Seinnapartin og út á kvøldið mánadagin 29. mars fer føroyska e-landsliðið at spæla undankapping til eEuro2021
Føroyar eru í bólki saman við Belgia, Sveis, Litava, Ísrael og Írlandi, og skulu í fyrsta dystinum spæla móti Belgia. Tann dysturin byrjar kl. 16.00, og seinasti dysturin móti Írlandi byrjar kl. 20.00. Teir, sum manna føroyska e-landsliðið eru Tróndur Egholm Vørmadal, Hendrik á Fríðriksmørk og Heðin Skov.
Dystirnir verða spældir í djúsbarrini No12 á Tórsvølli, og í samband við undankappingina hevur No12 eitt gott tilboð á 98 krónur fyri eina tvíflís og stórt glas av djúsi.
Føroya Tele er høvuðsstuðul hjá e-landsliðnum.