Føroyar eru aftur í 2021 partur av altjóða eFótbóltskappingini hjá UEFA, eEURO 2021. Kappast verður í telduspælinum eFootball PES2021, og í november skulu føroysku eLandsliðsleikararnir finnast í kapping, sum FSF og Føroya Tele skipa fyri í felag

——————

Lat teg í føroysku litirnar og verð kanska komandi føroyski eLandsliðsleikarin í fótbólti. Kappingin hjá UEFA, eEURO 2021, er ein eFótbóltskapping, har ið øll 55 UEFA-limalondini fara at dystast í telduspælinum eFootball PES2021 um at vinna evropameistaraheitið í eFótbólti.

eEURO 2021
Kappingin verður skipað við eini undankapping á netinum í vár og einum endaspæli, sum verður í London í juli 2021. Endaspælið í eEURO 2021 verður spælt samstundis, sum hálvfinalurnar í EM-endaspælinum eru á skránni í London. Vinnarin av eEURO 2020 strýkur avstað við atgongumerkjum til EM-finaluna á Wembley og eini peningaligari upphædd. UEFA rindar fyri ferðing og uppihaldi hjá øllum, ið kvalifisera seg til eEURO2021-endaspælið.

FM í eFótbólti
Føroya Tele er høvuðsstuðul hjá føroyska eFótbóltslandsliðnum, og í felag fara FSF og Føroya Tele at skipa fyri føroysku kappingini, har ið nýggju føroysku eLandsliðsleikararnir skulu finnast. Kappingin verður í november, og hon er samstundis Føroyameistarakappingin í eFótbólti.

Kappingin verður skipað soleiðis, at tvey innleiðandi umfør verða á skránni. Tað fyrra verður í Føroya Tele í Hoyvík tann 24. november, meðan seinna umfarið verður í handilinum hjá Føroya Tele í Klaksvík tann 26. november. Finalan verður leikt í telebúðini hjá Føroya Tele í SMS leygardagin 5. desember.

eEURO 2021-undankapping
UEFA hevur sett sum krav, at luttakararnir í eEURO 2021-undankappingini eru 16 ár og eldri, men fyri at varðveita spenningin og geva teimum, ið eru 15 ár og yngri, møguleika at luttaka, hava FSF og Føroya Tele tikið avgerð um at hava hesa kappingina um somu tíð.

Tey innleiðandi umførini verða skipað við bólkaspæli og síðani knockout-dystum. Teir fýra leikararnir, sum enda fremst í hvørjum innleiðandi umfari, kvalifisera seg til finaluna, ið verður skipað á sama hátt við bólkaspæli og knockout-dystum, inntil Føroyameistarin í eFótbólti er funnin.

FM og aðrir vinningar
Umframt at vinna steyp og Føroyameistaraheitið, verður kappast um spennandi vinningar. Vinnarin av hvørjum innleiðandi umfari fær eina eLandsliðstroyggju við egnum navni á. Vinnarin av aldursbólkinum 16 ár og eldri skal umboða Føroyar, meðan vinnarin av aldursbólkinum 15 ár og yngri vinnur tvey landsliðskort til landsdystirnar á Tórsvølli í 2021 og eina Samsung-snildfon frá Føroya Tele.

Nærri kunning um kappingina, tilmelding o.a. kann sæst H E R