Hóast tað eru tríggjar vikur síðani B36 tryggjaði sær meistaraheitið, so var stórur spenningur um fleiri av hinum plássunum í EFFO-deildini áðrenn seinasta umfar varð spælt leygardagin
B36 er føroyameistari í EFFO-deildini 2015. Hetta gjørdist greitt aftaná fjórðseinasta umfar, tá teir hvítu úr høvuðsstaðnum vunnu 2-1 á TB, samstundis sum nærmastu kappingarneytarnir, NSÍ og Víkingur mistu stig.

Men hóast nakað av tíð er liðin, síðani FM varð avgjørt, so var stórur spenningur um fleiri av hinum plássunum í fremstu deildini hjá monnum áðrenn seinasta umfar varð spælt leygardagin.

NSÍ og Víkingar stríddust um 2. plássið, meðan HB og KÍ kappaðust um 4. plássið, ið gevur rætt til luttøku í altjóða fótbólti komandi kappingarár. Í botnstríðnum var eisini spenningur um, um tað skuldi verða AB ella FC Suðuroy, ið skuldi fylgja EB/Streymi tungu leiðina niður í 1. deild.

Úrslitini í 27. og seinasta umfari høvdu tó við sær, at ongar broytingar vórðu á stigatalvuni. Alt endaði sum tað byrjaði, áðrenn seinasta umfar varð sett í gongd.

NSÍ vann á Argjum ímóti AB, og á Tvøroyri vann Víkingur á TB. HB gjørdi sína skyldu á heimavølli móti FC Suðuroy, og tí hjálpti lítið, at KÍ vann ein sannførandi 6-1 sigur á EB/Streymi. Fimti dysturin var millum ÍF og B36. Føroyameistararnir gjørdi bart og vunnu 3-1.

Toppskjútti í EFFO-deildini 2015, við 21 málum, gjørdist Klæmint A. Olsen úr NSÍ. 

Endaliga støðan:
1. B36, 61 stig (Champions League)
2. NSÍ, 54 stig (Europa League)
3. Víkingur, 53 stig (Europa League)
4. HB, 43 stig (Europa League)
5. KÍ, 41 stig
6. ÍF, 27 stig
7. TB, 26 stig
8. AB, 24 stig
——————–
9. FC Suðuroy, 22 stig
10. EB/Streymur, 11 stig