrireiking til kappingarárið. Í 2019 varð skeiðið hildið á Hotel Føroyum.

Úrmælinga dómarar eru teir, sum døma Betri-deildina hjá monnum og partvíst 1. deild hjá monnum. Talið av úrmælingadómarum í 2019 var 37.

Í 2016 setti FSF sær langtíðar mál at gera átøk fyri at veksa um samlaða tali av dómarum hjá kvinnum og monnum. Trý dómaraskeið fyri nýggjar dómarar vóru í 2019 – eitt í Suðuroy, eitt á Skála og eitt í Tórshavn. 16 dómarar, har av fýra kvinnur, stóðu royndina. Tað er fyrstu ferð at fýra kvinnur hava tikið dómaraprógv sama ár.

Norðurlond hava tætt samstarv á dómaraøkinum – samstarvið er bæði innan skeið, fundir og umbýti av dómarum. Í 2019 sendu vit átta dómarar/hjálpardómarar til hini Norðurlondini at døma. Dómarar úr hinum norðurlondunum vóru í Føroyum og dømdu nakrar dystir í Betri-deildini.

Á FIFA listanum 2019 vóru Alex Troleis og Kári J. á Høvdanum skrásettir sum altjóða dómarar og Andrew Christiansen, Jan Hermansen og Dan Højgaard sum hjálpardómarar. Niklas á Líðarenda og Lassin Isaksen eru framvegis skrásettir sum UEFA dómaraeygleiðarar.

Venjaraútbúgvingin
Tal av luttakarum:
Tal av luttakarum á venjaraskeiðum í 2019:

B1 B2 B3 B4 /B-prógv A-prógv
80 32 22 20 0

Ein og undanfarin ár var nógv virksemi innan venjaraútbúgvingina. Í ár høvdu vit gjørt av at bjóðað okkum til at hava B1 úti í feløgunum og vóru tað fleiri feløg sum gjørdu brúk av hesum. Heili 80 B1 prógv vórðu útskrivað í 2019. Góð undirtøka var eisini fyri B2 og B3 skeiðunum, sum vóru hildin sum vanligt. Í ár var fyrstu ferð at B4 bleiv skipað eftir nýggja leistinum har skeiðið er 60 tímar, og eydnaðist hetta væl. 7 felagsfundir vórðu, umframt at luttakarar hødvu ein vegleiðara sum javnan vitjaði í egnum felag. Afturmeldingarnar um nýggja leistin vóru sera góðar, so B4 í 2020 verður skipað eftir líknandi leisti.

A-skeiðið fór av bakkastokki í juni, og hava tað verið nakrir felagsfundir umframt at námsferðing var til Oslo í døgunum 4.-11. december, har vit m.a. luttóku á Cup Finale semiraret við umleið 900 øðrum venjarum. Eisini vitjaðu vit feløgini Vålerenga og Lillestrøm, umframt norska fótbótlssambandið.

Ætlanin var eisini at bjóða út nýggju U-venjaraútbúgvingina, men orsaka av ov lítlari undirtøku, so varð avgjørt at bíða til summarið 2020 at bjóða hesa útbúgvingina út.

Av impulsskeiðum høvdu vit vitjan av tveimum útlendskum undirvísarum. Dýra Biðidag, 17. mai, var impulsskeið við íslendingium Sigurður R. Eyjólfsson, sum hevur drúgvar royndir sum venjari bæði í Íslandi, Norra og Kina. Á leið 50 venjarar møttu til skeiðið, so væl varð vitjað. Sum partur av A-venjarútbúgvingini fingu vit vitjan av landsliðsvenjaranum hjá Norður Írlandi, Michael O’Neill, og bleiv dagurin, 20. september, skipaður sum eitt impulsskeið, har eisini stjórin í Atlantic Airways eisini hevði eina framløgu um leiðslu. Eisini hetta skeiðið bleiv sera væl vitjað av eini 55 luttakarum.

Í døgunum 1.-2. mars høvdu vit árligu ráðstevnuna um barna- og ungdómsfótbólt. Fyrilestrar vóru í B36 húsinum og venjingar á Tórsvølli. Umframt ymsa kunning frá FSF um viðkomandi ítróttarlig viðurskifti, bleiv nýggja venjingartilfarið – kom og spæl – lagt fram.

