Við teprum 1-0 sigri á KÍ, vann Víkingur finaluna um Løgmanssteypið. Sølvi Vatnhamar skoraði sigursmálið við brotssparki tá fáir minuttir restaðu av dystinum

——————

Talan gjørdist um ein sera spennandi og væl spældan dyst, við omanfyri 4.000 áskoðarum kring vøllin, tá KÍ og Víkingur leygarkvøldið fóru á Tórsvøll at stríðast um Løgmanssteypið.

Úrslitið gjørdist 1-0 til Víking, sum skoraði einsamalla málið við brotssparki tá tríggir minuttir vóru eftir av vanligu leiktíðini. Málskjútti var Sølvi Vatnhamar.

Seinastu løtuna royndu FM-vinnararnir úr Klaksvík at leggja eitt stórt trýst á fyri at javna, men veruliga vandamikið bleiv tað ongantíð. Og so kundi málskjúttin, Sølvi Vatnhamar, ið avloysti leikbannaða Atla Gregersen sum liðskipara, taka ímóti Løgmanssteypinum.

Aftaná dystin varð liðskiparin hjá KÍ, Jákup Biskopstø Andreasen valdur til dagsins spælara.

Jákup Biskopstø Andreasen klárur at leiða liðið á vøllin – Mynd: Hans Erik Danielsen
Sølvi Vatnhamar avloysti leikbannaða Atla Gregersen sum liðskipari í finaluni – Mynd: Hans Erik Danielsen
Liðið hjá klaksvíkingum, ið Mikkjal Thomassen sendi á vøllin móti Víkingi – Mynd: Álvur Haralsen
Teir fyrstu ellivu hjá Víkingi, ið Jóhan Petur Poulsen sendi á vøllin í finaluni um Løgmanssteypið – Mynd: Hans Erik Danielsen