FSF Varpið: Tróndur Vatnhamar og Jóannes Jakobsen meta um 2. umfar í Effo-deildini, ið verður spælt um vikuskiftið

Fimm spennandi dystir í fremstu deildini hjá monnum eru á skránni um vikuskiftið, og longu fríggjadagin kl. 17:15 verður fyrsta sparkið í 2. umfari, tá AB og B36 bresta saman á Argjum.

 

Í FSF Varpið hesaferð meta Tróndur Vatnhamar og Jóannes Jakobsen um teir fimm dystirnar í øðrum umfari í Effo-deildini.

 

 

Dystirnir í 2. umfari í Effo-deildini 2014:

Fríggjadagin, 21. mars
AB – B36, kl. 17:15

Leygardagin, 22. mars
HB – ÍF, kl. 15:00
B68 – EB/Streymur, kl. 17:00

Sunnudagin, 23. mars
Skála – NSÍ, kl. 14:00
KÍ – Víkingur, kl. 15:00