Høvuðsnavnið til hesa ráðstevnuna var talentstjórin í norska felagnum Lillestrøm SK, spaniólin Antony Ordinas, sum hevði fleiri framløgur og tvær venjingar á vøllinum. Eisini hevði venjarin hjá B71, Heiðar Torleifsson, framløgu og venjing um tekniska venjing.

Umleið 90 venjarar vóru til ráðstevnuna, sum endaði góðum døgurða í FSF húsinum.
Ráðstevnan í 2020 verður 28. – 29. februar.

Sum heild gekk útbúgvingarárið væl – og síggja vit fram til enn eitt spennandi ár innan venjaraútbúgvingina í 2020, har vit fara at fáa nakrar nýggjar A-venjarar.

Fótbóltsmennarar
Leisturin við fótbóltsmennarum bleiv nakað broyttur í 2019, har størri fokus varð sett á at fáa høvuðsungdómsvenjararnar í feløginum at virka optimalt og av álvara fáa sett menningarætlanina á breddan. Í einum samstarvi millum mennarar, grassroots, venjaraútbúgving, stjørnufótbólt v.m. var ætlanin at samantvinna allar hesar partar í eina heild kallað FÓTBÓLTSMENNING. Mennararnir samskiftu í størstan mun við høvuðsungdómsvenjararnar í feløgunum og stuðlaðu hesum at røkka settum málum. Harumframt vóru eisini vitjanir í feløguum, temakvøld v.m.

Tríggir felagsfundir vóru, har vit samlaðu allar høvuðsungdómsvenjararnar og vóru hesir 1. mars, 7. juni og 20. oktober 2019. Á hesum fundinum bleiv kunnað um ítróttarlig viðurskifti, umframt at høvuðsungdómsvenjararnir fingu høvi at viðgera viðkomandi evni. Móti ársenda bleiv greitt, at ein av mennarunum, Øssur Hansen, fer úr starvi, og sostatt skulu vit til at styrkja um mennaratoymið í 2020.

Stjørnufótbóltsskipanin bleiv broytt til í høvuðsheitum at fevna um tvey øki – stuðul til høvuðsungdómsvenjara og stuðul alt eftir tal av skrásettum leikarum. Hendan skipan heldur fram í 2020.

Leisturin við mennaraskipaini heldur eisini fram við smávegis justeringum, har ætlanin er at feløgini framvegis hava ein fast tilknýttan mennara, umframt at tey kunnu biðja um vitjan av øðrum mennara/serfrøðingi.

Sum nakað nýtt bleiv ein verkætlan kallað FSF Úrvalstilboð sett á skinnarar í august 2019. Hetta er tilboð um morgunvenjingar til úrvalsleikarar í aldrinum 16-20 ár, og hevur FSF í hesum sambandi gjørt samstarvsavtalur við nakrar miðnámsskúlar, so leikarar hava pláss í tímatalvuni til venjingarnar. Skipanin hevur bert verið virkin í hálvt ár og leypandi verður arbeitt við at betra um leistin til gagns fyri allar leikarar.

Menning av kvinnufótbólti
29. august varð skipað fyri fundi við feløgini um menning av kvinnufótbólti í breiðastu merking. Reyðu lampurnar hava lýst í nøkur ár, og støðan við bert 5 liðum í Betri deildini gjørdi allarhelst at tankar fóru í gongd um hvussu vit kunnu betra um støðuna. Feløgini vórðu kallað inn til ein fund við endamálinum at seta eitt kjak í gongd og í heila tikið hava eitt hugarok um evnið, og heili 50 fólk møttu til fundin. Tey trý høvuðsevnini: Rekruttering/varðveiting, venjarar og besta deildin vóru á skrá, og viðgjørdu feløgini hesi evni í bólkum og løgdu fram. Nógv gott kom fram á fundinum og arbeitt verður víðari við hesum hugskotum.

Heilsufótbóltur
Í ár hevur FSF miðvíst lagt seg eftir at fáa fleiri feløg at skipa fyri heilsufótbólti. Við ársenda var talið av feløgum, ið bjóða heilsufótbólt, komið uppá 13, og so at siga um alt landið ber nú til at spæla heilsufótbólt.

