Týskland er millum allarbestu fótbóltstjóðirnar nakrantíð . Í Evropa stendur einki annað land teimum kurl, hvat samanløgdum HM- og EM -heitum viðvíkur. Týskland hevur vunnið HM-heitið tríggjar reisur og EM-heitið tvær ferðir. Fýra ferðir hava týskarar tapt EM-finaluna og fýra ferð HM-finaluna. Hetta megna hvørki Spania, sum hevur verið sterkasta landsliðið seinastu árini, ella Italia við sínum fýra HM-heitum at gera teimum eftir

Í altjóða fótbóltshøpi er tað bara Brasilia við sínum fimm HM-heitum, ið kann breggja sær av at hava betri samanløgd hagtøl í endaspølum enn Týskland.

Frálíkt tíðarskeið
Tíðarskeiðið frá 1972 til 1996 var eitt gylt tíðarskeið í týskari landsliðssøgu. Hesi 24 árini vóru týskarar at kalla hvørja ferð í annaðhvørt HM- finaluni ella EM-finaluni. Hagtølini vóru ræðandi góð hesi árini: 1972: EM-gull – 1974: HM-gull – 1976: EM finala- 1980: EM gull- 1982: HM finala: 1986: HM finala- 1990: HM gull- 1992: EM finala: 1996: EM gull.

Tað var í 1954, at fyrrverandi Vesturtýskland vann HM-heitið á fyrsta sinni. Við stórspælaranum og liðskiparanum Fritz Walter vann Týskland 3-2 á stórfavorittunum Ungarn í finaluni. Í bólkaspælinum í HM- endaspælinum í 1954 í Sveis, høvdu ungarar vunnið heili 8-3 á Vesturtýsklandi, so fá væntaðu, at Vesturtýskland kundi skakað sterka landsliðið hjá Ungarn.

Tjúgu ár seinni kom annað HM-heitið í hús á heimavølli. Við so gávaðu leikarum sum Gerd Muller, Franz Beckenbauer, Sepp Maier, Berti Vogts, Uli Hoennes og Paul Breitner endaðu Vesturtýskland aftur ovast á sigursskamlinum. Í einari vælspældari finalu ímóti Hollandi við Johan Cruyff á odda vísti Vesturtýsklandi seg vera ov stórur gloypibiti hjá hollendsku bóltsnillingunum. Vesturtýskland vann 2-1. Bæði í HM kappingini í 1970 og 1974 var Gerd Muller ein lyklaleikari, sum skeyt eitt ótal av málum. Týski málslúkurin skeyt 14 mál tilsamans hesar báðar HM kappingarnar.

Bæði í finaluni í 1954 og 1974 kom Vesturtýsklandi afturum tíðliga í dystinum, men kortini komu teir aftur í aftur. Hesin eginleikin hevur altíð verið eitt eyðkenni við týska landsliðnum, sum altíð hevur verið væl skipað á vøllinum.

Ein av keðiligastu HM-kappingunum í søguni við fáum málum og lítið álopsinnaðum fótbólti var kappingin í Italia í 1990. Ein av fáu glottunum var Vesturtýskland, sum gjøgnum kappingina sýndi besta spælið. Við stórleikarum sum Lothar Matthaus, Jurgen Klinsmann, Rudi Vøller og Andreas Brehme vann Vesturtýskland HM-heitið fyri triðju ferð- og higartil seinastu ferð.

Tað hevur eisini gingið væl í kappingunum um Evropameistaraheitið. Týskland hevur vunnið EM tríggjar ferðir. Fyrstu ferð var í 1972, tá teir vunnu 3-0 á Sovjet. Átta ár seinni vunnu teir aftur EM-heitið við sigri á Belgia og seinasta ferðin var í 1996, tá Týskland við Matthias Sammer og Oliver Bierhoff á odda vann 2-1 á Kekkia í finaluni á Wembley.

Mangan hevur týska landsliðið verið útskeldað, áðrenn tey stóru endaspølini. Liðið verður ikki altíð spátt teir stóru møguleikarnar, men kortini eru týskarar altíð millum tey stinnastu liðini í endaspølunum.

Der Kaiser
Nevnir tú týskan fótbólt, slepst valla undan Franz Beckenbauer ella Der Kaiser, sum hann eisini verður róptur. Beckenbauer er uttan iva ein av bestu leikarunum og venjarum gjøgnum tíðirnar. 20 ára gamal spældi hann sín fyrsta landsdyst, og fram til 1977 blivu tað 103 landsdystir í alt. Der Kaiser spældi sjálvur við í trimum HM-endaspølum, har hæddarpunktið var í 1974 , tá hann sum liðskipari leiddi Týskland til HM-heitið á heimavølli. Tvær ferðir í sjeytiárunum varð hann valdur til besta spælara í Evropa.

Hann spældi libero bæði á týska landsliðnum og frálíka Bayern Munchen liðnum í 70 árunum. Týskur fótbóltur var rættiliga í hæddini hesi árini. Bert Ajax megnaði at standa kurl við Bayern Munchen. Beckenbauer og Munchen vunnu Evropa Cup fyri meistarar trý upp í slag, frá 1974-1976. Eftir eina glæsiliga karrieru í Bayern Munchen, valdi 32 ára gamli Franz Beckenbauer at fara um Atlantshav at royna fótbóltseydnuna.

Ævintýrið í USA gjørdist ongantíð tað heilt stóra, og hann vendi aftur til týskan fótbólt í 1980, har hann spældi trý ár í Hamburg SV, áðrenn hann setti skógvarnar á hillina.

