Í morgin er stórur steypafinaludagur á Tórsvølli og nógv verður gjørt burturúr hjá øllum pørtum – her er ymisk praktisk kunning í samband við dystirnar


Steypafinalan hjá kvinnum millum KÍ og HB byrjar kl.15.00 og mansfinalan um Løgmanssteypið millum Víking og KÍ byrjar kl. 19.00. Atgongumerkjasølan gongur fyri seg her á nethandlinum hjá FSF. Atgongumerkini eru galdandi fyri báðar finalurnar, og tey verða einans seld á netinum. Atgongumerki til rørslutarnaði fáast við at ringja til 291966.

Dyrnar á Tórsvølli lata upp ein tíma áðrenn hvønn dyst, og allir áskoðarar skulu út í tíðarbilinum millum finalurnar báðar. Í samband við kvinnufinaluna verður inngongd B opin, og í samband við finaluna um Løgmanssteypið verða áskoðarar bidnir um at brúka hesar inngongdirnar (sí kort niðanfyri):

Víkingafjepparar (bólkur 101-104): inngongd B
KÍ-fjepparar (bólkur 105-108): inngongd C
Neutralir áskoðarar / KÍ-fjepparar (bólkur 109-116 & 209-213): inngongd E
VIP / Skyboks gestir (bólkur 117-120 & 214-228): inngongd J
Miðlar: inngongd I

Rørslutarnaði hava møguleika fyri at brúka inngongd B, C og J.

Meira kunning undir myndini

Bannarar
FSF er í beinleiðis samband við fjepparafeløgini um, hvar og nær tey kunnu hanga bannarar, fløgg og annað upp til dystirnar.

Konfetti og fýrverk
Heitt verður á áskoðarar um ikki at hava fýrverk ella rør, sum skjóta konfetti, við til dyst. Fýrverk er beinleiðis bannað, og um tað verður skotið undir dysti, steðgar dómarin dystinum. Tað er heldur ikki loyvt at hava rør við konfetti við til dyst, tí hetta dálkar illa, og tað er trupult at fáa upp av vøllinum aftur.

Umframt hetta verður gjørt vart við, at áskoðarar ikki sleppa inn á vøllin eftir dystirnar.

Parkering / koyring
Økið rundan um Tórsvøll verður stongt fyri ferðslu. 

Møguleiki verður tó fyri parkering nærheindis. Eitt nú ber til at parkera aftan fyri vestara skýlið við ovara vøll, parkeringsplássið á hallarheyggi, við Bank Nordik høvuðssætið, við Tórsbreyt, SMS ella til dømis ymsa aðrastaðni á Hálsi.

Parkeringspláss og parkering fyri rørslutarnaði er avmerkt á kortinum niðanfyri.

Áskoðarar við spurningum ella ivamálum um eitthvørt í samband við steypafinalurnar, kunnu venda sær til tlf 291966.