Tann 21. mai, fyri 108 árum síðani, varð altjóða fótbóltssamgongan, FIFA, sett á stovn
Altjóða fótbóltssamgongan FIFA, varð stovnað 21. mai í 1904 í París.
Tað vóru tey sjey londini, Frakland, Belgia, Holland, Danmark, Svøríki, Sveis og Spania, sum gingu saman at stovna eina altjóða fótbóltssamgongu. Spania var umboðað av felagnum Real Madrid, av tí at spanska fótbóltssambandið ikki varð stovnað fyrr enn í 1913. Sama dag kom telegram úr Týsklandi um, at týskarar eisini vildu verða partur av FIFA. Altjóða felagsskapurin fekk franska navnið Federation Internationale de Football Association, stytt FIFA. Fyrsti forsetin í samgonguni varð franski journalisturin Robert Guerin.
Tørvurin á einum skipaðum felagsskapi fyri fótbóltslondini hevði vundið upp á seg í tráð við, at landsdystir í fótbólti gjørdust betur umtóktir. Síðani fyrsta landsdystin í 1872 millum Skotland og Ongland, hevði fótbóltsspælið breitt seg skjótt niður á europeiska meginlandið. Fram til 1904 hevði enska fótbóltssambandið FA verið einasti veruligi altjóða myndugleiki og umsat altjóða fótbóltsreglurnar. Bretsku londini høvdu ikki hug at vera við í FIFA, og her byrjaði í roynd og veru ein træta, sum stóð við heilt fram til 1950, tá Ongland á fyrsta sinni var við í eini HM-undankapping. Tey fýra bretsku londini, Ongland, Wales, Skotland og Norður Írland, gjørdust kortini limir í FIFA longu í 1905, men júst við teirri treyt, at tey gjørdust fýra sjálvstøðugir limir. Og soleiðis hevur tað verið síðani.
Tað hevði stóran týdning fyri FIFA, at bretsku londini komu við, og harvið viðurkendu altjóða fótbóltssamgonguna sum ovasta fótbóltsmyndugleika. Kortini var tað enska fótbóltssambandið, FA, ið skipaði fyri fótbóltskappingunum á olympisku leikunum bæði í 1908 og í 1912, tí FIFA enn ikki hevði neyðugu royndirnar at skipa fyri stórum altjóða fótbóltskappingum.
Limatalið í FIFA vaks støðugt, og í 1909 gjørdist Suðurafrika, sum fyrsta land uttanfyri Europa, limur í altjóða fótbóltssamgonguni. Fyrstu suðuramerikansku limirnir vóru Argentina og Chile, sum komu við í 1912, og árið eftir gjørdust USA og Kanada eisini limir í FIFA, sum nú var vorðið rættuliga heimsumfatandi.
Fyrra heimskríggið kom illa við hjá FIFA, og felagsskapurin mundi dottið niðurfyri. Aftan á kríggið vóru kenslurnar eisini kaldar millum nógv av limalondunum. Bretsku londini høvdu lítlan hug at samstarva við gamlar fíggindar, og hildu seg burtur frá FIFA til 1946.
FIFA skipaði fyri sínum fyrstu stóru altjóða kappingum á olympisku leikunum í 1924 og í 1928, og tvey ár seinni, í 1930, varð fyrsta HM-kappingin spæld í Uruguay. Altjóða fótbóltssamgongan hevði nú fingið sína egnu kapping.
Í dag er FIFA ein risastórur felagsskapur við 208 limum. Fótbóltssamband Føroya, ið varð sett á stovn 13. januar 1979, fekk sjálvstøðugan limaskap í altjóða fótbóltssamgonguni, FIFA, 2. juli 1988.
Kelda: Dimmalætting