Í samstarvi við UEFA, verður í næstum skipað fyri EA FC24 kapping í Føroyum. Vinnarin fær møguleikan at umboða Føroyar í undankappingini til eEURO 2024

——————

Kundi tú hugsar tær at umboða Føroyar í EA FC24? Og droymir tú um at sleppa til eitt EM-endaspæl?

So er møguleikan kanska her.

Í samstarvi við UEFA, verður í næstum verður skipað fyri EA24 kapping í Føroyum. Vinnarin fær møguleikan at umboða Føroyar í eEURO 2024 undankappingini, og skuldi tað hilnast heilt væl, sleppur føroyska umboðið til EM-endaspælið, sum verður í Týsklandi næsta summar, har evropameistarin í EA FC24 skal finnast.

Kappingin er fyri bæði gentur og dreingir, og kvinnur og menn. Tó er krav, at viðkomandi er 18 ár ella eldri, og hevur bústað í Føroyum.

Freistin at boða frá luttøku er leygardagin 13. januar 2024, og fer fram á hesari slóð: EA FC24 Føroyar / eEURO 2024 (vel “Join Now and Represent Your National Team”, og fylgið vegleiðingini).