Stjørnufótbóltur
Skipanin við “Stjørnufótbólti” var broytt á aðalfundinum 2019.

Nýggja skipanin verður meira einføld at umsita. Partur av stuðlinum fer til høvuðsungdómsvenjaran, men ein partur verður veittur sum stuðul í mun til talið av ungdómsleikarum, sum leika fyiri viðkomandi felag og sum gjalda limagjald til felagið.

Endamálið við skipanin er at arbeitt verður framhaldandi eftir menningarætlan FSF’s, at venjingar í feløgunum fyri børn og ung eru væl skipaðar og dygdargóðar, og at fáa fleiri at spæla – rekruttering og varðveiting

Stuðulskipanin til høvuðsungdómsvenjarar var í 2019 henda:

Felag, ið luttekur í UCL 0 kr
Feløg, ið luttaka í UEL 50.000 kr
Hini feløgini 100.000 kr

Harumframt kunnu øll feløg (uttan UCL felagið) søkja um eyka stuðul upp til 50.000 kr í einari krónu fyri krónu skipan.

Annar partur av útgjaldinum úr Sjørnufótbóltinum er tengdur at talið av leikarum. FSF rindaði í 2019 feløgunum 570 kr í stuðli fyri hvønn skrásettan ungdómsleikara (upp til U17 dreingir og U18 gentir). Tal av leikarum verður tikið úr Comet skrásetingini.

Landsliðsfótbóltur
Ongantíð hevur Føroyar spælt fleiri landsdystir enn í 2019, tá ikki færri enn 54 landsdystir vóru leiktir.

A-landsliðið hjá monnum leikti tíggju dystir í EM undankappingini til EURO2020. Okkara menn vóru í einum sterkum bólki saman við Spania, Svøríki, Noreg, Rumenia og Malta. Hóast fleiri góðar dystir, so stóðu bert 3 stig á konto’ini, tá undankappingin endaði. Spania og Svøríki tryggjaði sær pláss í EM endaspælinum, meðan bæði Rumenia og Noreg framvegis hava møguleikan at tryggja sær pláss, tá Play Off dystir vera leiktir í mars 2020.

EM undankappingin var seinasta undankapping við Lars Olsen sum landsliðsvenjara. Eftir átta mennandi ár vóru partarnir samdír um, at tíðin nú var røtt at royna nýggjar leiðir. Landsliðið hevur ment seg nógv undir leiðsluni av Lars Olsen. Minniligu sigrarnir á Grikkalandi standa sum varðar í føroyskum landsliðsfótbólti og FSF ynskir Lars Olsen blíðan byrð víðari á venjaraleiðini.

Nýggjur landsliðsvenjari varð kunngjørdur 16. desember. Svenski Håkan Ericson kemur at standa á odda fyri landsliðnum komandi fýra árini. Håkan Ericson er best kendur sum venjari hjá svenska U21 landsliðnum, har hann førdi liðið til EM sigur í 2015.

U21 landsliðið byrjaði í juni eina nýggjan EM-undankapping, har liðið varð bólkað saman við Spania, Montenegro, Norðurmakedónia, Ísrael og Kasakstan. Fyrsti dysturin var leiktur á heimavølli ímóti Kasakstan, og síðani vóru útidystir ímóti Montenegro, Ísrael og Norðurmakedónia á skránni. Tíverri eydnaðist ikki at fáa stig í nøkrum av hesum dystinum.

Síðsti dysturin hjá U21 landsliðið skuldi spælast í november á Tórsvølli ímóti Norðurmakedónia, men hesin dysturin varð útsettur orsaka av frosti í vøllinum. Fyri at tryggja, at ein slík støða ikki skal endurtaka seg, eru FSF og Tórshavnar Kommuna farin undir at knýta fjarhitaskipan í vøllin á Tórsvølli.

U19 landsliðið leikti undankapping í Danmark í november. Hóast mótstøðan var trupult við dystinum ímóti Frakland, Danmark og Finnlandi, so stóðu okkara ungu menn seg væl, tó at tað bert bleiv til ein javnleik ímóti Finnlandi.