Eftir miseydnaða EM-endaspælið hjá Vesturtýsklandi í 1984, vóru boð eftir Franz Beckenbauer sum landsliðsvenjara. Keisarin váttaði, og stóð á odda fyri týska landsliðnum til eftir HM-endaspælið í 1990. Úrslitini vóru góð, eitt annað pláss í HM í Meksiko í 1986 og HM-vinnari í 1990. Einasta vónbrótið var, at hann megnaði ikki at vinna EM-heitið í 1988 á heimavølli.

Franz Beckenbauer er nú næstformaður í týska fótbóltssambandinum og var ein av høvuðssamskiparunum av HM-kappingini í Týsklandi í 2006. Tá stendur á hjá Bayern Munchen ella týska landsliðnum, plagar Beckenbauer ikki at vera fáorðaður og gevur vanliga liðunum av grovfílini, um úrslitini ikki standa í mát við tað, hann væntar av liðunum báðum.

Ofta ófriður
Eitt eyðkenni við týska landsliðnum er, at tað er ofta ófríður um liðið. Serliga til endaspølini hevur ofta staðið nógv á, og fjølmiðlarnir eru vanliga skjótir at gera sær dælt av støðuni. Tað hava altíð verið sterkir einstaklingar á týska landsliðnum, og hjá venjarunum hevur størsta uppgávan verið at samansjóða sterku einstaklingarnar.

Tað er onki dulsmál, at ein innanhýsis rivalisering millum týsku feløgini eisini ger seg galdandi á týska landsliðnum. Í 80-árunum vóru tað serliga leikarar úr Bayern Munchen og 1. FC Køln, sum høvdu ilt við at vera á sama liðið ikki kundu, og í 90 árunum hevur sami trupulleiki verið millum leikararnar hjá Bayern Munchen og Borussia Dortmund.

Nógvi ófriðurin á týska landsliðnum hevur eisini havt við sær, at fleiri evnaríkir leikarar góvust tíðliga á týska landsliðnum. So frægir leikarar sum Bernd Schuster, Harald Schumacher og Stefan Effenberg steðgaðu allir á landsliðnum í ótíð. Bernd Schuster var ein av mest lovandi týsku stjørnunum fyrst í 80 árunum, men hann takkaði kortini tíðliga fyri seg sum landsliðsleikari. Hann fekk eina glæsiliga karrieru í Barcelona, Real Madrid og Atletico Madrid, og hóast hann var umbiðin fleiri ferðir til týska landsliðið, so spældi hann var bara við í EM-endaspælinum í 1980.

Harald Schumacher var saman við Renat Dassajev og Jean-Marie Phaff besti málverjin í heiminum gjøgnum 80 árini, men landsliðskarrieran fekk kortini ein brádligan enda. Í rættiligari opinskarða ævisøgu síni avdúkaði hann innanhýsis trupulleikarnir á týska landsliðini við millum øðrum rúsevnum og bókin "Anphiff" gav Harald Schumacher sekkin bæði á týska landsliðnum og felagnum 1.FC Køln.

Stefan Effenberg var, eins og Schuster, ikki meir enn fyrst í tjúgunum, tá hann gavst á landsliðnum. Til HM-kappingina í 1994 gjørdist Effenberg frá sær sjálvum, tá hann varð útskiftur. Meðan hann gekk av vøllinum, gjørdi hann ikki mætari enn at geva áskoðarunum miðfingurin. Henda myndin varð send um allan heim, og dagin eftir varð Effenberg sendur heim úr týsku HM-leguni. Hann spældi einstakar landsdystir eftir hendan tilburðin, men kortini einki merkisvert.

Hóast ófríður er eitt eyðkenni við týska landsliðnum, so vísur tað seg kortini, at tá harðast leikar á innanhýsis og fjølmiðlatrýstið er nógv, so hevur týska landsliðið tann góða eginleikan, at allir leikarar standa saman á vøllinum, og geva sítt ítarsta.

Tætt við í Hannover
Síðan Føroyar fóru upp í altjóða fótbólt í 1990, hava Føroyar tvær ferðir verið í bólki við fótbóltsstórveldinum Týsklandi í einari undankapping. Í undankappingini til EM í Portugal í 2004 spældu Føroyar tveir dystir ímóti týsku stjørnunum. Minningarríkið dysturin við stóra møguleikanum hjá Hjalgrím Elttør í Hannover í 2002 endaði við 2-1 tapi, meðan Føroyar taptu 2-0 á Tórsvølli árið eftir. Bæði málini, frá Miroslav Klose og Fredi Bobic, komu í evstu løtu.

Hesaferð komu føroyingar aftur í undanbólk við Týsklandi. Í fjør vunnu Týskland sannførandi 3-0 á Føroyum í Hannover í fyrra undankappingardystinum í bólkaspælinum.

FAKTA UM TÝSKA LANDSLIÐIÐ
Nummar tvey á FIFA-styrkislistanum
Flestar landsdystir: Lothar Matthaus, 150 dystir
Flest mál: Gerd Muller og Miroslav Klose, 68 mál
Vunnið HM: 1954, 1954 og 1990
Vunnið EM: 1972, 1980, 1996

Grein úr leikskránni i samband við HM-undankappingardystin á Tórsvølli millum Føroyar og Týskland, 10. september 2013. Páll Holm Johannesen hevur skrivað.