Í dag fyri 40 árum síðani varð Fótbóltssamband Føroya sett á stovn. Fyrsti formaður í felagsskapinum var Christian Olsen

Fótbóltssamband Føroya, FSF, varð stovnað 13. januar í 1979. Fyrsti formaður var Christian Olsen, og síðani stovnanina, hevur felagsskapurin havt seks formenn, ella forsetar. Christian Olsen (1979-1981), Torleif Sigurðsson (1981-2002), Dánjal Andreasen (2002-2004), Óli Holm (2004-2008), Høgni í Stórustovu (2008-2010) og Christian F. Andreasen, ið hevur sitið síðani 2010.

 

Síðani síðst í 19. øld hevur fótbóltur verið spældur í Føroyum. Fyrsta ítróttarfelagið var TB, sum varð stovnað í 1892, og eftir aldarskiftið sóu nógv feløg afturat dagsins ljós.

Fyrsta FM kappingin í fótbólti var í 1942. Síðani 1950 hevur fótbóltslandskappingin verið skipað við heima- og útidystum. Fram til 1975 var mest sum frí tilmelding, men síðani 1976 hevur verið spælt um upp- og niðurflyting millum tríggjar tær ovastu deildirnar. Fram til miðskeiðis í seksti árunum varð spælt í meistaradeild, miðaldeild og dreingjadeild. Í 1967 varð farið undir kappingar í unglingadeild og piltadeild. Síðani 1988 hava 10 lið verið í trimum teimum ovastu deildunum.

Ítróttarsamband Føroya, ÍSF, varð stovnað í 1939. Nógvu tey fyrstu árini var tað ÍSF, sum hevði ábyrgdina av øllum ítróttarkappingum í Føroyum. Í tíðarskeiðnum frá 1966 og fram til 1978 hevði Fótbóltsdeildin hjá ÍSF raksturin av fótbóltinum um hendi, og síðani 1979 hevur Fótbóltssamband Føroya havt ábyrgdina.

Fyrstu árini var takið at skipa fótbóltin. Síðani fyrst í áttati árunum hevur leisturin á mannafólkasíðuni verið tann, sum framvegis er kendur, við kappingum frá 1. deild, sum í dag eitur Betri Deildin og til smápiltar. Yngru deildirnar eru vornar alt betri skipaðar. Seinastu árini hevur serligur dentur verið lagdur á, at lið og spælarar sleppa at kappast ímóti sínum javnlíkum – ikki bara í aldri, men eisini í leikligari styrki. Kvinnurnar kappaðust fyrstu ferð um FM í 1985. Tá varð kappast í 1. deild, gentudeildini og smágentudeildini. Síðani fyrst í níti árunum hevur eisini verið kappast í yngstu gentudeildunum.

Í áttati árunum varð arbeitt við at betra um vallarumstøðurnar. Tað bøtti nógv um, tá ið fyrstu graslíkisvallirnir komu miðskeiðis í áttati árunum. Um sama mundið fór FSF undir at skipa fyri venjaraútbúgvingum og dómaraútbúgvingum. Nógvu tey fyrstu árini varð hetta gjørt við fakligum stuðli úr Danmark. Síðani miðskeiðis í níti árunum hava føroyingar sjálvir havt alla ábyrgdina av útbúgvingunum.

Eitt av aðalmálunum hjá Fótbóltssambandi Føroya hevur altíð verið, at kunna luttaka í altjóða fótbólti, undir somu korum sum allar aðrar fótbóltstjóðir. 2. juli í 1988 vórðu Føroyar limir í altjóða fótbóltssamgonguni FIFA, og 18. apríl í 1990 vunnu Føroyar limaskap í europeisku fótbóltssamgonguni UEFA. Síðani limaskapurin í altjóða og europeisku samgongunum gjørdist veruleiki, hava Føroyar luttikið á jøvnum føti við øðrum fótbóltstjóðum í fótbóltspolitikkinum og kappingum fyri landslið og feløg.

Eftir at altjóða limaskapurin var vorðin veruleiki, var næsta stigið at taka lut í altjóða fótbóltskappingum. Síðani 1930 og fram til altjóða limaskapin spældu Føroyar landsdystir ímóti Íslandi (A, B og U), Hetlandi, Orknoyggjum, Grønlandi og eisini ímóti donskum landsliðum (U-21 og veteranlandsliðnum). Føroyar luttóku síðst í áttati og fyrst í níti árunum í fótbóltskappingunum á Oyggjaleikunum.

Føroyar spældu fyrsta altjóða skrásetta landsdystin 24. august í 1988. Talan var um vinardyst ímóti Íslandi í Akranesi, sum vertirnir vunnu 1-0.

Í 1990-1991 vóru Føroyar fyrstu ferð við í EM undankapping. Í hesi kappingini vórðu heimadystirnir spældir í Landskrona í Svøríki, tí Føroyar áttu ongan altjóða góðkendan grasvøll. Tiltikin er fyrsti heimadysturin, sum var 12. september í 1990 ímóti Eysturríki. Føroyar vunnu 1-0. Føroyska málið gjørdi Torkil Nielsen. Í 1992-1993 luttóku Føroyar fyrstu ferð í HM undankapping. Síðani 1992 hava heimadystirnir verið spældir í Føroyum. Vøllurin á Svangaskarði á Toftum hevur verið nýttur síðani 1992, og Tórsvøllur í Havnini hevur verið nýttur síðani 1999.

Í 1992 luttóku føroysk feløg fyrstu ferð í Europa Cup kappingum. Meistararnir í kvinnufótbólti hava luttikið í Europa Cup síðani 2001, og Føroyar luttaka í NM kappingum fyri U17 landslið og EM undankappingum fyri U17-, U19- og U21-landsliðum við dreingjum, og U17- og U19-landsliðum við gentum.

Seinastu árini hevur Fótbóltssamband Føroya nýtt nógva tíð og orku at arbeiða við minstukrøvunum hjá FIFA. Hesi snúgva seg um krøv til FSF sjálvt og um krøv, sum FIFA umvegis FSF hevur sett feløgunum. Krøvini hava eitt nú við fysisku karmarnar, fíggjarliga grundarlagið, fyrisitingarliga kervið og við útbúgvingar og leiðslu sum heild at gera.

Eftir ársskiftið í 2003 vórðu húsini hjá FSF í Gundadali tikin í nýtslu. Nógv er kortini broytt síðani FSF flutti í Gundadal, og um alt gongur eftir ætlan, stendur ein spildurnýggjur Tórsvøllur liðugur um tvey ár, við pláss fyri umleið 5.000 áskoðarum. Hægsti myndugleikin í Fótbóltssambandi Føroya er aðalfundurin. Sjey manna nevndin verður vald av aðalfundinum. Fjórðahvørt tveir og fjórða hvørt ár tríggir nevndarlimir valdir. Fjórðahvørt ár verður formaðurin valdur, og fjórðahvørt ár verður næstformaðurin valdur.

Í FSF fyrisitingini eru aðalskrivari og afturat honum fimtan starvsfólk. Harafturat eru fleiri landsliðsvenjarar knýttir at Fótbóltssambandi Føroya.

 

Í samband við at FSF verður 40 ár, verður skipað fyri ymiskum tiltøkum í hesum árinum. Lýst verður, so hvørt tiltøkini verða.

Hervið fara vit at ynskja FSF og øll føroyskum fótbóltsfjepparum, hjartaliga tillukku við 40 ára degnum.