U17 landsliðið tók lut í bæði UEFA menningarkapping, NM og EM undankapping, ið varð leikt í Svøríki.

Sum partur av UEFA assist verkætlanini fingu vit møguleika at hava eitt U16 landslið við til menningarkapping í Bangladesh, har Bangladesh, Kambodja og Maldivurnar tóku lut. Okkara dreingir endaðu á einum øðrum plássið við sigrinum á Kambodja og Maldivurnar, men einum teprum tapi ímóti vertinum úr Bangladesh.

Ferðin til Bangladesh var ein heldur øðrvísi landstúrur, har okkara leikarar fingu møguleika at vitjan ein annan heimspart og eina aðra mentan. Kappingin var ein sera áhugaverd uppliving, ið hevði stóra ávirkan á dreingirnar, ið mentust nógv hesar dagarnar. Danski sendiharrin í Bangladesh beyð føroyska liðnum á eina vitjan.

Sum nakað nýtt hevði UEFA í 2019 eisini menningarkapping fyri U15. Kappingin var í Írlandi í oktober. Umframt luttøku í UEFA menningarkappingini tóku U15 dreingirnir eisini lut í EfB Spar Nord Elite Cup kappingini í mei.

Nýggjur landsliðsvenjarin var settur til kvinnulandsliðið í 2019, tá John Petersen yvirtók sessin frá Pætur Smith Clementsen, ið samstundis gjørdist venjari fyri U19 landsliðið hjá kvinnum.

Kvinnlandsliðið byrjaði landsliðsárið 2019 við einari venjingarlegu í Litava, har tveir landsdystir vóru leiktir ímóti vertunum. Hesir endaði báðir við javnleiki. Aftaná summarsteðgin byrjaði EM undankappingin, har vit høvdu vitjan av Wales og Noreg, umframt útidyst í Hvítarusslandi á snotliga leikvøllinum í Borisov. Eins og í undanfarnu undankapping til HM sást, at tað framvegis er rímiliga stórur munur á okkara og mótstøðuliðunum. Allir tríggir dystir endaði við ósgiri.

Tað er tó hugaligt, at áhugin fyri kvinnulandsliðnum er vaksandi. Allir tríggir undankappingardystir vóru vístir beinleiðis í Kringvarpinum. Hetta verður eisini galdandi í 2020. Til dystirnar á Tórsvølli var fitt av áskoðarum, og hesi stuðlaðu trúðføst liðnum.

U19 landsliðið hjá kvinnum leikti EM-undankapping í Finnlandi, Okkara kvinnur endaðu á einum triðja plássið eftir at hava vunnið seinasta dystin ímóti Litava. Sum fyrireiking til kappingina leiktu U19 genturnar tveir vinardystir í Lettlandi.

Føroyar vóru vertir fyri undankappingina hjá U17 gentum, har Noreg, Slovenia og Aserbadjan vóru á vitjan. Føroyska liðið endaði á einum triðja plássið eftir ein 1-0 sigur á Aserbadjan, meðan tær taptu ímóti Norra og Slovenia. U17 kvinnulandsliðið tók eisini lut í menningarkapping í Hvítarusslandi.

U15 landsliðið hjá gentum luttók í 2019 í Baltic Cup, har leikt var ímóti baltiskulondunum, Litava, Estland og Lettland.

Framtíðin
Endamálið hjá FSF er at menna føroyskan fótbólt.

FSF megnar tó ikki einsamalt at menna føroyskan fótbólt. Skal fótbólturin mennast, er neyðugt, at føroysku fótbóltsfeløgini standa saman um FSF og at feløgini eisini savnast og fokusera uppá uppgávuna at menna fótbóltin.

Styrkin á okkara landslðum er spegilsmyndin av tí fólbóltsspæli og teirri menning, sum hendur í føroysku feløgunum.

Vit hava megnað at skapt góðar kringumstøður fyri føroyskan fótbólt, og fysisku karmarnir eru fyri tað mesa í lagi. FSF hevur megnað at fingið stabil fíggjarkor, og vit hava eisini megnað at økt inntøkurnar.

Allíkavæl er tað ein stórur trupulleiki, at fleiri feløg ikki megna at hava ein rakstur í fíggjarligari javnvág.

