Fyri lítlar viku síðani skipaði FSF fyri B- og C-dómaraskeiði. 13 dómarar tóku lut á skeiðnum

——————

– Tað er alla tíðina brúk fyri nýggjum dómarum, og tað er tískil hugaligt, at nýggir leggast aftur at. Og vónandi verða hesi at síggja á vøllinum næstu nógvu árini, sigur dómaraleiðarin hjá Fótbóltssambandi Føroya, Lassin Isaksen við heimasíðuna hjá FSF.

Sunnudagin 26. mars varð skipað fyri tveimum dómaraskeiðum á Tórsvølli. Á B-skeiðnum vóru seks luttakarar, meðan sjey luttakarar vóru á C-dómaraskeiðnum.

B-skeiðið gevur millum annað frálæru í “leiðslu”, “video av dystum”, “klandursstøður”, “fótbóltstaktikki og hvussu spælið skal skiljast”, og ymiskt annað.

Á C-dómaraskeiðnum verður undirvíst í millum øðrum “kort geving”, “fyrisiting”, “hvussu virkar ein góður hjálpardómari” og annað.

Luttakararnir á B-dómaraskeiðnum
Súni Fríði Joensen, Høgni Madsen, Jóhan Eliasen, Annika Eliasen Breiðaskarð, Gunnar Eihilt Sivertsen og Marius Blábjørg Vang

Luttakararnir á C-dómaraskeiðnum
Rógvi B. Isfeld, Elisabeth Haraldsen, Eyðbjørn Thomsen, Jónas Eyðbjørnsson, Rógvi Nolsøe Petersen, Jónas Toftum Toftalíð og Jákup Olsen.

Myndir: www.FSF.fo