Leygardagin 28. desember verður árliga Jobmatch í Norðurlandahúsinum, og í ár verður Fótbóltssamband Føroya eisini umboðað. Framløgan hjá FSF verður klokkan 14:40

Fótbóltssamband Føroya, FSF, varð stovnað í 1979, men fótbóltur hevur verið spældur í Føroyum síðani síðst í 19. øld. Fótbólturin er tó nógv broyttur síðani fyrstu feløgini vórðu sett á stovn.

 

Í Fótbóltssambandi Føroya eru vit áhugaði í at byggja brýr millum vitan og virkisroyndir, til tess at menna fótbóltin í Føroyum enn meira. Vit ynskja tí vísindaliga vitan, ið kann verða viðkomandi fyri menning av føroyskum fótbólti.

 

Vit ynskja at uppgbyggja vitan innan m.a. fysiologisk øki, samfelagsviðurskifti og humanistiskt øki (td. fyrisiting, sociologi og fíggjarviðurskifti).

 

Hvat er samfelagsliga virðið á føroyskum fótbólti?

Fótbóltur hevur ein týðandi leiklut í føroyska samfelagnum, og er ein stórur partur av gerandisdegnum hjá nógvum føroyingum. Fótbólturin hevur tí eitt stórt virði fyri samfelagið.

 

Tað hevur sínar fyrimunir at vera virkin í fótbólti – bæði á vøllinum og uttanfyri. Tað er ein máti at halda seg í venjing, og samstundis er tað eisini við til at menna børn og ung, og gevur teimum harvið nakrar týdningarmiklar lívseginleikar.

 

Vit ynskja tí at kanna, hvat samlaða samfelagsvirðið hjá føroyskum fótbólti er. Millum annað verður hugsað um, hvat er virðið á sjálvbodna arbeiðinum, virðið á heilsu- og sosialu ágóðunum, og hvørjar inntøkur fótbólturin hevur við sær til føroyska búskapin. 

 

Er føroyskur fótbóltur áhugaverdur?

Flest allir føroyingar hava eitt yndis fótbóltsfelag, men hóast tað, so er talið av áskoðarum til dystir í Betri Deildini fallandi. Vit ynskja tí at kanna, hvørjar orsøkirnar eru, og um føroyingar halda føroyskan fótbólt vera nóg áhugaverdan.

 

Evni kann viðgerast úr nógum ymiskum sjónarhornum, har t.d. dentur verður lagdur á:

– Hava vit røttu kappingarskipanina til eina áhugaverda kapping?

– Bjóða vit eina áhugaverda vøru? 

– Hví fara fólk til dyst í Betri Deildini / hví velja fólk ikki at fara til dyst í Betri Deildini?

– Áhugin fyri føroyskum fótbólti samanborið við áhugan fyri útlendskum (serliga enskum) fótbólti?

 

Hví gevast børn at spæla fótbólt í ungdómsárunum?

Fótbóltur er helst best umtókta ítróttargrein í Føroyum. Tó vísa hagtøl, at ein ov stórur partur av teimum ungu gevast at spæla fótbólt í tannárunum.

 

Vit ynskja tí at fáa kannað, útgreinað og funnið fram til, hvørjar orsøkirnar kunnu vera, og hvat kann gerast fyri at venda gongdini.

 

Í uppgávuni eigur dentur m.a. at verða lagdur á hesi viðurskifti:

– Hvat fær tannáringar at gevast við at spæla fótbólt?

– Er munur á fráfallinum landafrøðiliga?

– Gentur og dreingir – Er munur á?

– Hvussu kann gongdin vendast?

 

Fleiri av luttakarunum á Jobmatch hava ymiskar framløgur, og í tí sambandi kann nevnast, at framløgan hjá Fótbóltssambandi Føroya verður klokkan 14:40. Framløgurnar  verða í ”Dansistovuni” í Norðurlandahúsinum.

 

Nærri kunning og skrá fyri Jobmatch 2019, sum verður leygardagin 28. desember, sæst H E R.