Føroyska eLandsliðið kom í veruligt ódnarveður í undankappingini til EM, sum verður í 2021. Føroyar endaðu aftast við ongum stigi

——————

Tað gekk ikki heilt eftir vild hjá føroyska eLandsliðnum, sum mánadagin spældi seinna umfar í EM-undankappingini.

Fyrra umfar varð spælt síðst í mars mánað, og eisini tá vístu mótstøðulondini, sum vóru Ísreal, Belgia, Sveis, Írland og Litava, øgiliga styrki.

Ísraelar vunnu bólkin við 28 stigum, og hava tryggjað sær pláss í EM-endaspælinum, sum verður í London í 2021. Føroyar endaðu aftast við ongum stigi.

Endaliga støðan (Bólkur F)
Ísrael 28 stig
Belgia 22 stig
Sveis 15 stig
Írland 13 stig
Litava 10 stig
Føroyar 0 stig