Við 3-1 sigri á Skála, vann FC Hoyvík finaluna um Eilif Arge steypið. Anna á Borg, Brá Zachariasardóttir og Maria Ejdesgaard Hansen gjørdi málini fyri hoyvíksgentur

——————

Talan var um ein javnan dyst, tá U16-genturnar hjá Skála og FC Hoyvík fóru á vøllin fríggjakvøldið at dystast um Eilif Arge streypið. Men tá avtornaði fóru hoyvíksgenturnar avstað við sigrinum og steypinum.

Úrslitið gjørdist 3-1 til FC Hoyvík, eftir javnleik 1-1 í hálvleikinum. Anna á Borg, Brá Zachariasardóttir, sum eisini varð vald til dagsins spælara, og Maria Ejdesgaard gjørdu málini fyri FC Hoyvík, meðan Alda Petersen skoraði einsamalla málið hjá Skála.

Steypakappingarnar í yngru deildunum eru nú komnar at enda, og úrtøkan bleiv hon, at HB vann tvær kappingar (U21 og Dreingir U15), meðan B36 (Dreingir U17), Víkingur (Dreingir U13), Skála (Gentur U13) og FC Hoyvík (Gentur U16) vunnu hvør sína.

Eftir eru bara finalan um Løgmanssteypið, og steypafinalan hjá kvinnum, sum báðar verða á Tórsvølli leygardagin 29. oktober. Klokkan 15:00 spæla kvinnurnar hjá KÍ og HB, og klokkan 19:00 verður finalan hjá monnum millum KÍ og Víking.

Atgongumerki fáast til keyps í Nethandilinum á heimasíðuni hjá FSF.

Myndir: Bjarni Enghamar