Tað verður Fríði Mohr Jacobsen av Toftum, ið skal umboða Føroyar í eEURO 2024 undankappingini, sum verður spælt í Playstation

——————

Við trimum sannførandi sigrum gjørdist Fríði Mohr Jacobsen av Toftum stóri sigursharrin, tá kappast varð um, hvør skal umboða Føroyar í eEURO 2024 undankappingini í Playstation.

Spælt var í EA FC24, og tá avtornaði endaði Fríði Mohr Jacobsen fremstur við fullum stigatali.

Og nú er greitt, at í EM-undankappingini eru Føroyar í bólki G, saman við Belgia, Svøríki, Finnlandi, Ukraina, Norðurírlandi, Wales og Kosovo. Dystirnir verða spældir 16. og 17. mars.

51 evropeisk lond taka lut í undankappingini. Nummar 1 í hvørjum bólki, umframt vertslandið, fara víðari til sjálvt EM-endaspælið, sum verður í Týsklandi í summar.