Inntøkurnar til tey feløg, sum vinna sær pláss í Europa, eru vaksnar sera nógv seinastu árini, meðan inntøkurnar hjá teimum feløgum, sum ikki røkka hesum málum, ikki eru øktar tilsvarandi.

Hetta hevur ført við sær stóran mun á fíggjarligu umstøðunum hjá feløgunum og hettar hevur seinastu árini eisini skapt ávísa órógv í føroyska fótbóltsumhvørvinum.

Tað verður ongantíð gjørligt at gera øllum til vildar, men tað verður í hvussu so er neyðugt at hugsa meira um heildina, um vit framhaldandi skulu varðveita mongdina av feløgum í Føroyum.

Vit hava ikki ráð til, at feløg kanska fella frá, og tí má FSF saman við feløgunum í ein ávísan syrgja fyri at fremja solidariskar skipanir, sum í ávísan mun kann vera við til at minka um fíggjarligu gjønna millum feløgini.

Ein annar sera viðkomandi spurningur er, hvussu vit tryggja nýtt tilfeingi av ungum leikarum. Aldurssamansetingin av føroyska fólkinum er broyttur rættuliga nógv, soleiðis at tað í dag eru lutfalsliga færri ungdómar, enn tað var fyri bert fáum árum síðani.

Tað tykist, sum fótbólturin ikki í fullan mun megnar at halda fast í okkara ungdómi.

Ein orsøk er sjálvandi, at tilboðini til tey ungu eru munandi meira fjølbroytt í dag. Hesi viðurskifti noyða okkum at taka kappingina upp og syrgja fyri, at tey ungu kenna tað sum eina sjálvfylgu frá ungum árum av at velja fótbóltin sum ítróttargrein.

Ein sera týðandi partur av menningin er sostatt seta nýggjar leikarar við. Annars verður afturgongd at síggja innan nøkur fá ár.

Ein annar týðandi táttur er, at føroysku feløgini megna at skapa úrslit í europeisku kappingunum. Kappingin harnar og tað verður neyðugt hjá okkum at fylgja við og seta størri fokus á hesar kappingar. Luttøkan í europeiskum fótbólti hevur so stóran fíggjarligan týdning fyri føroyskan fótbólt, at vit ikki hava ráð til at missa nakað her.

Føroysku feløgini eiga skjótast gjørligt at seta seg saman við FSF til tess at finna aðrar inntøkumøguleikar, herundir inntøkur frá sendirættindi og lýsingum. Hettar er vanligur leistur í øðrum londum og eigur eisini at verða roynt í Føroyum.

FSF hevur havt stóra framgongd seinastu árini og mítt stórsta takksemi er tann framúr góða samstarvið sum vit hava havt við fótbótsfeløgini kring landið. Tað kann ikki sigast nóg ofta: Tað eru feløgini sum hava stórsa heiðurin fyri framgongdina seinastu árini.

Endi
Eg fari at enda við at takka feløgunum, nevnd, starvsfólki, venjarum, tekniskum starvsfólki og øllum tykkum, sum á einhvønn hátt hava verið við til at stíga enn eitt stig fram á leiðini. Tøkk til stuðlar fyri týdningarmikið og gott samstarv.

Somuleiðis ein tøkk til fjølmiðlar og áskoðarar, sum á tykkara hátt eru við til at gera fótbólt til nakað serligt.

Eisini skal eg takka øllum, sum hava stuðlað Fótbóltssambandi Føroya í farna ári.

Vit takka Bakkafrost, Atlantic Airways, Føroya Tele, Smyril Line fyri stuðul til landsliðini.

Harafturat ein serlig tøkk til Betri, sum umframt at stuðla kvinnulandsliðnum saman við Smyril-Line, eisini stuðlar Meistaradeildina hjá bæði monnum og kvinnum.

Eisini ein tøkk til Føroya Bjór, Bilasøluna og Yndi Fitness.

Loksins vil eg takka øllum teimum nógvu, sum á ein ella annan hátt varða av føroyskum fótbólti, fyri hjálpsemi í 2019.

Takk fyri

Christian F. Andreasen
forseti