Landsliðsvenjarin, Lars Olsen, hevur sett navn á teir fyrstu ellivu, sum byrjaði á vøllinum í kvøld ímóti Malta
Føroyska A-landsliðið við monnum spælir í kvøld seinasta dystin í hesum árinum, tá Malta tekur ímóti í vinardysti á Ta’ Qali Leikvøllinum, sum liggur nakað uttanfyri maltesiska høvuðsstaðin, Valletta.
Seinastu fyrireikingarnar til dystin eru av álvara farnar í gongd, og Lars Olsen, landsliðsvenjari, hevur sett navn á teir fyrstu ellivu, sum byrja í vøllinum ímóti Malta.
Fimm av teimum ellivu, ið byrjaðu á vøllinum fyri einum mánaða síðani í HM-undankappingardystinnum ímóti Eysturríki, eru ikki tøkir til dystin ímóti Malta.
Jóhan Troest Davidsen, Viljormur Davidsen, Fróði Benjaminsen, Christian Lamhauge Holst og Súni Olsen eru ikki tøkir, og har afturat er Jóan Símun Edmundsson heldur ikki við føroyska landsliðnum hesaferð.
Gunnar Nielsen verður í mál, og í verjuni verða Jónas Tór Næs, Rógvi Baldvinsson, Pól Jóhannus Justinussen og Erling Jacobsen.
Á føroyska miðvøllinum verða Daniel Udsen, Hallur Hansson, Heini Vatnsdal og Christian R. Mouritsen, meðan Páll Klettskarð og Klæmint A. Olsen verða í álopinum.
Eykaleikarar verða Teitur M. Gestsson, Kristian Joensen, Rene Joensen, Kristin R. Mouritsen, Dánjal á Lakjuni, Sonni R. Nattestad, Sølvi Vatnhamar og Karl Løkin.
Landsdysturin millum Malta og Føroyar verður bríkslaður í gongd kl. 18:00, føroyska tíð.