Skráin fyri komandi EM-undankapping er nú klár. Føroyar spæla fyrsta dystin fríggjadagin 24. mars á útivølli móti Moldova

——————

Á middegi sunnudagin var lutakastið í samband við komandi EM-undankapping fyri A-landslið við monnum. Føroyar komu í bólk E, saman við Póllandi, Kekkia, Albania og Moldova.

Av hesum fýra londunum, er tað fyrstu ferð, at føroyska manslandsliðið skal møta Albania.

Leikskráin til undankappingina er nú klár, og hon sigur, at Føroyar byrja á útivølli móti Moldova fríggjadagin 24. mars klokkan 19:45. Føroyska liðið endar eisini kappingina á fremmandum grasi. Síðsti dysturin verður í Albania mánadagin 20. november.

Skráin
24. mars Moldova – Føroyar (kl. 19:45)
17. juni Føroyar – Kekkia (kl. 19:45)
20. juni Føroyar – Albania (kl. 19:45)
7. sept. Pólland – Føroyar (kl. 19:45)
10. sept. Føroyar – Moldova (kl. 17:00)
12. okt. Føroyar – Pólland (kl. 19:45)
15. okt. Kekkia – Føroyar (kl. 17:00)
20. nov. Albania – Føroyar (kl. 19:45)

Sjálvt EM-endaspælið verður í Týsklandi frá 14. juni til 14. juli í 2024.